leygardagur 16. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 16. februar 2002
15
Tað er sjáldan, at so
er, men hesa ferð fara
kvinnurnar hjá
Mjølni inn á vøllin,
vitandi um at tær ikki
eru favorittar, men
tær leggja ikki minni í
dystin av teirri orsøk
FLOGBÓLTSFINALUR
Jákup Mørk
- Vit eru allar so hampuliga
væl fyri, og tað er einki at
ivast í, at vit ætla okkum at
vinna dystin.
Somikið avgjørd er Anna
Müller Jacobsen, tá vit
undan steypafinaluni royna
at fregnast, hvussu tær í
Mjølni hava fyrireikað seg
til steypafinaluna, sum
verður leikt í dag.
Ikki favorittar
Hungurin eftir einum sigri
gerst so avgjørt ikki minni
av, at hetta er møguleikin
hjá sigursvanda Mjølni at
fáa nakað burtur úr árinum.
- Tað sigur seg sjálvt, at
vit nú vilja hevna eitt
sindur av tí, sum vit hava
mist í landskappingini, men
eg haldi ikki, at vit eru
favorittar fyri tað. Vit hava
leikt tríggjar ferðir móti TB
í landskappingini, og tvær
ferðir hava vit tapt, so skal
nakar vera favorittur, so
mugu tað verða tær, heldur
Anna.
Royndir sum barlast
Aðra staðni á síðuni vísir
venjarin hjá TB á, at hvat
viðvíkur royndum, so er
Mjølnir frammanfyri, og
Anna heldur eisini, at hetta
kann gerast ein fyrimunur
hjá teimum.
- Tað hevur so avgjørt
nógv at siga, at vit hava
roynt hetta áður. Tú kanst
siga, at vit eru vanar við at
spæla slíkar dystir, og tær
royndirnar eiga so avgjørt
at koma okkum til góðar.
Og so fáa vit eisini Tove
Rygsfjord upp til dystin, so
alt í alt skuldi liðið verið
sterkt, sum tað kann vera.
Tosið um royndirnar leið-
ir okkum eisini til dystin í
fjør, tá Mjølnir vendi 0-2 til
3-2. Spurd, um ikki hetta
var júst eitt úrslit av drúgvu
royndunum
á
liðnum,
heldur Anna, at tað kann so
væl vera.
- Tað ferðina gekk alt av
skriðuni til fyrstu løtuna,
men vit góvust ikki av teirri
orsøk. Nú vóni eg sjálvandi
ikki, at tað sama hendir
hesaferð, men vit missa
ikki mótið, hóast dysturin
kanska byrjar illa.
Áskoðarar hjálpa
Vanliga hava ítróttalið úr
Klaksvík eina trúgva á-
skoðarafjøld, og í so máta
er Mjølnir einki undantak.
Anna dugir tó illa at meta
um, hvussu verður við
stuðlinum hesaferð.
- Eg vóni sjálvandi, at
nógv koma við okkum. Tað
verður í øllum førum
skipað fyri busstúri, men
seinast eg visti, høvdu ikki
meira enn eini 25 teknað
seg, men tað kann væl
broytast kortini.
- Og so skalt tú ikki
gloyma allar klaksvíking-
arnar, sum eru í Havn. Tey
plaga so sanniliga eisini at
gera sítt. Til stuttleikar
kann nevnast, at meðan tað
ikki gekk so væl í finaluni í
fjør, so var tað ein áskoðari,
sum kom yvir og gav
okkum ein ordans vals. Eg
veit ikki, um tað bara var tí,
men tað fekk okkum í
øllum førum at vakna, so
týdningurin
av
góðum
áskoðarum eigur avgjørt
ikki at undirmetast, sigur
Anna Müller Jacobsen at
enda.
Hópur av tvøráfólki
fer til Havnar at
hyggja at steypafinal-
uni hjá kvinnunum,
og venjarin hjá
oddaliðnum er ikki í
iva um, at hansara
leikarar fara at geva
hesum ein góðan dyst
FLOGBÓLTSFINALA
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð skal TB
royna seg í steypafinalu í
flogbólti, og hóast spenn-
ingurin á Tvøroyri sjálvsagt
er stórur, so heldur venjarin
hjá liðnum ikki, at hann fer
at gera nakað serligt burtur
úr at fyrireika sínar leikarar
til stóra dystin.
- Nei. Tað fari eg so
slettis ikki. Genturnar vita
sjálvar, hvat er í væntu. Har
verður alt varpað beinleið-
is. Allir miðlar vera á stað-
num, og rómurin verður
helst øgiligur av áskoðar-
unum, tó at gangur er
nakað sum tær eru vanar
við, heldur Virgar Djur-
huus, sum hevur vant liðið
størsta partin av árinum.
- Eg fái sum so heldur
ikki gjørt tað stóra við at
venja nakað upplegg til
dystin. Fýra av leikarunum
eru dagliga norðanfjørs, so
tað er ógvuliga trupult at
venja nakað ítøkiligt takt-
iskt. Hetta er ein trupul-
leiki, sum vit hava havt í alt
ár, men higartil hevur tað
so gingið hampuliga væl,
heldur hann, og vísir til
trygga fyrsta plássið í
kappingini.
Royndir á muni
Hóast hann soleiðis tykist
ógvuliga bjartskygdur, so
hvørki kann ella royndir
venjarin at snúgva sær und-
an, at tá ræður um ein
finaludyst, so kunnu roynd-
irnar hava nakað at siga, og
dylir ikki fyri, at júst á
hesum økinum eru tær úr
Klaksvík nakað væl betri
fyri.
- Akkurát har er stórur
munur, men okkara eru ikki
heilt grønar kortini. Hóast
liðið er ungt, so er kortini
bert talan um tríggjar av
tíggju, sum í ár spæla í
meistaradeildini fyri fyrstu
ferð, og vit hava hóast alt
eisini nakrar royndar leik-
arar, sigur Virgar. Ein hin
royndasta hjá TB er annars
Gudrid Nolsøe, sum kemur
heim til hendan dystin, um-
framt at hon eisini fær
seinastu dystirnar í lands-
kappingini við, og einki er
at ivast í, at hon ætlar sær at
fáa tvey gullmerki burtur úr
allari ferðingini.
Hóast munin í royndum,
so heldur venjarin hin-
vegin, at tað kann verða ein
fyrimunur hjá TB, at hóp-
urin í miðal er væl yngri. Í
øllum førum, tá vit spyrja,
hvussu spæliætlanin hjá
teimum verður.
- Alt ár hava vit roynt at
lagt dentin á álopsspælið,
og tað verður so eisini gald-
andi hesaferð. Vit skulu
royna at leggja trýst á alla
tíðina, og gera vit tað, so
rokni eg við, at tað eigur at
koma okkum til góðar, um
talan verður um ein drúgv-
an dyst. Tær eru jú ikki
heilt ungar longur, sigur
hann skemtandi um Mjøln-
ir-liðið.
Øgiligur áhugi
Tá spurt verður um, hvussu
áhugin er fyri dystinum, er
svarið beinanvegin, at hann
er øgiligur.
- Áhugin er heilt stórur.
Tað er einki at ivast í. Tú
merkir tað týðiligt, bara tú
gongur úti. Fólk eru ófør at
fregnast. Vita hvussu stend-
ur til við liðnum og so-
leiðis, so er óføra stuttligt.
- Vit vænta eisini heilt fitt
av áskoðarum. Ein listi
hevur verið frammi, har
fólk kunnu tekna seg til
ferðina til Havnar, og sein-
ast eg visti, høvdu eini 50
fólk teknað seg. Harafturat
koma so tvøráfólk, búsit-
andi í Havn, so alt í alt
verður helst talan um heilt
nógvar áskoðarar, og vit
ætla so at gera alt tað, sum
vit kunna, fyri at geva
teimum ein góðan dyst,
sigur venjarin hjá TB at
enda.
Eitt sindur um liðini
TB
-
Mjølnir
Miðalhædd
172,4 cm
-
167,8 cm
Lægsti leikari
160 cm
-
160 cm
Hægsti leikari
180 cm
-
180 cm
Landsdystir í miðal
4,3
-
12,5
Flestar landsdystir
21
-
92
Miðalaldur
20,3 ár
-
23,8 ár
Elsti leikari
27 ár
-
39 ár
Yngsti leikari
17 ár
-
17 ár
Tvøráfólk gera innrás
Virgar Djurhuus, sum her sæst tosa við leikarar sínar, heldur, at tað kann verða ein fyrimunur
hjá teimum, um talan verður um ein drúgvan dyst
Ikki favorittar
Í Mjølni vóna tey, at drúgvi
royndirnar hjá fleiri av
leikarunum fara at verða
avgerandi í finaludystinum
15
Nr. 33 • leygardagur • 16. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Meðan formansvalið í
Fótbóltssambandinu
m nú er ein av-
greiðsluspurningur,
tykist áhugin fyri
nevndarsessinum at
vera stórur
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum vit skrivaðu í hósdags-
útgávu okkara, so verður
bert talan um tað eina val-
evnið, tá FSF um eina viku
fer at hava aðalfund. Dánjal
Andreasen varð fyri einum
mánaði síðani skotin upp
av nevndini hjá FSF, og
hóast dúgliga hevur verið
tosað um onnur valevnið,
so er veruleikin tann, at
leirvíkingurin er einasta
valevnið, og tískil longu
kann fara undir at fyrireika
seg til nýggja sessin.
Nógvir um boðið
Er formansvalið ein av-
greiðsluspurningur, so tyk-
ist spenningurin um nevnd-
arvalið at vera munandi
størri.
Fyri vali standa Jákup
Simonsen og Karl Vidt-
feldt, og ikki færri enn seks
valevnið er stillaði upp til
hesar báðar sessirnar. Um-
framt teir báðar, Jákup og
Karl, so er talan um
Christian Andreasen úr
Havn, Sveinbjørn Daniel-
sen úr Hvalba, Rúna Heine-
sen úr Klaksvík og Mortan
Poulsen úr Havn. Hesin
seinast nevndi er varalimur
í nevndini hjá FSF, og í
løtuni røkir hann sessin hjá
Óla Holm, sum noyddist at
siga sessin frá sær, tá hann
gjørdist landsstýrismaður.
Eisini Sveinbjørn Daniel-
sen er í løtuni varalimur í
nevndini.
Grundað á undirtøkuna,
sum Christian Andreasen
tóktist hava sum formans-
valevni, so er lítið at ivast í,
at hann kann fáa hópin av
atkvøðum til nevndarvalið,
og so er spurningurin,
hvussu kappingin um næsta
sessin fer at verða. Eisini
kann triði sessurin gerast
rættiliga spennandi, tí sum
sagt er Óli Holm í løtuni í
farloyvi, og tað kann ikki
útilokast, at hann framhald-
andi er landsstýrismaður
eftir komandi løgtingsval.
Tí kann ein varasessur eins
væl gerast ein fastur sessur
í nevndini hjá Fótbóltssam-
bandinum komandi árið.
Eftir at aðalfundurin er
av, umleið kl. 13.00, fer
Fótbóltssambandið so eis-
ini at sýna fráfarandi for-
manninum tann heiður, at
skipa fyri almennari mót-
tøku. Frá FSF verður sagt,
at hetta kann ikki metast
sum annað enn náttúrligt
eftir alt tað arbeiði, sum
Torleif hevur gjørt fyri
føroyskan fótbólt seinnu
mongu árini, og hetta ætla
teir sær soleiðis at takka
fyri.
Eftir at nógvar flyt-
ingar hava órógvað
hondbóltskappingina
seinastu vikuskiftini,
verður aftur fult
umfar hetta viku-
skiftið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Seks hondbóltsdystir eru á
skránni hetta vikuskiftið,
og tað er í øllum førum
nakað síðani, at hetta var
galdandi seinast.
Bjarging í eygsjón
Kanska mest spennandi
uppgerðin um vikuskiftið
verður á Giljanesi leygar-
dagin, har Sóljan og STÍF
hittast. Eftir at hesi bæði
liðini fyri tað mesta hava
stríðst um, hvør skal sleppa
av niðasta plássinum, so er
støðan nú tann, at tey bæði
eru framman fyri Kyndil.
Tí kann dysturin hesa
ferð gerast bjargingin hjá
vinnandi liðnum, sum veru-
liga kann leggja frástøðu
niður til botnin, og megnar
annað av liðunum hetta,
kann talan í roynd og veru
verða um dystin, sum
bjargaði árinum.
Í Havn fær Neistin vitjan
av VB, og eisini her er
spenningurin stórur. Eftir at
bæði liðini fyri tað mesta
hava stríðst um brons-
umerki í ár, so setti VB
seinasta vikuskifti hol á
silvurstríðið, tá tær á úti-
vølli megnaðu at vinna á
Stjørnuni.
Júst tann sigurin ger, at
vinnarin av hesum dystin-
um brádliga stendur við
silvurmerkjunum í hondini.
Bæði eiga tey heimadyst
móti Stjørnuni til góðar, og
gevur tann dysturin eisini
fulla úrtøku, verður tað
vinnarin á Hálsi sunnu-
dagin, sum kann rópa seg
fyri silvurvinnara, tá kapp-
ingin er lokin.
Seinasti
dysturin
hjá
kvinnunum verður í Klaks-
vík, har Stjørnan tekur
ímóti Kyndli. Einki er at
ivast í, at Stjørnan er risa
stórur favorittur at vinna
dystin. Eisini hóast liðið í
løtuni ikki er so væl fyri, og
skulu tey í Klaksvík fram-
vegis droyma søtar silvur-
dreymar, so ein sigur móti
Kyndli á heimavølli ein av
avgjørdu fortreytunum.
Ikki sami spenningur
Hjá
monnunum
verða
somuleiðis tríggir dystir
hetta vikuskiftið, tó at eing-
in teirra tykist hava sama
avgerandi týdning sum hjá
kvinnunum.
Í Vestmanna verður dyst-
ur millum KÍF og Kyndil
leygardagin, og her fæst
kanska at vita, júst hvussu
langt teir í Kyndli eru
komnir í royndunum at
byggja sær liðið uppaftur.
Ein sigur her kann veruliga
staðfesta, at Kyndil so als
ikki er nakað botnlið,
meðan kollfirðingar hin-
vegin stríðast fyri at sann-
føra um, at tað eru teir
heldur ikki, so útlitini fyri
spenningi eru í øllum før-
um góð.
Tað kunnu tey ikki sigast
at vera í Havn, har Neistin
og H71 hittast. Í grund-
spælinum vóru hoyvíkingar
annars millum fáu liðini,
sum kundu geva oddinum
mótstøðu, men síðani hevur
snøgt sagt einki borið til.
Enn hava teir ikki vunnið
dyst í endaspælinum, og
sannlíkindini fyri, at hetta
skal henda móti Neistan-
um, mugu sigast at vera
sera lítil.
Seinasti dysturin verður í
Runavík, har VÍF kemur á
vitjan. Tjaldur hevur í ár
staðfest, at liðið ikki longur
er at meta sum sjálvsagdur
botnproppur, og eitt skifti
var líkt til, at teir ætlaðu
sær heiðursmerki, men
ímóti komandi meistarun-
um úr VÍF er helst einki at
ivast í, at teir verða við
undirlutan.
Hondbóltur
1. deild kvinnur
16.02
16.00
Sóljan-StÍF
17.02
14.30
Neistin-VB
17.02
14.30
Stjørnan-Kyndil
1. deild menn
16.02
16.00
KÍF-Kyndil
17.02
16.00
Neistin-H71
17.02
16.00
VÍF-Tjaldur
Flogbóltur
Steypafinala kvinnur
16.02
14.30
TB-Mjølnir
Steypafinala menn
16.02
16.30
SÍ-ÍF
Dystir hetta vikuskiftið
Fult vikuskifti
Vinnarin av dystinum millum Neistan og VB sunnudagin, fer
at hava góðar møguleikar at tryggja sær silvurmerkini í
kvinnukappingini
Nógvir ætla sær nevndarsess
C
M
Y
K
14