leygardagur 16. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 33 - 16. februar 2002
Nr. 33 - 16. februar 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Løn og renta
Norski tjóðbankastjór-
in,
Svein
Gjedrem,
ávaraði í einari røðu
hóskvøldið vinnulívs-
fólk og politikarar um
tær avleiðingar, sum
kunnu standast av ov
stórum lønarvøkstri á
arbeiðsmarknaðinum.
Bankastjórin segði, at
við einum lønarvøkstri
upp á millum fýra og
fimm prosent fer tað at
bera til at halda in-
flatiónini niðan fyri 2,5
prosent, sum er mál-
setningurin. Men verð-
ur lønarvøksturin størri
enn tað, fer tað at fáa
avleiðingar.
Svein Gjedrem segði,
at ov stórur lønarvøkst-
ur fer at elva til hægri
rentu og veksandi ar-
beiðsloysi, samstundis
sum kappingarførið hjá
norska ídnaðinum fer at
versna. Hann hevur fyrr
ávarað um, at íløgurnar
í norska ídnaðinum fara
at minka tey næstu
árini.
Carlsberg
gott ár
Tað gongur framvegis
sera væl hjá stóru
donsku bryggjarífyri-
tøkuni
Carlsberg.
Roknskapurin fyri árið
í fjør vísir, at fyritøkan
hevði meiri enn 3,3
mia. krónur í avlopi
áðrenn skatt, og tað er
heili 48 prosent meiri
enn í 2000, tá avlopið
var góðar 2,2 mia.
krónur.
Carlsberg seldi í fjør
øl og sodavatn fyri 34,5
mia. krónur, og tað var
umleið 9 mia. krónur
meiri enn árið fyri.
Leiðslan í fyritøkuni
væntar, at framgongdin
fer at standa við í ár.
Telenor met
Norska
telefelagið
Telenor hevði eitt met-
gott úrslit av rakstrin-
um í fjør. Sambært
roknskapinum
hevði
felagið góðar 9 mia.
krónur í avlopi. Tað er
góðar 7 mia. króonur
betri enn árið fyri og
samstundis tað besta
úrslitið, sum felagið
nakrantíð hevur havt.
Tær vanligu inntøk-
urnar hjá Telenor vóru í
fjør næstan 40 mia.
krónur.
Herumframt
fekk felagið væl burtur-
úr, tá tað seldi tvey av
sínum dótturfeløgum.
Úr Norðurlondum:
Danir
endurnýta
Handlarnir í Danmark,
sum selja brúktar lutir,
hava góðar dagar. Fleiri
felagsskapir so sum
Kirkens Korshær og
danski Reyði Krossur
hava nógvar handlar,
sum
selja
innbúgv,
klæði, bøkur o. a., sum
fólk lata inn í handl-
arnar. Reyði Krossur
hevur í løtuni 166
handlar av hesum slag-
num og Kirkens Kors-
hær 150.
Men
áhugin
fyri
teimum brúktu vørun-
um er so stórur, at
Kirkens Korshær letur
ein nýggjan handil upp
um
mánaðin,
sigur
leiðarin Torben Larsen.
Og hetta loysir seg
eisnini, tí í fjør høvdu
handlarnir hjá teimum
30 mió. krónur í avlopi.
Kanningar vísa, at
danir í at kalla øllum
aldri keypa í endur-
nýtsluhandlunum. Tað
vísir seg eisini, at nógv
av teimum ungu keypa
brúkt klæði, sum tey
ofta halda vera spenn-
andi samanborið við
tann nýggja mótan.
Eisini vísir tað seg, at
innflytarar, sum vanliga
ikki hava so nógvar
pengar, keypa nógvar
brúktar vørur.
Nógv keypa eisini
bøkur. Nýggjar bøkur
eru dýrar í Danmark,
men í endurnýtslu-
handlunum kanst tú fáa
góðar bøkur fyri fimm
ella tíggju krónur.
Sjey felagsskapir av
ymiskum slagi hava
endurnýtsluhandlar
í
Danmark, og tilsamans
eru handlarnir meiri
enn 600 í tali.
Eygleiða
gestir
Tað hevur vakt ans, nú
tað er komið fram, at
norska løgreglan hevur
hildið eygað við fólki,
sum hava gist á ho-
tellum í Finnmørkini.
Leiðslan í hotell-
ketuni Rica váttar, at
hon teir seinastu mán-
aðarnar hevur latið
løgregluni yvirlit yvir
gestirnar, sum hava gist
á hotellunum. Løg-
regluovastin í Vestur-
finnmørkini, Ernst Pet-
ersen, sigur, at teir
halda seg hava rætt
sambært útlendingalóg-
ini at halda eygað við
hotellgestum sum lið í
arbeiðinum at leita eftir
útlendskum lógloysing-
um.
Fyri 13 árum síðani
skipaði Nizar al-
Khazraji fyri hóp-
morðinum, sum
kostaði 180.000
kurdum í Irak lívið.
Nú vil CIA hava hann
at hjálpa sær at koyra
Saddam Hussein frá
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tann 63 ára gamli gene-
ralurin
og
fyrrverandi
ovasti í herleiðsluni hjá
Saddam Hussein hevur búð
í danska býnum Sorø sein-
astu tvey árini. Har er
løgreglan á varðhaldi alt
samdøgrið,
samstundis
sum danskir myndugleikar
kanna, um hann er sekur í
krígsbrotsverki.
Nú er so spurningurin,
um hann yvirhøvur kemur
fyri nakran danskan dóm-
stól, tí amerikanska fregn-
artænastan
CIA
hevur
brádliga fingið eygað á
hann. CIA heldur, at tað ber
til at fáa gagn burtur úr
honum.
Tað vælvitandi arabiska
blaðiðð Al-Hayat,
sum
kemur út í London, skrivar,
at amerikanska stjórnin
heldur Nizar al-Kharzraji
vera tann best skikkaða til
at taka við sum irakskur
leiðari eftir Saddam Hus-
sein. Blaðið sigur seg hava
fingið at vita frá keldum í
sýriska
høvuðsstaðnum
Damaskus, at amerikansku
myndugleikarnir
hava
kannað
62
fyrrverandi
irakskar heryvirmenn, sum
búgva í útlegd, og at valið
er fallið á tann 63 ára gamla
fyrrverandi generalin.
Sambært blaðnum hevur
CIA eisini fingið vissu fyri,
at teir flestu felagsskapirnir
hjá útlagnum irakum styðja
al-Kharzraji, sum noyddist
at flýggja úr Irak eftir
ósemju við Saddam Hus-
sein undir Flógvakrígnum.
Sjálvur hevur fyrrverandi
generalurin greitt útvarps-
støðini Radio Free Iraq frá,
at hann er til reiðar at
standa á odda fyri einum
kvetti ímóti Saddam Hus-
sein, um USA skipar fyri tí.
Gjørdi eftir boðum
Í Danmark er Nizar al-
Kharzraji alt annað er væl
umtóktur. Nógvir danskir
politikarar gjørdust í øðini,
tá tað seinasta heyst frætt-
ist, at maðurin var komin til
Danmarkar fyri tveimum
árum síðani. Tað vísti seg,
at loyniliga danska løg-
reglan visti, at maðurin var
í Danmark, men at hon
hevði ikki kunnað teir
ovastu
myndugleikarnar
um tað, fyrr enn maðurin
hevði fingið fyribils uppi-
haldsloyvi.
Fyrrverandi generalurin
var ovasti í iraksku her-
leiðsluni, og tað var hann,
sum skipaði fyri hópmorð-
inum, tá 180.000 kurdar í
Irak vórðu fyribeindir í
1988. Teir flestu vórðu
eitraðir við gassi. Sjálvur
sigur Nizar al-Kharzraji, at
hann gjørdi bert tað, sum
hann hevði fingið boð um
at gera.
Síðani tað kom fram al-
ment í Danmark, at mað-
urin býr í Sorø, hevur løg-
reglan staðið á varðhaldi
við íbúð hansara alt sam-
døgrið, tí fyrrverandi gene-
ralurin vil vera við, at um-
boðsmenn
hjá
Saddam
Hussein og útlagnir kurdar
hava hótt við at beina fyri
sær.
Irakskur bøðil í Danmark
skal hjálpa USA
Afghanskir pílagrím-
ar vóru so uppøstir av
at bíða eftir einum
flogfari, at teir myrdu
ráðharran í sam-
ferðslumálum
Teir umleið 1.000 pílagrím-
arnir hava sitið í floghavn-
ini í Kabul seinastu dagar-
nar og bíðað eftir einum
flogfari, sum skuldi flyta
teir til heilaga býin Mekka í
Saudiarabia.
Hósdagin bar ikki beinari
á, enn at samferðslumála-
ráðharrin Abdul Rahman
kom í floghavnina. Hann
skuldi við einum flogfari til
India, men pílagrímarnir
vildu vera við, at ráðharrin
hevði lagt hald á tað flog-
farið, sum skuldi flyta teir
til Mekka. Pílagrímarnir
kringsettu ráðharran, og
hóast lívverjarnir royndu at
verja hann, fingu teir einki
gjørt. Tám avtornaði, lá
Abdul Rahman deyður á
vøllinum.
Eygleiðarar í Kabul siga,
at tilburðurin í floghavnini
er eitt týðiligt tekin um,
hvussu ótrygg viðurskiftini
í Afghanmistan eru. Løg-
reglan var á staðnum, men
fekk ikki forðað tí, sum
hendi, og tað ljóðar, at
menn altjóða friðarher-
deildini eisini vóru har,
men at teir heldur ikki
fiongu forðað morðinum.
Summir pílagrímar hava sitið í floghavnini í Kabul í fleiri dagar og bíðað eftir at sleppa til
Mekka
Mynd: Reuters
Misnøgdir pílagrímar
myrdu ráðharra
Fyrrverandi jugoslaviski
forsetin, Slobodan Milose-
vic, segði á rættarfundinum
í Haag í gjár, at hann fer at
krevja fleiri vesturlendskar
leiðarar at vitna í málinum.
Milosevic nevndi fyrrver-
andi amerikanska forsetan,
Bill Clinton, og fyrrverandi
norska uttanríkisráðharran,
Knut Erik Vollebæk, sum
var formaður í evropsiska
trygdar-
og
samstarvs-
felagsskapinum, tá NATO
leyp á Jugoslavia.
Fyrr hevur Milosevic
sagt, at hann fer eisini at
krevja franska forsetan
Jacques Chirac at vitna.
Clinton skal vitna
Ísvirkið hjá Føroya
Fiskavirking í Mið-
vági verður umvælt
fyri umleið eina hálva
millión. Arbeiðið
verður væntandi
liðugt um mánaðar-
skiftið
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Miðvági: Ísvirkið í Mið-
vági, sum hevur ligið stilt
síðan á nýggjárinum, fer í
gongd aftur um mánaðar-
skiftið.
– 17 ár hava sett síni spor,
sigur Albert Ellefsen, virk-
isleiðari hjá Føroya Fiska-
virking í Miðvági, um ís-
virkið.
Loft og veggir vóru
slitin, og gamla metaltilfaið
var farið at rusta, so ísurin
var ikki tann besti.
Avgjørt varð tí at umvæla
virkið. Veggirnir, sum eru
av timbri, verða klæddir við
glastrevjum, og alt, sum
gjørt er av metalli ið rustar,
verður skift út við rustfrítt
tilfar.
– Tað hevur verið krav
leingi, sigur Albert Ellef-
sen, at hendan umvælingin
skuldi gerast. Umvælingin,
sum gjørd verður, fer at
kosta umleið eina hálva
millión krónur, sigur hann.
– Men so verður eisini
friður komandi 25 árini,
heldur virkisleiðarin.
Ísvirkið
hjá
Føroya
Fiskavirking í Miðvági
klárar at gera 30 tons av ísi
dagliga. Vanliga taka skip
úr Vágum og Sandoynni ís í
Miðvági. Eisini plaga skip
aðrastaðni frá at taka ís her,
greiðir Albert Ellefsen frá.
Eitt nú línuskipini norðan
úr Sundalagnum plaga at
taka ís í Miðvági.
Tað er ivaleyst at gera í
Miðvági í løtuni, letur
virkisleiðarin at. Arbeitt
verður hvønn dag, og eisini
í dag verður arbeitt. Tað er
annars ikki heilt vanligt at
arbeiða leygardag. Í løtuni
eru tað hýsa og upsi, tey
hava á borðinum.
Albert Elelfsen hevur
góðar vónir fyri árið. Tað
tykist vea ríkiligt til av
fiski. Øllum fiskaløgum,
heldur hann. Tað ger so
eisini, at prísurin eru nakað
lækkandi.
Tá mest er at gera, ar-
beiða umleið 120 fólk á
Føroya Fiskavirking í Mið-
vági.
Tað flaggaði uttan
fyri barnagarðin í
Sørvági, tá Sosialurin
kom fram við hós-
dagin. Barnagarðurin
fylti
FØÐINGARDAGUR
Sørvági:
Barnagarðurin
Sýsln í Sørvági fylti átta ár
hósdagin. Dagurin varð
hildin við fløggum og
køkuhúsum til børnini.
Tað flaggaði bæði uttan
fyri og inni á barnagarð-
inum. Tey hildu føðingar-
dag og sungu fyri barna-
garðinum.
Tey sótu kring borðini
við koppum og krússum og
ótu av køkuhúsunum, sum
bakarin júst hevði verið
við. Onkur hevði fingið
okkurt søtt í munnin eisini.
Men tað varð alt lagt til
viks, meðan sungið varð
fyri blaðmanninum, sum
kom at taka mynd.
– Vit fara til Bíggjars at
sígga neytini, greiddi ein
spentur drongur frá, tá
liðugt var at eta. Hann
skundaði sær. Neytini lokk-
aðu, og hann hevði ringa
tíð.
Tað ganga 40 børn í
barnagarð í Sørvági. Tó eru
summi teirra í hálvdags-
plássi.
Umframt
hevur
Sørvágs Kommuna eisini
dagrøkt.
ej
Norðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag hevur
stillað somu fýra
valevni upp, sum
uppstillað vórðu til
seinasta løgtingsval
UPPSTILLING
Valevnislistin hjá Norður-
streymoyar Tjóðveldisfelag
til løgtingsvalið er liðugur.
Felagið hevur stillað fýra
valevni upp, og eru tað tey
somu, sum stillað vórðu
upp til seinasta løgtingsval.
Valevnini, sum eru á
tjóðveldislistanum í Norð-
urstreymoy, eru hesi:
Jógva Durhuus, løgtings-
maður, Vestmanna
Heini Holm, borgarstjóri,
Kvívik,
Sunniva Kollslíð,
skrivstovukvinna,
Streymnesi og
Niklái Petersen, skipari,
Kollafirði.
Tjóðveldisflokkurin gjørd-
ist størsti flokkur í Norð-
urstreymoyar valdømi á
seinasta løgtingsvalinum,
sigur felagið í tíðindaskrivi.
Ta ferðina fekk Tjóð-
veldisflokkurin 599 at-
kvøður í Norðustreymoy.
ej
Tjóðveldislistin liðugur
Umvæla ísvirkið í Miðvági
Skipini, sum landa til Føroya Fiskavirking í Miðvági, hava
ikki fingið ís frá virkinum síðan á nýggjárinum. Um
mánaðarskiftið verður ísvirkið væntandi aftur í drift
Mynd: Edvard Joensen
Tillukku til tín
Børnini fingu køkuhús og annað góðgæti, tá barnagaðrurin í Sørvági hevði føðingardag
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
13
12