mánadagur 6. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Atlantic Airways Deildin Menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Neistin
10
351
264
87
19
2 KÍF
10
286
252
34
15
3 VÍF
11
301
276
25
10
4 Kyndil
9
236
224
12
10
5 H71
10
270
272
-2
10
6 StÍF
8
185
196
-11
4
7 Team Klaksvík
10
216
361
-145
0
Uni Holm Johannesen
Tað var líkt til, at Neistin skuldi
tapa fyrsta dystin í hesum kapp
ingar árinum, tá tólv minuttir rest
aðu í av fyrra hálvleiki.
Kollfirðingar høvdu fullkomiliga
tamarhald á støðuni. Teir vóru
framman fyri við sjey málum – 169
– og høvdu beina kós móti einum
sigri. Greipuvinnararnir høvdu tor
ført við at verja fyri hugflogsríka og
kvika álopsspælinum hjá KÍF.
Men so steðgaðu kollfirðingar
upp. Næstu 17 minuttirnar fekk
Neistin 13 mál, og KÍF fekk bara
eitt.
– Tað er torført at seta orð á, hvat
gongur galið. Vit eru helst troyttir,
tí vit eru ikki líka avgjørdir. Neistin
vaknaði eisini av álvara, tá teir
sóu, hvønn veg tað bar, sigur Jan
Ottesen, sum er venjari hjá KÍF.
Rutinumunur
Agnar Joensen, Regin Petersen,
Niklas
Reginsson
og
Andreas
Nielsen vóru ikki tøkir hjá kollfirð
ing um leygardagin.
Tað merkist sjálvsagt. Tað eru
fýra av spælarunum, sum hava
ging ið undan seinastu vikurnar.
Teirra royndir manglaðu av
álvara, tá Neistin so smátt byrjaði
at vinna leiðsluna aftur.
Tað sigur Jan Ottesen.
– Vit spældu nærmast við ein
um unglingaliði í dag. Hóast vit
tapa greitt, so vísir dysturin í dag,
at vit eru væl á veg. Tá eg tók við
venjarastarvinum í fjør, ætlaði eg, at
KÍF skuldi stríðast um gullið um trý
ella fýra ár. Tað hevur gingið skjótt,
og vit vilja gjarna vera favorittar at
spæla finalurnar móti Neistanum,
sigur Jan Ottesen.
Nýggir dómarar
Tvíburðarnir Martin Gomér og
Johan Gómer úr Svøríki dømdu
landskappingardystin
á
Hálsi
leygardagin. Hondbóltssambandið
hevur fingið teir at døma dystirnar.
Teir
stóðu
væl
og
virðiliga
royndina.
uni@sosialurin.fo
KÍF
manglaði
rutinu
Hondbóltur Agnar Joensen, Regin Petersen, Niklas
Reginsson og Andreas Nielsen vóru ikki við hjá KÍF, og tað
er merkist. – Vit mangla rutinu í dag, sigur Jan Ottesen,
sum harmast um, at kollfirðingar mistu greiðu leiðsluna
Neistin – KÍF 34-24 (17-16)
Høllin á Hálsi, Tórshavn
Dómarar: Martin Gomér og Johan Gomér
10 min.: 5-10
20 min.: 10-16
40 min.: 23-18
50 min.: 27-22
neistin: Jugoslav Djumic 7, David Edvardsen 7, Áki Mørk 7, Finnur Hansson 5, Heini Hanusarson 4, Ingi Olsen
2, Sjúrður Thomassen 2.
KÍF: Arnbjørn T. Hansen 6, Sverri Reinert 4, Gert Hansen 4, Ási Dam 3, Ingi Johannesen 2, Pætur Johannesen
1, Teitur Joensen 1, Tony Weihe 1, Rúni Joensen 1, Jákup Trygvason 1.
Uni Holm Johannesen
H71 var við yvirlutan í fyrra
hálvleiki og tókist hava fult
tamarhald á støðuni.
Hoyvíkingar spældu væl, og
gestirnir úr Vestmanna strídd
ust fyri at renna aftaná. Tað
eydn aðist væl, tí heimaliðið
setti ongantíð VÍF av.
Fimm mál skiltu liðini, tá
munurin var størstur.
Hálvleiksstøðan var 1312 til
H71.
Stegðaðu upp
Tað sum riggaði væl hjá H71
undan steðginum, riggaði als
ikki í seinna hálvleiki.
Hoyvíkingarnir vóru lítið
sannførandi. Teir framdu fleiri
mistøk í álopsspælinum, og
tað var lítið veiggj í verju part
inum.
Vestmenningar fóru upp í
leikferð. VÍF streyk avstað og
vann tvey kærkomin stig, sum
lyftir teir upp á triðja plássið í
deildini.
Sigurin var uppiborin.
Seinati
landskappingar dyst
ur in hjá monnum í hesum um
far inum verður avgreiddur í
kvøld.
Botnliðið Team Klaksvík
fær vitjan av StÍF, sum er
næst niðast. Dysturin byrj ar
klokkan 19.15 í Badminton høll
ini í Klaksvík.
Eyðun
Samuelsen
og
Andreas F. Hansen døma.
uni@sosialurin.fo
Team Klaksvík
– StÍF í kvøld
H71 steðgaði upp
Hondbóltur Avrikið í seinna
hálvleiki var als ikki nøktandi,
tá VÍF streyk avstað og vann
tvey kærkomin stig
Mynd: Álvur Haraldsen
Rutinan var á muni tá
ungu kollfirðingarnir taptu
greitt móti Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen