Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168 22 Sosialurin Jólablaðið Mær er sagt um ein stað Syng ein sang um Jesus. Petur Jacob Sigvard­ sen gevur 149 upp­ runa­ og 129 týddar sálmar og sangir út í bókini »Mær er sagt um ein stað«. Petur Jacob Sig­ vardsen hevur verið ógvuliga aktivur sum yrkjari seinastu árini, har hann hevur yrkt stórthundrað sálmar. Flestu sang­ irnir, sum týddir eru, hava streingjakór og einstaklingar heitt á Petur Jacob Sigvardsen at týða til ávís høvi, og næstan allir eru týddir í tíðarskeiðinum 1970­1990. Allir sálmarnir kunnu syngjast til væl kend sálmaløg, men Knút Olsen hevur gjørt nýggj løg til umleið 50 teirra, og ætlanin er, at allir sálmarnir skulu fáa sítt egna lag. Í bókini eru eisini 42 stuttlestrar, sum høvundurin í eitt tíðarskeið hevði í egnum teigi í Sosialinum. Undir einum lítlum træi, liggur... ein bókapakki! Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum. Gullgentan er tað fimta søgu savn ið, sum Han us Kamb an let ur úr hond um, og um boðar eina av­ gjørda snar ­ ing í hansara søgu kynstri. Í øllum savn sins tíggju tekst­ um verður les arin leiddur út ígjøgnum veru leik ans dyr og ­ inn í dreym, søgn, ævintýr og fram tíð ella inn í eitt sjónarvovið univers, har tað ómøguliga, merkiliga, ókunnuga og ræðuliga spegla aftur menniskjans leiklut og avbjóðingar í einum heimi, har hon er fremmand og kanska sum frá líður verður avrøkt. Forkunnug nýskrivað uppruna­ før oyskari bók, sum hevur jólini sum høvuðsevni. Hetta er fyrsta royndin hjá Ingun Christensen at geva út bók. Bókin Garðvættrarnir gera upp reistur er um nakrar vættrar, ið búgva á einum bóndagarði og eru í øðini um at gamlir siðir ikki verða hildnir. Og tá ið vættrar gerast óðir er ikki at vera fyri, tað vita øll! Ingun Christensen hevur ikki bara skrivað eina jólasøgu, men eisini gjørt sangir til søguna, so børn og foreldur kunnu gleðast um at fáa bók við fløgu hesaferð. Á fløguni er søgan lisin inn og sangirnir sungnir. Søguna lesur Elin á Rógvi, sjónleikari, og sangirnar syngja børn úr Eysturskúlanum í Havn undir leiðslu av Joannu Johansen og Paula Hansen. Í bókini eru nógvar myndir, sum Allan Korsager Davidsen hevur teknað. Hon er 66 bls. og innbundin við fløgu. ”Uff, puff, eg eri so gorhungraður, at eg kundi etið tríggjar fullar grýtur av rísgreyti,” tutlaði Hjalsvætturin og gníggjaði sær um búkin. ”Áh, búkurin. Hví hevur bóndakonan givið mær eina skál við turrum breyði og vatni hesar tríggjar morgnarnar? Uff, eg hati turt breyð og vatn.” Til børnini Vættrasøga við sang fløgu Børnini gleða seg... JÓLATIPS: Kanel chocolate chip cookies Tær nýtist • 250 gr bleytt smør • ½ tesk salt • 1 dl sukur • 1 ½ dl putursukur • 1 tesk vaniljusukur • 2 tesk kanel • 1 egg • 4 ½ dl hveitimjøl • ½ tesk natron • 150 gr myrk sjokuláta - uml. 70 % Ger soleiðis: Píska smør, sukur, putursukur, vaniljusukur, kanel og salt saman. Lat eggið í, og píska eitt sindur aftrat. Blanda hveitimjøl og natron í deiggið. Hakka sjokulátuna og blanda hana í. Ger deiggið til eina rullu og legg í plastikk. Lat hvíla í køliskápinum nakrar tímar. Ger 12 kúlur av deigginum og legg á plátu við bakipapíri. Baka køkurnar á 175 hitastigum í umleið 12­15 minuttir. Gullgentan Legg gyltan skaldskap undir jólatræið