Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 11 335 256 79 20 2 Tjaldur 10 278 220 58 15 3 Neistin 10 274 242 32 15 4 Kyndil 10 247 228 19 10 5 VB 10 243 265 -22 7 6 VÍF 11 258 315 -57 4 7 StÍF 10 194 303 -109 1 Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Durita Christophersen hevur aftur og aftur prógvað, at hon er millum fremstu hondbóltsleikararnar í landinum. Landsliðsleikarin hevur fingið ítøkilig tilboð og fyrispurningar frá fleiri útlendsku feløgum, men hon hevur framvegis ikki tikið av. Hóast Stjørnan ikki fer at seta fót fyri henni, um hon ætlar sær uttanlands, so frøast klaksvíkingar um, at vestmennagentan framvegis spælir í Føroyum. Christophersen skeyt heili 18 av teimum 37 málunum, sum Stjørnan fekk í gjár. Avgreiðsluspurningur Stjørnan vann heili 37-17. Kvinnurnar úr Klaksvík spældu við fullari megi frá byrjan og fóru ongantíð niður í ferð. Avbjóðingin hjá gestunum av Skálafjørðinum var so at siga bara at hóra undan sum frægast. Tær sluppu hinvegin ikki serliga væl frá uppgávuni, tí munurin var sera stórur. Rebekka Justinussen, sum hevur verið lyklaleikarin hjá StÍF í ár, var ikki við vegna skaða. Tað merkist sjálvsagt. Kanska ein vansi Stjørnan spældi meira ella minni ein lættan venjingardyst í gjár. Tað kann kanska vera ein vansi fyri greipuvinnararnar. Stjørnan skal ikki spæla næsta vikuskiftið. Næsti dystur er í Runavík móti Tjaldinum tann 18. desember. At kvinnurnar úr Klaksvík ikki sluppu at kýta seg av álvara undan stórdystinum um tvær vikur verður kanska ein vansi. Tá eru tríggjar vikur síðan, at tær av álvara fingu seg royndar. Í samfullar 21 dagar er nærmast bara venjing á skránni hjá Stjørnuni. Tjaldur spælir móti Kyndil næsta vikuskiftið. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Neistin, VB, StÍF og nú VÍF. Átta stig av átta møguligum er úrtøkan hjá Tjaldri, síðan Trygvi Mortensen setti seg í venj arasessin. Pílurin peikar beint upp eftir hjá kvinnunum úr Runavík, sum hava beina kós móti final- uni um føroyameistara heitið. Munur beinanveg Adina Petrea gekk fremst, tá Tjaldur fór til stroks í Vest- manna. Gestirnir vóru á odda 7-2 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og so var spenningurin horvin. Hóast Tjaldur vóru á sigurs- kós, so fóru tað ongantíð niður í leikferð. Adrina Petrea var topp- skjútti við 12 málum. Uni Holm Johannesen Neistin greiddi sína skyldu og fekk bæði stigini. Tað var fremst av øllum tað, sum taldi hjá Neistanum. At spælið var ikki so sannførandi í løtum er so nakað, sum venjarin helst fer at hugsa um næstu vikuna. Neistin vann við seks málum, 25-19. Nógv mistøk Dysturin var nógv merktur av mis- tøkum. Tað var lítil ferð á spælinum fyrstu løtuna, og serliga dugdi heima liðið illa at gagnnýta upp- lagdu málmøguleikarnar. VB var á odda fyrstu løtuna, men brádliga fingu kvinnurnar úr Vági ikki mál í sjey minuttir, og Neistin fekk seks mál. VB hótti ongantíð leiðsluna hjá Neistanum. Brauer aftur toppskjútti Barbara Brauer var aftur toppskjútti hjá Neistanum um vikuskiftið. Hon hevur verið ein sannur fongur hjá høvuðsstaðarliðnum. Hvørt vikuskiftið gongur Brauer á odda. Hon hevur sjálvandi verið ein stórur fyrimunur hjá Neistanum. Men leygardagin var álopsspælið ov bundið av henni. Tað kann verða ein vansi í øðrum dystum, tá Brauer er minni væl uppløgd, at hinar kunnu ikki taka ábyrgd. Uppspælið er ov ofta, at Brauer skal skjóta, og higartil hevur tað eydnast væl. Men um liðið bara hevur eina loysn, verður tað helst ein trupulleiki fyrr ella seinni. uni@sosialurin.fo VÍF – Tjaldur 20-28 (8-14) Høllin í Vestmanna Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 2-4 20 min.: 4-10 40 min.: 12-18 50 min.: 15-24 VÍF: Liljan Djurhuus 7, Agnas Olsen 5, Halla Durhuus 3, Rógvi Joensen 3, Elisa Leo 2. tjaldur: Adina Petrea 12, Cormelia Rimbu 5, Annika Thomsen 3, Simona Petersen 3, Jóhanna í Króki 2, Sarah Ann Thomsen 2, Benadikta Johannesen 1. Útvísingar: VÍF 2 – Tjaldur 2 Stjørnan – StÍF 37-17 (18-7) KÍ-høllin, Klaksvík Dómarar: Ragnar Simonsen og Rúni Mohr 10 min.: 7-2 20 min.: 13-4 40 min.: 22-10 50 min.: 30-15 stjørnan: Durita Christophersen 18, Una Olsen 3, Nicoletta Radu Hansen 3, Edith Hansen 3, Durita Mikkelsen 2, Ella Petersen 2, Bára S. Klakstein 2, Elsba Rasmussen 2, Valentina Suciu 1, Judit Hansen 1. stÍF: Fríarun Danielsen 8, Birita Poulsen 4, Birna T. Johannesen 2, Oddrún Danielsen 1, Bára Berthelsen 1, Lilja Gregersen 1. Útvísingar: Stjørnan 2  StÍF 1 Neistin – VB 25-19 (12-10) Høllin á Hálsi, Tórshavn Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 3-6 20 min.: 5-8 40 min.: 18-12 50 min.: 20-15 neistin: Barbara Brauer 8, Jacklin Durhuus 3, Birita Wardum 3, Bára Hansen 3, Rakul Magnussen 3, Marjun Danberg 2, Elin Holm 2, Katrin á Neystabø 1. VB: Una Egilsdóttir 5, Gurið K. Mortensen 5, Bára K. Mortensen 4, Gintare Lydekaite 2, Andrea Nielsen 2, Rannvá Johannesen 1. Útvísingar: Neistin 5  VB 4 Fjórði sigurin upp í slag Hondbóltur Venjaraskiftið hjá Tjaldur hevur riggað væl. Kvinnurnar úr Runavík hava nú vunnið fýra ferðir upp í slag Stigini telja Hondbóltur Neistin fekk bæði stigini og rennur framvegis aftaná ovastu liðunum. Tað var tað, sum var mest umráðandi hesaferð Christophersen í hopla Hondbóltur Durita Christophersen skeyt heili 18 mál, tá Stjørnan vann lætt og einfalt á botnliðnum