Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin Óli Jacobsen Tann 15. desember 2010 eru 125 ár liðin, síðani Petur Al­ berg varð føddur. Øll kenna Petur Alberg sum tann, ið gjørdi lagið til okkara tjóðsang. Men fá vita stórt meira um hann. Petur var nevniliga ein av teimum stillu í landinum, sum ikki gjørdi nógv um seg. Í ár 1999 varð ein ættar­ stevna fyri Geilaættina hildin í Havn. Í tí sambandinum kom eg í samband við Biritu Broderick, dóttir Petur Al­ berg. Tá fekk eg atgongd til skjalasavnið hjá pápa hennara á Landsskjalasavninum. Hetta var eitt gullnám. Tað vísti seg, at Petur hevði skrivað nógv niður úr sínum lívi, sum ikki var alment kent. Hvør var Petur Alberg? Petur var sonur Betti og Djóna Isaksen. Tey áttu fýra børn: Kristin, Poul, Petur og Anna (Ziska). Serliga eru tað Kristin og Petur, sum vit minnast í dag. Kristin varð kendur sum tann hvassorðaði blaðstjórin á Tingakrossi, har Petur eisini átti sín leiklut, soleiðis sum tað eisini sæst í dagbókini. Petur var meira hógligur og nýtti sínar gávur á meira friðarligum økjum sum til dømis at gera løg. Hann var eisini sera virkin í Ungmannafelagnum í Havn fyrst í hini øldini og ikki minst í blaðnum Baldursbrá, sum felagið framleiddi til hvønn fund. Hetta blað er til skjals á landsbókasavninum. Í nýggju bókini er eisini skriv að um søguna hjá Ung­ manna felagnum. Fyri at lýsa ættina verður fyrst í bókini endurgivin grein um Djóna í Geil, sum Petur Háberg, eisini ættaður úr Geil, hevði í Hugbirtingum í síni tíð. Henda grein vísir, at Petur Alberg og hansara systkin vóru úr góðum bergi brotin. Djóni var ein megnar­ mað ur, sum setti síni stóru fingramerki á Havnina tá í tíðini. Tað var hann sum slóðaði fyri urtagørðum í Havn. Hann var í 1878 ein av stovnarunum av Thorshavns Totalafholdsforening, sum kom at hava so stóran týdn­ ing. Tað sama var við Havnar Sjúkrakassa, sum hann var við til at stovna í 1886. Hann var eisini tingmaður og bý­ ráðslimur. Fremsta minni um hann er gamli kommunuskúlin í Havn, núverandi ráðhús, bygt í 1894. Tað var Djóni, sum teknaði skúlan og stóð fyri arbeiðinum. Síðan fær Petur Alberg orðið. Hann verður stórt sæð endurgivin, sum hann skrivar, og so hvørt sum hann skrivar. Hetta merkir, at byrjað verður við dagbókini. Hetta er alt hugtakandi lesnaður frá enda í annan. Hugtakandi dagbókin Tað mest forkunnuga er kanska dagbókin, ið Petur sum 12 ára gamal byrjaði at skriva í 1898. Tað er sera áhuga vert at síggja, hvussu ein hálvvaksin drongur upp­ livir sín gerandisdag um næst seinasta aldarskifti. Hann skrivar um hendingar í Før oy um og um politikk úti í heimi. Men fyrst og fremt skrivar hann um ger and­ isdagin í Havn hesa tíðina. Her skal verða tikið eitt brot: Soleiðis varð tingið kallað saman í 1898 30. Desember Lagtinget blev sammenkaldt til overordentlig Samling d. 3. d.M. Dette var foranlediget ved, at min Fader var oppe hos Amtmanden for at tale med ham om en evt. samm­ enkaldelse af Lagtinget. Amt­ manden var enig med ham i, at det burde blive gjort, men han mente ikke, at han kunde gøre det selv, da det saa vilde se ud som om han stillede sig i Opposition til Regeringen. Det vilde i det hele taget se bedre ud, om der kom en “Opfordring” fra selve Lagtingsmændene. Her til svarede min Far: “Men saa kan vi ikke gøre noget, thi efter Loven udfordres hertil mindst Halvdelen af Tingets Medlemmer”. “Det gør ikke noget,” svarede Amt­ manden. “om det ikke er saa mange”. “Vil De gøre det, hvis De faar en Opfordring fra de her i Byen boende Lag tings­ mænd?” spurgte min Fader. Hertil svarede Amtmanden “Ja”. “Godt” svarede min Far, “saa skal jeg se, hvad jeg kan gøre.” Han gik omkring til de andre, og et Øjeblik efter gik Effersøe, Muller, Finsen og min Far op til Amtmanden. Han bad dem straks om at skrive et Andragende an ga­ aende Lagtingets sam men­ kaldelse, som ogsaa blev underskrevet af E. D. Bærent­ sen, og samtidig gav han sine Kontorister Ordre til at skrive Breve til Lagtingsmændene og sendte øjeblikkeligt Bud efter Skydsskafferen for at bestille Skyds. Et par timer efter bleve Brevene afsendte, og allerede Dagen efter var flere af Lagtinsgmændene mødte. ..... Far nu vel du gamle Aar, alting som du en Ende faar. Thorshavn d. 31. December 1898. Peter A Isaksen 13 Aar. Søgan um lagið til tjóðsangin Síðan eru partar um: Hans Andrias (Djurhuus) og Áarstova 25 ára minni fyri Tingakross Søgan hjá okkara tjóðsangi Søgur um tjóðsangin Færisk dans og musik Ungmannafelagið í Havn Vertshúsið – Hotel Djurhuus Kreuzer „Berlin“ 1924: Hin fyrsti flúgvarin Norska kórvitjanin í 1924 Lítli Petur (sonurin sum doyðu fýra ára gamal) Petur Alberg og politikkur (um politiska rokið í 1918) Gjørdist bert 54 ár Hans Andrias um Petur Alberg Løg hjá Petur Alberg Eisini er drúgv navnaskrá Tað mest søguliga er frá søgn ­ in um, tá ið Petur 22 ára gam­ al gjørdi Føroya mest kenda lag uttan at vita av, hvønn týdning lagið fór at hava. Ein fær týðiliga ta fatan av Petur Alberg, at hann er sera beskeðin. Eisini sæst skill iga í tí, hann skrivar, tann alsk, hann hevur til konu og børn. Umframt hetta hevur hann tikið fitt av myndum frá tíðarskeiðinum, hann skriv ar um, og eru tær eisini í bókini Í hesi bók er fyrst og fremst tilfar, sum hevur verið í FF­blaðnum og í Miðvikuni í Sosialinum. Men tað er eisini tilfar, sum ikki hevur verið frammi fyrr. Hetta er eitt gott íkast til Havnar­ og eisini Føroya søgu. Føðingardagurin verður hildin Tann 15. Desember kl. 17, 125 ára føðingardagin, verður minningarhald fyri Petur Alberg í Müllers pakkhúsi. Her verður bókin alment fram løgd. Heðin Mortensen, borgarstjóri fer at røða, og Óli Jacobsen fer at greiða frá Petur Alberg. Tórshavnar Mannskór fer at syngja løg hjá Petur Alberg. Á hesi samkomu verður møguleiki at keypa bókina til serprís. Tey, sum tá keypa bókina, fáa eisini í ”føð ingar­ dagsgávu” eina hugtakandi littekning hjá Petur Alberg. Hann dugdi eisini at tekna. Nýggj bók: Petur Alberg gav okkum lagið til tjóðsangin Øll hava hoyrt navnið Petur Alberg hvørja ferð, vit hoyra tjóðsangin og fáa at vita, at Petur Alberg gjørdi lagið. Fáur veit meira um mannin. Men í morgin kemur bók út, sum lýsir henda megnarmann Nøvn Betti og Djóni í Geil saman við børnunum. Standandi frá vinstru eru Kristin, Poul og Petur. Millum foreldrini Anna, sum giftist við Andrias Ziska Upprunalagið til tjóðsangin. Petur hevur skrivað “Fyrsta kladda” og seinni “Tað er so enn”. Eisini hevur hann skrivað “Smíðað 4. september 1907 á ovastalofti í Geil.” Restin av søguni er í sjálvari bókini