mánadagur 6. desember 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
26
Sosialurin
»Føroyafrádrátturin hevur stóran týdning fyri
føroysk lesandi í Danmark.« Tað stendur í einum
tíðindaskrivi frá (ja haldi tykkum fast) Tjóðveldi.
Men nú ætlar danska stjórnin at lækka henda
serliga frádrátt í skattinum hjá føroyskum lesandi
í Danmark. »Tískil vil eg hava greiðu á, um nakað
kann gerast fyri at broyta hesa avgerð,« sigur Høgni
Hoydal í tíðindaskrivinum.
Tveir dagar áðrenn hetta tíðindaskrivið varð
almannakunngjørt, viðgjørdi løgtingið í samfullar
4 tímar, blokkstuðulin (altso stuðulin til føroyingar
í Føroyum). Men tá var støðan ein heilt onnur.
Tjóðveldisumboðini
í
fíggjarnevndini
mæltu
til, alt fyri eitt at fara undir samráðingar við
donsku stjórnina um eina endaliga búskaparliga
uppgerð, sum skjótast gjørligt skipaði okkum sum
fullveldisríki.
Ein annar minniluti í fíggjarnevndini (Bill
Justinussen úr Miðflokkinum) skeyt upp at lækka
blokkstuðulin. »Verður hesin leisturin nýttur, er
møguleiki fyri eini tryggari gongd burtur úr teimum
bindingum, sum gjald fyri vald altíð hava við sær,«
stóð í hansara áliti.
So meðan hesir flokkar kalla danskan stuðul til
føroyingar í Føroyum fyri »gjald fyri vald«, »eiturinn
spræning« og mangt annað, so hevur danskur stuðul
til føroyingar í Danmark »stóran týdning«.
Vónandi hava hesir flokkar ikki gloymt, at
føroyingar búgva eisini í Føroyum.
Føroyingar
búgva eisini
í Føroyum
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Kjak
Eg havi skrivað nógv um
útoyggjar síðstu dagarnar,
tí at hesar hava kostað og
koma eisini at kosta nógv
– ov nógv – í framtíðini. Eg
vóni, at fólk á útoyggjunum,
og fólk við tilknýti hartil,
duga at síggja, at eg ikki
havist at teirra livihátti,
men at eg havist at mongu
krøvunum um víðka ella betri
ferðasamband,
sum
heilt
einfalt er ov kostnaðarmikið.
Sjálvur dámar mær sera væl
at vitja í útoyggjum eins
og aðrastaðni í Føroyum,
men tað er ikki tað, hetta
snýr seg um. Tað snýr seg
um landsins íløgur, og at
fáa nakað fyri pengarnar,
soleiðis, at tað antin kemur
nógvum fólki at gagni ella
mennur viðkomandi stað,
so tað kunnu koma fleiri
inntøkur hagani í framtíðini
– nakað fyri nakað. Vit mugu
duga at skyna ímillum íløgur
og “gávur”.
Smábygdirnar
Hóast framdar samferðslu
íløgur minkar fólktalið á
útoyggjunum.
Og
hóast
koyrisamband úr smábygdum
á stóru oyggjunum, minkar
fólkatalið eisini har. Niðan
fyri eru nøkir dømir um bygd
ir, har fólkatalið er minka.
Tølini eru frá Hagstovuni:
Sí talvu
Eins og við útoyggjunum er
bara at staðfesta, at fólk nú
á døgum eru ikki nøgd við at
knæbóndast og sita heima
og binda aftan á dagsins yrki.
Tað er heldur einki ringt í tí
– ella gott. Tað er líkamikið.
Tað, sum hevur týdning, er at
ásanna, at tað er so; og síðan
handla eftir tí veruleikanum,
ístaðin fyri at tvíhalda um
eina tíð, ið fór afturum í
restini av Evropa fyri150
árum síðan.
Vit
mugu
bara
venja
okkum við tankanum, at
tað í nærmastu framtíð bert
verður ein ella tveir bóndir í
Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Hestoy
o.s.fr. Hetta kann tykjast
harmiligt, men tað kann
eisini gera, at bóndavirksemi
har
verður
størri,
betri,
meira framkomi og meira
umfatandi, t.d. dyrkan av
jørðini,
vakstrarhús.
Tað
hevði verið sera hugtunkt,
um útoyggjarnar avtoftast
heilt. Vónandi verður tað ikki
so. Vit vóna øll tað besta.
Smábygdirnar minka
eisini í fólkatali
Dávid Isfeld
Hósvík
Búseting í smábygdum síðan 1985:
Oyndarfjørður: 1985: 178 fólk
2010: 149 fólk (81 m., 68 kv.)*
Elduvík: 1985: 44 fólk
2010: 24 fólk (14 m., 10 kv.)
Funningsfjørður: 1985: 95 fólk
2010: 60 fólk (34 m., 26 kv.)
Hellur: 1985: 43 fólk
2010: 19 fólk (10 m., 9 kv.)
Funningur: 1985: 104 fólk
2010: 69 fólk (38 m., 31 kv.)
Gjógv: 1985: 89 fólk
2010: 39 fólk (22 m., 17 kv.)
Haldórsvík: 1985: 207 fólk
2010: 134 fólk (75 m., 59 kv.)
Tjørnuvík: 1985: 75 fólk
2010: 71 fólk (34 m., 37 kv.)
Norðadalur: 1985: 39 fólk
2010: 17 fólk (6 m., 11 kv.)
* “m.” merkir “menn”; “kv.” merkir “kvinnur”
Búseting íalt: 1985: 874 fólk
2010: 582 fólk
Hetta er ein minking upp á 33,4% (ein størri minking enn á útoyggjunum)
Eftir samrøður við Edmund
Joensen,
fólkatingsmann,
hevur danska stjórnin givið
tilsøgn um, at 18 mió. kr. fara
av donsku fíggjarlógini í
grunnin aftan fyri Saltsiloina
á Tvøroyri
Saltsiloin á Tvøroyri fær
nú eina góða og hjálpandi
hond frá donsku stjórnini
og Fólkatinginum, og verk
ætlanin er við hesum komin
væl nærri veruleikanum.
Hetta
sigur
Edmund
Joensen,
løgtings
og
fólkatingsmaður, nú tað er
greitt, at 18 mill. kr. á donsku
fíggjarlógini eru markaðar
til at endurreisa Saltsiloina
á Tvøroyri og umskapa hana
til eitt mentunarhús
Eftir samrøður millum
Edmund Joensen og donsku
stjórnina er avgerð tikin
um, at Saltsiloin á Tvøroyari
skal raðfestast. Pengarnir
eru á fíggjarlógini í einari
pulju saman við øðrum
verkætlanum.
Upphæddin
er
tøk
og verður útloyst, tá øll
fíggingin til Saltsiloina er
fingin upp á pláss, sigur
fólkatingsmaðurin
hjá
Sambandsflokkinum,
ið
eisini virkar sum goodwill
ambassadørur fyri Saltsilo
verkætlanina.
Tað er at fegnast um, at
samstarvið við donsku stjórn
ina og Fólkatingið eisini kann
bera frukt á henda hátt, sigur
Edmund Joensen.
Fólkatingsmaðurin heldur,
at Saltsiloverkætlanin fær
stóran týdning, tá hon gerst
veruleiki. Fyri landið alt kann
hon fáa stóra mentunarliga
ávirkan. Hon kann lyfta
upp
Suðuroynna,
ið
er
harðari rakt av fráflyting og
arbeiðsloysi enn meginøkið,
og kann gerast eitt slag av
mentunarligari dynamo og
skapandi
savningarstað
í
oynni. Harumframt kann
verkætlanin
kasta
fleiri
arbeiðspláss av sær í samband
við bygging, rakstur o.a.
Hetta er aðru ferð í trý
ár,
at
Fólkatingið
setur
pening av til eina verkætlan
í Føroyum, eftir samrøður
millum Edmund Joensen og
donsku stjórnina.
Fyrru ferð var í 2008,
tá
Havstovan
fekk
eina
játtan á uml. 10 mió. kr. til
eina verkætlan við fleiri
Ph. D.lesandi. Verkætlanin
skal vísa, hvussu føroyskir
fiskastovnar verða ávirk
aðir av veðurlagi og hav
streymum.
Henda spennandi verk
ætlanin er komin væl áleiðis
og endar í 2011, tá úrslitið
verður lagt fram.
Edmund Joensen
18 milliónir til Saltsilo á Tvøroyri