mánadagur 6. desember 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
Sosialurin
F
rælsi er ikki bert eitt
abstrakt hugtak. Ímeðan
filosofiin
handan
orðið
ivaleyst er rík og detaljerað,
er hetta ikki týdningarmesta
síðan. Tann sanni týdning
urin av orðinum er væl og
virðiliga plantaður í illfrýnta
veruleikanum: hvat vit kunnu
keypa frá handlum at drekka,
eta ella roykja; hvar og nær vit
kunnu njóta okkara keyp; hvat
vit kunnu siga og til hvønn. Í
stuttum – hvussu lívið kann
livast.
Pengar hava avbera stóran
týdning í gerandisdegnum. Um
tú sleppur at eta eitt Bounty,
tá er alt superduper. Men
um tú ikki hevur pengarnar í
buksulummanum, tá er hatta
frælsið bert hypotetiskt. Tað
er at gleðast um, og betri enn
at tú ikki sleppur at keypa
eitt Bounty, men kortini ein
hypotetisk gleði.
Í hesum finna vit tí fyrstu
og mest eyðsýndu ávirkan
ina á okkara frælsi – við at
dustsúgva eina góða helvt av
okkara árliga tjóðarríkidømi,
verður frælsið hjá skattgjald
aranum lagt í leinkjur. Hvørt ár
verða vit noktað møguleikan
at brúka okkara frælsi at
keypa, spara ella investera av tí
simplu grund, at vit ikki hava
pengarnar at gera tað. Teir eru
tiknir av TAKSmanninum, og
við honum fer enn ein flís av
okkara frælsi.
T
rendin, at geva pengar
og makt til land ella
kommunu, er ikki nógv øðrvísi
enn at geva billyklarnar og
eina fløsku av akvavitt til
tínar teenagedreingir. Men
nakað so harmleyst sum at
lækka skattin gevur okkum,
um ikki privatlívið aftur, tá
størri frælsi at taka egnar
avgerðir.
Oftani er hetta eitt hjáárin
av eini skatting, ið einamest
handlar um at pynta hatta
bølnaða
útreiðslusirkusið.
Høvdu landsins “vakthundar”,
ið ikki veita frægari mótstøðu
enn ein duramotta, dittað sær
at konfronterað landsstýris
mannin í fíggjarmálum um
henda roynveruleika, hevði
hann ivaleyst ypt øksl, kanska
enntá orsakað seg fyri møgu
ligar ónáðir við forteljingini,
at hann ongan annan møgu
leika hevði enn at hækka
skattin fyri at fíggja komandi
ætlanir.
M
en
nýligani
hevur
avmarkandi ávirkanin
av skattingini á persónligt
frælsi verið væl meiri tilvitað
og nógv meiri illkynjað. Hasi,
ið hata fólksligt frælsi, hava
skilt, at skattlegging er eitt
amboð. Um tú ikki (enn) klárar
at stjala frælsið hjá kontór
damuni at roykja, drekka
ella eta tað, henni lystir, tá er
tað, at skatta aktivitetin, tað
næstbesta.
Vørur
sosum
sigarettir,
alkohol og “ósunnur” matur
eru álagdar ein risaskatt, eisini
kallað
vørugjald,
desainað
at skerja borgarans frælsi at
keypa tær. Skimma ígjøgnum
bara onkra grein ella “kanning”,
ávikavist skrivað ella bíløgd
av
fortalarum
fyri
reyð
grønum politikki, og tú sært,
at skatting er eitt ómissandi
vápn
í
vápnagoymsluni.
Skattur er farin frá at vera ein
tilvildarlig tálman av frælsi til
at vera eitt ágangandi amboð
hjá vatnmelónunum – myrka
grøn uttaná, knallreyð innaní
– at bumba okkum aftur í
myrku miðøldina.
Feskasta samanpentanin,
handa har, ið flagellantiskt
vísir á eina alheimsupphiting,
er ideologisk. Ein afturvendan
til góðar, gamlar CO2fríar
dagar í sjarmerandi armóð,
men óerligt ballað inn í og
stuðlað
av
kavmodnum
hugtøkum
sum
heilsa
og
trygd, ið eisini gera sær dælt
av
frælsisstjalandi
lógum
og reglugerðum, smáligum
kunngerðum og klippum og
niðurlátandi ávaringum og
ræðukampanjum.
Tí er einki at siga til, at hug
myndarsørir politikarir elska
grønu dagsskránna, tá ið hon
merkir meiri kontroll, meiri
regulering, meiri skatt, fleiri
fundir, fleiri ferðir og dýrar
ráðstevnur og fleiri møguleikar
at vísa sítt uppofrandi og
hástóra ídni.
Falska kjakið um alheims
upphiting er flutt frá vísindi
og faktiskum data og yvir á
religiøsa fanatismu, har tess
fylgisneytar, á tremur við
sjálvgóðari øði, eru sannførdir
um, at teir sita inni við einum
hægri sannleika. Júst sum ein
religión verður “umhvørvi”,
“trygd” og “heilsa” ótarnað
brúkt at gera inntriv í okkara
kærkomnu rættindi; og serliga
umhvørvisvernd er baðað í
haturi fyri tingsligu verðini,
og aftur, eins og religión,
krevja økogudarnir trúfesti og
dyrkan, heldur enn stívrenda
intellektualismu frá sínum
nikkandi massa.
Boðini eru tí greið. Vegurin
til persónliga frelsu er at inna
yvirnatúrlig ritual sum at
sløkkja ljósið í 1 tíma, ella býta
eina synduga ljósperu um
við eina orkuperu, ella bara
planta eitt træ fyri hvørja ferð
tú kemur út úr terminalinum
har vesturi.
E
itt er akkumuleringin av
skatti, annað er, hvar peng
arnir enda, eftir at teir eru
savnaðir saman. Øtiligar upp
hæddir verða søplaðar burtur
– óneyðugur studningur, uni
versalveitingar, fólkapensjón
og “serviðgerð uttanlands”,
og so øll hasi ráðini við hvør
sínum neva av líkagyldigum
og pappírsputlandi stovnum
og stovum kjokkaðar við
ábyrgdarleysum
klædning
um at bestemma, hvat er best
fyri teg og meg fyri okkara
pengar.
Alt ov oftani geva vit
okkum ikki far um, hví og
hvat vit betala skatt fyri.
Dømi: hví skal eg betala øðr
um at fortelja mær, hvat eg,
pápi at fýra og vanligt skila
fólk, burdi og ikki burdi gjørt
við míni børn, sum longu
hava nøkur grundtryggjað
rættindi? Hví skal eg gjalda til
ein stovn, sum skal fyllast við
amatørekspertum, og síðani
haldast á lívi við innantómum
og innlýsandi ráðum – at tað
er gott at hava vinir, gera for
skelligt við familjuni, eta nógv
brokkoli og anda við máta.
Hesir sunnheitsekspertar,
ið mugu halda foreldur vera
nøkur óforbetrandi narko
vrak, siga tað vera ósømiligt
og óhoyrt, at ikki øll børn í
Føroyum hava eina samrøða
við ein teirra. Tað vil siga,
eitt forboðsupplýsandi prát
við seg um okkum, hvussu
vit liva, og um vit nú liva nóg
skilagott sambært teimum og
stovnum annars, politikarir
so líðandi eru blivnir moralskt
bundnir av áðrenn teir kenna
seg føran fyri at taka nakra
sum
helst
virðisgrundaða
avgerð.
Uttan uppíblanding frá
einum státsligum riðili av alvit
andi og ullintum krukkum nóg
innbilskar at halda seg sita
inni við nøkrum upplýsingum,
ið onkursvegna glapp okkum
úr høvdinum, hevur eitt ótal
av foreldrum vant sínar synir
og døtrar at verða lóglýdnir,
klókir, stuttligir, sjarmerandi
og brúkiligir limir í sam
felagnum.
S
katturin verður brúktur at
menna ráðaríka vælferðar
statin, sum nú er endaður
sum eitt terapeutiskt trøll
– hvat eg og míni altíð hava
ávarað ímóti! Tað er jú ein
feit misskiljing, at okkara
sparigrísur, landskassin, við
superveitingum til sjálvt tey
dovnastu av okkum, hevur
nakað
við
mannarættindi
at gera. Eg veit, kjakið er
fýrisligt, tá ið tað kemur til
vælferðarstátin við alskyns
bundinskapselvandi veiting
um og hvørji rættindi, og
ongantíð
hvørjar
skyldur,
borgarin hevur. Og fakfelags
fólk halda opinberiliga, at tað
er ein mannarættur at eiga
eini Norðseturhús, og ein
Honda, og at sleppa til Blok
hus hvørt summar aftaná at
hava keypt fyri fleiri túsund
krónur í jólagávum.
Eg haldi ikki. Ja, faktiskt
haldi eg hetta vera treytaleyst
svass, og tí skjóti eg upp, at tit
gera sum eg og lena tykkum at
orðunum hjá libertianska P. J.
O’Rourke:
“There is only one basic
human right, the right to do
as you damn well please. And
with it comes the only basic
human duty, the duty to take
the consequences.”
Nú eri eg ikki nakar Beve
ridgemaður, men poengið við
einum felags sparigrísi, um
framt at syrgja fyri teimum,
ið ikki klára at uppihalda sær
sjálvum vegna sjúku, brek ella
elli, er at hetta eru pengar, tú
allíkavæl hevði spanderað.
Og ikki (ikki!) slíkt arbeiði
og tænastur, tú annaðhvørt
ikki hevur tørv á ella barasta
ikki vilt hava. Tað rakar jú
ikki ættarrøktandi Gigni ella
atburðsstýrandi Fólkaheilsu
ráðið,
ella
misantropiska
kontrollfrikin Sølva Reinert
Hansen, um eg drekki reyðvín
hvørt kvøld, ella fái mær eitt
væluppiborið andligt suð væl
hjálptur av paracetamol, ella
bæði saman, so leingi sum eg
ikki geri nøkrum fortreð.
Nøkur leggja onki í at vera
lekkur, men halda, at útsjónd
er grunnskygni, ið sýgur tíð
og orku frá álvarsmálum
og stuttleika. Eg eri ikki
endiliga samdur, men havi
ógvusliga virðing fyri hesum
fríu einstaklingum, ið halda
motión vera deyðasjúkt og
flokka mat sum brennievni, ið
skal svølgjast niður skjótast
gjørligt; ið halda, at matgerð
er fyri mammudreingir, og
um maturin ikki er stoktur av
arbeiðarum á minstuløn uppá
minni enn 3 minuttir, eru teir
ikki áhugaðir.
Hvat
enn
státsstuðlaða
heilsujuntain
heldur,
tíma
øll ikki allasomlutíðina fáa
fortalt, at “grill” og “slikk” er
av tí ónda. Tey hava ongar
ambitiónir um at liva í allar
ævir og líkjast einum óseksut
um fitnesscoach, ið oftari enn
ikki er ein kropslig inkarnatión
av góðari heilsu, gjørdur av
vemmiligum vitaminum, sól
skini og proteinum. Frælsi
til glatan eitur nakað, og
samanumtikið
eitur
tað
privatlív!
O
yðslið hjá tí almenna
stendst tí lutvíst frá eini
samandungan av sjálvstøð
ugum umboðsstovnum, ikki
bara Demokratia og KRIS, men
ráð ditt og ráð datt við hvør
sínum
avbrótandi
skump
boðskapi um hvat er rætt, og
hvat er skeivt.
Í einum sakleysum heimi
hevði lágur skattur verið gott
fyri frælsi, tí tess meiri tú
sleppur at varðveita av tínum
egnu pengum, tess fríari ert
tú at liva lívið. Men í einum
politiskum heimi alt meiri
áhugaður í umsjón og stýring,
ráðgeving og forboðum koblað
saman við einum óvana at tosa
niður til fjøldina, er skatturin
blivin eitt tilætlað amboð at
avmarka okkara frælsi.
Við at fría sivilsamfelagið
at taka á seg oyðslusamar
vælferðartænastur,
ber
til
at spara krónur og betra
um
nakrar
grundliggjandi
tænastur. Og við at lækka
skattin fría vit hasi, sum hava
hug at taka egnar avgerðir
um egið lív, samtíðis sum vit
sleppa undan lítilsvirðandi
almennum myndugleikum, ið
heilt groteskt verða betaldir
við
okkara
hart
tjentu
pengum.
Frælsi eigur at betýða fleiri
krónur í OKKARA lummar
Um tú ikki klárar at stjala frælsið hjá kontórdamuni at roykja, drekka ella eta
tað, henni lystir, tá er tað, at skatta aktivitetin, tað næstbesta
Tíðargrein
Agga Niclasen
meining@meyl.fo