mánadagur 6. desember 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
28
Sosialurin
Tað sigur flogternan í føroya
flogfarinum, og soleiðis siga
tær helst í øllum flogførum.
Hetta
vælkomin
umborð
er ivaleyst komið úr tí
eingilska welcome aboard.
Men her hevur føroyskt
verið
eitt
sindur
ríkari
enn eingilskt og til dømis
danskt,
inntil
føroyingar
fóru at tosa sirkusdanskt.
Hvørki flogfarið ella tokið
hevur borð, og tí søgdu við
í ella við flogfarinum ella
flúgvaranum og í ella við
tokinum.
Føroyskt
er
natúrliga
broytt sum øll onnur heimsins
mál, men eftir mínum tykki
til sirkusdanskt.
Sirkusdanskt
er
ein
karakteristikkur, ið
stavar
frá tí hjálparleysa og primitiva
málinum, sirkusgekkarnir
brúka til stuttleika: "Jeg
være frygtelig ked af det!
Jeg have tabt min sprog, ja!?"
Stuttligast ljóðar við týskari
úttalu.
K a r a k te r i s t i k ku r i n
kann eisini verða brúktur
um málið, danski ungdómur
in tosar – tað vil siga danskt
garnerað
við
eingilskum
orðum, so at málberingin tyk
ist vera ein jánkaslig blanding
av donskum og eingilskum –
sostatt sirkuseingilskt.
Dømi: "Det er kraftedme'
spooky det du expressede.
Man bliver sgu' helt brain-
død af sådan et statement.
Det
lød fandenme'
helt
brandet, du."
Tað, eg meini, er, at før
oyingar
føroyska
danskt
– ikki bara einstøk orð, men
heilar framsagnir.
Dømi: "Er du gående?"
verður til "Ert tú gangandi?"
Tað
tykist,
sum
hava
fólk gloymt,
at
tað
eitur
"Ert tú til gongu?" Fleiri
dømir: "i og med" verður
til "í og við", "alt andet lige"
verður til "alt annað líka",
"frokosttilbud"
verður
til
"frokosttilboð". Danskt
orðalag
verður beinleiðis
umsett til "føroyskt", men
soleiðis at málberingin ein
ans veitir meining hjá tí, ið
eisini hugsar
á
donskum.
Vansin er, at danskt verður
ikki føroyskt, hóast tú pynt
ar tann danska málburðin
við einum 'ð'i her og har. Vón
brótandi niðurstøðan er, at
føroyingar tosa ikki føroyskt
longur. Teir tosa sirkusdanskt.
Og aftur í ár hava fólk verið
ella fara til "jólafrokost".
Tey ungu elta sum fyri er
slóðað. Sjálvandi ber ikki til
at generalisera, men summi
miðlafólk hava ein løgnan
málburð. Ein hurð verður
ikki latin upp longur. Hon
verður opnað. Ein sangari
syngur ikki longur. Hann
framførir. Ein rokning er
ikki stór longur. Hon er høg.
Eini hús standa ikki longur.
Tey liggja. Og eru tey ikki
reist enn (sum í miðlunum
eitur: eru enn ikki reist) so
verður sagt: Tey koma at
liggja. Fá eru við longur. Tey
luttaka. Alt er á høgum ella
lágum støði, ein beinleiðis
umskriving av niveau.
Sirkusdanskt
nýtist
ikki neyðturviliga at týna
málið, men tað er beinleiðis
skakandi at hoyra málburð
sum klokkan gerst knappliga
... og hann gerst 33 ára
gamalur.
Eingin vandi hevði verið
fyri føroyskum, um tað bara
vóru einstøk donsk orð, ið
viltust inn í málið. Slíkt er
vanlig málmenning. Sirkus
danskt er miðvís málspilla,
og líkt er til, at føroyskt er
um at forfjóna. Satt at
siga ljóðar málið, ið tosað
verður,
mestsum
donsk
dialekt – eins og vestjysk,
vendelbomål,
sønderjysk
og bornholmsk eru danskar
dialektir. Og mest hugstoyt
andi er,
at miðlarnir
og
politikararnir hava lagt fyri
við teirri nýggju, donsku
dialektini. Men kanska er
tað fávitskut at
harmast
um, at føroyskt er um at
verða býtt um við sirkus
danskt? Í hvussu so er
skal ein fyrimunur dragast
fram: Danskarar hava fáar
o n ga r t r u pu l l e i ka r v i ð
at skilja hesa nýggju, donsku
dialektina.
Tað
kann
saktans
vera heilt foytt at tosa
sirkusdanskt viðhvørt, men
at tað skuldi gerast okkara
móðurmál
er
harmiligt.
Kanska mest harmiligt er, at
føroyingar siga ikki longur
tað
vakra:
kona/maður
mín, men konan/maðurin
hjá mær. Hetta seinasta er
kortini eitt rættiliga nýtt
serføroyskt fyribrigdi – hetta
hjá.
Alt hetta og meira afturat
maktar føroyskt, meðan vit
spilla tíðina burtur við at
skeldast um teir bannaðu
bókstavirnar c, q, w, x og z til
svarta onga nyttu.
Vælkomin umborð
Sonne Smith
Kjak
Vit í Eysturoynni hava nú í
nógv ár verið forsprákarar
á Eldraøkinum, tað vita øll,
eisini ABCLandstýrið.
Eg setti meg niður at lesa
Sosialin,
fríggjadagin
26.
nov. Yvirskriftin var tann,
at Rósa flytir 16,2 mió. kr til
heimbygdina, sig so tað, hon
fjálgar um sítt øki, og tað
er sjálvandi gott, at okkurt
hendir har; men hví skal
Eysturoyggin bløða grund
að á hetta? Lesarin dugir
einsvæl og eg at rokna út,
at hesar 16,2 mio. koma sjálv
andi eisini at kosta í rakstri!
Lesarin undrast kanska á
hví, ið eg havi tikið pennin í
hond og tí skulu tit fáa eina
frágreiðing frá mær. Tað, ið eg
sipi til er, at vit í Eysturoynni
hava bygt út á eldraøkinum,
við ellisheimi og sambýlum
sum ongastaðni í Føroyalandi,
og nú er ætlanin at seta
eina effektiva bremsu fyri
hesum, alt verður gjørt fyri
at kvala tað fría virkisfísni
hjá okkum, og tað seinasta
er, at nú skulu nøvnini á
plássunum broytast í vónini
um, at eingin leggur merki til
niðurskurðin.
Flest øll vita, at skipanin
hevur, røktar , sambýlis – og
umlættingarpláss.
Umleggingin, sum verður
gjørd í Eysturoynni viðførir,
at ERE (Eysturoyar Røktar
og ellishem) skal niðurleggja
6 búðpláss og í staðin fær
heimið 6 umlættingarpláss.
Sambýlið í Gøtu fær tey
6
umlættingarplássini
til
sambýlispláss, ið ERE hevur
leigað nú í nøkur ár.
Landsstýrið heldur so,
“at den hellige grav er vel
bevaret”, av tí, at tey bert
hava
broytt
nøvnini
á
plássunum; men hyggja vit
nærri at hesum, síggja vit,
at Eysturoyggin missir 6
røktarpláss og í staðin fær
hon 6 umlættingarpláss. Av tí,
at tey 6 umlættingarplássini
skulu flytast til røktarheimið
í Runavík, har øll plássini eru
í nýtslu, mugu 6 røktarpláss
niðuleggjast á heiminum fyri
at geva pláss fyri teimum
6
umlættingarplássunum!
Hetta er ein sera stór broyt
ing tann skeiva vegin, tí
tørvurin á røktarplássum
er so stórur her eins og
aðrastaðni.
Sparingin er umleið 2 mió.
kr, sum sjálvandi skulu nýtast
til partvís at fíggja íløguna/
raksturin aðrastaðni við.
Eftir hondini eri eg farin
at skilja hvat tað er, ið Heðin
Mortensen tosar um, tá hann
er frammi í fjølmiðlinum
í heilum. ABC gevur við
einum høgra armi, men
tekur innaftur við minst
tveimum vinstra ørmum,
borgarin leggur barasta ikki
merki til hetta. Tað er bert
Heðin, ið hevur varnast
hetta og nú byrja Eysturoyar
politikararnir
at
vakna,
nakað seinir kanska, tí vit eru
heldur góðtrúgvir. Eg haldi,
at hví skuldu vit verið annað
enn góðtrúgvir í hesum føri,
vit hava gjørt alt, ið gerast
kann á hesum økinum og
roknaðu tí ikki við, at tann
fyrsti instansurin, ið fór at
bróta hetta arbeiðið niður var
fólksins kosna Landstýri. Vit
halda sjálvandi, at tað skuldi
verið beint tvørturímóti, at
Landstýrið heldur enn at
bróta niður, skuldu eggja
teimum virkisfísnu til enn
meira virkisfísni.
Eitt annað er, sum Lands
stýrið sjálvandi ikki sigur
í hesum føri og tað er, at
í framtíðini koma komm
ununar í Eysturoynni, ið eru
við í ERE, at gjalda fyri hetta.
Tey 6 plássini, ið vóru
tøk hjá ERE, verða í fram
tíðini pláss, ið eru til Eystur
kommunu. Hetta merkir, at
tá einki pláss er til borgarar
á ERE, má borgarin inn á
heimið í Gøtu. Kommunan
hjá hesum borgara skal tí
hereftir gjalda umleið 6,5
túsund krónur um mánaðin
fyri, at fáa hendan borgaran
passaðan í Gøtu.
Sig so tað, vit (Landsstýrið)
gera
eina
navnabroyting
og so liggur rokningin hjá
kommununum.
Tillukku ABC Lands
stýrið, ikki bara klára tit
at leypa ótta á okkum
kommunupolitikarar
um,
hvat tit finna uppá næstu
ferð, tit duga eisini at spara
soleiðis hjá landskassanum,
at kommununar verða noydd
ar at gjalda fyri tykkum.
Eftirtíðin
hevur
víst,
at
Eysturoyingar
hava
víst stórsinni við íløgum
á hesum økinum, eg haldi
tí, at sigast má, at tíðin er
ikki at niðurbróta hetta
virkisfísni, heldur er tíðin
komin til at viðurkenna,
at
bert
við
broytingum
positiva vegin, fer landsins
mynduleiki aftur at vinna
viljan, sálina og stuðulin hjá
fólkinum í Eysturoynni til
framhaldandi at hava eitt
virkisfísni, Eysturoynni og
øllum landinum at frama.
Hvat
heldur
borgarin,
skulu vit finna okkum í
hesum, eg haldi ikki!
Eg má siga sum er, hjá
mær var hetta dropin ið fekk
bikarið at flóta yvir. Latið
vælsignaði tað ið virkar væl
fáa frið.
Tummas Eli Joensen
Stýrisformaður á ERE.
Hvat er ætlanin hjá Rósu Samuelsen (ABC)?