Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29 Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168 2. partur Ferðamaðurin reisti seg spakuliga, fór yvir og bendi seg yvir harvuna. ”Tygum síggja,” segði offiserurin, ”tvey sløg av nálum í ymiskum rúgvum. Allar tær longu nálirnar hava eina stutta undir liðini á sær. Tann langa skrivar nevniliga, og tann stutta sprænir vatn til tess at vaska blóðið av og alla tíðina halda skriftina týðiliga. Blóð­ vatnið verður síðani veitt her yvir í smáum rennum og rennur at enda í hesa stóru høvuðsrennuna, hvørs frárensl fer niður í grøvina.” Offiserurin vísti við fingrinum nágreiniliga vegin, blóðvatnið var at fara. Tá hann, fyri at gera tað so skilligt sum gjørligt, beinleiðis tók tað í báðar lógvarnar við munnan í frárenslinum, lyfti ferðamaðurin høvdið og vildi, meðan hann við hondini trilvaði aftan fyri seg, fara aftur til stólin hjá sær. Tá sá hann við ræðslu, at eisini tann dømdi hevði gjørt eftir boðunum frá offiserinum í nærstøðu at hyggja eftir harvuni. Hesin hevði við leinkj uni hálað tann svøvntunga soldátin fram og eisini bent seg yvir glasið. Hann sá, hvussu hann við ótryggum eygum leitaði eftir tí, sum teir báðir harrarnir beint nú høvdu hugt at, men eisini, hvussu tað ikki eydnaðist honum, tí honum væntaði frágreiðingina. Hann bendi seg á aðra liðina og so á hina. Aftur og aftur fóru eyguni eftir glasinum. Ferðamaðurin ætlaði sær at fáa mannin burtur, tí tað, hann gjørdi, var óivað revsivert. Men offiserurin helt ferðamannin fastan við aðrari hondini, og við hinari tók hann ein moldbøkk frá garðinum og kastaði hann eftir soldátinum. Hesin lat við brestin eyguni upp, sá hvat tann dømdi hevði loyvt sær, lat byrsuna falla, spenti føturnar við hælunum í jørðina, hálaði tann dømda aftur, so hann straks fór um koll, og hugdi so niður á hann, hvussu hann krøkti seg og ringlaði við sínum ketum. ”Fá hann á føtur!” rópti offiserurin, tí han var varugur við, at ferða­ maðurin var alt ov órógvaður av hinum dømda. Ferðamaðurin bendi seg eisini yvir harvuna uttan at leggja nakað í hana og vildi bert staðfesta, hvat hendi við tí dømda.. ”Set hann orduliga upp á pláss,” rópti offiserurin aftur. Hann rann um maskinuna, tók sjálvur hin dømda, sum fleiri ferðir gleið á fótum, um herðarnar og fekk hann á føtur við hjálp frá soldátinum. ”Nú veit eg alt,” segði ferðamaðurin, tá offiserurin kom aftur til sín. ”Uttan tað týdningarmesta,” segði hann, tók ferðamannin í armin og peikaði uppeftir. ”Har í teknaranum er hjólverkið, sum avger gongdina hjá harvuni, og hetta hjólverkið verður innstillað samsvarandi teirri tekning, sum er tilskilað í dóminum. Eg brúki enn tekningarnar hjá fyrrverandi kommandantinum. Her eru tær,” – hann tók nøkur bløð úr leðurmappuni, – ”men eg kann tíverri ikki geva tygum tey í hondina, tey eru tað dýrabarasta, eg havi. Setið tygum, eg skal vísa tygum tey hiðani, so síggja tygum tað væl.” Hann vísti honum tað fyrsta blaðið. Ferðamaðurin vildi fegin havt sagt okkurt viðurkennandi, men hann sá einans fløkjasligar strikur, sum í fleiri førum krossaðu hvørja aðra, og sum vóru so tættar, at tað hvíta á pappírinum illa nokk sást. ”Les,” segði offiserurin. ”Eg kann ikki,” segði ferðamaðurin. ”Tað er so týðiligt,” segði offiserurin. ”Tað er sera listarligt,” segði ferðamaðurin víkjandi, ”men eg dugi ikki at lesa hetta.” ”Ja,” segði offiserurin, flenti og stakk mappuna til sín, ”tað er eingin fagurskrift fyri skúlabørn. Neyðugt er at lesa leingi uppá. At enda høvdu tygum helst skilt tað. Tað má sjálvandi ikki vera nøkur vanlig skrift; hon skal jú ikki drepa beinanvegin, men í miðal eftir einar 12 tímar; umskiftið er ætlað til tann sætta tíman. Tann upprunaliga skriftin má sostatt vera væl og virðiliga prýdd; tann veruliga skriftin buktar seg einans á einum smølum belti um kroppin; restin av kroppinum er ætlað prýð­ in um. Duga tygum nú at virðis­ meta arbeiðið hjá harvuni og allari maskin uni? Hyggið nú!” Hann leyp upp á stigan, snaraði eitt hjól og rópti niður. ”Ansið eftir, farið til viks!” og alt fór í gongd. Hvein hjólið ikki, hevði tað verið frálíkt. Offiserurin nevaði eftir tí órógvandi hjólinum, eins og tað gjørdi hann bilsnan. Sum tekin til ferðamannin lyfti hann armarnar harmur um óljóðið, kreyp niður aftur fyri betur at síggja maskinuna. Bara hann legði til merkis, at okkurt var í ólagi; hann kleiv tí uppaftur, fór við báðum hondum inn í teknaran, og til tess at koma skjótari niður, gleið hann niður eftir teirri einu stong­ ini, heldur enn at brúka stigan, og kýtti seg í larminum fyri at gera seg skiltan við at rópa inn í oyrað á ferðamanninum: ”Skilja tygum nú mannagongdina? Harvan byrj ar at skriva; tá hon er liðug við ta fyrstu skriftina á ryggin á mann in um, byrjar vattfløgan at venda kropp­ inum á síðina fyri at geva harvuni eina nýggja fløtu. Samstundis verða støðini, sum eru blóðstungin, løgd á vattið, sum samsvarandi teirri serligu prepareringini beinanvegin steðgar bløðingini og fyrireikar eina nýggja skriftholan. Tenninar her við rondina av harvuni skræða nú, so hvørt kroppurin verður snar­ aður, vattið av sárunum, tveita tað niður í grøvina, og harvan kann aftur arbeiða. Soleiðis skrivar hon djúpari framhaldandi í 12 tímar. Teir fyrst 6 tímarnar livir tann dømdi næstan sum áður, hann hevur bara pínu. Eftir tveimum tímum verður filtið tikið, tí maðurin orkar ikki longur at skríggja. Her í hesum við el­ hitaða fatinum á høvdalagnum kemur heitur rísgreytur, sum mað­ ur in, um hann hevur hug til tess, kann fáa sær, alt tað hann kann leppa við tunguni. Eingin letur sær hendan møguleika glepps sær av hondum. Eg kenni ongan, og mín vitan er stór. Ikki fyrr enn í sætta tíma missir hann hugin at eta. Tá plagi eg at fara niður á knøini og hyggja at tilburðinum. Maðurin svølg ir sjáldan tann seinasta munn in, hann vendir honum bara og spýtir hann í grøvina. Eg má so halda meg undan, annars fái eg alt beint í andlitið. Í sætta tíma verður maðurin stillur. Vitið hvørvur hjá sjálvt tí býttasta! Tað byrjar um eyguni. Haðani breiðir tað seg. Ein sjón, ið kundi lokkað onkran eisini at lagt seg upp undir harvuna. Tað hendir jú einki, maðurin byrjar bert at týða skriftina, hann krympar munnin, eins og lurtar hann. Tygum sóu, tað er ikki lætt at týða skriftina við eygunum, men okkara maður her týðir hana við sárunum hjá sær. Tað kostar gaman í nógv arbeiði; hann brúkar seks tímar, áðrenn hann er førir fyri at lesa. Men so spritar harvan hann fullkomiliga og tveitir hann í grøvuna, har hann brestir niður á blóðvatnið og vattið. So er rættaravgerðin liðug, og vit, eg og soldáturin, grava hann niður. Ferðamaðurin hevði lagt oyrað nærri offiserinum og fylgdi við hondunum í jakkalummanum ar­ beið inum hjá maskinuni. Tann dømdi fylgdi eisini við uttan at skilja tað. Hann bendi seg eitt sindur og hugdi eftir teimum leysu nálunum, tá soldáturin við einum tekni frá offiserinum aftanífrá við einum knívi spretti skjúrtuna og buksurnar hjá tí dømda, so hann misti tær; hann royndi at fáa klæðini aftur fyri at fjala sítt nakni, men soldáturin tók í hann, reisti hann og risti teir seinastu kloddarnar av honum. Offiserurin rættaði maskinuna, og í tøgnini, sum nú valdaði, varð tann dømdi lagdur undir harvuna. Keturnar vórðu loystar, og í staðin fyri vórðu reimurnar spentar fastar; tað tóktist í fyrstu atløgu at vera ein lætti fyri tann dømda. Og nú fór harvan eitt sindur niður, tí tað var ein klænur maður. Tá broddarnir nurtu hann, fór ein nøtran yvir hansara húð; hann rætti, meðan soldáturin fekst við hansara høgru hond, vinstru hond út, uttan at vita hvagar; tað var kortini hagar, ferðamaðurin stóð. Offiserurin hugdi alla tíðina at ferðamanninum frá síðuni, sum royndi hann at lesa í hansara andliti, hvussu avrættingin, sum hann nú í stuttum hevði greitt honum frá, fór at ávirka hann. Reimin, ið var ætlað hondliðnum, slitnaði; helst hevði soldáturin táttað ov nógv í. Offiserurin skuldi hjálpa, soldáturin vísti honum tann slitnaða endan av reimini. Offiserurin fór eisini yvir til hann Franz Kafka 1883 - 1924 Fangakoloniin Tveir (næstan) javnaldrar, jødarnir Stefan Zweig og Franz Kafka, høvdu báðir fobi, ræðslu fyri nationalismu við heima gjørdum ráðharrastovum við máttmiklum ser frøðingum. Lesið bara ”Verden af i går” (Die Welt von Gestern, SZ) og ”Processen”(Der Prozess, FK). ”Allur villskapur hevur herjað mítt lív: Borgarakríggj og hungursneyð, inflatión og terror, umfarssjúkur og emigratión. Eg havi sæð hópideologiir vaksa fram og breiða seg: Fascisma, nationalsocialisma, bolsjevisma og fram um alt erkapestin nationalisma,” skrivar Zweig. Vit skilja ímillum tjóðskaparrørslu íblást við líggjum, mergjandi kenslum. Hvat kann røra hjartastreingir? Spurdi Fríðrik Petersen. Og syngja vit. Og so ta harðrendu, óvíkiligu, kensluavskeplaðu natio­ nal ismu, sum kann forkoma landi og fólki. Nationalisma tók lívið av Zweig; hann flýggjaði undan henni. Úr Eysturríki til Onglands til Amerika til Brasilia. Har beindi hann fyri sær sjálvum í 1942. Kafka slapp undan tí endaliga villskapinum. Hann doyði av tuberklum í 1924. Báðir eru teir klassikarar á ovastu rók. Í 1933 vórðu teirra bøkur og nógvar aðrar rændar á bókasøvnunum í Berlin og har brendar á báli av nationalistiskum studentum. Franz Kafka, føddur í Tjekkia, skrivaði á týskum. Sína juridisku útbúgving fekk hann á tí týska universitetinum í Prag. Í 1919 skrivaði hann eitt bræv til pápa sín, sum tó ongantíð fekk brævið. Í 1952 kom tað alment út á týskum ”Brief an der Vater” og í 1985 á donskum ”Kære far, forstå mig ret –.” Í brævinum greiðir hann frá, hvussu hansara lív varð ein røð av miseydnaðum rýmingum undan lemjandi faðirmyndugleika og faðirsins vanvirðing fyri virkseminum hjá sær (soninum). Tað nógva av tí, Kafka skrivaði, kom ikki alment fram fyrr enn eftir hansara deyða. Kafka gjørdist klassikari. Her er roynt at umseta úr donskum eina av hansara mongu stuttsøgum, ”In der Strafkolonie.” Um hesa stutt­ søgu verður sagt, at ”ein ferðamaður er hjástaddur við eina bar bariska avrætting í einari maskinu, sum við nálum skrivar dómin inn í kroppin á tí dømda. Tilburðargongdin skal skiljast sum kritikkur av tí modernaðu civilisatiónini og sum eitt psykologiskt maktspæl millum ferðamannin og offiserin og sum eitt religiøst ritual.” Søgan varð skrivað í 1919 – sama árið, brævið til pápan varð skrivað – men henn ara visiónir røkka so ruddiliga inn í okkara tíð – og komandi. Heri Mohr Franz Kafka 1883 - 1924 Heri Mohr týddi og Herman Mohr Hermansen rættlas. Framhald á næstu síðu