Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168 Sosialurin 30 og segði við andlitinum móti ferða­ mann inum: ”Maskinan er sera kompl iserað, her og har má okkurt slitna ella brotna; men tað má ikki ávirka tann samlaða dómin. Fyri reimina má okkurt annað alt fyri eitt finnast; eg kann brúka eina ketu; gaman í, neyvleikin í svingningunum verður harvið órógvaður viðvíkjandi høgra armi.” Og meðan hann festi ketuna, segði hann framhaldandi: ”Fíggingin til um siting av maskinuni er nógv skerd. Hjá fyrrverandi komman­ dantinum var ein kassi opin til mín, einans ætlaður júst hesum. Her var ein goymsla við øllum hugsandi eykalutum. Eg viðgangi, at eg nærum oyðslaði við teimum, eg meini fyrr, ikki nú, sum tann nýggi kommandanturin vil vera við; hann brúkar alt sum undanførslu fyri at stríðast ímóti gomlum stovnum. Nú fyrisitur hann sjálvur maskinkassan, og um eg sendi boð eftir einari nýggjari reim, verður tann slitna reimin kravd sum prógv; tann nýggja reimin kemur ikki fyrr enn 10 dagar seinni, men so er góðskan verri, og lítil dygd er í henni. Men hvussu eg ímeðan skal passa maskinuna uttan reim, hugsar eingin um.” Ferðamaðurin umráddi seg. ”Tað er altíð vágiligt at leggja seg avgerandi út í fremmand viður­ skifti. Hann var hvørki borgari í fanga koloniini ella í tí statinum, hon hoyrdi til. Fordømdi hann avrættingina ella hartil royndi at forða henni, kundu teir sagt honum: Tú ert ein fremmandur, halt munn. Til hetta hevði hann einki at svara, men hann hevði bert kunnað lagt aftrat, at hann í hesum føri ikki kundi skilja seg sjálvan, tí hann ferðaðist bert við tí endamáli at hyggja at og upp á ongan hátt vildi broyta fremmandar rættarskipanir. Men, gaman í, nú vóru viðurskiftini her sera freistandi. Órættvísi í rættar avgerðini og tann ómenn­ iskj ans liga avrættingin vóru iva ­ leys. Eingin kundi halda, at tann ferðandi eygleiðarin upp á nakran hátt hevði sjálvgóð áhuga mál, tí hin dømdi var honum fremm­ andur, ikki landsmaður, og eitt menn iskja, sum als ikki legði upp til samkenslu. Ferðamaðurin sjálv ur hevði viðmælisskriv frá høg um myndug leikum, og varð her mót tikin við miklari kurteisi, og hetta, at hann varð boðin við til avrættingina, kundi vera tekin um, at hansara dómur yvir rættargongdina hevði týdning. Og enn meira sannlíkt var tað, at komm an dantinum, eftir øllum at døma, ikki dámdi hesa framferð og var at kalla fíggindaligur mótvegis offiserinum. Tá hoyrdi ferðamaðurin eitt ovursint róp frá offiserinum. Hann hevði júst við stríði kroyst filturstubban inn í munnin á tí dømda, tá hesin alt í eini kenslu av vamli, blundaði og fór at klíggja og spýði. Skjótt skræddi offiserurin hann av stubbanum og ætlaði at venda høvdi hansara móti grøvuni, men tað var ov seint, spýggjan rann longu niður eftir maskinuni. ”Kommandanturin hevur alla skyld­ una!” rópti offiserurin og risti í øðini tær fremru messingstengurnar, ”maskinan verður svínað til, fyri meg sum ein annar stallur.” Hann vísti við ristandi hondum ferðamanninum, hvat var hent. ”Havi eg ikki í fleiri tímar roynt at fáa kommandantin at skilja, at tann dømdi ikki má fáa nakað at eta dagin undan avrættingini. Men tað nýggja, bleyta rákið hevur eina aðra fatan. Damurnar hjá kommandantinum stappa hálsin á manninum fullan av sukurgóðgæti, áðrenn hann verður førdur burtur. Í øllum sínum lívi hevur hann livað av stinkandi fiski, og nú skal hann eta sukurgóðgæti. Tað kundi jú alt verið líka mikið, eg hevði ikki havt nakað at funnist at, men hví verður ikki eitt nýtt filtur útvegað, sum eg havi bíðjað eftir í eitt fjórðingsár. Hvussu skal tað kunna lata seg gera uttan at vamlast at kunna taka tað filtið í munnin, sum meira enn hundrað menn hava sogið og bitið í, áðrenn teir skuldu doyggja?” Tann dømdi hevði lagt høvdið niður og sá friðarligur út, soldáturin fekst við at pussa maskinuna við skjúrtuni hjá tí dømda. Offiserurin fór yvir til ferðamannin, sum við einari ógreiniligari kenslu tók seg eitt stig aftur, men offiserurin tók hann í hondina og hálaði hann til viks. ”Eg vil tosa við tygum í trún­ aði,” segði hann. ”Tí loyva tyg um kanska?” ”Sjálvandi,” segði ferða­ maðurin og lurtaði við niður vend­ um eygum. ”Hendan rættargongdin og av­ rættingin, sum tygum nú hava møguleika at hávirða, hevur í løtuni eingi verulig viðhaldsfólk í okkara koloni. Eg eri hennara einasti tals­ maður, samstundis einasti um­ boðsmaður fyri arvin eftir tí gamla kommandantinum. Eg skal ikki hugsa um at fáa eina víðkan av hesi rættargongd, eg brúki alla mína orku upp á at verja tað, sum enn er. Tá tann gamli kommandanturin livdi, hevði hann nógv viðhaldsfólk í koloniini; evnið at sannføra sum gamli kommandanturin havi eg lutvíst, men hansara vald havi eg als ikki; júst tí krógva viðhalds­ fólkini seg, tey eru framvegis nógv, men ongin vil vera við tað. Um tygum í dag, altso á einum avrættingardegi, fara inn í tehúsið og lurta eitt sindur, hoyra tygum kanska tvítýddar frásagnir. Har eru einans viðhaldsfólk, men undir verandi kommandanti og vegna hansara núverandi áskoðan eru tey fullkomiliga ónýtilig fyri meg. Og nú spyrji eg tygum: Skal eitt slíkt lívsverk – hann peikaði á maskinuna, – fara til grundar fyri kommandantsins og hansara kvinnurs skuld, sum ávirka hann? Skal tað verða loyvt? Eisini tá fremmandur nakrar fáar dagar er á oyggj okkara? Men tíðin rennur frá okkum, fyrireikingar móti mínum dómsmyndugleika eru í umbúna; fundir eru í kommandanturinum, sum eg ikki eri boðin við til; sjálvt tygara vitjan í dag tykist mær sigandi viðvíkjandi umstøðunum; ómansligt verða tygum, ein fremm­ andur, hálaður fram. – Fyrr í tíðini vóru avrættingarnar heilt ørðvísi; longu dagin undan avrættingini var allur dalurin fyltur við fólki; tíðliga á morgni komu kommandanturin og hansara damur; lúrablástur fekk lív í leguplássið; eg kunngjørdi, at alt var greitt; øll samkoman – eingin høgur embætismaður mátti resta í – fekk sess um maskinuna; rúgvan her av kurvastólum er ein neyðarslig leivd frá hesi tíðini. Maskinan skein nýpussað, til næstan hvørja avrætting brúkti eg nýggjar eyka­ lutir. Fyri hundraðtals eygum – allir áskoðararnir toygdu seg, teir stóðu heilt har uppi í líðunum – legði kommandanturin sjálvur tann dømda á harvuna. Tað, ein neyðarsligur soldátur í dag má gera, var tá mítt, rættarforsetans arbeiði, og tað var mær ein heiður. Og so byrjaði avrættingin! Einki óljóð órógvaði arbeiðið hjá maskinuni. Mong hugdu nú als ikki eftir, men lógu blundandi á sandinum; øll vistu: Nú verður rættvísi framt. Í tøgnini hoyrdist einans suffini frá tí dømda, doyvd av filtinum. Í dag er maskinan ikki før fyri at trýsta eitt harðari suff frá tí dømda, enn at filtið ikki skuldi kunna doyvt tað; men tá laggaði ein etsandi veska úr teirri skrivandi nálini, sum ikki er loyvd í dag. Ja, og so kom tann sætti tímin! Tað var ógjørligt at ganga øllum bønunum á møti um at sleppa at vera heilt tætt. Við sínum innliti og kunnleika gjørdi kommandanturin av, at framum alt skuldi vísast børnunum fyrivarni; eg mátti, gaman í, altíð standa hjá maskinuni; vegna mítt starv altíð standa við síðuna av maskinuni; ofta sat eg við boygdum knøum har við tveimum smáum børnum í føvninginum á vinstru og høgru síðu. Vit skiltu øll ta kensluna av lætta á tí pínda andlitinum, vit sótu spent og still í ljósinum av hesi rættvísu, sum nú var fulnað og longu fánað burtur! Hetta vóru tíðir, vinur mín!” Offiserurin hevði eftir øllum at døma gloymt, hvør var hjá honum; hann hevði fevnt um ferðamannin og lagt høvdið á hansara herðar. Ferðamaðurin var illa við, ótolin hugdi hann yvir herðarnar á offi­ serinum. Soldáturin var liðug ur við reingerðina og hevði haraftr­ at koyrt rísgreyt í skálina. Valla hevði hin dømdi, sum eftir øllum var komin fyri seg, varnast greyt­ in, fyrr enn hann við tunguni royndi at nápa eftir greytinum. Soldáturin skumpaði hann alla tíðina burtur, tí greyturin var eftir øllum at døma ætlaður til seinni, men tað var í øllum førum eisini ósømiligt, at soldáturin við sínum skitnu fingrum fór í greytin og át av honum, áðrenn tann svangi dømdi. Offiserurin tók knappliga ann­ að skinn um bak. ”Eg vildi ikki ávirka tygum,” segði hann, ”eg veit, tað er ógjørligt í dag at gera hasar tíðir livandi. Hóast alt so arbeiðir maskinan og virkar av sær sjálvari. Hon virkar av sær sjálvari, hóast hon stendur einsamøll her í dalinum. Og líkið endar altíð í einum ófatiliga reglubundnum boga í grøvini, hóast fólk ikki sum tá trunk ast sum flugur í hundraðtali um grøvina. Tá noyddust vit at fáa eina sterkari girðing um grøvina. Hon er fyri langt síðani skrødd niður.” Ferðamaðurin vildi sleppa sær undan eygnabránum hjá offiser­ inum og hugdi tilvildarliga um seg. Offiserurin helt, at hann hugdi eftir tí óbygda dalinum; hann tók hansara hendur, snaraði sær á móti honum fyri at síggja hann í eyguni og spurdi: ”Føla tygum ikki eisini skommina?” Men ferðamaðurin tagdi. Offiser urin lat hann eina løtu vera einsamallan; hann stóð gleivandi við hondum í hupp og stardi niður fyri seg. So smíltist hann uggandi móti ferðamanninum og segði: ”Eg var hjástaddur í gjár, tá kommandanturin beyð tygum við. Eg hoyrdi innbjóðingina. Eg kenni kommandantin. Eg skilti beinan vegin, hvat hann ætlaði við innbjóðingini. Hóast vald hansara var nóg stórt at koma upp í leikin móti mær, so torir hann tað ikki enn, men hann vil fegin útseta meg fyri tygara, ein háttvirdan, fremmandan mans, dóm. Hann hevur roknað tað væl út; hetta, bara annar dagur, tygum eru á oynni. Tygum kendu ikki tann gamla kommandantin og hansara hugskot, tygum eru villførdur av evropeiskari hugsan, kanska eru tygum prinsipielt yvir høvur mótstøðumaður av deyða dómi og serstakliga av ein­ um so mekaniseraðum avrætt­ ing ar hátti; tygum síggja eisini, hvussu avrættingin fer fram uttan almenna luttøku, keðiligt, á einari maskinu, sum longu er uppslitin, – hevði tað nú ikki, samanumtikið, (soleiðis hugsar kommandanturin) lættliga kunna hugsast, at tygum ikki eru av teirri áskoðan, at mín rættarhandhevja er tann rætta? Og um tygum ikki halda, tað er tann rætta, vilja tygum (eg hugsi framhaldandi um tankarnar hjá kommandantinum) so tiga við hesum, tí tygum líta jú avgerandi á tygara egnu sannføring, sum so ofta hevur staðið sína roynd. Tygum hava sjálvandi sæð nógv løgið hjá mongum fólkasløgum, og hava lært at virða tað, tessvegna fara tygum ætlandi heldur ikki við øllum mátti tygara at úttala tygum móti hesari rættargongd, sum tygum kanska høvdu gjørt í