Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168 Sosialurin 31 tygara egna fosturlandi. Men tað hevur kommandanturin heldur ikki brúk fyri. Eitt ógreitt, bara eitt óansið orð er nóg mikið. Tað er als ikki neyðugt, at hetta samsvarar við tygara sannføring, um tað bert at síggja til stuðlar hansara ynski. At hann vil tráspyrja tygum snildisliga, tí eri eg vísir í. Og hansara damur fara at sita kring um og lurta væl eftir; tygum kunnu siga nakað soleiðis: ”Hjá okkum er rættargongdin øðrvísi” ella ”hjá okkum eru eisini aðrar revsingar enn deyðarevsingin” ella ”hjá okkum var bara torturur í miðøldini.” Hetta eru allar viðmerkingar, sum eru eins rættar, sum at tær tykjast tygum at vera sjálvsagdar, meinaleysar, og seta ikki spurnartekin við mína rættargongd. Men hvussu fer kommandanturin at skilja hetta? Eg síggi hann fyri mær, hendan góða kommandant, hvussu hann beinan vegin rennir stólin til viks og fer út á balkongina, eg síggi damurnar hjá honum, hvussu tær renna aftan á honum, eg hoyri hansara rødd – damurnar kalla hana torðurødd –, ja og nú tosar hann: ”Ein av vesturheimsins stóru granskarum, sum settur er at granska rættarverkið í øllum londum, hevur júst sagt, at okkara rættargongd, sum er eftir gomlum siði og brúki, er ómenniskjalig. Tað er sjálvandi ikki gjørligt fyri meg longur at tolerera hesa rættargongd, eftir at ein slík persónligheit hevur felt sín dóm. Frá hesum degi fyriskipi eg so statt – og so fram­ vegis.” Tygum fara beinan vegin at tríva í, tygum hava ikki sagt tað, sum hann proklamerar, tygum hava ikki kallað mína framferð fyri ómenniskjaliga, í samsvar við tygara stóra innlit halda tygum, at hon er hin mest menniskjaliga og mest mannsømiliga, tygum eru eisini bergtikin av hesi maskinu – men tað er ov seint; tygum fáa als ikki møguleika til at sleppa út á balkongina, sum longu er full av damum; tær vilja geva tygum gætur; tygum vilja rópa: men ein kvinnuhond heldur tygum fyri munnin – og eg og verkið hjá tí gamla kommandantinum eru horvin.” Ferðamaðurin noyddist at fjala eitt smíl; so løtt var uppgávan altso, sum hann hevði mett at vera so trupla. Hann segði víkjandi: ”Tygum yvirmeta mína ávirkan; kommandanturin hevur lisið mítt viðmælisbræv, hann veit, at eg veit ikki nógv um rættarmál. Skuldi eg komið við einum sjónarmiði, so hevði tað verið ein meting hjá einum privatum manni, sum á ongan hátt er meira verd enn mein ingin hjá nøkrum øðrum yvir høvur og í øllum førum nógv minni týðandi, enn sjónarmiðið hjá kommandantinum, ið, sum eg fati tað, hevur sera stórar heimildir. Um hansara áskoðan tygara rættar­ gongd viðvíkjandi stendur so føst, sum tygum halda, so eri eg bangin fyri, at tað í roynd og veru er liðugt við tygara framferðarhátti, uttan at mín hjálp er neyðug.” Skilti offiserurin hetta? Nei, hann skilti tað ikki enn. Hann risti hugagóður við høvdinum, hugdi í skundi yvir á tann dømda og soldátin, sum gjørdist kløkkur og lat rísið standa, tók seg tætt fram á ferðamannin, hugdi hann ikki í andlitið, men hugdi á eitthvørt stað á jakkanum og segði meira lágmælt enn frammanundan: ”Tygum kenna ikki kommandantin; onkursvegna standa tygum – haldið mær til­ góðar við orðingini – góðtrúgvin mótvegis honum og okkum øllum; tygara ávirkan – trúgvið mær – kann ikki metast nóg høgt. Eg var so lukkuligur, tá eg frætti, at tygum skuldu vera hjástaddur og hyggja at avrættingini einsamallur. Kommandanturin ætlaði at ráma meg, men nú broyti eg tað til mín fyrimun. Tygum hava hoyrt mína frágreiðing uttan at verða órógvaður av følskum teskaríi og vanvirðandi eygum – sum ikki høvdu sloppist undan við eini størri tilrend til útinningina – tygum hava sæð maskinuna og síggja nú avrættingina. Tygara dómur er óivað longu fastur; um nakar ivi skuldi verið, so fer sjónin av avrættingini at beina hana av vegnum. Og nú komi eg við eini bøn til tygara: Hjálpið mær mótvegis kommandantinum.” Ferðamaðurin loyvdi honum ikki at halda fram. ”Hvussu skuldi eg tá kunnað tað?” læt í honum. ”Tað er púra ógjørligt. Eg kann eins lítið vera tygum til nyttu, sum eg kann skaða tygum.” ”Jú, tygum kunnu,” segði offi­ ser urin. Við eitt sindur av ótta sá ferðamaðurin, at offiserurin knýtti nevarnar. ”Tygum kunnu,” tók offiserurin uppaftur enn inniligari. ”Eg havi eina ætlan, sum skal eydnast. Tygum halda ikki, tygara ávirkan er nóg mikið. Eg veit, hon er nóg mikið. Men latum okkum siga, at tygum hava rætt, er tað tá ikki neyðugt at royna alt fyri at varðveita hetta slag av avrætting, eisini tað, sum kanska ikki er nóg mikið? Nú skulu tygum hoyra mína ætlan. Fyri at fremja hana er tað fram um alt neyðugt, at tygum í dag í koloniini gera so lítið av tygara dómi yvir rættargongdina sum gjørligt. Fáa tygum ikki beinleiðis spurningar, mugu tygum undir ong­ um umstøðum siga tygara áskoðan, og tygara áskoðan má vera stutt og avgjørd, tað skal sýnast tygum trupult at tosa um tað, at tygum eru sintur, at tygum, um tygum skuldu sagt nakað, beinleiðis vóru noyddur at brúka illbønir. Eg krevji ikki, at tygum lúgva; á ongan hátt; tygum skulu bara svara stutt, sum til dømis: ”ja, eg havi sæð avrætt­ ingina” ella ”ja, eg havi hoyrt alla frágreiðingina.” Bara tað, einki annað. Beiskleikin, tygum týðiliga vísa, hevur jú aðrar orsøkir, enn kommandanturin kann hugsa sær. Hann fer sjálvandi at misskilja hetta fullkomiliga og týða tað eftir sínum høvdi. Hetta er støðið undir mínari ætlan. Í morgin verður ein stórur fundur í kommandanturinum und­ ir leiðslu av kommandantinum, har allir teir hægru fyrisitingarligu embætismenninir luttaka. Honum vant, ger kommandanturin sjálv­ andi eitt paradunummar við eini slíkari samkomu. Eitt galla­ rí er gjørt, sum altíð er fylt við áskoðarum. Eg eri noyddur at lut­ taka á hesum fundunum, men eg darri av andstygd. Nú verða tygum í øllum førum helst boðin til samkomuna; um tygum í dag gera eftir míni ætlan, verður inn bjóð­ ingin ein innilig bøn. Men skuldi tað hent, at tygum av onkrari óskiljandi orsøk ikki verða boðin við, alt i lagi, so mugu tygum krevja at fáa eina innbjóðing; at tygum so fáa hana, er eingin ivi um. So statt sita tygum í morgin við damunum í losjuni hjá kommandantinum. Hann vissar seg fleiri ferðir við at skeita til loguna, at tygum eru har. Aftan á ymisk innantóm, láturlig mál einans ætlað áhoyrarunum – yvirhøvur er tað havnargerð, altíð havnargerð! – fellur prátið eisini inn á rættarviðgerðina. Hendir tað ikki ella ov seint frá kom mandantsins síðu, so syrgi eg fyri, at tað hendir. Eg reisist og greiði frá avrættingini dagin fyri. Heilt stutt, bara hesa frágreiðing. Gaman í, ein slík frágreiðing er ikki vanlig her, men eg geri tað kortini. Kommandanturin takkar mær, sum vant við einum smíli, og so, hann kann ikki lata vera, tekur hann av møguleikanum. ”Fyri løtu síðani,” ella okkurt soleiðis vil hann siga, ”varð frágreiðing givin um av rættingina. Eg vil fegin til hesa frágreiðing einans skoyta uppí, at tann stóri granskarin, hvørs vitjan hevur so ovurhonds stóran týdn ing fyri okkara koloni, og sum tit øll hava hoyrt um, var júst hjástaddur, tá ið avrættingin fór fram. Eisini okkara møti í dag hevur størri týdning, tí hann er við. Skulu vit nú ikki spyrja hendan stóra granskaran, hvussu hann dømir avrættingina eftir gomlum siði og prosedurum, sum var frammanundan?” Allastaðni hoyrist sjálvandi lógvabrestur, van­ lig undirtøka, eg eri tann ágrýtn­ asti. Kommandanturin vísir tekin upp móti tygum og sigur: ”So seti eg spurningin vegna okkum øll.” Og so fara tygum fram til bróst­ virkið. Leggið hendur tygara á tað, so øll kunnu síggja tær, annars taka damurnar tær og spæla við fingrar tygara. – Og nú kemur so tað, tygum skulu bera fram. Eg veit ikki, hvussu eg skal vera mentur at bíða allar tímarnar eftir hesi løtu. Tygum mugu ikki brúka nakað verjandi í tygara talu, dundra sann­ leikan út, tak tygum fram yvir bróst virkið, brøla, ja júst tað, brøla tygara áskoðan, tygara ófrávíki­ ligu áskoðan beint í sjónina á kom mandantinum. Men tað vilja tygum kanska ikki, tað hóskar ikki tygara muru, í tygara fosturlandi ber ein seg øðrvísi at í eini slíkari støðu, eisini tað er rætt, eisini tað er fullkomiliga líka mikið. Tygum skulu als ikki reisa tygum upp, sig bara nøkur orð, teska tey, so at embætismnenninir undir tygara losju akkurát hoyra tey, tað er nóg mikið, tað er als ikki neyðugt, at tygum tosa um manglarnar við maskinuni, um tað hvínandi tannhjólið, ta slitnu reimina, tað ræðuliga filtið, nei, alt hatta klári eg, og trúgv mær, um mín røða ikki jagstrar hann úr salinum, so fær hon hann til kníggja, so hann má viðganga: Gamli kommandantur, fyri tær boyggi eg meg. Hatta er mín ætlan, vilja tygum vera við at hjálpa mær at fáa hana framda? Men sjálvandi vilja tygum, ja meira enn tað, tygum skulu.” Og offiserurin tók í báðar armarnar hjá ferðamanninum og hugdi hann við tungum andadrátti í andlitið. Teir seinastu setningarnar hevði hann rópt so hart, at soldáturin og hin dømdi lurtaðu; hóast teir einki skiltu, góvust teir tó við at eta og hugdu tyggjandi yvir á ferðamannin. Hjá ferðamanninum var ongan­ tíð nakar ivi um, hvat hann skuldi svara; hann hevði upplivað ov nógv í lívinum, til at hann her skuldi ivast; í grundini var hann heiður­ ligur, og hann var ikki bangin. Hóast hetta drálaði hann eina løtu við sjónina av soldátinum og tí dømda. Men at enda svaraði hann, sum hann var noyddur: ”Nei.” Offiserurin blinkaði fleiri ferðir við eygunum, men slapp honum ikki úr eygsjón. ”Vilja tygum hava eina frágreiðing?” spurdi ferðamaðurin. Offiserurin nikkaði í tøgn. ”Eg eri mátstøðumaður av hesari rættar­ gongd,” segði ferðamaðurin so, ”longu áðrenn tygum gjørdu meg trúnaðarmann tygara – hetta álitið fari eg sjálvandi undir ongum umstøðum at misbrúka – hugsaði eg, um eg hevði rætt til at blanda meg í hesa rættargongd, og um eg við at blanda meg hevði tann minsta møguleika at røkka einum úrsliti. Tað var mær greitt, hvønn eg í hesum føri fyrst mátti venda mær til: sjálvandi til kommandantin. Tygum hava sannført meg uppaftur meira um hetta, og tað uttan fyrst at hava styrkt meg í míni ætlan, tvørturímóti. Tygara ærliga sannføring gongur mær nær, hóast hon ikki kann fáa meg at hálsa um.” Tað kvetti ikki úr offiserinum, hann vendi sær móti maskinuni, tók um eina av messingstengrunum og hugdi so, lenaður eitt sindur afturá, upp á teknaran, sum um kannaði hann, um alt var í lagi. Soldáturin og hin dømdi tóktust at vera vorðnir vinir; tann dømdi, so trupult tað enn var hjá honum, so væl fastspentur hann var, gav tekin til soldátin, sum boygdi seg niður til hansara; tann dømdi teskaði okkurt, og soldáturin nikkaði. Ferðamaðurin elti offiserin og segði: ”Tygum vita ikki enn, hvat eg vil gera. Gaman í, eg vil greiða kommandantinum frá míni hugsan um rættargongdina, ikki í einari samkomu, men undir fýra eygum; verði heldur ikki her so leingi, at eg kann verða hálaður inn í nakað møti; eg fari longu í morginárin, ella í øllum førum fari eg umborð. Offiserurin tóktist ikki at hava lurtað eftir. ”Rættargongdin hevur við øðrum orðum ikki sannført tygum?” segði hann fyri sær sjálv­ um og smíltist, sum eitt vaksið smílist til býttleikarnar hjá einum barni, handan smílið liggja teir veruligu tankarnir fjaldir. ”So er tíðin altso komin,” segði hann at enda og hugdi knappliga upp á ferðamannin við klárum eygum, sum innibar eina ógreiniliga áheitan, ein serlig eggjan til lut­ tøku. ”Hvat er tíðin komin til,” spurdi ferðamaðurin fjálturstungin, men fekk einki svar. ”Tú ert frælsur.” segði offiserurin til tann dømda á hansara máli. Hesin vildi fyrst ikki trúgva tí. ”Júso, tú ert frælsur,” segði offiserurin. Á fyrsta sinni kom veruligt lív í andlitið hjá tí dømda. Var tað satt? Var hetta ikki nakað, sum stakk seg upp hjá offiserinum, sum so aftur kundi hvørva? Hevði tann fremmandi eygleiðarin fingið honum náði? Hvat var hetta? Soleiðis tyktist hansara andlit at spyrja. Men ikki leingi. Hvat hetta var, so kundi hann, um tað var honum loyvt, veruliga vera frælsur, og so byrjaði hann at røra seg so mikið, sum harvan nú loyvdi honum tað. ”Tú slítur reimina,” rópti offi­ serurin, ”ligg stillur! Vit skulu nokk loysa reimarnar.” Og hann byrjaði arbeiðið saman við soldátinum, sum hevði fingið tekin frá honum um hetta. Tann dømdi greyn ljóð­ leyst fyri seg sjálvan, so vendi hann andlitinum til vinstru móti offiserinum, so til høgru móti soldátinum, heldur ikki ferða­ mannin gloymdi hann. ”Hála hann út,” kravdi offiserurin av soldátinum. Neyðugt var at ansa eftir harvuni. Tann dømdi hevði longu av sínum ótolni fingið nakrar skøvur í ryggin. Men nú hevði offiserurin valla longur nakran áhuga fyri honum. Hann fór yvir móti ferðamanninum og tók aftur ta lítlu leðurmappuna fram, blaðaði í henni, fann umsíður tað blaðið, hann leitaði eftir, og vísti ferðamanninum tað. ”Les,” segði hann. ”Eg kann ikki,” segði ferðamaðurin, ”eg havi longu sagt, at eg dugi ikki at lesa hesi bløðini.” ”Hygg so væl eftir blaðnum,” segði offiserurin og fór undir liðina á ferðamanninum fyri at lesa saman við honum. Tá tað heldur ikki hjálpti, fór hann við høgt lyftum lítlafingri, eins og eingin undir nøkrum umstøðum mátti nerta blaðið, yvir pappírinum fyri soleiði at gera tað lættari hjá ferðamanninum at lesa. Ferðamaðurin royndi eisini at gera sær ómak fyri um ikki annað í hesum máli at gera offiserinum ein beina, men tað var honum ógjørligt. So fór offiserurin at stava seg gjøgnum forskriftina, og so læs hann hana aftur samanhangandi. ”Ver rættvísur! – stendur tað,” segði hann, ”nú mugu tygum kunna lesa tað.” Ferðamaðurin boygdi seg so nógv yvir pappírið, at offiserurin, bangin fyri at hann skuldi nerta við pappírið, helt tað eitt sindur frá; ferðamaðurin segði einki, men tað var sjónligt, at hann framvegis ikki hevði kunnað lisið tað. ”Ver rættvísur! – stendur tað,” tók offiserurin uppaftur. ”Kann væl vera,” segði ferðamaðurin, ”eg lýti á, at tað stendur har.” ”Alt í lagi,” segði offiserurin um ikki annað eitt sindur uggaður og fór við blaðnum í stigan; hann legði blaðið í teknaran og broytti eftir øllum at døma alt í maskinarínum; tað var eitt sera trupult arbeiði, tað tóktist eisini at snúgva seg um heilt smá hjól, og av og á hvarv høvdið hjá offiserinum í teknaranum, so gjølla mátti hann kanna maskinaríið. Framhald