mikudagur 8. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Tað eru mong, sum mugu
fyrireika seg til at halda
eini jól við lítlum og ongum
pengum, nú Fiskavirking
er farið á húsagang og fleiri
hundrað fólk eru komin í Als
at kalla sama dag.
Als hevur nevniliga ikki
starvsfólkaorku til at av
greiða allar umsóknirnar
fyri jól.
– Tað er heilt óhugsandi at
vit fara at klára at avgreiða
allar umsóknirnar fyri jól,
staðfestir Ernst Jacobsen,
stjóri í Als, í kjalarvørrinum
á húsaganginum hjá Fiska
virking.
Sostat verða tað tíverri
mong, sum ikki fara at fáa
útgjald frá Als fyri jól.
Stjórin er í veruleikanum
ikki serliga bjartskygdur um
útlitini hjá teimum nýliga
arbeiðsleysu.
– Eg veit ikki um eg so
frægt sum kann siga, at vit
fara at klára at avgreiða tær
flestu umsóknirnar fyri jól,
leggur hann afturat.
Gera alt
Ernst Jacobsen sigur, at talan
er um einar 700800 umsóknir
um arbeiðsloysisstuðul, sum
ALS nú fær í einum høggi.
Afturat hesum hevur ALS
einar 100 umsóknir liggjandi
frá fólk, sum eru uppsøgd
ymsar aðrastaðni enn í ALS.
– Sostatt hava vit einar
800900 umsóknir, sum skulu
skrásetast
og
viðgerðast
og tað er heilt ómøguligt at
hugsa sær, at ikki nógvar av
teimum verða noyddar at bíða
eftir útgjaldið til eftir jól.
Hann sigur, at í ALS gera
tey alt, sum stendur í teirra
makt av avgreiða so nógvar
umsóknir sum gjørligt fyr
jól.
Okkara partur skal so ikki
liggja eftir.
– Men vit hava ikki meiri
enn fimm málsviðgerðarar
so hóast teir arbeiða yvir og
hóast vit hava gjørt teimum
arbeiðspláss heima, so teir
fáa arbeitt har eisini, klára vit
ikki at avgreiða umsóknirnar
fyri jól.
Hvussu nógvar umsóknir,
tey klára at avgreiða, dugir
hann ikki at siga.
Men tað skilst, at alt bend
ir á, at heilt nógvar koma at
liggja eftir og kunnu ikki
avgreiðast fyrrenn eftir jól.
aki@sosialurin.fo
Lógin um Als varð broytt
í fjør so nú ber til at fáa í
mesta lagi 80% av lønini
hetta seinasta árið útgoldið
í Als, men kortini fær ongin
meiri enn 20.000 krónur um
mánaðin í eitt ár og síðani
18.750 krónur í eitt ár.
Men útlendingar kunnu
koma rættiliga illa fyri.
Útlendingar við varandi
arbeiðsloyvi fáa útgjald úr
Als, akkurát, sum øll hini.
Verri er hjá teimum, sum
hava tað vanliga arbeiðsloyvi,
har tey eru bundin at einum
ávísum arbeiðsgevara.
Fer hesin ávísi arbeiðs
gevarin á heysin, kunnu tey
ikki fara til onkran annan
arbeiðsgevara, tí tað hava tey
ikki arbeiðsloyvi til.
Og tá ið tey ikki hava
arbeiðsloyvi,
eru
tey
heldur ikki tøk á arbeiðs
marknaðinum
og
sostatt
hava tey ikki rætt til útgjald
úr Als, sigur stjórin.
Hann leggur afturat, at
nú øhh hendan stóra puljan
av Fiskavirkin, kom í Als,
má staðfestast, at nú er
arbeiðsloysi tað hægsta hesi
seinastu 10 árini
– Nú fara vit frá 1300
arbeiðsleysum,
upp
um
2000.
Hann sigur, at fyrst í 2000
kom tað niður á 1000 og
tá varð ikki væntað, at tað
fór longur niður, tí tað varð
metta at vera lágt.
Men kortni kom arbeiðs
loysið heilt niður á 300 fólk,
áðrenn tað aftur fór at veksa
so líðandi.
20.000 um mánaðir
Fiskavirking:
Nógv fáa ikki
HÚSAGANGUR Vit fara ikki at klára at avgreiða allar
umsóknirnar um Als í kjalarvørrinum á húsaganginum
hjá Fiskavirking, sigur Ernst Jacobsen, stjóri
Tað er rættiliga nógvur ágangur á telefonirnar hjá
Arbeiðsloysisskipanini í hesum døgum.
Tað er serliga hóparbeiðsloysið, sum hevur tikið seg
upp í kjalarvørrinum á, at Fiskavirking fór á húsagang,
at stórt trýst er á Als.
Uttan at tað skal misskiljast, noyðist Ernst Jacob
sen, stjóri í Als, at staðfesta, at tað órógvar arbeiðs
gongdina rættiliga illa, tá ið nógv fólk ringja til Als við
spurningum.
Hansara vinarliga áheitan á fólk, sum eru rakt av
arbeiðsloysi, er sostatt, at tey í so stóran mun, sum
gjørligt, heldur venda sær til fakfelagið hjá sær og fáa
tey at hjálpa sær við ivaspurningum, heldur enn at
ringja til Als.
Als hevur fimm málsviðgerðarar í samband við
trygging og teir brúka í løtuni alla orku í at avgreiða
umsóknir, so at so nógv arbeiðsleys, sum tilber, kunnu
fáa útgjald fyri jól.
– Vit kunnu ikki vænta at hava nóg mikið av máls
viðgerðarum til at vit skulu kunna avgreiða eina so stóra
pulju av arbeiðsleysum í senn, sigur Ernst Jacobsen.
Telefonin seinkar
starvsfólki á ALS
Vit hava ikki nóg
mikið av málsviðgerð
arum at avgreiða næstan
1000 umsóknir í einum
Tað verða mong, sum
onki fáa til jóla