mikudagur 8. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
6
Sosialurin
Jólablaðið
Finn Johannesen:
Nú ringja kirkjuklokkur
so hátt
– Hetta er ein sangur, sum gjøgnum seinastu
mongu árini er blivin betri og størri fyri
meg, sigur Finn Johannesen úr Klaksvík,
men sum er búsitandi í Vági.
Hetta er ein sangur, sum á mangan hátt
brýtur frá øðrum jólasangum, men har
teksturin er so beinrakin og stingur so
djúpt, og rakar faktiskt kjarnuna í øllum
jólunum.
At sangurin er skrivaður av Símun av
Skarði, setur so eisini sín dám á. Tá ið ein
kennir til umstøðurnar í avtoftaðu bygdini
á Skarði, og hvussu trupult tað var at koma
til og frá, og at tá ið hann fekk skaða í beinið,
og ikki var førur fyri at røkja hagan, - so fær
sangurin eina heilt øðrvísi dimensjón.
Samstundis at vita, at brimið í og um-
kring Kunoynna kann verða so stórsligið og
ógvusligt, ger at sangurin totalt vaknar og
setur tingini í størri ljós. Serliga ørindið:
Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin
hann stígur inn for fátæks mans borð
har lítil er jólagleðin.
Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
blíð orð hann við gomul talar,
hann klappar bleiku barnakinn,
av himni tá gleðin dalar.
– Longu fleiri 1000 ár undan Jesu føðing, bleiv hetta
proklamerað, so Guð hevur verið totalt proaktivur!,
sigur klaksvíkingurin í Vági, Finn Johannesen
Hetta er mín jólasangur
PROAKTIVUR GUD
Tað er jú tað ið jólini snúgva seg um,
at Jesus kemur til okkara. Hetta sum
í dag tykist lítið sigandi: Fyri fólk við
lítlum sjálvsáliti og ongari trúgv uppá
egin evnir.
Nei, faktiskt er hetta so nógv nógv
størri enn alt hetta - hetta er kjarnin í at
liva og vera til, at halda jól.
Jesus er bindiliðið millum tað sum nú
er og tað sum kemur... Hetta er ikki ein
uppskrift sum bleiv gjørd eftir einari
nátt...nei, longu fleiri 1000 ár undan Jesu
føðing, bleiv hetta proklamerað... so Guð
hevur verið totalt proaktivur!, slær altso
Finn Johannesen fast.
1. Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
við himmalskum gleðiljóði:
Tað stundar móti jólanátt,
tá Jesus varð føddur hin góði.
2. Nú boðast friður víða um lond,
nú verður hin sjúki grøddur,
nú losna hørðu syndabond,
tí Jesus í nátt varð føddur.
3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,
og stormurin ýlir í gjáum,
so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.
4. Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin;
hann stígur inn for fátæks mans borð,
har lítil er jólagleðin.
5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
blíð orð hann við gomul talar,
hann klappar bleiku barnakinn,
av himni tá gleðin dalar.
6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,
vár Jesus teg aldri gloymir,
og jólaboðið grøða kann
ta sótt, tú í barmi goymir.
7. Vit ung og gomul halda nú jól,
vár Jesus vil øllum hýsa,
hann er hin bjarta lívsins sól,
um allar ævir skal lýsa.
8. Í Betlehem tann sólin upp rann,
um heimin hon út mundi leita,
at Føroya smáttum veg hon fann,
tí tøkk vit tær, Jesus, veita.
9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt
og lýðið á gleðiljóðið:
Tað var um halgu jólanátt,
at Jesus varð føddur hin góði.
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
Tað var 2. mai í 2009, at Klávus
lat upp í SMS. Klávus húsast har
Baresso áður var.
Í Klávus fáast leikur av øllum
slag. Har eru leikur til tey heilt
smáu og til eldri. Og kanska eisini til
vaksin, tí Klávus hevur eisini spøl,
so sum brettspøl og telduspøl.
Fótbóltskort eru “in”
Í Klávus merkja tey eittnú, at Lego
selist væl, eins og Nintendo DS
spøl. Og júst nú eru fótbóltskort
eisini “in”.
Annars
kunnu
nevnast
av
merkjum, ið fáast í Klávusi; Baku-
gan, Gormati, Zhu Zhu, Playmobil,
Lego klæði og ymisk spøl.
Jólini í hondum
Í Klávusi merkist sera væl, at jólini
eru í hondum. Nógv er at gera og
jólahýrurin er komin.
Handilin er í SMS, har nógv
ferðsla er, og ger hetta eisini, at sera
nógv fólk kemur framvið og hyggja
innar.
- Og leikur eru altíð góðar jóla-
gávur, siga tey í Klávusi.
Klávus merkir
jólini væl
Í leikahandlinum Klávus í SMS er ferð
komin á, nú tað stundar til jóla, og
leikur eru altíð góðar jólagávur