mikudagur 8. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
Sosialurin
ALS til jóla
Ernst Hansen sigur, at skulu arbeiðsleys
gera sær vónir um at fáa sína umsókn um
Als avgreidda so skjótt sum gjørligt, er tað
av alstórum týdningi, at umsóknin er rætt
útfylt.
Tí heitir hann á øll, sum missa arbeiðið, um at
gera sær stóran ómak at fylla umsóknarbløðini
rætt út.
Hann sigur, at hetta er kanska serliga
umráðandi, nú Fiskavirking er farið á húsagang
og Als fær fleiri hundrað umsóknir í einum
rendi.
Í hesum sambandi heitir hann staðiliga
á fólk um at venda sær til fakfelagið við
ivaspurningum og kanska fáa fakfelagið at
hjálpa til at fylla umsóknarblaðið út.
Stjórin í Als sigur, at tær umsóknir, sum eru
rætt útfyltar, verða avgreiddar fyrst.
– Tær umsóknir, sum ikki eru rætt útfyltar,
verða lagdar aftur um og ikki viðgjørdar, so
at feilurin kann finnast, fyrrenn hinar eru
avgreiddar, leggur hann afturat.
Als, fakfeløgini og Almannastovan hava
seinastu dagarnar havt fundir við arbeiðsfólk
kring landið og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri
at fáa tey arbeiðsleysu skrásett í Als og fyri at
upplýsa tey um tey rættindi, tey hava.
Mugu gera sær ómak
Svørt jól
Hóast starvsfólkið í Als gera tað, tey eru ment,
verða tað mong, sum ikki fáa arbeiðsloysisstuðul
fyrrenn eftir jól, sigur Ernst Jacobsen, stjóri í Als
Okkara partur
skal ikki liggja eftir