mikudagur 8. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
12
Sosialurin
Jan Müller
Kappingin um at fáa olju
feløgini at brúka sínar leiti
milliónir er stór í nógvum
pørt um av heiminum. Før oyar
eru partur av hesi kapp ing,
og til tess at marknaðarføra
landgrunnin til framtíðar
boringar krevst, at føroyskir
myndugleikar fylgja væl við
og eisini luttaka á altjóða
ráðstevnum og messum.
Herfyri vórðu fleiri fólk
frá
Jarðfeingi
á
stórari
altjóða messu í London fyri
at fáa eitt nú oljufeløg at vísa
áhuga fyri leiting á føroyska
landgrunninum. Ein av før
oysku luttakarunum var Heri
Ziska, ein av serfrøðingunum
hjá Jarðfeingi, tá tað um
undirgrundina ræður.
– Hetta er ikki fyrstu ferð
tit royna at marknaðarføra
føroysku
undirgrundina.
Hvat varð øðrvísi hesaferð?
– Høvuðsmunurin er, at
nú kunnu feløg altíð søkja um
øki tey halda vera áhugaverd,
í mun til at tey fyrr einans
kundu
søkja
í
samband
við eitt útbjóðingarumfar.
Fokus í marknaðarføringini
er tí broytt til at vera meira
málrættað
mótvegis
ein
støk um økjum heldur enn
før oyska
landgrunninum
sum so.
– Hvat kom burturúr?
– Tað er ofta ilt at siga
ítøkiliga, hvat kemur burtur
úr. Tí at tað er ikki frá degi
til dags, at feløg avgera at
fara inn í nýggj lond at leita
eftir olju. Vit fingu tó gott
samband við ávís oljufeløg.
Hvørt tað endar við onkrari
umsókn um eitthvørt opið
øki, ella at viðkomandi feløg
keypa seg inn í verandi loyvi,
er torført at meta um.
Heri Ziska sigur, at tey
fingu nógvar fyrispurningar
um atgongd til dátur á før
oyska landgrunninum, bæði
frá uni versi tet um og frá
fe løgum, sum arbeiða í øki
num (seismikkfeløg, konsu
lent feløg o.o.). Uppfylgjandi
fyrispurningar eru longu
komnir á Jarðfeingi eftir
framsýningina
í
London.
Fyrimunurin við hesum er,
at fleiri arbeiða við føroyska
økinum.
Eisini vóru fleiri seis mikk
feløg framvið og spurdu um,
hvussu tey skulu fyrihalda
seg, um tey skulu savna seis
miskar dátur inni á føroyska
landgrunninum.
Kappingin sera hørð
– Hvønn týdning hevur slík
marknaðarføring
av
før
oyska landgrunninum fyri
framtíðar leiting?
– Tað er týdningarmikið
at vera úti um seg og alla
tíðina breiða út vitan og á
tann hátt skapa áhuga fyri
oljuleiting á føroyskum øki,
tí at kappingin er sera hørð
millum ymisk øki kring um í
heiminum.
– Hevur lógarbroytingin
við at kunna lata loyvi uttan
útbjóðing – sokallaða Open
door skipanin ítøkiligan
týdn ing fyri leitingina við
Føroyar?
– Tað hevur hon. Hon
er enn eitt nýtt amboð vit
kunna nýta í okkara roynd
um at menna leiting á land
grunninum.
Nógv feløg vitjaðu
Stórur áhugi var fyri at
vitja føroyska básin. Heri
Ziska sigur, at tað vóru 15
oljufeløg, 9 seismikkfeløg
og 7 universitet, sum komu
framvið. Okkurt oljufelag
hevði avgjørt, at tey ikki
høvdu áhuga í Føroyum, og
onkur eru frammanundan
í Føroyum. Áhugin hjá hin
um var ymiskur. Okkurt fe
lag hevði sett arbeiðsbólk
at kanna føroyska økið,
meðan onnur vóru meir úti
fyri at forhoyra seg, hvørjir
møguleikar eru.
– Geva hesar vitjanir
ábend ingar um, at oljufeløg
og onnur feløg eru hugað
fyri at brúka pengar at gera
kanningar og eisini bora á
Oljufeløg vak
fyri hetlands
Vøkstur Oljuleiting í Hetlandsrennuni sum heild og harvið eisini á føroyska landgrunninum
hevur verið í støðugum vøkstri seinastu 5-7 árini, og tað eru ábendingar um, at hesin vøkstur
fer at standa við komandi árini sigur Heri Ziska á Jarðfeingi eftir ráðstevnu í London.
Føroyski básurin á oljumessuni í London.