mikudagur 8. desember 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
Sosialurin
sandi áhuga
rennuni
okkara landgrunni í fram
tíðini?
– Oljufeløg hava seinastu
árini víst Hetlandsrennuni
ein støðugt vaksandi áhuga,
og sást hetta aftur millum
tey, sum vitjaðu básin. Nakrir
av fyrispurningunum vóru
eisini sera ítøkiligir, meðan
aðrir vóru meira leitandi.
Menna oljuleitingina
– Hvar heldur tú sjálvur vit
skulu leggja størstan dentin
á í okkara marknaðarføring
av leiting á landgrunninum
nú eftir framsýningina í
London?
– Hetta er ein sera breiður
spurningur, men eitt stutt
svar er, at Jarðfeingi kemur
framhaldandi
at
menna
olju leiting á føroyska land
grunninum við m.a. at menna
nýggjar leitimyndlar, fáa í lag
gransking, ið kann stimbra
undir leiting, seta fokus á øki,
ið ikki eru í fokus osf.
Uppá fyrispurning hvussu
hann sjálvur heldur fram tíð
ina vera fyri leiting á land
grunn inum sigur Heri Ziska,
at olju leiting í Het lands renn
uni sum heild og harvið eisini
á føroyska landgrunninum
hevur verið í støðugum
vøkstri seinastu 57 árini, og
tað eru ábendingar um, at
hesin vøkstur fer at standa
við komandi árini.
– Á Jarðfeingi hava vit alla
tíðina arbeitt fram móti at fáa
meir og betri leiting, og kemur
tað ikki at broytast. Vit royna
tó alla tíðina at eftirmeta,
hvussu vit royna at røkka
málinum, og eitt ítøki ligt úrslit
av hesum er tað, at vit nú
hava verið og marknaðarført
einstøk leitimið. Nær vit aftur
justera ella broyta mátan,
vit arbeiða uppá, veldst um
úrslit av framhaldandi eftir
metingum.
jan@sosialurin.fo
Í døgunum frá 23. til 26. november vórðu før
oy ingar á altjóða framsýning og ráðstevnu í
Londum við tí heldur óvanliga endamálinum: at
“selja” ella marknaðarføra føroyska landgrunnin
til oljuleiting. Talan var um Petex olju messuna,
har umboð fyri myndugleikar, oljufeløg, undir
vísingarstovnar, seismikkfeløg oo. hittast fyri
at marknaðarføra øki til oljuleiting ymsa staðni
kring heimin.
Jarðfeingi umboðaði Føroyar við egnum bási
og var luttøkan væleydnað. Føroyski básurin
var væl vitjaður av umboðum fyri oljufeløg,
ymsum veitarum av tænastum/data og hægri
útbúgvingarstovnum. Eisini nýttu føroysku
umboðini møguleikan at tosa við umboð fyri
onnur lond, sum marknaðarførdu síni øki, eitt
nú Nova Scotia, Vestur Australia, Grønland,
Írland oo.
Føroyar høvdu við sær eina spildurnýggja
vøru at markn aðarføra, nevniliga “Open door”
útbjóðingina, sum er nýggjur og lættari/skjótari
møguleiki fyri at fáa leiti loyvi á landgrunninum.
Eitt oljufelag kann fáa loyvi at leita í einum
ávísum øki, uttan at hetta skal vera partur av
eini stórari útbjóðing. Hetta er rættiliga vanligt
í øðrum londum.
Umframt at lond marknaðarføra seg sum
nýggjar oljuprovinsir, so fevnir stórur partur av
Petex um ymsar veitarar, sum selja tænastur, ið
eru relevantar í leititíðarskeiðnum, tvs seismikk,
aðra data innsavnan, analysu av data og/ella
prøvum osf. Harafturat er eitt øki á ráðstevnuni,
har oljufeløg leita eftir nýggjum starvsfólkum.
At Petex fevnir so breitt ger, at ein stovnur
sum Jarðfeingi hevur møguleika at fáa nógv
burturúr.
Heri Ziska, serfrøðingur
hjá Jarðfeingi heldur tað
fer at loysa seg at halda
fram við at marknaðarføra
føroyska landgrunnin
Marknaðarførdu undirgrund í London
Teigarnir í ymsu litunum eru loyvini latin eru oljufeløgum
í vanligu útbjóðingunum. Økini, sum eru millum markið og
stiplaðu linjuna, eru fevnd av nýggja "open door" skipanini,
har oljufeløg kunnu søkja og fáa loyvi tillutað - eitt ávíst
øki - uttan at tað fyrst skal vera ein útbjóðingarrunda
Kort Jarðfeingi