Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 22 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen B36 gleddi seg til samstarvið. Liðið hevði skotið ov fá mál, og tað var ein roynd at loysa trupul­ leikan. – Vit hava leingi hugt eftir einum áleypara, og tá hesin møguleikin vísti seg, ivaðust vit ikki at royna hann, segði Kristjan á Neystabø, sum var formaður í B36. Tað eydnaðist hinvegin ikki ser­ liga væl. Søbstad spældi sjey lands kapp­ ingardystir fyri B36. Framherjin skeyt einki mál. Hansara avrik høvdu við sær, at høvuðsstaðarfelagið vildi ikki skriva nýggjan sáttmála við hann. – Uppgávan hjá einum framherja er fremst av øllum at skjóta mál, og tað gjørdi eg ikki í B36. Tí skilji eg væl, at eg ikki slapp at halda fram, sigur Stig­Roar Søbstad. B68 kunngjørdi í síðstu viku, at norski framherjin spælir á Toftum í 2011. Fleiri orsøkir Stig­Roar Søbstad kom til Føroya á sumri í 2009. AB, sum hevði vunnið sær pláss í miðbólkinum á stigatalvuni, skriv­ aði á sínari heimasíðu, at liðið hevði fingið nýtt krút úr Noregi. Søbstad, sum hevur eina fortíð í Molde, skeyt nógv mál fyri Korsvoll í næstbestu deildini í Noregi. 11 mál í 27 dystum fyri argjamenn vóru eisini nøktandi hagtøl, tá hann skifti til B36 í summar. 28 ára gamli framherjin sigur, at hann var nógv darvaður av skaðum og sjúku í B36. Tað gjørdi sítt til, at hann ikki spældi við fullari megi. – B36 er eitt spennandi felag, og liðið var gott. Vit fingu hinvegin ov lítið burturúr. Ein stórur trupulleiki var, at vit ikki skutu mál, og tað var ein skylda, sum eg ikki greiddi, sigur Søbstad. Hann og B36 vóru í samráðingum, men komu skjótt fram til, at teir góvust við samstarvinum. Prógva sítt virði Stig­Roar Søbstad fer at spæla við B68 næsta kappingarár. Hann stórtrívist í Føroyum, og nú vil hann fegin prógva, at hann kann skjóta mál, hóast miseydnaða skiftið til B36. – Eg eri framherji, og eg ætli mær at skjóta mál á Toftum. Vónandi eigi eg ein leiklut í, at vit fara at standa okkum væl, sigur Stig­Roar Søbstad, sum vil prógva sítt virði av nýggjum. uni@sosialurin.fo Navn: Stig-Roar Søbstad Føðingardagur: 12. mars, 1982 Felag: B68 Pláss: Framherji Mál/dystir: 36 dystir í Vodafonedeildini og 11 mál. Uni Holm Johannesen FCK vann í gjárkvøldið 3­1 á Panathinaikos. FC Keypmannahavn hevur í heyst framt størsta bragd hjá dønum í Champions League nakr antíð. Donsk lið hava nakrar ferðir spælt seg til bólka spælið í sterku europeisku kapp ingin, men ongantíð áður hev ur eitt danskt felag spælt seg víð ari frá bólkaspælinum. FCK var í bólki saman við Barcelona, Rubin Karzan og Panathinaikos, og tað gekk so væl, at FCK endaði sum numm ar 2 í bólkinum – fýra stig frammanfyri Rubin Kazan, ið var nummar 3 – og harvið er FCK víð ari í kappingini. Seinasta umfar í bólka spæl­ inum var í kvøld, og FCK vann 3­1 á Panathinaikos. Málini skutu Martin Vingaard, Jesper Grøn kjær, og eitt var sjálvmál. Barcelona vann 2­0 á Rubin Karzan. FCK skal harvið spæla 1/16 finalu í februar og mars. FCK víðari í Champions League Fótbóltur Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt danskt felag spælt seg víðari frá bólkaspælinum í Champions League fótbóltskappingini Søbstad vil prógva sítt virði Fótbóltur – Uppgávan hjá einum framherja er fremst av øllum at skjóta mál, og tað gjørdi eg ikki í B36. Tí skilji eg væl, at eg ikki slapp at halda fram, sigur Stig-Roar Søbstad, sum nú vil prógva sítt virði Normaðurin livdi ikki upp til vónirnar í B36, men vil nú prógva sítt virði á Toftum Mynd: Álvur Haraldsen Føroyski landsliðsmálverjin og liðfelagarnir í Tranmere Rovers spældi ikki fyri triðju ferð upp í slag vegna kava Savnsmynd Uni Holm Johannesen Í gjár var útisetti dysturin móti Huddersfield aftur útsettur. Tað var hálvfinalan í Johnstone's Paint Trophy­ kapp ingini, sum ætlandi skuldi av greiðast. Dysturin skal spæl­ ast 14. desember, sambært skránni. Í vikuskiftinum fóru Gunnar og liðfelagarnir til Exeter, men tann dysturin varð eisini útsettur. Aftur avlýst hjá Gunnari Fótbóltur Triðju ferð upp í slag var dysturin útsettur hjá Tranmere Rovers