mikudagur 8. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169
22
Sosialurin
Jólablaðið
Eitt árshald av Vencli er sjálvsagda
jólagávan til hin bókmentaða. Rit
stjórarnir Arnbjørn Ó. Dalsgarð
og Oddfríður M. Rasmussen hava
sett sær fyri at bøta um korini hjá
skaldskapi á føroyskum við at geva
út tíðarritið tvær ferðir árliga. Í
tíðarritinum er einans skaldskapur
á føroyskum.
Vit meta og vóna, at eitt slíkt
tíðarrit kann styðja uppundir lesi
førleikan og lesihugin hjá før oy
ingum at lesa skaldskap á móður
málinum, samstundis sum tað
eggj ar rithøvundum og týðarum at
skriva meir og betur.
Vit seta okkum hesi mál fyri
tíðarritið:
at verða miðil fyri skaldskap á
føroyskum máli
at skapa eitt umhvørvi í Føroyum
fyri skaldskap
at bjóða dygdargóðan skaldskap,
sum fevnir um allar styttri
skaldskapargreinir
at bjóða altjóða skaldskap á
føroyskum máli
Undir einum lítlum træi,
liggur... ein bókapakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin
viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum.
Hann var trúboðari í Congo
190103, ið tá varð stýrt sum eitt
blóðugt einaræði av belgiska
konginum Lepold II. Byrjanin
til endan á valdinum hjá Leo
pold varð ein kanningarferð
eftir Congoánni hjá bretska
konslinum Roger Casement, har
Dollin var skipari.
Komin heim til Bretlands á
heysti 1903 fór Dollin undir eina
fundarrøð um støðuna í Congo.
Henda fundarrøð var byrjanin til
ein fólkarørslu bæði í Bretland,
sum var beinleiðis orsøkin til,
at Leopold mátti lata Congo frá
sær í 1908 til belgiska statin.
Hetta er ein partur av heims
søguni, har ein føroyingur hev
ur havt ein lyklaleiklut. Hetta
verður prógvað millum annað við
skjølum út bretskum søvnum. Tí
er hetta ein sera forkunnug søga,
sum nú er komin út í bók.
Dollin
Óli Jacobsen hevur
skrivað bókina
Dollin, sum er
um havnarmannin
Daniel Jacob
Danielsen, vanliga
nevndur Dollin.
Og til tey ungu...
Darlah
172 tímar á mánanum
Virðislønt science-fiction
ræðusøga á føroyskum.
Ringt at finna gávu til tey ungu?
Ikki meira, tí í ár gevur Bókadeildin
eina ordiliga ungdómsskaldsøgu
út.
Vit kenna Johan Harstad frá
bókini um Buzz Aldrin. Darlah, 172
tímar á mánanum er fyrsta ung
dómsbók, ið Johan Harstad hevur
skrivað. Hon kom út í Noregi í 2008
og fekk Brageprisen sama ár og er
seld til átta lond.
Darlah er ein sciencefiction
ræðusøga, sum tú hevur ilt við at
sleppa úr hondunum, tá ið tú fyrst
er byrjað/ur at lesa.
Hon er í stuttum um trý ung úr
trimum londum, sum hava vunnið
eitt lutakast at sleppa upp á
mánan saman við royndum
astro nautum.
Komin
upp
á
mánan
byrja nógvar óhugnaligar hend
ingar, slíkt sum als ikki átti at
hent á mánanum, tá hugs að
verður um, at ongin býr har..
Johan Harstad megnar at
skriva eina ótrúliga fangandi
søgu, sum fær hárini at reis
ast líka til síðstu síðu.
Vencil
Gávan til tey bókmentaðu