Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. desember 2010 · Nr. 169 24 Sosialurin 3. og seinasti partur Ferðamaðurin fylgdi alla tíðina arbeiðinum úr neðra, hálsurin stívnaði av hesum, og hann fekk ilt í eyguni av teirri sólflykrandi luftini. Soldáturin og tann dømdi ansaðu einans hvørjum øðrum. Soldáturin fekk fatur á buksunum og skjúrtuni hjá tí dømda, sum lógu í grøvini, upp við oddinum á bajonettini. Skjúrtan var ógvuliga skitin, og tann dømdi vaskaði hana í baljuni. Tá hann fór í skjurtuna og buksurnar, máttu tann dømdi og soldáturin flenna hart, tí klæðini vóru jú skorin upp aftanífrá. Kanska helt tann dømdi, at hann hevði til skyldu at undirhalda soldátinum, hann vendi sær í kring í sínum sundurskornu klæðum framman fyri soldátinum, sum húkandi flenti og sló seg á knøini. Hóast hetta høvdu teir enn tamarhald á sær sjálvum, tí harrarnir vóru hjástaddir. Tá offiserurin at enda var liðugur í erva, hugdi hann enn eina ferð smílandi eftir øllum í smálutum, klamsaði so lokið til teknaran, sum hevði staðið opið, aftur, kleiv niður, hugdi í grøvina, síðani at tí dømda, staðfesti væl nøgdur, at hann hevði tikið síni klæði upp og fór síðani yvir til baljuna fyri at vaska sær hendurnar, varnaðist ov seint tann ótespiliga skittin, harmaðist um, at hann ikki kundi vaska hendurnar, koyrdi tær st enda í sandin – hann var ikki nøgdur við hesa loysn, men har var ikki annað at gera, – reisti seg so og byrjaði at knappa búnan upp. Soleiðis fekk hann fyrst fatur á teimum báðum damulummaturrikløðunum, hann hevði kroyst niður í kragan. ”Her hevur tú tíni lummaturrikløð,” segði hann og kastaði tey til tann dømda. Og til ferðamannin segði hann: ”Gávur frá damunum.” Hóast hann skundaði sær fyrst at lata seg úr búnajakkanum og síðani heilt naknan, handfór hann øll klæðini sera virðiliga, harumframt kíndi hann við fingrunum silkisnórarnar á búnanum og rysti ein kveist upp á pláss. Gaman í, tað samsvaraði ikki við hansara nærlagni, at hann, so hvørt liðugur við at leggja eitt plagg saman, óður tveitti tað í grøvina. Tað seinasta, hann hevði efir, var hansara stutta korða við lívreim. Hann tók korðuna úr slíðranum, breyt hana, tók so alt, korðulutirnar, slíðran og reim, og tveitti alt burtur við slíkari megi, at tað hoyrdist úr grøvini. So stóð hann har nakin. Ferðamaðurin beit seg í vørruna og segði einki. Gaman í, hann visti, hvat fór at henda, men hevði ongan rætt til at forða offiserinum í nøkrum sum helst. Mundi tann rættarskipan, sum offiserurin føldi seg bundnan av, vera so nær við at fara úr gildi – kanska vegna ferðamansins uppíblandan, sum hann kendi seg noyddan at gera – so gjørdi offiserurin púra beint; ferðamaðurin hevði heldur ikki gjørt øðrvísi, var hann í hansara skóm. Soldáturin og tann dømdi skiltu fyrst einki, teir hugdu í fyrstani als ikki at. Tann dømdi var sera glaður fyri, at hann hevði fingið lummaturrukløðini aftur, men hann skuldi ikki glaða seg ov leingi, tí soldáturin skræddi tey óvæntað frá honum. Tann dømdi royndi síðani at taka turrukløðini aftur undan reimini hjá soldátinum, har hann hevði goymt tey, men soldáturin ansaði væl eftir. Soleiðis bardust teir hálvt í spølni. Ikki fyrr enn offiserurin var púra nakin, varnaðust teir tað. Serliga tann dømdi tóktist at gruna eina stóra broyting av onkrum slag. Tað, sum honum hevði verið fyri, hendi nú offiserinum. Kanska fór tað at halda fram við hesum til tann beiska endan. Helst hevði tann fremmandi ferðamaðurin givið boð um hetta. Tað var sostatt hevnd. Uttan sjálvur at hava liðið sín straff til enda, varð hann tó hevndur til tann beiska endan. Eitt breitt, ljóðleyst grin kom nú fram í hansara andliti og hvarv ikki aftur. Offiserurin hugdi nú aftur at maskinuni. Um tað ikki longu var greitt, at hann kendi maskinuna væl, so kundi tað næstan gjørt ein í ørviti, sum hann handfór hana, og hvussu hon aktaði. Hann hevði ikki meira enn nortið harvuna, so fór hon upp og niður fleiri ferðir, áðrenn hon fann røttu leguna at taka ímóti honum; hann tók bara um kantin á seingini, og hon fór so beinan vegin at rista; filtstubbin kom hansara munni á møti, tað var týðuligt, at offiserurin veruliga als ikki vildi hava hann, men hansara ivi vardi bert eina løtu, so gavst hann og tók ímóti stubbanum. Alt var greitt, einans reimarnar hingu niður eftir maskinuni, men eftir øllum at døma vóru tær ikki neyðugar, tað var ikki neyðugt at spenna offiserin fastan. Tá sá tann dømdi tær leysu reimarnar; eftir hansara áskoðan var avrættingin ikki fullkomin, um reimarnar ikki vóru spentar fastar; hann gav prei til soldátin, og teir lupu yvir fyri at spenna offiserin fastan. Hann hevði longu tikið stig til við øðrum fótinum at trýsta á kastið, sum skuldi seta teknaran í gongd; tá sá hann, at teir báðir vóru komnir; hann flutti tí fótin aftur og lat seg spenna fastan. Nú kundi hann gaman í ikki røkka kastið; hvørki soldáturin ella tann dømdi fóru at síggja tað, og ferðamaðurin hevði gjørt av ikki at røra seg. Tað var ikki neyðugt; reimarnar vóru ikki meira enn spentar, so byrjaði maskinan at arbeiða; seingin skalv, nálurnar dansaðu á húðini, harvan sveimaði upp og niður. Ferðamaðurin hevði longu hugt eina løtu eftir hesum, áðrenn hann kom í tankar um, at eitt hjól í teknaranum átti at hvinið; men alt var kvirt, einki ljóð hoyrdist. Meðan hetta arbeiðið fór ótarnað fram, hugsaði eingin um maskinuna. Ferðamaðurin hugdi yvir á soldátin og tann dømda. Tann dømdi var kátastur, alt við maskinuni hevði hansara áhuga, so bendi hann seg, so toygdi hann seg, alla tíðina peikaði hann fyri at vísa soldátinum okkurt. Ferðamaðurin var illa við. Hann hevði gjørt av at verða her, til tað var liðugt. Men sjónina av teimum báðum megnaði hann ikki leingi. ”Farið heim,” segði hann. Soldáturin hevði kanska einki havt ímóti tí, men tann dømdi skilti hetta mest sum eina revsing. Hann bað bønliga við samanløgdum hondum um at vera verðandi, og tá ferðamaðurin noktaði og risti á høvdinum, fór hann niður á knøini. Ferðamaðurin dugdi at síggja, at her hjálpti eingi boð, og ætlaði sær at reka teir burtur. Tá hoyrdi hann larm uppi í teknaranum. Hann hugdi upp. Mundi tað hóast alt vera hatta tannhjólið, ið órógvaði? Men tað var okkurt annað. Lokið á teknaranum fór spakuliga upp, og so fór tað upp alt í einum. Tenninar á einum hjóli komu til sjóndar og fóru upp, so alt hjólið kom til sjóndar, tað var, eins og ein ella onnur sterk kraft trýsti teknaran saman, so at tað gjørdist ov trongt til hetta hjólið; hjólið sneiddi sær út á kantin á teknaranum og datt niður, trillaði eitt sindur í sandinum og varð so liggjandi. Men eitt annað kom til sjóndar har uppi, mong komu aftrat, stór, smá og nøkur, mestsum meinlík, við teimum øllum hendi tað sama. So hvørt sum teknarin tóktist vera tómur, so komu nýggj hjól til sjóndar, fóru upp, duttu niður, trillaðu í sandinum og vórðu liggjandi. Hesin tilburður fekk tann dømda heilt at gloyma boðini frá ferðamanninum, tannhjólini gjørdi hann garvillan, hann vildi allatíðina taka eitt teirra og bað soldátin hjálpa sær, men tók varliga hondina aftur, tí eitt annað hjól kom, sum í tí løtu, tað kom trillandi, gjørdi hann bangnan. Hinvegin var ferðamaðurin reiðiliga fjálturstungin; maskinan var eftir øllum at døma farin í skeljasor; hennara trygga gongd var bert ein heilaspuni; hann hevði kenslu av, at hann nú noyddist at syrgja fyri offiserinum, tí hesin ikki longur var førur fyri at taka sær av sær sjálvum. Men meðan hann hevði givið sær far um tilburðin við tannhjólunum, hevði hann gloymt at hyggja eftir restini av maskinuni, tá hann, nú øll tannhjólini vóru farin úr teknaranum, bendi seg yvir harvuna, sá nakað enn meira óvæntað. Harvan skrivaði Franz Kafka 1883 - 1924 Fangakoloniin Tveir (næstan) javnaldrar, jødarnir Stefan Zweig og Franz Kafka, høvdu báðir fobi, ræðslu fyri nationalismu við heima gjørdum ráðharrastovum við máttmiklum ser frøðingum. Lesið bara ”Verden af i går” (Die Welt von Gestern, SZ) og ”Processen”(Der Prozess, FK). ”Allur villskapur hevur herjað mítt lív: Borgarakríggj og hungursneyð, inflatión og terror, umfarssjúkur og emigratión. Eg havi sæð hópideologiir vaksa fram og breiða seg: Fascisma, nationalsocialisma, bolsjevisma og fram um alt erkapestin nationalisma,” skrivar Zweig. Vit skilja ímillum tjóðskaparrørslu íblást við líggjum, mergjandi kenslum. Hvat kann røra hjartastreingir? Spurdi Fríðrik Petersen. Og syngja vit. Og so ta harðrendu, óvíkiligu, kensluavskeplaðu natio­ nal ismu, sum kann forkoma landi og fólki. Nationalisma tók lívið av Zweig; hann flýggjaði undan henni. Úr Eysturríki til Onglands til Amerika til Brasilia. Har beindi hann fyri sær sjálvum í 1942. Kafka slapp undan tí endaliga villskapinum. Hann doyði av tuberklum í 1924. Báðir eru teir klassikarar á ovastu rók. Í 1933 vórðu teirra bøkur og nógvar aðrar rændar á bókasøvnunum í Berlin og har brendar á báli av nationalistiskum studentum. Franz Kafka, føddur í Tjekkia, skrivaði á týskum. Sína juridisku útbúgving fekk hann á tí týska universitetinum í Prag. Í 1919 skrivaði hann eitt bræv til pápa sín, sum tó ongantíð fekk brævið. Í 1952 kom tað alment út á týskum ”Brief an der Vater” og í 1985 á donskum ”Kære far, forstå mig ret –.” Í brævinum greiðir hann frá, hvussu hansara lív varð ein røð av miseydnaðum rýmingum undan lemjandi faðirmyndugleika og faðirsins vanvirðing fyri virkseminum hjá sær (soninum). Tað nógva av tí, Kafka skrivaði, kom ikki alment fram fyrr enn eftir hansara deyða. Kafka gjørdist klassikari. Her er roynt at umseta úr donskum eina av hansara mongu stuttsøgum, ”In der Strafkolonie.” Um hesa stutt­ søgu verður sagt, at ”ein ferðamaður er hjástaddur við eina bar bariska avrætting í einari maskinu, sum við nálum skrivar dómin inn í kroppin á tí dømda. Tilburðargongdin skal skiljast sum kritikkur av tí modernaðu civilisatiónini og sum eitt psykologiskt maktspæl millum ferðamannin og offiserin og sum eitt religiøst ritual.” Søgan varð skrivað í 1919 – sama árið, brævið til pápan varð skrivað – men henn ara visiónir røkka so ruddiliga inn í okkara tíð – og komandi. Heri Mohr Franz Kafka 1883 - 1924 Heri Mohr týddi og Herman Mohr Hermansen rættlas.