Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 34 - 19. februar 2002 Nr. 34 - 19. februar 2002 3 Stríðsmaðurin og grannin Karl Johansen farin Tíðliga fríggjamorgunin hyggi eg út gjøgnum vind- eyga út á Nólsoyarfjørð, sum er fastur táttur á morgni. Í grannalagnum, niðri í Vørðsluni, síggi eg, at flaggstongin hjá Karl ber Merkið á hálvari stong. Hvørjum mundi hann flagga fyri? Sera dátt komu boðini løtu seinri um, at Karl sjálvur var farin. Vit báðir tosaðust við dagin fyri, men sum orðatakið sigur, ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Karl Johansen var fødd- ur í Havn tann 3. januar 1935, hann gjørdist sostatt 67 ára gamal. Vit eru grannar og hava verið tað, síðan eg sum smádrongur flutti til Havn- ar. Sjálvt um Karl var nak- að eldri enn eg, so hevur tað ongantíð skilt okkum báðar. Karl var ein góður forsprákari og dugdi so sera væl at skipa fyri, tá ið nakað skuldi gerast í grannalagnum. Abbatrøð, Vørðslan og Glaðsheyggur hevur verið samlingsstað hjá okkum, sum eru upp- vaksin her. Hvør minnist ikki Vørðsluna, sum tá var okkara fótbóltsvøllur og miðdepil hjá viðhaldsfólki hjá B36, og vit høvdu vøll- in hjá Traber, har eisini krokk varð spælt, og so høvdu vit Frúutrøð, tann grøna blettin, áðrenn nak- að varð bygt har. Har var besta skreiðiplássið á vetri. Á Glaðsheyggi, har gamla “sand- og kola- sølan” var fyrr, høvdu vit í ártíggju eitt tað størsta bál- ið, sum var í Havnini á nýggjárinum, og tað var millum annað Karl, sum skipaði fyri hesum. Vit dreingir frøddust um til- tøkini og samanhaldið, sum var á Abbatrøð. Tíðin gekk, vit komu til mans og hava framvegis bústað í grannalagnum. Børnini hjá okkum eru komin nógv saman upp gjøgnum tíðina, og hjá báðum okkara hava børn sett búgv aftur í grannalag- num. Í mínum arbeiði sum bý- ráðslimur og landspolitik- ari kom eg at hava nógvar og positivar løtur saman við Karl. Hann var ein vit- igur og góður maður at spyrja til ráðs, tað veri seg innan sáttmálar og lógar- smíð, alt sum hevði nakað við dagligdagin hjá okkum øllum at gera. - Karl sat sum varalimur í fleiri val- skeiðum í Tórshavnar Bý- ráð, og tað varð altíð lurtað væl eftir, tað hann tosaði. Hann var sum sagt sera væl inni í øllum viðurskift- um. Nógv kundi verið tikið fram um Karl hjá Talis. Karl var ein góður og trú- fastur maður, hann legði alla sína orku í felagsarb- eiðið hjá Havnar Arbeiðs- mannafelag. Hann vildi, at korini hjá hansara limum skuldi vera góð, og sat hann sum formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag í 25 ár. Hann er nokk tann formaður, sum hevur myndað formanspostin á ein serligan hátt. Ikki hava verið nógvir arbeiðissteðg- ir í hansara tíð. Hann hevur næstan altíð kunnað sam- ráðst seg til nýggjar sátt- málar. Og tað krevur hegni og sín mann. Í samrøðu í Útvarpinum herfyri hoyrdu vit eisini, hvussu væl Karl dugdi at siga frá sínum uppvøkstri og sínum lívi. Bæði sum útróðrarmaður, sjómaður, arbeiðsmaður og fak- felagsformaður. Hann hev- ði m. a. siglt við trolara í Íslandi og Grønlandi. Veit eisini at Karl sigldi við Affa, verfaðir. Karl dugdi so sera væl at siga frá søgum og hend- ingum. Kongabrúgvin var jú staðið, har alt hendi fyrr í tíðini. Undir neystunum varð tosað um útróður, sigling ella hendingar á keiini. Karl arbeiddi hjá Bals- lev, sum helt til á havna- økinum, áðrenn farið var niðan til Hoyvíkar. Hann hevur í heili 38 ár koyrt og borið mangan farmin til umbygging og nýbygging av húsum runt alt landið. Ikki vardi tað meg, at Karl, sum tann 16. desem- ber í fjør hátíðarhelt 25-ára dagin sum formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag, skuldi fara so skjótt frá okkum. Hann boðaði tá frá, at nú skuldi hann hava meira tíð saman við sínum kæru. Næstan hvønn dag um middagsleitið, tá farið var til døgurða, sóust vit á Hoyvíksvegnum. Góvu okkum tíð til eitt lítið prát ella vinkaðu til heilsan, tá ið vit møttust. Nú verður onkið prátið okkara mill- um meira, Karl hevur heilsað og sagt farvæl fyri seinastu ferð. Saknurin verður stórur hjá okkum, sum kendu Karl. Góði Karl takk fyri góð minnir. Jesus veri við tær. Í djúpari samkenslu við tær Thea, børnum og ver- børnum, abbabørnum og næstringum fara eg at lýsa frið yvir minnið um vin- mannin, grannan og stríðs- mannin Karl Johansen. Heðin Mortensen við familju Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust Jógvan Hansen ta tíðina hann lá lágt og fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað her, og øllum tykkum, sum mintust okkum, sum eftir sita í hesu tíð, takka vit so hjartaliga Harrin lønir tykkum familjunnar vegna Halldóra Jona Joensen, fødd Tómasson andaðist leygardagin 16. februar, 74 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Betesda í dag kl. 13.00. familjunnar vegna Malvinus Tey, ið vilja minnast Jonu, kunnu lata Zarepta eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Tað verður eingin matarsteðgur á Fiska- virking á Toftum fyri- bils. Døgurðatímin verður óbroyttur, og fólk noyðast framveg- is at arbeiða til klokk- an 17 í staðin fyri til klokkan 16.10, sum skotið varð upp. Ein meiriluti av arbeiðs- fólkinum valdi hesa loysn, men feløgini siga nei. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Eftir øllum at døma verður døgurðatímin hjá arbeiðsfólkinum á Fiskavirking á Toftum ikki broyttur til matarsteðg fyribils. Hetta er greitt eftir fund, sum hevur verið í Arbeiðsmannafelagnum á Toftum. Enn hevur leiðslan á virkinum á Toftum ikki fingið skrivliga svarið uppá brævið, ið sent var lokala felagnum og meginfelag- num, FA. Men arbeiðsfólk og álitisfólk, sum vóru við á fundinum, siga, at felagið vil ikki góðtaka, at arbeitt verður til kl. 16.10, so kaffisteðgirnir hjá arbeiðs- fólkinum fyri og eftir døgurða kunnu verða 15 minuttir í staðin fyri 10, sum leiðslan metir er óreal- istiskt. “Bólturin” nú hjá feløgunum Birgir Nónsgjógv, virkis- leiðari, sigur, at leiðslan saman við álitisfólkunum hevur gjørt sítt uppskot, sum ein meiriluti av arb- eiðsfólkinum hevur góð- tikið, men nú felagið ikki vil ganga sínum egnu lim- um á møti, liggur “bóltur- in” hjá teimum. – Vit mugu bara ásanna, at felagið góðtekur ikki at ganga sínum egnum limum á møti, og tískil verður døgurðatímin ikki broyttur til matarsteðg, so fólkið sleppur ein lítlan tíma fyrr til hús — ikki fyribils í hvussu er. Birgir heldur tað vera spell, at eitt so lítið mál verður gjørt til eitt prin- sippmál hjá feløgunum, tí her er tað arbeiðsfólkið, sum velir sín egna “innræt- ning” á arbeiðsplássinum. – Eg haldi tað vera stórt spell, at feløgini í slíkum føri skulu síggja arbeiðs- gevaran sum sín “fígginda” og ikki við-part. Haldi, at feløgini í størri mun skuldu hugt inn í seg sjálvi. Mær vitandi vil eingin føroyskur arbeiðsgevari “útnytta” arbeiðsfólkið, soleiðis sum feløgini tykjast bera ótta fyri, tí tey halda seg missa okkurt. Ikki nøkur óhøvisk loysn Spurdur, um tað kann hugs- ast, at okkurt annað upp- skot um at broyta døgurða- tíman til matarsteðg kemur á borðið í næstum, sigur virkisleiðarin, at tað væntar hann ikki. – Hetta var eitt uppskot, sum leiðsla og álitisfólk gjørdu í felag, og sum ein meirilutu av arbeiðsfólki- num samtykti. Hetta var ikki nøkur óhøvisk loysn. So, nú haldi eg, at limirnir noyðast at hyggja uppá sítt egna felag, sigur Birgir Nónsgjógv og vísir á, at fyribils verður eingin broyting í døgurðatíma- num. Uppskotið hjá leiðsluni og álitisfólkunum var at hava ein matarsteðg millum kl. 12 og 13 uppá 20 minut- tir, 15 minuttir kaffisteðg fyri døgurða og 15 minuttir eftir døgurða. Men fyri at gera hesa loysn møguliga, er neyðugt hjá arbeiðsfólki- num at arbeiða til kl. 16.10, so tey ikki missa inntøku. Tíðin eftir kl. 16.10 hevði so verið yvirtíð. Men hetta verður nú av ongum. Døgurðatímin á Fiskavirking á Toftum: Arbeiðsfólkið vil – ikki feløgini Birgir Nónsgjógv, virkisleið- ari á Fiskavirking á Toftum, heldur tað vera spell, at so lítil mál verða gjørd til prin- sippmál hjá feløgunum, tí her er tað arbeiðsfólkið, sum velir sín egna “innrætning” á arbeiðsplássinum LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Vegna hálu vegirnar hevur løgreglan havt fleiri ferðsluóhapp at taka sær av um vikuskiftið. Mánanátt- ina vórðu fleiri bilførarar tiknir á bóli, tá kavi brád- liga legðist. Ein bilur mundi enda inni í gomlu Køkubúðini, tá hann fór á glið. Bilurin koyrir omaneftir Jóannesar Paturssongargøtu, tá førar- in missir tamarhaldið á bil- inum, sum fyrst stoytir á eitt skelti á gongubreytini og síðani fer inn í hurðina á Køkubúðini. Fleiri onnur ferðslu- óhapp vóru eisini at siga frá um vikuskiftið. Hetta vóru brot á ta treytaleysu víki- skylduna, sum kann geva føraranum treytaða frá- døming av koyrikortinum. Leygardagin var ein sam- anstoytur við trimum inn- blandaðum bilum í Bøkj- arabrekku. Ein bilur, sum koyrir niðaneftir Bøkjara- brekku, roynir at sleppa undan samanstoyti við ein bil, ið koyrir út frá Tinghús- vegnum. Bilurin, ið koyrir niðaneftir, fer tí yvir í hina farbreytina, har ein bilur er á veg omaneftir. Hesir stoyta saman, og stórur materiellur skaði stóðst. Annars siga allar løg- reglustøðirnar kring landið frá einum sera friðarligum vikuskifti, har lítið og einki er at siga frá. Fleiri ferðsluóhapp Førarin misti tamar- haldið á hesum bil- inum, tá hann koyrdi omaneftir Jóannesar Paturssonargøtu sunnukvøldið. Bilurin mundi enda inni í Køkubúðini Mynd: Eirikur Lindenskov Ein 33 ára gamal maður við bústaði í Havn kom mána- morgunin fyri Føroya Rætt ákærdur fyri at hava keypt og selt fleiri enn 10 kilo av hassji. Maðurin er ákærdur fyri brot á revsilógina og á lógina um euforiser- andi evni RÚSEVNI Stefan í Skorini Maðurin er í fyrsta lagi ákærdur fyri at hava keypt 10 kilo av hassji frá einum seljara í Havn í tíðarskeiðn- um frá januar 2000 til 16. januar 2002 við sølu fyri eygað. Síðani skal hann hava selt hassjið og latið seljaranum, ið eisini varð tikin 16. januar og enn situr varðhaldsfongslaður, ein part av vinninginum. Í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at hava havt 482 gramm av hassji í bústaðinum, sum hann skal hava keypt frá sama seljara og hevur havt ætlanir um selja víðari. Ákærin krevur, at hald verður lagt á tey 482 grammini av hassji og tær 7.950 krónurnar, ið løg- reglan fann í bústaðinum. Harumframt krevur hann, at hald verður lagt á teir lutir, sum løgreglan fann í bústaðinum, tá hon gjørdi húsarannsókn har tann 16. januar. Hetta eru lutir sum hassjpípa, dartpílur, tendr- arar, sum hava verið nýttir at roykja við, og tvær vekt- ir. Ákærin krevur eisini, at hald verður lagt á vinningin av hassjsøluni, sum hann metir er einar 460.000 krónur. Ákærin vildi hava rætt- arfundin fyri afturlatnum hurðum, og hetta hevði verjin ongar viðmerkingar til. Dómarin metti eisini, at rættarfundurin skuldi vera fyri afturlatnum hurðum, tí kanningararbeiðið hjá løgregluni í øðrum líknandi málum ikki er liðugt enn. Ikki fekst at vita, um tann ákærdi játtaði seg sekan í hesum ákærum. Tó er greitt, at maðurin hevur játtað seg sekan í nøkrum av skuldsetingunum. POLITIKKUR Solby A. Eliasen Evnið var komandi løg- tingsval og búskapur, fiskivinna og sosialmál fekk nógva umrøðu á ársfundinum hjá Tjóð- veldisflokkinum, sum varð hildin í um viku- skiftið. Eini 100 limir og áhugaði úr øllum val- dømum høvdu sett stevnu Klaksvíkar, har Tekniski Skúli var karm- ur um framløgur, orða- skifti og veitslu. Leygarmorgunin var pallborð, har Jóan Pauli Poulsen búskaparfrøð- ingur viðgjørdi blokkin og árinið av honum upp gjøgnum 90 ini. Sjúrður Guðjónsson, fiskivinnu- frøðingur legði sínar tankar fram um fiski- vinnuna, og hvørjar møguleikar hann sá fyri vøkstri og meira dynamikki innan høv- uðsvinnu føroyinga. Og Jancy Biskopstø, leiðari á Sosialu Deild í Klaksvík lýsti støðuna innan sosial viðurskifti í Føroyum, um tað al- menna og kommunala býti og hvussu størri lógirnar innan sosialmál áttu at verði framdar í verki, soleiðis at hesar betri tæntu einstaka borgarunum. Eisini legði formaður- in í Tjóðveldisflokkin- um, Høgni Hoydal á fundinum fram eitt upp- skot til ein faktafaldara, sum luttakarnir høvdu møguleika at viðgerða og koma við nýggjum hugskotum til. Ársfundurin endaði við stórari veitslu leyg- arkvøldið, har Contry- bólkurin úr Klaksvík spældi til dans langt út á morgunin. Tjóðveldisfólk settu stevnu Narkomálið: Tann fyrsti fyri rættin Tann fyrsti maðurin í stóra narkomálinum verður førdur í Føroya Rætt. Hann er m.a. ákærdur fyri at hava keypt og selt 10 kilo av hassji Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2