Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 34 - 19. februar 2002 Nr. 34 - 19. februar 2002 5 - Vit mugu taka okkum saman og gera okkurt við umstøður- nar hjá tónleikarum í Klaksvík. Um okkurt ikki verður gjørt skjótt, so dettur tón- leikurin púra niður- fyri TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Hetta var bert ein av teim mongu við- merkingunum, sum komu fram á fundinum í Býráðs- høllini síðsta fríggjakvøld. Tað var tónleikasamtakið Grót, ið saman við øðrum, hevði tikið stig til fundin. Stovna lokalfelag í Klaksvík Ætlanin við fundinum var, at taka stig til stovnan av einum lokalum tónleikar- felag í Klaksvík. - Vit vita, at tónleikurin hevur alt ov vánaligar kar- mar í Klaksvíkini, men sum heild er hetta ikki nakað, ið býráðið kann gera nakað við. Vit í býráðnum høvdu tí verið sera fegnir, um eitt tónleikarfelag hevði verið sett á stovn skjótast gjør- ligt. Hetta felag hevði kent umstøðurnar betri, enn vit í býráðnum gera, og hevði av tí sama havt betri fortreytir til at ment um tónleikarlív- ið, byrjaði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fundin. Við á fundinum vóru eis- ini umboð fyri tónleika- samtakið Grót, eins væl og umboð fyri FUT eisini var til staðar. Uppgávan hjá teimum var at leggja klaksvíkingum lag á, soleiðis at lokalfelag- ið kundi setast á stovn skjótast gjørligt. Vánaligar umstøður Um 25 tónleikaáhugaðir klaksvíkingar høvdu leitað sær inn í býráðshøllina hetta kvøldið, og fingu teir eisini høvi til at siga sína hugsan um umstøðurnar hjá tónleikinum í Klaksvík- ini. Og støðan hjá teimum var greið: Umstøðurnar hjá tónleikinum í Klaksvík eru ikki av teim bestu. Hølini eru alt ov fá og ov vánalig, og eftir at dansistaðið Lognbrá fyri einum ári lat aftur, eru møguleikarnir fyri at framføra sín egna tónleika so at siga ikki til staðar. - Um tónleikurin skal mennast, so skal venjast, venjast og aftur venjast. Og so leingi sum eingi venjing- arhøli eru til staðar, so ber illa til at venja. Foreldrini hjá ungum tónleikarum hvørki orka ella tíma at hoyra trummur buldra í kjallarinum kvøld eftir kvøld, sum tann eini áhoyr- arin segði. Ein av teim yngri áhoyr- arnum hevði eisini sína hugsan um núverandi støð- una: - Um ein bólkur endiliga finnur eitt spælistað, har teir kunnu framføra sín egna tónleik fyri áhoyrar- um, so eru tað so nógv onnur ting, ið skulu upp á pláss, áðrenn farið kann vera undir sjálva framfør- sluna. Og sum tónleikari kann tað vera trupult eisini at finna orku til at skipa fyri øllum hesum. Tí hevði tað verið gott at havt eitt felag, sum kundi tikið sær av hesum, umframt eisini at funnið spælistøð og venj- ingarhøli. So hevði ein sum tónleikari bara tónleikin at hugsað um. Stórur áhugi Áhugin fyri at seta á stovn eitt lokalt tónleikarfelag var heilt stórur millum tey upp- møttu. Hetta felag skuldi so havt til uppgávu at ment um tón- leikarlívið við at funnið venjingarhøli, spælistøð og eisini tikið sær av øllum tí praktiska, ið hoyrir við til tónleikin. Og tá spurt var, um nakar av áhoyrarunum vildi geva eina hjálpandi hond í stovn- ingini av einum slíkum felagi, var einki at ivast í. Nærum øll reistust og skrivaðu navn sítt á ein lista, sum stigtakararnir av fundinum tóku heim við. Teir komandi dagarnar verður so hugt nærri at hesum lista, og spyrst vón- andi okkurt ítøkiligt burtur- úr. Stovningarfundur Á fundinum varð eisini av- gjørt, at ein stovningar- fundur av einum tónleikar- felagi í Klaksvík møguliga verður skipaður longu komandi vikuskiftið. Umboðini frá Grót og FUT vilja fegnir koma norður aftur til ein stovn- andi fund, og eru teir eisini sinnaðir til at geva eina hjálpandi hond ta fyrstu tíð- ina. - Vit vita, at tørvur er skipaðum viðurskiftum viðvíkjandi tónleikinum. Hetta gevur betri møguleik- ar fyri framførslum, venj- ingarhølum og ikki minst er eitt felag ótrúliga mennandi at hava. Og vit vilja fegnir hjálpa til, um tøvur er á tí, greiddi Jón Tyril, formaður í tónleikasamtakinum Grót, frá. Samstarv við Grót Fyribils er ætlanin, at kom- andi felagið skal samstarva við tónleikasamtakið Grót. Harafturat eru ætlanir eisini um at stovna eitt tón- leikafelag í Havn, og skulu hesi trý feløg eisini sam- starva við FUT, ið er Før- oya Undirhalds Tónleikara- felag. Tónleikasamtakið Grót varð stovnað í Eysturoynni í 1998, og hevur samtakið havt stór árin á tónleikalív- ið har um leiðir. - Hetta sama kundi hent í Klaksvík. Vit í Grót hava ikki orku til at taka okkum av Klaksvíkini eisini, men vit halda, at klaksvíkingar skulu hava sítt egna felag. Hetta hevði ríkað ótrúliga nógv um menturnarlívið, segði Jón Tyril, formaður í Grót, at enda. Grót á rull í Klaksvík Á fundinum vóru umboð fyri bæði Grót og FUT, eins væl og borgarstjórin sjálvur eisini var til staðar. Øll, ið høvdu hug at hjálpa til, settu navn sítt á ein lista – Støðan er undir alt lágmark og vit kunnu ikki liva við hesum. Okkurt má og skal henda nú, soleiðis at vit fáa fastan komm- unulækna. Tað er als ikki nøktandi heldur at hava skiftandi av- loysarar, sigur Gerard Lognberg, borgar- stjóri í Skopun LÆKNALOYSI Turið Kjølbro Sandoyggin liggur enn eina ferð í læknaloysi. Síðani seinasti kommunulæknin í føstum starvi fór av oynni í starv í Havn seinasta heyst, hevur oyggin við nærum 2000 íbúgvum havt ymsar avloysarar, men til tíðir ongan lækna. Soleiðis er eisini statt hesa vikuna, til fríggjadagin, tá enn ein av- loysari kemur í eina viku. – Vit eru alt annað enn nøgd og glað. Viðurskiftini eru ótolandi og sera ótrygg. Støðan er undir alt lágmark og vit kunnu ikki liva við hesum. Okkurt má og skal henda nú, soleiðis at vit fáa fastan kommunulækna. Tað er als ikki nøktandi heldur at hava skiftandi avloysarar, sigur Gerard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Lítið munar hjá komm- ununum í oynni at leggja trýst á Almanna- og heilsu- málastýrið um at fáa ein ella fleiri læknar í oynna sum skjótast. Í Almanna- og heilsumálastýrinum ar- beiða tey av øllum alvi við at útvega læknar til ósettu kommunulæknastørvini í Føroyum. – Vit vita, at viðurskiftini eru ótolandi, men tað er ómetaliga trupult at útvega kommunulæknar. Vit royna alt vit kunnu, lýsa eftir læknum alla tíðina, og seta okkum í samband við lækn- ar, men lítið nyttar, sigur Maria á Dul, starvsfólka- leiðari í Almanna- og heilsumálastýrinum. Støðan versnað Fyri nøkrum árum síðani vóru tveir kommunulæknar í Sandoynni, og teir høvdu viðtalu í fleiri bygdum í oynni. Síðani fór annar læknin og eftir tað, varð læknaviðtalan miðsavnað. – Læknaviðurskiftini eru bara versnað síðani. Frá at hava tveir læknar, til nú, vit ongan hava í heilum. Trup- ulleikin er sjálvsagt, at tá ið vit hava ein fastan lækna í oynni, møða vit hann inn at beini í arbeiði. Hann skal verða tøkur alt døgnið alla vikuna og sleppur í grund- ini ikki av oynni ella aðra staðni, tí arbeiðið er so bundið og køvandi. Til end- ans vita teir sær bara ein útveg og tað er at sleppa sær avstað. Tí meta vit, at tað er skilabetri, at aðrir læknar í landinum avloysa kommunulæknan í viku- skiftinum, sigur Gerard Lognberg. Borgarstjórin í Skopun fílist á, at tá læknaavloysari kemur í oynna, verður læknaskrivarin, sum hevur arbeitt í yrkinum í nógv ár og kennir fólk og viður- skifti, send til hús. – Hevur læknin konu, sum er eitt nú sjúkrasystir, skal hon røkja skrivara- starvið og fasti læknaskriv- in verður sendur heim. Hetta halda vit ikki er rætt og rímuligt, sigur Gerard Lognberg. Í bíðirøðina Hava fólk í Sandoynni brúk fyri lækna her og nú, mugu teir venda sær til komm- unulækna í Havn. Har koma fólk síðani í bíðirøð- ina, sum er har. – Vit kunnu ikki annað enn vísa til grannalæknarn- ar. Samferðsluviðurskiftini eru so mikið góð í dag, at fólk rímuliga skjótt kunnu fáa læknahjálp, um á stend- ur. Teistin siglir, eisini í vaktarskipan um kvøldið, næturnar og vikuskiftið, og tyrlan kann eisini nýtast. Metir læknin í Havn, at fólk hava tørv á lækna beinan- vegin, verður tyrlan brúkt, sigur Maria á Dul. Arbeiðsbólkur, sum er samansettur av fólki úr Al- manna- og heilsumálastýr- inum og kommunulæknum, arbeiðir í løtuni við at gera eina vaktarskipan, sum tek- ur atlit at øllum læknavið- urskiftunum í landinum. Lønandi Sandoyggin hevur fram- vegis tveir læknastørv. – Málið er sjálvsagt, at bæði størvini verða sett. Arbeiðsbyrðan í Sandoynni svarar til eitt kommunu- læknastarv, men tvey størv eru normerað orsakað av vaktarbyrðuni. Í mun til aðra staðni fær kommunu- læknin í Sandoynni betri løn enn aðrir kommunu- læknar í landinum. Hann fær nevniliga dupult grund- gjald frá tí almenna, tí vakt- arbyrðan svarar til tvey størv, sigur Maria á Dul. Fríggjadagin avloysir Annfinn Rubek Nielsen læknastarvið í Sandoynni. Hann verður í eina viku, tá ið ein dani kemur. Hesin verður fyribils í tríggjar mánaðir. – Tíðarskeiðið er av- markað til tríggjar mánaðir, tí læknin hevur ikki verið í Føroyum fyrr, sigur Maria á Dul. Í Klaksvík eru tvey av fýra kommunulæknastørv- um ósett. Fjóðra komm- unulæknastarvið í Klaksvík er játtað, men er ongantíð lýst leyst orsakað av vant- andi hølum. Í triðja starvin- um er avloysari av og á. Eitt ósett kommunulæknastarv er á Eiði. Ótolandi læknaviðurskifti í Sandoynni – Trupulleikin er, at tá ið vit hava ein fastan lækna í oynni, møða vit hann inn at beini í arbeiði, sigur Gerard Lognberg, borgarstjóri í Skopun – Tað er ómetaliga trupult at útvega kommunulæknar. Vit royna alt vit kunnu, lýsa eftir læknum alla tíðina, og seta okkum í samband við læknar, men lítið nyttar, sigur Maria á Dul, starvsfólkaleiðari í Almanna- og heilsumálastýrinum C M Y K 5 4 fráferð: 22. ella 29. mars Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari og uppihald á staðnum í 7 nætur. SMYRIL LINE Tel 34 59 00 Frítíðaríbúðir/Summarhús: Hotel: úr 5.595,- - Ålborg úr 3.795,- úr 3.350,- Hotel Excelsior - Keypmannahavn fyri hvønn, við 2 ferðandi í bilinum PÁSKATILBOÐ PÁSKATILBOÐ E-mail: booking@smyril-line.fo w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Dansk Folkeferie Park Hotel 2 fyri1 ferðist tvey gjaldið fyri ein! 2.990,- 2.990,- galdandi til og við 3. mai 2002 bara Tilboðið er fyri túrin fram & aftur við bili í 2-koyggjukamari v. WC/bað Danland & 2 vaksin 2 børn í bili Frítíðaríbúðir/Summarhús: & 2 vaksin 2 børn í bili úr 4.495,- team85