týsdagur 19. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 34 - 19. februar 2002
Nr. 34 - 19. februar 2002
7
Altjóða skipaskráset-
ingin í Føroyum kann
gerast ein verulig inn-
tøkukelda hjá før-
oyska landskassan-
um, men at bara at
lækka skattin er ikki
svarið, sigur stjórin á
Skipaeftirlitinum
ALTERNATIV
INNTØKA
Áki Bertholdsen
– Tað eru avgjørt møgu-
leikar fyri at fáa fleiri út-
lendsk skip skrásett í før-
oysku altjóða skipaskráset-
ingini, FAS.
Tað heldur Óla Hans
Hammer Olsen, stjóri á
Skipaeftirlitinum,
sum
verður ein av teimum, ið
fara at leggja fram á ráð-
stevnuni hjá Skipatingi í
dag. Sí aðrastaðni í blað-
num.
Fáur hevur kannað al-
tjóða skipaskrásetingar so
nógv sum hann, tí hann er
júst nú í ferð við eina rit-
gerð um evnið í sambandi
við hægri lestur.
Hann heldur, at tað ber til
at fáa eina inntøku uppá
millum eina og tvær milli-
ónir av hvørjum útlendsk-
um skipi, sum verður skrá-
sett í FAS.
Eftir
FAS-
skipanini
betalir manningin 35% av
inntøkuni í skatti, men 28%
av upphæddini fær reiðarin
endurgoldið úr landskass-
anum, sigur Heðin Poulsen
á Sjóvinnufyrisitingini, ið
eisini fer at leggja fram í
dag.
Inntøkan hjá landskass-
anum er sostatt 7%, men
harafturat
koma
ymisk
gjøld, eitt nú skrásetingar-
gjald og onnur gjøld.
Hann sigur, at ymsir
mátar eru at fáa inntøku av
altjóða skipaskrásetingum.
– Ein máti er at mann-
ingin betalir skatt. Ein ann-
ar máti er at betala skatt
eftir, hvussu nógv tons
skipini eru.
– Sostatt veit reiðaríðið
altíð, hvussu stórur skatt-
urin er, sama um tað gongst
væl ella illa.
Hann væntar, at møgu-
leikar eru fyri at fáa meiri
burturúr FAS, men tillag-
ingar krevjast og tað krevst
eisini, at reiðarar verða
betri kunnaðir um hana, tí
kappingin er hørð.
Lágur skattur er ikki
svarið
Óla Hans Hammer Olsen
sigur, at skulu vit fáa nakra
munandi inntøku av FAS
skipanini,
má
skipanin
broytast, tí og í nógvum
førum er hon ein forðing.
– Men tað er púra greitt,
at tað er ikki bara at lækka
skattin og halda, at so koma
skipini av sær sjálvum.
Men lægri skattur hjálpir
sjálvsagt til.
Hann sigur, at nógvar
aðrar
tillagingar
eru
neyðugar, eitt nú at lækka
ymisk avgjøld.
– Ein máti er at gera eina
skipan,
har
reiðararnir
betala skatt eftir tonsatalin-
um, skipini hava.
–
Aðrastaðni
kunnu
reiðarar velja, antin teir
vilja betala skatt av av-
lopinum, ella um teir vilja
betala skatt eftir tonsatal-
inum og tað eiga vit eisini
at umhugsa í Føroyum.
– Hjá teimum stóru,
múgvandi
feløgunum,
loysir tað seg best at betala
skatt eftir tonsatalinum,
men hjá minni reiðaríðum
betair tað seg betri at betala
skatt eftir avlopinum.
Óla Hans Hammer Olsen
heldur eisini, at FAS lógin
má broytast, so at tað kann
bera til at gera avtalur við
útlendskar sjómenn, uttan
at teir skulu noyðast at
búgva í Føroyum, ella vera
limir í føroyskum fakfelag.
– Tað verður eisini neyð-
ugt at tillaga onnur gjøld,
eitt nú skrásetingargjald og
stempulavgjald.
Er
tað
rímiligt, at vit fáa 150.000
krónur fyri at seta eitt
stempul á eitt pappír, sum
ítøkiligt dømi er um, spyr
hann.
Og gjøldini til sosialu
skipanirnar í Føroyum, eitt
nú til Almannstovuna, eiga
at vera avtikin. Ístaðin ber
tað til at skipanirnar í
tryggja
manningina
á
annan hátt.
– Vit eiga eisini at broyta
ymisk tekniskt krøv, tí tað
kann gerast, uttan á nakran
hátt at gera okkum til eitt
hentleikaflagg, tí ymisk
krøv, sum eru óliðilig,
kunnu lækkast, hóast skip-
ini skulu lúka øll kvøv fyri
tað.
– Samanumtikið skal
skipanin gerast nógv meiri
altjóða og nógv meiri kapp-
ingarfør, skal tað eydnast at
fáa
skip
hendanvegin,
heldur Òla Hans Hammer
Olsen.
– Tað er eisini neyðugt at
kunna útlendskar reiðarar
um skipanina.
Hann vísir á, at lands-
kassin fær góðar tvær
milliónir í inntøku av
Berginu, men hann veit
eisini, at teir eru ikki heilt
nøgdir við.
Fas Skipanin kann
gerast eitt munandi
íkast
ALTERNATIV
INNTØKA
Áki Bertholdsen
– FAS skipanin skal
gerast eitt munandi í-
skoyti í føroyska bú-
skapinum.
Tað er endamálið, hjá
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismanni.
Men hann viðgongur,
at skal tað eydnast, er
tað neyðugt at gera til-
lagingar.
– Sìðani Bergina kom
í flotan er ymisk ó-
heppið komið undan
kavi, eitt nú hevur reið-
arin fingið útreiðslur,
ongin hevði roknað við,
eitt nú til ALS og
barsilsskipanina.
– Hetta hevur skapt
ónøgd og ótryggleika og
er drepandi fyri áhugan
at skráseta skipini.
Hann heldur, at tí
verður neyðugt at laga
skipanina greiða, so at
vit fáa greiðar skipanir.
– Tað er neyðugt, at vit
fáa greiðar skipanir, so
at feløg fáa at vita, hvat
tað kostar at skráseta
skipini í FAS, uttan at
stúra fyri óvæntaðum
rokningum so við og
við.
Han ætlar tí at seta eitt
FAS-forum á stovn, har
fólk úr ymsum stýrum
og myndugleikar undir
landinum, sita, so at øll
mál og allir spurningar
kunnu avgreiðast á ein-
um og sama stað. Hetta
forum skal sostatt verða
sambindingarlið ímill-
um føroyskar myndug-
leikar og reiðaríðini.
Men harumframt er
neyðugt at broyta skip-
anina og laga hana til, so
hon verður kappingar-
før.
Hann sigur, at somu-
leiðis er tað neyðugt at
kunna feløgini um skip-
anina.
Hann heldur eisini, at
fyrimunir eru í skip-
anini, eitt nú hava vit
lagaligari avskrivingar-
skipan, vit tað, at vit
kunn ubyrja at avskriva
beinanvegin, sáttmálin
er gjørdur. Somuleiðis er
tað ein stórur fyrimunur,
at partafelagsskatturin
varð lækkaðu niður í
20%.
Hjá okkum er gyltur
møguleiki
at
broyta
skipanina, tí vit hava so
fá skip í henni, at broyt
ingar kosta ikki land-
inum stórvegis og tað
eiga vit at gera, heldur
hann.
Føroyska altjóða
skipaskrásetingin
hevur ikki verið tað
gullnám, ið mong
vónaðu, at hon fór at
verða, men nú verður
roynt aftur
ALTERNATIV
INNTØKA
Áki Bertholdsen
Hvussu kann føroyska, al-
tjóða
skipaskrásetingin,
vanliga nevnd FAS, gerast
eitt ískoyti til føroyska
búskapin?
Hetta er evnið á eini al-
mennari ráðstevnu, sum
verður á Føroya Sjómans-
skúla í dag.
Tað
er
áhugafelagið,
Skipating, ið skipar fyri
ráðstevnuni, ið verður sett
klokkan 10 í morgun og
endar umleið klokkan 15.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður, fer at seta
ráðstevnuna.
Tey,
sum
annars fara at leggja fram,
eru
Per Gulklett, føroyskur
skipsmeklari í Keypmanna-
havn, Tórleivur Mikkelsen,
umboðsmaður í Føroyum
fyri útlendsk reiðarí, Gunn-
bjørn Joensen, reiðari í
Hósvík, Heðin Poulsen á
Skipaskrásetingini,
Óla
Hans Hammer Olsen á
Skipaeftirlitinum,
Regin
Thomsen á Toll- og Skatt-
stovuni og Petra Johnsdóttir
Joensen á Almannastovuni.
–
Skipating
er
eitt
áhugafelag, sum hevur til
endamáls at økja fakligan
kunnleikan til sjóvinnuna,
sigur Tórleivur Hoydal,
skrivari í Skipatingi.
Hann sigur, at evnini, tey
taka upp, eru eitt nú trygd,
skipatøkni, útbúgving, um-
hvørvisvernd o.s.fr.
Í Skipatingi er Andras
Joensen, leiðari á Norsk
Veritas í Føroyum, for-
maður, Tórleivur Hoydal á
skipasýninum er skrivari,
og annars sita í nevndini:
Kaj P. Mortensen, aðalstjóri
í fiskimálastýrinum og Jón
Magnussen, lærari á sjó-
mansskulanum,
Helgi
Hansen, lærari á Maskin-
skúlanum.
Onnur lond, eitt nú Dan-
mark og Noreg hava havt
alttjóða skipaskrásetingar,
og varð ikki okkurt líkn-
andi tiltak sett í verk í
Føroyum eisini, stúrdu
myndugleikarnar fyri, at
føroyskir reiðarar fóru at
seta skipini undir fremmant
flagg,
fyri
at
lækka
útreiðslurnar, tí tað er nógv
bíligari at skráseta skip í
altjóða skrásetingini, eitt nú
spara reiðarar munandi í
skatti og øðrum útreiðslum.
Føroyska altjóða skipa-
skrásetingin hevur yvir 10
ár á baki og tá settu summi
stórar vónir til, at hon fór at
gerast ein rættilig inn-
tøkukelda hjá føroyska
landskassanum.
Men tað vísti set ikki at
halda stikk.
– Útlendsku skipini í
hava verið fá. Eitt skifti
vóru trý, norsk tangaskip í
Fas, men tey fóru úr aftur
og vórðu skrásett onkra
aðrastaðni. Og nú er bara
eitt útlendskt skip av
týdningi í Fas, tað er norska
tangaskipið, Bergina.
Torleivur Hoydal sigur, at
endamálið við ráðstevnuni í
dag er at fáa eina stungiðå
út í kortið nakrar leiðir at
ganga fyri at gera FAS
skipanina til eitt ískoyti hjá
føroyska búskapinum
Skal gerast eitt
munandi ískoyti
Kunnu fáa eina til tvær
milliónir fyri hvørt skip
Vita um føroyingar kunnu fáa
inntøku av útlendskum skipum
Stóra, norska tangaskipið, Bergina er einasta útlendska skip av
týdningi, sum er skrásett í føroyslu altjóða skipaskrásetingini.
Men tað ber til at fáa fleiri útlendskar reiðarar at skráseta
skipini í Føroyum, heldur stjórin á Skipaeftirlitinum
Tangaskipið, Magn, er eitt av føroysku skipunum í Føroysku,
altjóða skipaskrásetingini, FAS. Norrøna, Blikur og Lómur eru
trý onnur skip, men FAS hevur ikki fingið ta undirtøku, nógv
vónaðu
Nýtt próstadømisráð
skal veljast innan 1.
apríl, hóast ráðið,
sum situr, bert hevur
sitið hálvt valskeið.
Valið, sum nú verður,
verður hildið av
praktiskum orsøkum
KIRKJUMÁL
Edvard Joensen
Nýtt próstadømisráð skal
veljast innan 1. apríl. Val-
skeiðið er fýra ár, og nýggja
ráðið fer at loysa tað sitandi
próstadømisráðið av, hóast
hetta bert hevur sitið hálvt
skeið.
– Tað hevur tó á ongan
hátt nakað við trupulleikar
av nøkrum slagi at gera,
sigur Hans Jacob Joensen,
biskupur, sum er formaður í
valstýrinum fyri prósta-
dømisráðsvalið. Grundin er
tann, at lógin um prósta-
dømisráð sigur, at prósta-
dømisráðið skal vera valt í
seinasta lagi 1. apríl árið
eftir, at kirkjuráðsval hevur
verið. Kirkjuráðsval var í
fjør, og tí skal so prósta-
dømisráðið veljast í ár.
Lógin um próstadømis-
ráð í Føroyum kom i gildi á
nýggjárinum ár 2000, og
varð fyrsta próstadømisráð-
ið tá valt.
Av tí, at hetta var mitt í
millum tvey kirkjuráðsval,
gjørdist skeiðið hjá hesum
fyrsta ráðnum bara hálvt.
Nú verður so eftir lógini
aftur val, og nýggja ráðið
fer so at sita í fýra ár.
–So tað, at val er longu
aftur, er bara av praktiskum
orsøkum og fyri at fylgja
lógini, sigur biskupur.
Próstadømisráðið er í
grundini fíggjarnevndin hjá
føroysku fólkakirkjuni og
verður valt millum kirkju-
ráðslimir og prestar. Tað
sita fýra fólk í próstadømis-
ráðnum.
Tann, sum valdur verður í
próstadømisráðið, skal vera
limur í fólkakirkjuni, sigur
biskupur. Men annars ligur
eingin treyt við valbarinum
soleiðis. Tað er ikki so, at
ráðslimirnir skulu vera
kirkjuráðslimir ella kirkju-
tænarar ella nakað soleiðis.
Áhugin fyri próstadømis-
ráðsvalinum tykist stóru,
sigur Hans Jacob Joensen,
biskupur. Tá vit tosaðu við
hann í gjár, var kortini bara
ein listi innkomin, men
hann væntaði, at fleiri fóru
at koma, áðrenn freistin at
stilla upp er úti í kvøld
klokkan 19.00. Fleiri fólk
hava víst áhuga fyri valin-
um og spurt seg fyri um
ymiskt.
Biskupur byggir meting-
ar sínar á seinasta valið,
sum var. Tá valdu væl
oman fyri 90 prosent av
teimum,
sum
valrætt
høvdu.
Tað eru 60 kirkuráð í
Føroyum, og talið á kirkju-
ráðslimum liggur oman fyri
400, sigur biskupur. Um-
framt koma so prestarnir,
sum eisini hava valrætt.
Av tí, at bara fýra limir
verða valdir, verða tað tey
økini, har flestar kirkur eru,
sum fáa valdar limir. Tó
kunnu listasamgongur ger-
ast, sum á tann hátt kunnu
fáa ein lim valdan í prósta-
dømisráðið. Og tað varð
eisini gjørt onkunstaðni
seinast, sigur biskupur.
Til sjálvt valið sendir val-
stýrið øllum kirkjuráðunum
vallista og annað valtilfar.
Tey, sum valrætt hava, fáa
so eina ávísa tíðarfreist at
velja í, áðrenn listarnir
verða sendir aftur. Um tað
hendir, at onkur listi ikki
verður brúktur, einki val
verður, ella hvat nú henda
kann, skulu teir óbrúktu
listarnir eisini sendast aftur,
greiðir biskupur frá.
Talt verður síðan upp
sum við eitthvøt annað val,
og uppteljingin er almenn.
Prósturin hevur dagliga
raksturin hjá ráðnum um
hendur. Tað verður gjørt av
skrivstovu hansara. Eisini
hevur hann rætt at møta á
fundum hjá ráðnum, sum
ráðgevi. Men hann hevur
ikki atkvøðurætt á fundun-
um. Tað hava bara teir fýra
valdu limirnir. Eingin fødd-
ur limur eru í próstadømis-
ráðnum.
Velja próstadømisráð
Próstadømisráðið verður valt millum kirkjuráðslimir og virkar sum fíggjarnevnd hjá fólkakirkjuni
Mynd: Edvard Joensen
3.800 hønur komu í
gjár í nýggja partin av
høsnagarðinum hjá
Føroya Egg á Velba-
stað. Skipanin er nú
full, og virkið kann
rekast optimalt
LANDBÚNAÐUR
Edvard Joensen
Velbastað: Eggvirkið hjá
Føroya Egg á Velbastað er
nú fult útbygt. Umleið
7.000 hønur eru nú í báðum
húsunum á garðinum.
Í gjár komu 3.800 nýggj-
ar hønur úr Danmark til
Velbastaðar. Við teimum er
skipanin full, sigur eigarin,
Anfinn Brekkstein á Velba-
stað.
Tá virkið byrjaði, var
bara eitt hús, og tí varð
neyðugt at leggja stilt eitt
styttri tíðarskeið, meðan
hønurnar vórðu skiftar út.
Nú bygt er uppí, ber til at
skifta út loypandi, soleiðis
at drift alla tíðina er á
virkinum, hóast allar høn-
urnar í øðrum bygninginum
verða skiftar út í senn.
Nýggi bygningurin er eitt
sindur øðrvísi bygdur enn
tann eldri, sigur Anfinn
Brekkstein. Hann er hægri
og heldur arbeiðsligari, sig-
ur hann.
Hønurnar fara allar at
ganga leysar. Sonevndar
skavihønur, sigur eigarin,
sum leggur stóran dent á at
fáa fram, at talan als ikki er
um búrhønur.
Samlaða íløgan, nú bæði
húsini eru tikin í brúk, ligg-
ur oman fyri hálvafjórðu
millión
krónur,
sigur
Anfinn Brekkstein.
Síðan eggvirkið byrjaði,
hevur Føroya Egg selt øll
eggini til handlar í Tórs-
havn. Teir stóru sum Mikla-
garður og Føroya Keyp-
samtøka hava tikið í móti
nógvum, eins og P. E. Kolo-
nial, Hjá Gunleivi, Hjá Eli
og Johs. Andreasen hava
selt føroysk egg av Velba-
stað.
Anfinn Brekkstein sigur,
at hóast nøgdin nú verður
tvífaldað, fer hann fyribils
ikki at selja aðrastaðni enn í
Havnini kortini.
– Teir kundarnir, vit hava,
hava klárað at selt alt, sum
vit hava kunnað latið, og
høvdu viðhvørt helst eisini
kunnað selt meira, um tað
var til. So vit fara at leggja
okkum eftir at røkja tann
marknað vit longu hava,
áðrenn vit fara at hugsa um
at fara víðari, sigur hann.
Hønurnar, sum komu til
Velbastaðar í gjár, skulu nú
venja seg við nýggja um-
hvørvið, og Anfinn Brekk-
stein væntar, at um einar
fjúrtan dagar til tríggjar
vikur, eru allar farnar at
verpa.
Fult høsnahús
Flutningurin gekk sera væl, sigur Anfinn Brekkstein, sum í gjár
fekk 3.800 sekstan vikur gamlar hønur úr Danmark. Nú eru
umleið 7.000 hønur í høsnahúsinum á Velbastað
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6