Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 34 - 19. februar 2002 Nr. 34 - 19. februar 2002 9 Sambandsfólk siga seg vera klár til valið, nú tey hava hildið landsfund um viku- skiftið LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Sambandsflokkurin hevur hildið landsfund í Lærara- skúlanum um vikuskiftið. Uppmøtingin var so nøku- lunda hesar báðar dagarnar. Orakað av, at val verður í næstum, varð landsfund- urin framskundaður til at vera um vikuskiftið, har hann vanliga plagar at vera seinna út á várið Alt við tað gamla Formansval og næstfor- mansval er á skránni á hvørjum landsfundi hjá Sambandsflokkinum, men hesaferð vóru eingi onnur valevni enn tey bæði, Lis- beth og Alfred. Tað var sostatt ein ein- mælt samdur flokkur, sum valdi Lisbeth og Alfred aftur í álitissessirnar. Lisbeth vann á lands- fundinum seinast á Ed- mundi Joensen, og Alfred Olsen kom eisini í næst- formanssessin á sama fundi í fjør. Lisbeth L. Petersen er, umframt at vera formaður, eisini fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og tískil hevur ein stór arbeiðsbyrða eisini ligið á herðunum á Alfred. Tað verður komandi løgtingsval, ið verður mest átrokandi uppgávan hjá Alfred og Lisbeth. Fríggja- kvøldið varð tað meira for- mella avgreitt. Formansval og næstformansval er á skránni hvørt ár, men hesaferð vóru ikki onnur valevni enn tey, ið longu mannað báðar sessirnar. Sambandsflokkurin hevur eisini gjørt nakrar broyt- ingar í stevnuskránni, og hesar vórðu lagdar fram. Størsta broyting var, at føroyska tjóðin nú verður nevnd í stevnuskránni, og hetta fekk eisini nakrar viðmerkingar frá fundar- luttakarunum. Leygardagur Tað mesta av leygardagin fór til politiskt orðaskifti. Lisbeth L. Petersen tosaði í sínari formansfrágreiðing mest um fullveldisætlanini, og hon staðfesti støðuna hjá Sambandsflokkinum á hesum økinum. Hon legði eisini fram valuppleggið hjá Sambandsflokkinum, sum er meinlíkt tí, ið varð nýtti til fólkatingsvalið, har ríkisfelagsskapurin verður raðfestur ovast. Øll lokalfeløgini fingu møguleikan at koma til orðanna. Tað var eitt sindur ymiskt, hvat lokafeløgini høvud upp á hjarta, men spurningurin um almennar stovnar í miðjaðaranum og í útjaðaranum kom fleiri ferðir upp at venda. Lokalfeløgini í Norð- oyggjum og Suðurstreymi hjá Sambandsflokkinum søgdu seg vera ógvuliga væl nøgd við sínar val- evnalistar. Hesaferð hevði mann eisini valt at umskipa uppstillingina eitt sindur, soleiðis at bert tey, ið “tíma” komu upp á listan. Spurningurin um fram- tíðini hjá Flogvøllinum í Vágum varð eisini reistur av sambandsmonnum í Vágum, og hetta skapti eitt sindur av kjaki, Annars komu tað ymisk sjónarmið fram frá fundar- luttakarunum. Ynski um at koma í samgongu var á hvørjum munni, og fólk høvdu eisini hug til at manna landsstýrið. Eisini elvdi innleggið frá Christ- ian Mejdahl, formanni í tingbólkinum hjá Venstre, til eitt sindur av kjaki. Í tíðindaskriv, ið varð sent út til fjølmiðlarnar eftir fundin, fegnaðist Sam- bandsflokkurin um at góða “sambandið” millum Venstre og Sambands- flokkin varð varðveitt. Tað varð eisini víst á, at niður- skurðurin á blokkin hevði havt minni góðar fylgjur fyri Føroyar. Eitt sindur av práti var um samgong á landsfund- inum. Nógv valdømi høvdu longu kannað sær ein landsstýrismann. Tað varð næstan einki tosað um, hvønn tað var ynskiligt at koma í samgongu við, men samanseting millum Tjóð- veldis- og Sambandsflokk- in tykist ikki serliga sann- lík. Sambandsflokkurin sigur seg vera brynjaðan til løg- tingsvalið. Flemming Mikkel- sen takkaði fyri seg sum tingmaður fyri Sambandsflokkin LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Tað var ein rørdur Flemming Mikkelsen, sum takkaði fyri seg sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Vágbingurin Flemming Mikkelsen hevur verið tingmaður fleiri ferðir fyri Sambandsflokkin. Hann varð eisini valdur á ting við seinasta val, og hann hevur sitið í tinginum hesi seinastu fýra árini. Í røðu sínari á lands- fundinum hjá Sambands- flokkinum mintist Flemming aftur á farnar dagar. Hann mintist aftur á, tá ið fyri fyrstu ferð stillaði upp i sjeyti- árunum, og hann segði seg hava verið ógvuliga glaður fyri tíðini. Hann mintist eisini sín fyrsta landsfund. Hann segði seg vóna, at Sambands- flokkurin helt fram á somu leið í framtíðini. Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambands- flokkinum, takkaði vegna flokkin Flemming fyri tíðina í flokkinum. Hon roknaði við at síggja hann aftur í sam- bandshøpi. Landsfund- urin fagnaði Flemming við lógvabrestum. Flemming takkaði fyri seg Flemming Mikkelsen var á sínum síðsti landsfundi sum løgtingsmaður. Mynd: Heri á Rógvi Landsfundurin liðugur Sambandsmenn og kvinnur hava verið á landsfundi um vikuskiftið Leiðslan í Sambandsflokkurin verður verandi tann sama eftir landsfundin síðsta vikuskiftið Umboðið hjá Venstre á landsfundi Sam- bandsfloksins stað- festi støðuna hjá Venstre í føroyskum málum, og tað var ikki nógv nýtt til sam- bandsfólk LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Umboðið fyri Venstre á landsfundi Sambandsflok- sins, Christina Mejdahl, var síðsti røðarin leygardagin. Siður er, at eitt umboð fyri Venstre er við á landsfundi Sambandsfloksins, og so- leiðis var eisini hesaferð. Hann nýtti tað mesta av røðu sínari til at greiða frá gongdini hjá Venstre og stjórnini í sambandi við seinasta fólkatingsval og politikkin hjá sitandi stjórn í Danmark. Hann undir- strikaði fyri tað nógva tað, ið Anders Fogh Rasmussen hevði ført fram, tá ið hann vitjaði í Føroyum í januar. Føroyingar kunnu sjálvir avgera, hvussu verður við okkara ríkisrættarligu framtíð. Fleiri yvirtøkur merkja minni blokkstuðul, og til endans kann tað vera eingin blokkstuðu, segði Christian Mejdahl. Hann nevndi eisini olju- na, sum hann væntaði kundi gerast spennandi fyri føroyingar. Hann nýtti eis- ini høvi til at útgreina fleiri viðurskifti millum Føroyar og Danmark, m.a. hvat blokkurin verður latin til. Hann gjørdi greitt, at Venstre stuðlar Sambands- flokkinum, og hann vónaði, at Sambandsflokkurin fór at vinna valið og enda í samgongu. Christian Mej- dahl ynskti, at Sambands- flokkurin fór at sita í sam- gongu, soleiðis at minni vekt varð løgd á tað ríkis- rættarliga, tí ríkisfelags- skapurin var nakað, ið bæði hann og Venstre eru sinnaði at varðveita. Christian Mejdahl gjøg- numgekk, hvørja ætlanir um yvirtøkur vóru frammi, og tað vóru eisini fleiri spurningar til hann í hesum sambandi. Hann segði seg bara kunnu rokna við, at føroyingar máttu taka ímóti fløttafólki, nú ætlanir eru frammi um at yvirtaka útlendingamál. Bólturin liggur hjá føroyingum Christian Mejdahl umboðaði Venstre á landsfundi Sambandsfloksins. Mynd: Heri á Rógvi Sambandsflokkurin hevur endurskoðað sína stevnuskrá. Nú er eisini føroyska tjóðin at finna í stevnuskránni LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Á landsfundinum hjá Sam- bandsflokkinum, sum er í Havn hetta vikuskiftið, varð stevnuskráin hjá flokkinum endurskoðað við tí fyri eygað, at gera nakrar tillagingar. Gjørdarð vórðu nakrar broytingar, og hesar eru flestar málsligar snúðingar. Eilif Samuelsen, sum legði broytingarnar fram, segði, at Sambandsflokkur- in altíð hevur uppfatað Før- oyar sum ein tjóð, og nú er orðið eisini at finna í fyrstu greinini í stevnuskrá Sam- bandsfloksins. Í viðmerk- ingunum varð eisini stjórn- arligar broytingar nevnt. Hesar skuldu tæna fólki- num best, verður sagt í við- merkingunum. Eilif Samuelsen segði eisini, at tað var neyðugt við broytingunum. Hann segði, at fleiri tær somu orðingarnar vórður við, men tað varð sett í annað samband. Fiskivinnan fær framvegis gott rúm í stevnuskránni, og oljan og KT-vinna verða eisini nevnd. Sum heild varð mest talan um broytingar í orða- valinum. Nøkur meira hóskandi orð vórðu sett í staðin fyri nøkur eldri, men talan var kortini ikki um stórar broytingar. Jákup Joensen segði í einari viðmerking til broyt- ingarnar í stevnuskránni, at hann vildi hava føroysku tjóðina at standa greitt fleiristaðni. Hann fíltist eis- ini á, at danskt mál fær so gott pláss í stevnuskránni. Hann helt, at hetta ikki var upp í tíðini, og tað hoyrdi einari farnari tíð til, hóast hann helt tað hava týdning at føroyingar læra danskt. Eilif Samuelsen greiddi frá, at orsøkin til tað, at før- oyska tjóðin varð skift út við føroyska fólkið fleiri staðni í stevnuskránni, skyldast málsligum og praktiskum sneiðingum. Í sama viðfangi tók Eilif Samuelsen spurningin um danskt mál í skúlum og aðrastaðni í Føroyum upp at venda. Hann helt tað hava stóran týdning, at danskt varð verandi í føroy- sku skúlunum, og hann helt, at kreftir gjørdu seg galdandi, sum vildu syrgja fyri at forða donskum at festa røtur í Føroyum, Danskt skal ikki hava nakran fyrimun fram um hini, men tað hevur stóran týdning, at børnini kunnu læra tað, segði Eilif Samuelsen. Heðin Mortensen sakn- aði, at ítrótturin ikki fekk nóg nógv rásarúm í stevnu- skránni, tí hetta viðgongur so nógvum fólkum. Eftir nakrar viðmerking afturat varð uppskotið sam- tykt einmælt. Fullveldi var høv- uðstemaið í for- mansfrágreiðingini hjá Lisbeth L. Peter- sen á landsfundi Sambandsfloksins LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Formansfrágreiðingin hjá Lisbeth L. Petersen á landsfundi Sambands- floksins byrjaði við full- veldinum og endaði við fullveldinum. Fullveldis- málið og serliga Tjóð- veldisflokkurin fingu av at vita frá forkvinnuni hjá Sambandsflokkinum, men hinir báðir flokkar- nir fingu munandi meira vinarlig orð. Hon hevði als einki gott at bera sit- andi samgongu og full- veldisætlanini. Hon kallaði seinasta løgtingsval fyri eitt pro- testval, har fólk vístu sína ónøgd við banka- málið. Nú skuldi verið ørðvísi, segði hon. Lisbeth nevndi í røðu sínari fleiri ferðir, hvussu skerjingin av blokkinum hevði ávirkað føroyska samfelagið. Hon vildi vera við, at skerjingin av blokkinum kundi senda føroyska samfelagið út í búskaparligt óskil. Forkvinna Sambands- floksins legði eisini fram, hvat Sambandsflokkurin ætlar at fara til val uppá. Valuppleggið hesaferð líkist eisini tí, ið varð nýtt til fólkatingsvalið. Ríkisfelagsskapurin verður raðfest fyrst, tí hetta er treytin til alt annað, metti Lisbeth. Persónliga frælsið og vælferðin verða hini bæði punktini í valupp- legginum hjá Sambands- flokkinum. Lisbeth L. Petersen heitti inniliga á sínar floksfelagar um at leggja alla orku í komandi val- stríð. Legði upp til valstríð Lisbeth L. Petersen tosaði mest um fullveldi í sínari frágreiðing Mynd: Heri á Rógvi Dagført stevnuskránna Eilif Samuelsen legði fram broytingar í stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum. Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 9 8 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ Citroen Xantia 1,9 TD 5H km. 94.000, árg. okt. 1996 115.000,- Citroen Xantia II 2,0 HDi stc. 5H km. 100.000, árg.sept. 1999 158.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi stc. 5H km. 83.000, árg. juni 1999 140.000,- Citroen Xantia Exclusive 3,0 V6 km. 62.500, árg. juni 1998 165.000,- Citroen Xantia 1,9 TD 5H km. 101.000, árg. jun. 1998 120.000,- Seat Cordoba 1,9 SDi STC. 5H km. 35.500, árg. Aug. 1999 125.000,- Citroen Jumpy 1,9TD 8 ferðandi km. 28.200, árg. mars 2000 190.000,- Ford Escort 1,8D CLX 4H km. 187.000, árg. nov. 1995 45.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Ford Escort 1,8i 16V 5H km. 80.000, árg. juli 1996 70.000,- Mazda E2200 Vøruvognur km. 91.500, árg. mar. 1997 95.000,- Fiat Tipo 5H km. 109.000, árg. mai 1989 26.000,- Sýnaður 06'01 Sýnaður 11'01 Sýnaður 06'01 Sýnaður 09'01 Mitsubishi Lancer 5H km. 118.000, árg. juni 1992 50.000,- Mitsubishi Galant 2,0 GTi 4H km. 170.000, árg. mai 1989 50.000,- Sýnaður 12'01 Mitsubishi L300 2,5D Vøruvognur km. 161.000, árg.1994 80.000,-