Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 4 Sosialurin Nú jólini nærkast fer Rás2 eis ini at seta sín serstaka dám á jólini. Og eingi jól utt­ an jólamannin. Men vita vit, hvaðani jólamaðurin kem­ u r! Svarið fáa lurtararnir hjá Rás2 í jólasendingini leyg ardagin. Frá klokkan 13 til 19 hevur Rásin samrøður og tónleik, sum snúgva seg um jólini. Farið verður so eisini til Grønlands, haðani jólamaðurin kemur. Grønland er landið hjá jólamanninum. Tað fer føroyska Theresa Kreutzmann at greiða okk­ um frá. Hon er leiðari á ferða skrivstovuni í Nuuk, sum eisini hýsir kontórið hjá jólamanninum. Klokkan 17.15 leygardagin er samrøða, sum Jan Müller hevur gjørt við hana, nú hann vitj­ aði í Grønlandi herfyri og vildi hoyra sannleikan um jólamannin, sum grøn lend­ ingar hava tikið sær patent uppá. Børn kring allan heim senda í hesum døgum brøv til jólamansins kontór í Nuuk. Hesi enda øll í tí risastóra post kassanum. Á ferð síni í Nuuk vitjar Jan Müller eisini á politistøðini, har hann hittir føroyska løg reglumannin Kristian Dahl, sum hevur valt at taka um leið eitt ár úr føroyska arbeiðs kalendaranum og heldur arbeiða í Nuuk. Henda sam røðan verður at hoyra í morgunsendingini á Rás2 mánadagin klokkan 10.10. Samrøðurnar við tey bæði verða eisini at lesa í Sosial­ inum í næstum. Nú ein av okkara ráðgevum hevur tikið við aðrari avbjóðing, søkir Føroya Arbeiðsgevara­ felag eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Ráðgevin skal samskipa og ráðgeva vinnugreinafeløgum, m.a. Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag. Arbeiðið fevnir um at · samskipa uppgávur fyri nevndir í nevndu vinnugreinafeløgum · lýsa mál og gera frágreiðingar · viðgera lógir og kunngerðir · luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum · vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar. Vit vænta, at tú · hevur hóskandi hægri útbúgving og arbeiðsroyndir · hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting · dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst · hevur góð samstarvsevni · dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2011. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tel. 30 99 00. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið Postsmoga 1038, FO­110 Tórshavn Vil tú vera við til at bera verandi vinnu framá? Megnar tú at fara í dýbdina og at arbeiða breitt? Klárar tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn og halda høvdið kalt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum! Ráðgevi til Vinnuhúsið Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnufeløgini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo. Smærugøta 9A // FO­100 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // Fax: +298 30 99 01 // industry@industry.fo sansir.fo Føroyingar í Grønlandi á Rásini Havnarmaðurin Kristian Dahl til arbeiðis í Nuuk Mynd Jan Müller Føroyska Theresa Kreutzmann her við heimsins størsta postkassa í Nuuk. Mynd Jan Müller