fríggjadagur 10. desember 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin • 10. desember 2010
JólaRákið
Skapandi
JÓL
Verkhúsalist
Tey ymisku verkhúsini kring landið hava eisini jólasølu.
Sera nógv fitt og pyntuligt er at fáa, so støkk inn á gólvið hjá teimum.
Verkhús eru at finna á hesum støðum:
Verkstaðið inni á Bakka í Vági
Verkstaðið Vón í Havn
Verkstaðið á Brekku í Klaksvík
Verkhúsið Stíggjur í Saltangará
Verkhúsið í Sørvági
Í seinnu hálvu av november hendir ár eftir ár - skapandi
megin í Føroyum kemur av álvar undan kavi. Bundið, vovið,
leir, glas, seymað – hugflogið kennir ongi mørk!
Nógv av hesum kemur sjálvandi fram nú, tí jólini nærkast,
og jólagávur skulu keypast. Vit hava kagað innar í
hugnaligu umhvørvini og funnið nógv lekkur og øðrvísi ting
at leggja undir jólatræið.
Lagt til rættis: Inna Tørnroos
FreeLeif eru tvær ungar kvinnur,
Lív Højsted Horsdal og Fríða
Berg, ið seyma litríkar pútur úr
endurnýtslutoyi og toyi, tær hava
keypt uttanlands.
– Tað, ið tykist at vera nyttu
leyst fyri onnur, hava vit endur
nýtt og sett øðrvísi saman, siga
tær báðar.
Púturnar eru til sølu í
Baianstovu
Spøkilsi Spookey
Ommusonur Elina Lindenskov teknaði fitta spøkilsi Spookey tá hann var 5 ár, sum
omman so fór undir at seyma.
‒ Spooky sigur huuuh uppá tann fitta mátan, so børn sovna væl og droyma fittar
dreymar.
Spookey er at fáa í Baianstovu
Á rókini
Lív Dam ger hesar vøkru fuglar av
leiri og rekaviði.
Hon er eisini partur av teimum
feitu flugunum.
Fuglarnir eru til sølu í hæddunum
uppiyvir matstovuni Áarstovu.
Free
Leif
pútur
Glaslist
Mikkalina Norðberg er
aftur millum tær fimm
feitu flugurnar og surrar.
Hennara litríku glasting
fáa teg í gott lag, og
sjálvur Sir Elton John
fekk ein av hennara
fuglum við sær heim,
tá hann var á vitjan í
Føroyum í summar.
MikkalinaGlas er
at fáa í hæddunum
uppi yvir matstovuni
Áarstovu.