fríggjadagur 10. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fara vit aftur um 1990, doyðu
heilt nógv fólk av hjarta
sjúku.
Hjartasjúka er framvegis
vanlig deyðsorsøk, men til
burðirnir eru ikki so nógvir
sum áður. Krabbamein hevur
yvirhálað
hjartasjúkurnar
sum deyðsorsøk.
– Talið hevur verið fallandi
í øllum Norðurlondum síðan
fyrst í 90árunum. Tey fyrstu
tíggju árini vóru orsøkirnar
til tað nýggir viðgerðarmøgu
leikar og nýggjur heilivágur,
sigur Hans Petur Nielsen,
hjartalækni
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Tilburðirnir av hjartasjúku
sum deyðsorsøk hava hildið
fram við at falla, og fyri tey
seinastu tíggju árini er tað av
øðrum ávum.
– Nú hevur tað verið tað
fyribyrgjandi arbeiði, sum
hevur gjørt sítt. Broyttur
lívsstílur, sunnari matvanar,
og at fleiri eru givin at roykja.
Tað minkar um vandan fyri
at fáa hjartasjúku, tá ið fólk
liva sunt, sigur Hans Petur
Nielsen.
Randi Jacobsen
Í heilsulýsingini hjá Lands
læknanum stendur, at í fjør
komu 618 í verðina í Føroyum,
og hetta talið er tað lægsta í
fleiri ár.
Men tað talið einsamall
sigur einki. Neyðugt er at
hyggja eftir, hvørjar orsøkir
nar til lækka barnatalið
kunnu vera.
Hans Pauli Strøm, sam
felagsfrøðingur vísir á tvær
høvuðsorsøkir.
– Ein orsøk er, at í bólki
num, sum fær flest børn,
eru døturnar hjá teimum,
sum rýmdu úr Føroyum í
kreppuni í 90árunum. Tær
kvinnurnar eru millum 25 og
29 ár, sigur hann.
Fyri 25 árum síðan taldi
tann aldurbólkurin í Føroy
um 1625 kvinnur. Í fjør vóru
tær 1099 kvinnur.
– Talið var dramatiskt
lágt í fjør, sigur Hans Pauli
Strøm.
Frá 1985 til 2009 vaks
fólkatalið annars úr 45.318 til
48.680.
Ein onnur orsøk til lága
barnatalið í fjør er tann
einfalda, at árgangirnar av
kvinnunum í áðurnevnda
aldrinum vóru smáir. Summir
árgangir eru smáir, og aðrir
stórir, uttan at tað altíð ber
til at staðfesta orsøkina.
Hans Pauli Strøm sigur,
at ikki er neyðugt at rópa
varskó, fyri tað um færri
børn vórðu fødd í fjør.
Út frá hagtølunum hjá
Hagstovu Føroya kann Hans
Pauli Strøm ávísa, at stórir
aldurbólkar
at
komandi
mammum eru á veg. Talið av
gentunum millum 10 og 14 ár
liggur um 1800, og tað sama
ger aldursbólkurin millm 1
og 19 ár.
– Men harfyri mugu vit
ikki seta okkum upp afturá
og siga, at væl stendur til.
Samfelagið má skipa so
fyri, at fleiri ungar kvinnur
ikki rýma av landinum og
ongantíð koma aftur. Tað er
sunt at fara burtur at fáa sær
útbúgving ella í aðrar mátar
at menna seg, men tað má
ikki henda, at kvinnurnar
rýma av landinum undan
skerjingum og sparingum.
Barnaríkar familjur
Í føðidugnaliga aldrinum eru
kvinnurnar millum 15 og 49
fólk. Í fjør fingu kvinnurnar
í miðal 2,3 børn, og hetta tal
hevur ligið nøkulunda javnt
í fleiri ár.
Talið skal liggja oman fyri
tvey, skal fólkatalið í einum
landi ikki minkað.
Ein sammeting við hag
tølini í hinum evropeisku
londunum vísir, at ongastaðni
í Evropa føða kvinnurnar so
nógv børn sum í Føroyum.
Í fleiri evropeiskum lond
um liggur talið væl niðan
fyri tvey, og einasta orsøk
til, at fólkatalið í teimum
londunum ikki minkar, er,
at fólk úr øðrum londum
floyma inn um markið.
Hans Pauli Strøm ivast
ikki í, at føroyskar kvinn
ur fáa so nógv børn, tí
føroyska samfelagið er so
barnavinarligt. Tey, sum velja
at flyta heim aftur til Føroya
siga øll, at tey fluttu heim fyri
at vera nærri hjá familjuni. Í
Føroyum kunnu flestu børn
eisini frítt fara út at spæla.
– Tað er ikki tað sama sum
at búgva á fimta sali í einum
stórbýi eitt ella tvey vaksin
fólk við børnum, og fleiri
hundrað kilometrar eru til
næstringar, sigur Hans Pauli
Strøm.
Fáa framvegis nógv børn
Ongastaðni í Evropa føða kvinnurnar so nógv børn sum í Føroyum. Men nú má
samfelagið skipa so fyri, at kvinnurnar í barnsburðaraldri ikki rýma av landinum,
sigur Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur á Hagstovu Føroya
Talið av føddum børnum er minkað, tí
færri kvinnur vóru at føða børnini
Færri doyggja av hjartasjúku
Betri viðgerð og sunnari lív hava við sær,
at færri nú doyggja av hjartasjúku
Tað er farið at síggjast
aftur í heilsulýsingini,
at nógv fólk nú liva
sunnari, eta minni feitan
mat og røra seg meira