fríggjadagur 10. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 Sosialurin • 10. desember 2010
JólaRákið
Livandi ljós og
Orð og myndir: Eydna Skaale
Adventin er ein hugnalig tíð, og
at sita í bleiktrandi glæmuni frá
fýra livandi ljósum, sum standa
í ein um átuligum adventskransi,
og fáa ein drekkamunn við
familju ella vinum, er ein góður
máti at skapa jólahugna.
Baka eitt skapilsi, eina skuffikøku
ella eina aðra turra kaku, t.d.
eftir hesi uppskriftini, sum er úr
»Matur og Matgerð«:
25 gr av bleytari ger
1 súpuskeið av sukri
1 dl av flógvari mjólk
1 egg
100 gr av margarini
250 gr av mjøli
prei: til ber eisini at ríva eitt sindur
av appelsinskalið í deiggið fyri
eyka smakk
Fylla:
3 súpuskeiðir av sukri
50 gr av smøri
1 egg
1 súpuskeið av kakao
1 teskeið av kaneli
50 gr av smátt skornum mandlum
Prei:
til ber eisini at blanda ein neva
av rosinum uppí fylluna
Prei:
til ber eisini at gera eina fyllu
av 150 gr av marsipani, 50 gr
av smøri og 2 súpuskeiðum
av florsukri. Til ber eisini at
ríva eitt sindur av nougat
omanyvir, áðrenn krans urin
verður rullaður saman.
Rør gerina og sukrið. Knoða alt til
farið saman og set at ganga. Rør
til farið til fylluna saman, meðan
deiggið gongur. Mjølvað borðið
og rulla deiggið út til avlangan
fýrakant, sum svarar til ummálið
á randforminum, smyr fylluna á
og rulla saman frá tí longru síðuni.
Smyr randformin og legg deiggið í
hann. Set kransin at ganga, áðrenn
hann verður bakaður. Bakast um
leið 30 min í 225 stigum. Tá kakan
er køld, skal hon pyntast við sáld
aðum florsukri og ljósum
Tú skalt nýta:
25 gr av bleytari ger
4 súpuskeiðir av bleytari ger
1 dl av flógvari mjólk
2 egg
100 gr av margarini
250 gr av mjøli
50 gr av smøri
1 súpuskeið av kakao
1 súpuskeið av kaneli
50 gr av smátt skornum mandlum
Ein randform
Florsukur, ljós á spjóti og sloyfur av
silki bandi til pynt. Minst eisini til
at seta manchettir ella silvurpappír
undir ljósini, so stearin ikki rennur
niður á kransin.
Vælgagnist!
Prei:
Fyri at ljósini skulu kunna
standa í kransinum, er
neyðugt, at kakan er turr.
Bakar tú kransin við skuffu
køku deiggi, sum er bleytari,
kanst tú nýta ljós, sum hava
verið tendr að áður og eru
brend umleið í helvt, annars
koppa tey í køkuni. Til ber
sjálvandi eisini at nýta
smærri ljós.
Í nakrar vikur afturat fer tað bara at gerast alsamt myrkari,
og vit hugna okkum innandura, baka, bjóða hvørjum øðrum
til drekkamunn og tendra livandi ljós.
Átuligur advents kransur
við fýra ljósum