Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 10 Sosialurin Jólablaðið Jól hjá familjuni Klein í Tansania HEIT JÓL Hóast tað er heitt í Tanzania á jólum, roynir familjan Klein at halda eini so føroysk jól sum tilber - Vit eru trúboðarar í Tansania og vera heima í Kiabakari á jólum, greiða trúboðarahjúnini Beinta og Havstein Klein frá. Her er eitt sindur øðrvísi enn í Føroyum á jólum. Fyri tað fyrsta er tað heitt – vit hava altíð sól og summar. Her eru heldur ikki øll sum halda jól. Bara tey sum eru kristin. Og jólini eru 25. og 26. desember. Fer man ein gongutúr tann 24. og prátar við fólk, so er tað eingin sum hugsar um, at í morgin eru jól. Men sum sagt so halda tey kristnu jól. Serliga er tað í kirkjuni at jólini vera hildin. Havstein sum er prestvígdur her í Tanzania skal allarhelst eisini vera prestur til onkra guðstænastu. Annan jóladag skal ein næmingur frá bíbliuskúlanum, vit arbeiða á, giftast – tá fara vit í brúdleyp. Í ár fáa vit eisini vitjan á jólum, tað gleða vit okkum sera nógv til. Tað eru foreldrini hjá Beintu sum koma. Vit búgva nær við Serengeti nationalpark – so onkran av døgunum fara vit hagar at síggja tey mongu djórini sum búgva har. Annars halda vit eini nokkso føroysk jól, sjálvt um vit eru í Afrika. Vit fara at eta dunnu. Vit hava sjálvi dunnur. Vit fáa ikki fatur á øllum sum man fær heima, men heimagjørt reyðkál fáa vit eisini. Vit hava eitt lítið plast jólatræ sum vit brúka á hvørjum ári. Tað er bara heilt hugnaligt, við pakkum og øllum sum hoyrir til. Eftirsum einki jólastress er her, er lættari at hugsa um hví vit halda jól og at gleðast um Jesus sum varð føddur á jólum. Heilsan Trúboðarafamiljan Klein (Havstein, Beinta, Dinna, Lassi og Pætur)