fríggjadagur 10. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
20
Sosialurin
Ummæli av Hanus Kamban
»Fólksins almenni førkar seg millum tvey
stig, tað kenda og virda, og so tað lægra
stigið, ein dimmur kjallaraheimur í skógarins
undirgróðri, sum dregur andan tutlandi, sum
er lítið virdur og sjáldan eftirfarandi, men
sum kortini livir sítt treiska og harðføra lív.«
Soleiðis tekur frásøgufólkið til í søguni við
heitinum »Heimsins hægsta træ«, sum er um
tann pedofila Lothar de Munk, sum í staðin
fyri at verða revsaður av býarins borgarum
verður valdur til borgmeistara og heiðraður
við einari gávu, sum hann sjálvur sleppur at
velja sær. Hesin tvídráttur millum tað kenda
og virda, og so kjallaraheimin við sínum
dragandi dulda og ótálmandi mátti, gongur
sum ein reyð flætta ígjøgnum alt savnið.
G
ullgentan er fimta stuttsøgusavnið hjá
Hanusi Kamban, og sambært útgev
aranum, Mentunargrunni studentafelag
sins, umboðar tað eina snaring frá realismu
inn í dreym, mýtu og framtíð. Flestu søg
urnar eru skrivaðar í suðurtýska býnum
Freiburg, har rithøvundurin hevur búleikast
seinasta árið saman við konu síni. Fleiri av
teimum tíggju søgunum í savninum bera
eisini týðiligan dám av at verða skrivaðar á
europeiska fastlandinum, við drøgum frá
miðeuropeiskari skaldskaparsiðvenju heilt
frá miðaldarligum riddaraskaldsøgunum til
20. aldar eksistentialismu og magiska real
ismu, blandað við einum sterkum løgi av 19.
aldar ástøði um ræðslu fyri tí ótilvitaða og
ókenda í og uttan fyri menniskjakroppin, her
undir bæði ræðuskaldskap (horror), gotiskan
skaldskap og framtíðarskaldskap.
T
ríggjar av teimum tíggju søgunum í
savninum hava áður staðið í tíðarritinum
Vencili, tann sagnkenda »Riddarin grøni«,
tann nútíðarliga og næstan loynispekiliga
»Saxifraga
Nivalis«
og
framtíðarsøgan
»Exit Farao«, sum eru sera ymiskar, og sum
rættiliga væl umboða breiddina í savninum.
Sum heild eru søgurnar sera væl skrivaðar,
persónarnir eru væl lýstir og gerast livandi
fyri lesaranum, hóast teir flestu eru sera
løgnir og avskeplaðir. Tað ger tað ikki verri,
at nakrar av søgunum verða stuðlaðar
við tekningum eftir Herborg Silju Strøm,
sum eisini hevur teknað permumyndina
av
gullgentuni,
høvuðspersóninum
í
tittulsøguni, sum er tann søgan, mær dámar
allarbest, tí eg lesi hana sum eina allegori, ið
myndar eina fullkomna líkasælu um onnur
menniskju, eina nútíðar nihilismu, sum leiðir
tankar mínar aftur á Patrick Bateman, her í
kvinnuhami.
S
avnið er kortini ikki heilt lýtaleyst, hóast
allar sínar eyðsýndu dygdir. Eitt nú havi
eg trupulleikar við at gjøgnumskoða, hvør
frásøgufólkið er í næstan øllum søgunum,
og hetta skapar ein mótvilja í tekstunum
hjá mær sum lesara, frástøðan økist, tí tað
kennist sum vil rithøvundurin blanda seg
uppí og vegleiða meg um, hvussu eg skal
skilja tað, sum fer fram. Málsliga er alt savnið
ein dýrgripur, og tí undrar tað meg eitt sindur,
at høvundurin í summum søgum ikki er heilt
reglufastur í sínum vali av orðum, sum hava
sama týdning, so sum ferhyrnt tríkantað
sekshyrnt fýrkantað (á bls. 60), ella spegil
og spegl (í søguni »Gullgentan«), men brúkar
tey hvørt um annað uttan at hava nakra
eyðsýnda orsøk til tað. Hetta seinasta hoyrir
tó til í smáputlideildini og skal ikki taka
nakað frá samlaðu metingini.
S
amanumtikið umboðar stuttsøgusavnið
Gullgentan eina snaring í skaldskapinum
hjá Hanusi Kamban, tað er rætt, um ein bara
hyggur at innan hvørja bókmentagrein,
søgurnar eru skrivaðar. Hyggja vit at
søguevnum og frásøgusniði er snaringin
ikki so stór í mun til eitt nú næstseinasta
stuttsøgusavnið, Pílagrímar, sum eisini hevði
drøg av magiskari realismu og ævintýrsøgu í
sær, og sum eisini viðgjørdi evni, sum ganga
aftur í Gullgentan, so sum happing og forfall
og upploysn (m.a. sum fortreyt fyri listaligari
skapan). Men søgurnar í Gullgentan eru
meira dreymkendar, og tað ger tær eisini
meira almennar og ikki minst meira altjóða
enn undanfarnu søvnini hjá Hanusi Kamban,
og tað er eftir mínum tykki ein styrki.
F
yri at venda aftur til inngangin í hesum
stutta ummæli, so kann eg runda av við at
vísa til tey kendu orðini hjá Paulusi, sum høv
undurin hevur valt sum inngangsorð til stutt
søgusavnið: »Men tá skulu vit síggja andlit til
andlits«. Søgurnar í savninum ganga ímóti
orðunum hjá Paulusi, tí boðskapur teirra er
(soleiðis, sum eg lesi tær), at tað fullkomna,
at síggja andlit til andlits, er ein hvørvisjón,
sum blindar okkum, so at vit ikki síggja tað,
sum veruliga hevur nakað at týða, nevniliga
hvussu vit fara hvør við øðrum, meðan
vit enn eru á lívi. Ein peikifingur, ja, men
ein neyðug áminning í eini tíð, har prestar
og aðrir prædikumenn tala inniliga fyri tí
fullkomna lívinum, bæði á fold og í himli, um
bert vit trúgva ella forbrúka ella lata vera við
at roykja og eta grind ella venja ella renna
marton ella taka sól ella eta grønt ella lata
bilin standa ella keypa fleiri virðisbrøv ella
tekna fleiri tryggingar og so framvegis.=
K
anska sigur tittulin alt: Gullgentan. Í
hvussu er ein bók, sum setur tankar
í sving, og sum er sera væl skrivað. Ein
sjálvskrivað jólagáva til teirra, ið brúka heilan
til at hugsa við.
Ummæli
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Dreymkendar søgur um avskeplað
fólk og óynsktar heimar
Nýggja stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, er fult
av avskeplaðum mannahatarum og óynsktum heimum, men
kortini megnar rithøvundurin, við einum eitt sindur fjaldum
peikifingri, at fáa ein at hugsa um, hvat tað er fyri eitt
samfelag, vit liva í, og hvat vit vilja hava framyvir
Gullgentan
HANUS KAMBAN
Stuttsøgur
Gullgentan
»Gullgentan« er tað
fimta søgusavnið eftir
Hanus Kamban