Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 Sosialurin Jólablaðið Kristiliga kórið ”Seraf” hevði eina jólakonsert seinnapartin leyg ar­ dagin og eina um kvøldið. Á báðum konsertunum var sein asta punktið á skránni, at Are Heiseldal sang ”Stille på fjell og vidde”, sum ”Kvirra um fjøll og fløtur” eitur á norskum. Are sigur, at tey sum vóru til báðar konsertirnar tóku væl ímóti tí í norskum høpi nýggja jóla­ sanginum: – Aftaná báðar konsertirnar komu fólk fram, og tey spurdu um tey kundu fáa nótarnar og tekstin, tí tey ætlaðu at framføra sangin í sínari kirkju og samkomu, greiðir Are frá. Are fall sjálvur fyri sanginum, tá hann hoyrdi Jóhan Magnus Kristianson Olsen syngja hann á jólafløguni ”Jól í dag” frá 2007. Are spurdi seg fyri í Føroyum, hvat teksturin merkti orð fyri orð, og tá týðingin var gjørd, setti hann seg í samband við Øssur Berghamar, sum góðkendi týðingina. 40 ára gamal jólasangur Jólasangurin, sum Øssur Berg ham­ ar hevur gjørt orð og lag til hevur 40 ár á baki. Um upprunan til sangin sigur Øssur Berghamar: – Tað var í 1970. Eg og Susan vóru nýgift, og vit búðu í einari kjall ara íbúð í Leivsgøtu úti í Grøn landi í Havn tá. Tað var í desember, og tá kemur ein ikki uttanum at verða ávirkaður av, at tað er ein jólamánaði. Eg hevði eina elektriska urgu í stovuni av slagnum ”Philicorda”, sum vóru sera vælumtóktar urgur í Føroyum tá. Eg plagdi ofta at leika á hesa urguna. – So ein dagin seti eg meg við urguna, og á ein ella annan hátt, so livnaðu hesir tónarnir, og ein kann siga, at eitt nýtt lag birtist. Eg hugsaði við mær sjálvum, at møguliga kundi hetta lagið brúkast, sum ein jólasangur, har ein knýtti boðskapin, at Jesus, sum var føddur, var konganna kongur. ­ Orðini til sangin komu rættiliga skjótt til mín, sigur Øssur. Fyrstu ferð á einari hugnaløtu Blekkið á tí nýyrkta sanginum og lagnum var ikki meir enn tornað, so var tíð at bera jólasangin fram alment. Øssur greiðir soleiðis frá: – So hendi tað, at tað var ein hugnaløta hjá ”Bíbliuflokkinum”, sum var eitt ungdómsarbeiði, ið savnaði nógv fólk hvørt fríggjakvøld í Ebenezer. Eg hugsaði við mær sjálvum, at vit kanska burdu sungið sangin við hetta hugnakvøldið, sum skuldi vera beint uppundir jól. Eg heitti á Mariu í Ullvøru hús­ inum, sum var og framvegis er ein frálíkur sangari, um hon vildi syngja sangin, og tað vildi hon ógvuliga fegin. Eg fekk eitt lítið kór at murra við á onkrum reglum, og at syngja við á niðurlagnum, og tað riggaði eftir mínum tykki hampuliga væl. Harumframt fekk eg Ólav Jøkladal at leika á violin, bæði forspælið og mill umspælið. Og eg fekk Kára Svenson at leika á tamburin, sum var rættiliga sjáldsamt tá. So ein kann siga, at sangurin varð framførdur við einum ávísum stíli. Fólki dámdi væl sangin, og tóku hann til sín, og eg skilji, at hann hevur verið nógv sungin síðani tá, staðfestir Øssur. Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 info@atlanticpane.fo · www.atlanticpane.fo Grafi kmaster tel 227000 45 SPEGL kmaster tel 227000 45 SPEGL SP Føroyskur jólasangur frumframførdur á norskum TÓNLEIKUR Leygardagin 4. desember vóru tvær jólakonsertir í hvítusunnusamkomuni »Tabernaklet« í Bergen. Á hesum konsertunum var jólasangurin »Kvirra um fjøll og fløtur« frumframførdur á norskum Tríggjar útgávur Tað finnast tríggjar útgávur á plátu, bandi og fløgu við »Kvirra um fjøll og fløtur«. Eysturoyarbólkurin »Exodus« gav sangin út á plátu í 1979. Seinast í 1980-árunum gav Frelsunarherurin í Havn við Eli Andrésen, sála á odda út eitt kassettuband við jólasangum, og var sangurin tá at finna á hesum kassettubandinum. Og í 2007 kom so tulkingin hjá Jóhan Magnus Kristianson Olsen á fløguni »Jól í dag«. Bert tíðin fer at vísa, um sangurin kemur á eina norska fløguútgávu í framtíðini! Á NORSKUM Are Heiseldal (ovast á myndini) saman við kórinum "Seraf". Kundi hent, at sangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” kemur út á norskum einaferð í framtíðini LAGIÐ BIRTIST – Ein dagin setti eg meg við urguna, og á ein ella annan hátt, so livnaðu hesir tónarnir, og ein kann siga, at eitt nýtt lag birtist, sigur Øssur Berghamar