Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JólaRákið Sosialurin • 10. desember 2010 19 BØKUR BØKUR BØKUR Til tey forvitnu Tá deyðin verður avdúkaður Dokumentar Høgni Mohr Nakrar mánaðir í 2007 arbeiddi Høgni Mohr sum dokumentaristur á landssjúkrahúsinum. Frá leiðsluni fekk Høgni fullkomiligt frælsi at eygleiða og skjalfesta upplivingarnar, hann hevði saman við starvsfólkum, sjúklingum og avvarðandi. Tekstirnir røkka heilt frá tí, at ein genta verður fødd, til at líkið av einum bráðdeyðum manni verður skorið upp. Til tey kjakandi Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan Tekstasavn Sjúrður Skaale Ì meira enn tvey áratíggju hevur Sjúrður Skaale verið virkin í samfelagskjakinum. Ì talum og greinum hevur hann viðgjørt almenn og persónlig viðurskifti; smámál og stórmál. Viðhvørt hevur hann verið skemtiligur, viðhvørt illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt sarkastiskur. Og viðhvørt er hann farin um mark til tað áleypandi og óreina. Til tey fínkulturellu Listin Tíðarrit Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen Listin 2010 snýr seg um list og mentan og inniheldur tekstir í úrvali av blogginum www.listinblog.blogspot.com, sum Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen skipa fyri og skriva. Listin 2010 er skipað í tríggjar partar í Myndlist, Listakjak og List, sum ikki er myndlist. Hetta er tað einasta føroyska tíðarritið, ið viðger list á rættiliga fjølbroyttan hátt í ummælum, lýsingum, umrøðum osfr. Til tey mentaðu Vencil Skaldskapartíðarrit Oddfríður M. Rasmussen Arnbjørn Ó. Dalsgarð Hesin Vencil er tyngdur við dyggum skaldskapi, ið lýsir menniskju, ið onkursvegna hava samband við bygningar av onkrum slag. Skaldskapur eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Anniku Skaalum, Berg Rønne Moberg, Ludvík Breckmann, Kjartan Hansen, Jóhannu Thomassen, Oddfríð Marna Rasmussen, Kim Simonsen, Vagn Streymoy, Eir í Ólavsstovu og Katrina Ottarsdóttir. Raymond Carver, Claire Castillon , Marcel Aymém Mark Twain, Allen Ginsberg, Charles Simic, Charles Bukowski, Harald Landt Momberg og Jim Carroll. Til tey jólasligu Mín Jólabók 2010 Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól. Í Jólabókini sleppa royndir og minni royndir høvundar og teknarar framat; úrslitið er ein snotulig bók, ið nógv vilja ogna sær. Til tey afturlítandi Góðan morgun – tað er politiið Dokumentar Árni Joensen Bókin er um umfatandi húsarannsóknirnar, sum vórðu framdar kring landið 16. november 1994. Rættarmálið um Heygadrang og síðan málið um Skálafjall fyrst í 1990-árunum er útgangsstøðið í bókini. Árni Joensen hevur tosað við fleiri teirra, sum upplivdu húsarannsóknirnar og nakrar teirra, sum høvdu annan leiklut.=20