fríggjadagur 10. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
22
Sosialurin
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Súr menniskju spjaða vanliga
eina keðiliga og stundum
undarliga kenslu til onnur í
sínum umhvørvi.
Hetta ger seg galdandi í
einum lesarabrævi í vikuni,
har fýra limir í Tórshavnar
býráð hava sligið seg saman
at gera eina súrliga markering
um fíggjarlig viðurskifti í
Tórshavnar kommunu.
Markeringin vísir mest
av øllum, hvussu lítla føling
hesir
fýra
býráðslimirnir
hava við veruleikan hjá
borgarum í Tórshavn.
Hóast lesarabrævið er
rættiliga primitivt í innihaldi,
vil eg gera nakrar stuttar
viðmerkingar til innihaldið.
Gjald fyri ravmagn
skal avmarkast
Tað eru teir fýra – Anfinn
Brekkstein, Sjúrður Olsen,
Jan Christiansen og Vagnur
Johannesen – ið koma við
atfinningum.
Í fyrsta lagi finnast teir at
mær sum borgarstjóra, tí eg
saman við einum meiriluta
av kommunalpolitikarunum
í Føroyum havi mælt Elfelag
num SEV til at endurskoða
sína fíggjarætlan, ið leggur
upp til príshækkingar.
Tað tykist, sum teir fýra
ikki duga at síggja, at tað
er steinur oman á byrðu
hjá púra vanligum fólki og
familjum at fáa eitt stórt
eyka gjald frá SEV.
Tíðirnar eru avbjóðandi
fíggjarliga, og tí skal eitt slíkt
hækkandi gjald í besta føri
avmarkast og helst útsetast,
til tíðirnar batna.
At SEV eftir boðum frá
kommununum,
ið
eiga
SEV, ger eina roynd at
finna sparingar og gera
rationaliseringar, so rokn
ingin ikki pr. automatikk
verður útskrivað og send
kommunum og borgarum, er
ikki meira enn rímiligt.
Hetta, at teir fýra býráðs
limirnir súrliga ynskja, at
elgjaldið skal hækka, má
standa fyri teirra rokning.
Ikki mína.
Góð semja fyri
Føroya land
Hin atfinningin móti mær
sum borgarstjóra er, at eg
havi loyvt mær at fegnast
um, at partarnir á arbeiðs
marknaðinum herfyri komu
til eina semju, ið ber í sær, at
løntakarar fáa eina generella
lønarhækking á 1 prosent.
Teir fýra halda, at henda
útsøgn hongur ikki saman
við ynskinum um, at SEV
skal spara kommunur og
borgarar fyri útreiðslur.
Hetta er at samanbera
súreplir við bananir. Prísurin
fyri ravmagn og sáttmálin á
arbeiðsmarknaðinum hava
onki við hvørt annað at gera.
Einasti felagsnevnari teirra
millum er, at hesi bæði kunnu
spara
kommununi
fyri
útreiðslur, og tað er positivt.
Øll vita jú at sáttmálin á eitt
prosent kundi verið nógv
dýrari, um illa vildi til.
Fyri at skera mín boð
skap út í papp, skal eg
loyva mær enn eina ferð
at fegnast um sáttmálan á
arbeiðsmarknaðinum. Hann
kundi sum nevnt kostað
kommununi nógv meira, um
úrslitið av samráðingunum
bleiv øðrvísi.
Tað er eisini at fegnast um,
at Føroya land slapp undan
einum
lemjandi
arbeiðs
steðgi, ið eisini hevði kunnað
kostað kommununi og øllum
samfelagnum dýrt.
At teir fýra býráðlimirnir
ikki duga at fegnast um hesi
viðurskifti, stendur fyri teirra
egnu rokning. Ikki mína.
Ósannindi um
fíggjarstøðuna
At enda ein stutt viðmerking
til eini ósannindi frá teimum
fýra.
Teir nevna í lesarabrævi
sínum, at Tórshavnar komm
una í ár kemur út við einum
halli á 52 milliónir krónur.
Tað er rætt, at kommunan
í fíggjarætlanini fyri 2010
setti sær fyri at taka lán á 51
mió. kr., men sum hesir fýra
væl vita, hevur higartil ikki
verið neyðugt at taka hetta
lán.
Orsøkin til, at andstøðan í
býráðnum er so súr í hesum
døgum, er, at hon ikki sjálv
hevur sitið við borðendan og
avgreitt fíggjarætlanina hjá
Tórshavnar kommunu.
Fíggjarætlanin fyri 2011
hongur væl saman við einari
góðari javnvág millum at
vera
virksemisskapandi
og tálmandi. Hon skapar
fyritøkum í kommununum
arbeiði í einari truplari tíð, og
tálmaði raksturin er soleiðis
samansettur,
at
borgarar
merkja sum minst til tað.
Hetta er rætti politikk
urin í einari truplari tíð,
men fyri teir fýra andstøðu
politikararnar
eru
berini
vorðin súr.
Teir vildu nevniliga ikki
vera við til at smíða hesa
fíggjarætlanina, ið peikar
frameftir fyri Tórshavn.
Súrlig samanbering av súreplum við bananir
Fýra súrir býráðslimir hava í lesarabrævi teknað eina undarliga og óveruliga
mynd av fíggjarligum viðurskiftum í Tórshavnar kommunu
Kjak
www.torshavn.fo
Kunngerð
Serstøk byggisamtykt fyri matr.
nr. 61a, Argir
tórshavnar
kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir verður við
hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi
25. november 2010 hevur samtykt uppskot til
serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 61a á Argjum.
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipan og
bygging á ognini matr. nr. 61a við Argjavegin.
Serstaka byggisamtyktin fevnir um ognina 61a,
Argir.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi í
Snarskivuni á Vaglinum, frá 13. desember 2010 til
og við 10. januar 2011, frá mánadegi til fríggjadag
frá kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera at
senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi
31. januar 2011.
www.torshavn.fo
Kunngerð
Serstøk byggisamtykt fyri matr.
nr. 1456a, Tórshavn
tórshavnar
kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir verður við
hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi
25. november 2010 hevur samtykt uppskot til
serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1456a í
Tórshavn.
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um skipan og
bygging á ognini matr. nr. 1456a við Villingardals-
vegin.
Serstaka byggisamtyktin fevnir um ognina 1456a
og 1456b, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi
í Snarskivuni á Vaglinum, frá 13. desember 2010 til
og við 10. januar 2011, frá mánadegi til fríggjadag
frá kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera at
senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi
31. januar 2011.