Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin • 10. desember 2010 JólaRákið Á Facebook hevur ein sæð nógv til lýsingar og myndir av fólki, sum hava roynt tað sokallaða Slanki­ wrap, sum er ein nýggj viðgerð í Før oyum. Í lýsingunum verður lov að, at øll missa í øllum førum 15 centimetrar av kroppinum, og um ikki, so er viðgerðin ókeypis. Men hvussu ber tað til ? Sosialurin hev ur verið til Slanki wraps, LIFT6 andlits­ við gerð og og LPG­Lipo­ massagu. Tað ljóðar kanska ov gott til at verða satt. Tað ljóðar kanska eitt sindur ótrúligt, og tað ljóðar í øllum førum eitt sindur yvirdrivið. Men tað satt! Tú kanst missa yvir 15 centimetrar av kroppinum eftir eina viðgerð! Sosialurin hevur roynt tær víðagitnu Slankiwraps. Eftir arbeiðstíð eitt fríggjakvøld fór eg til vælverustovuna hjá Ergo í Havn, har hes ar víðagitnu við ­ gerð ir nar skuldu royn ast. Eftir eina langa og strævna ar beiðs viku, er tað altíð deiligt, at sleppa til væl ­ veru við gerð, og so leiðis varð eisini hetta kvøldið. Men eg var kort ini nak að skeptisk um hesar 15 centi­ metrarnar, sum Ergo lovar fara av. Væl vitandi, at eg kanska ikki teljist mill um tær størstu kvinnurnar, so loyvdi eg mær at ivast í, um 15 centimetrar yvirhøvur kundi fara av mær. Fyrst á skránni var lipo­ massagan, sum hevði til enda máls at uppstramma, lyfta og forma kroppin. Eg legði meg niður, ílatin eina svarta nylon­líkn andi drakt, og so fór viðgerðin í gongd. Tað minnist mest um eitt súgvu­ kopp, sum verður settur á kroppin. Trupul leikin við hesum er, at eg fekk rætti liga ilt av við gerð ini. Eg skilti á kvinnuni, sum framdi við­ gerðina, at tað er rættiliga vanligt, at fólk fáa ilt av viðgerðini, men tað er ymisk hvussu ilt fólk fáa. Um tú fegin vil hava eina av­ slapp andi massagu, so er hetta helst ikki rætta viðgerðin. Men hevur tú hinvegin appilsin húð, ójavna húð ella líknandi, so er hend an viðgerðin ein góð hjálp, um enn hon ikki tekur alt burtur. Vælveru­ klænking í Havn Lipomassagan Barbara Holm barbara@sosialurin.fo