fríggjadagur 10. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
22
Sosialurin
Jólablaðið
– Eg vildi fegin valt sangin »Eg sá
mammu mussa jólamann«, men tá
tað ikki er ein sálmur, velji eg ístað
in »Her koma Jesus tíni smá« eftir
Brorson, sigur kendi danski skemt
arin Anders Lund Madsen.
Sambært Anders Lund er hann
serliga fegin um 2. ørindið:
So glað vit skunda tær ímót
og kyssa dustið við tín fót;
o, stundin sæla, náttin klár,
tá tú vart føddur, Drottur vár!
– Hetta er framúr væl skrivað, heilt
í nánd av sanginum »Sí, úr havi rís
ur nú morgunsól«.
Eg eri ikki vísur í, at eg skilji
vend ingina »kyssa dustið« reint
prak tiskt, men hugskotið er sólar
klárt: Tað er at geva seg fult og heilt,
sum vaskar sær, ella rættari tað at
geva seg fult og heilt, sum ein vask
ar sær eftir.
– Serliga hugtikin eri av teirri
greiðing, sum hesin sangurin sýnir.
Vantandi óttan. Fráveruna av spurn
ingum. Eg skilji tað simpelt hen ikki,
men tað vekir undran og virðing,
sigur Anders Lund Madsen.
(Kelda: Kristeligt Dagblad 2008)
1. Her koma, Jesus, tíni smá
til tín í Betlehem at gá;
upplýs tú okkum sál og sinn
at finna vegin til tín inn!
2. So glað vit skunda tær ímót
og kyssa dustið við tín fót;
o, stundin sæla, náttin klár,
tá tú vart føddur, Drottur vár!
3. Vælkomin hátt frá himnasal’
til henda heimsins neyðardal,
hvar heimur tær ei annað beyð
enn fjós og krubbu, kross og deyð’!
4. Men, Jesus, hvussu ber tað til,
so fáur gætur geva vil
tí hjartans kærleika hjá tær,
teg dró frá himli ørmum nær!
5. Tú okkum smáu drag til tín,
o, góði sálarvinur mín,
at fegin hvør av okkum svá
í trúnni fast teg fevna má!
6. Lat verøld ei við síni makt
oss vika burt frá dópsins pakt,
men gev, vár longsil allur má
til tín, til tín í heilum stá!
7. Tá skulu vit víst einaferð
við gleðirødd í hini verð
við halgum í Guðs paradís
tær lova hátt á eingla vís.
8. Her standa vit í flokk’ og rað
um teg, várt fagra hjartablað,
o, hjálp, at vit í himli tá
um trónu tína standa svá!
Brorson 1732. Emil Joensen.
Hetta er mín jólasangur
Anders Lund Madsen:
Her koma
Jesus tíni smá
– Eg vildi fegin valt sangin »Eg
sá mammu mussa jólamann«,
men tá tað ikki er ein sálmur, velji
eg ístaðin »Her koma Jesus tíni
smá«, sigur danski undirhaldarin,
Anders Lund Madsen
góÐur sangur
Brævaskiftið millum
Abelard og Heloise:
Kærleiki og
heimspeki í
heimsklassa
Eilif Samuelsen
hevur týtt
søguna
um sambandið
millum Abelard
og Heloise,
sum er eitt
av heimsins
mest víðagitnu
og tragisku
kærleiksævintýrum. Hon er søgd
í brøvunum hjá Pæturi Abelard,
einum fronskum heimspekingi
og einum av teimum størstu
logikarunum í tólvtu øld, og
gávuríka næmingi hansara,
Heloise.
Listin:
Kjak og upp-
lýsing um list og
mentan
Kinna Poulsen og
Inger Smærup
Sørensen hava
ritstjórnað
útgávuni, Listin
2010, sum
er um list og
mentan. Listin inniheldur
tekstir í úrvali av blogginum www.
listinblog.blogspot.com, sum tær
báðar skipa fyri og skriva. Listin
2010 er skipað í tríggjar partar í
Myndlist, Listakjak og List, sum
ikki er myndlist. Hetta er tað
einasta føroyska tíðarritið, ið
viðger list á rættiliga fjølbroyttan
hátt í ummælum, lýsingum,
umrøðum osfr.
Til børnini:
Mimbo
Jimbo
Minst til at
busta tenn
Søgan er um tveir lítlar fílar,
Mimbo Jimbo og Mumbo Jumbo,
annar er bláur, og hin er gráur og
so eru teir bestu vinir. Og teir eru
felags um alt, tað vil siga har tað
ber til. Trupulleikar eru til fyri at
verða loystir, og moralurin er:
altíð at minnast til at busta tenn.
Undir einum
lítlum træi,
liggur... ein
bóka pakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og
fýrakantað og keypt í bókabúðini.
Sosialurin viðmælir nýggjar
føroyskar bókaútgávur í hvørjum
blað í jólamánaðinum.