Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 Sosialurin Kjak Tórshavnar Býráð samtykti á fundi í kvøld at taka av tilboðnum frá ArtiCon um at byggja heimið fyri ein samlaðan kostnað á knappar 93 mió. kr. Nú verður farið í gongd við at byggja Boðanesheimið, ið er eitt røktarheim við plássi fyri tilsamans 64 búfólkum. Spakin verður settur í komandi viku. Hetta er greitt, eftir at Tórshavnar Býráð á fundi í kvøld einmælt og endaliga samtykti, at byggifyritøkan ArtiCon skal standa fyri byggiarbeiðinum. - Vit eru ómetaliga fegin um, at farast kann í gongd við Boðanesheimið nú. Ikki færri enn 75 fólk í Tórshavnar Kommunu hava bráðneyðugan tørv á røktarheimsplássi, og vónandi kann Boðanesheimið koma teimum, ið hava størsta tørvin, til góðar, sigur Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu. Tørvurin á røktarheimsplássum í Suðurstreymi er stórur, og hagtalsmetingar hjá Hagstovu Føroya vísa, at tørvurin helst fer at økjast frameftir. Sum er, eru tilsamans 145 persónar í Suðurstreymi visiteraðir til eldrabústovn. Heildararbeiðstøkusáttmálin við ArtiCon ásetur, at Boðanesheimið fer at kosta 92.954.857 krónur við mvg. Búfólkini skulu eftir tíðarætlanini kunna flyta inn á Boðanesheimið í oktober 2012. Articon byggir Boðanesheimið Halla Samuelsen forkvinna í sosialu nevnd Kommununar í Eysturoynni hava nú í nógv ár sett seg í stóra skuld fyri, at loysa eina lands - uppgávu. Íløgurnar, ið skapa okkara eldru virðilig kor á ellisárum, hava nú virka í nógv ár og virka væl. Kommununar gjalda tað stóra lánið, ið íløgan krevur, viðlíkahald og náttarvaktina á sambýlum. Eg haldi, at Landstýrið átti, at kent sær eina tvungna fíggjarliga skyldu her! Komm- ununar hava, eftir at hava fingið játtan frá Landsstýri- num, bygt heimini og landið hevur goldið sín part av rakstrinum. Hetta er avtalað frammanundan og hendan skipanin virkar. Sita eftir við Svarta Peri Tá nú Landstýrið sleppur endanum, sita kommununar eftir við Svarta Peri. Íløgan er har; men eingin peningur er til rakstur. Hetta er, at leypa frá avtalu og at heingja onnur uppá rovini, ið eftir verða,” lánið uppá íløguna” og hølini, ið nú ikki verða nýtt til fulnar. Hetta er púrasta burturvið og kann ikki góðtakast. Eg haldi, at Landstýrið, har heimini eru bygd og tørvurin framvegis er stórur, átti at kent seg “frívilliga” tvinga til, at gjalda framyvir og tað líka inntil teir koma við einari loysn, ið er til sóma fyri øll og serliga fyri kommununar, ið hava gjørt íløguna og borgarin í krevur búðstaðin. Er tað ein reformur ið skal til, ella at økið skal leggjast út til kommununar? So haldi eg, at tit skuldu arbeitt við tí og latið verandi skipan koyrt víðari, inntil tit koma við loysnini. Tað er heldur ikki rímiligt at halda, at kommununar bert skulu góðtaka, at gjalda enn meira av hesi skipan, tí kommununar hava spent bogastreingin nógv. Verður spent meira í, slitnar strong- urin og tað verður einki minni enn ein” katastrofa” fyri øll tey ið vara av, um tað hendir. At spara Hetta við at skera til høgru og vinstru tá sparast skal, er ikki tað rætta, tað vita øll, eisini Landstýrið. Eg vil tí harðliga mótmæla hesi ætlanini, sum í roynd og veru bert tænir einum endamáli, nevnliga, at flyta útreiðslur frá Landsskassa- num yvir á kommunurnar. Skal tað leggjast á komm- ununar, so ger tað ordiliga, t. d. við at leggja alt økið út til kommununar. Eitt orðafelli sigur: At tað nyttar ikki at spæla væl og tapa. Tað er nógv betur at spæla illa og vinna. Kanska var tað “valg- agitatión”, ið orðasmiðurin hugsaði um tá hann skrivaði hetta? Tí má eitt prik til okkara politikarar fylgja hesi grein. Hugsaði um, at til sein- asta val, var næstan ikki framkomandi fyri faldarum við lyftum um, at alt skuldi gerast betri hjá teimum eldru. Faldararnir vóru so nógvir við hesum lov-orðum, at IRF hevði trupulleikar við, at brenna alt pappírs- tilfarið, ið politikarar sendu í hvønn postkassa í landinum. Sig mær, er alt hetta gloymt? ABC sparir burtur 6 røktarpláss í Eysturoynni ? Tummas Eli Joensen Stýrisformaðurin fyri ERE Hávaálop eru alla tíð kring allan heimin. Hvørt eitt einasta ár doyggja menniskju og eru løstað av hesum álopum. At ákæra Ísrael fyri at ávirka hávar at gera álop við Sharm el-Sheikh, fyri at loypa ótta á fólk, og harvið skaða ferðavinnuna í Egyptalandi eru beinleiðis villeiðandi tíðindi, Spjadd kring heimin fyri at skaða Ísrael. Og hví skulu teir tað? Ikki langt frá Sharm el-sheik er ísraelski havnabýurin Eilat, hagar milliónatals ferðafólk leita á hvørjum ári. Hávarnir duga sjálvandi eisini at svimja inn hagar og kunnu eisini gera skaða har. So ein og hvør dugir at hugsa, at ákæran úr Egyptalandi er ørvitistos. At ákæra ísralesmenn fyri at stýra hávunum, so at teir søkja at Sharm el-sheik er at halda teir vera guddómligar. Og tað er teir ikki. Ísrael hevur eisini fingið skyldna av trupulleikum við rúsevnum og ólóligum vápnum í Egyptalandi. Fólk eiga at minnast til, at Ísrael og Egyptaland hava friðarsáttmála sínámillum og at tað er fræls ferðsla millum bæði londini. Ísrael og Egyptaland arbeiða saman á mongum økjum, serstakliga í stríðnum móti víðgongdum bólkum, sum ikki einans stríðast móti Ísrael, men eisini ímóti egyptisku stjórnini. Ísrael fer óivað at fáa skyldina fyri komandi jarðskjálvta Hesi tíðindini um hávarnar fáa meg enn einaferð at hugsa um tað, ið eg av og á sigi við føroysku ferðafólkini, sum eru við mær í Ísrael. Tá ið vit standa á Oljufjallinum og hyggja oman yvir Jerusalem og moskéirnar, plagi eg at nevna, at Bíblian sigur, at nýggja tempul jødanna fer at eisini at verða bygt á Moria fjalli, har tey bæði tempul jødanna hava staðið, men fyri at tað kann byggjast har, mugu moskéirnar hvørva. Men hvussu fara tær at hvørva? Møguliga verður tað við einum jarð- skjálvta, tí hetta økið er jarðskjálvtøki. Men sama hvussu tað hendir. Verður við einum jarðskjálvta, so fara jødarnir og Ísrael kortini at fáa skyldina. Tá Ísrael kann fáa skyldina fyri at stýra hávunum á heimshøvunum, so kunnu teir fáa skyldina fyri alt – eisini jarðskjálvtar. Svenning av Lofti Leggja ábygdina á Ísrael Ísrael fær skyldina fyri tað mest ótrúliga. At egyptar geva ísraelsku fregnartænastuni skyldina fyri at standa aftan fyri hávaálopini, sum hava verið í Sharm el-Sheikh síðstu tíðina, er sjálvandi ørvitistos Í komandi viku verður spaki settur í fyri Boðanesheiminum