fríggjadagur 10. desember 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JólaRákið
Sosialurin • 10. desember 2010 25
60 g av sild í laka
1 súrepli
25 g av reyðleyki
25 g av reyðrót í laka
Lakin:
1 spsk. av reyðrótasevju
1 tsk. av sinnopi
1 tsk. av enskari sós
Salt og pipar
Sukur eftir smakki
Píska alt tilfarið til
lakan saman.
Sker sild, súrepli,
reyðleyk og reyðrót
í smáar bitar. Blanda
alt saman í eina skál við
lakanum.
Sildasalatið hevur gott av at
standa til dagin eftir.
2 dunnubringufløk
2 spsk. av nýrivnum ingifer
1 smáttskornan hvítleyksbát
1 spsk. av olju Salt og pipar
Haraftrat:
1 frillicesalat
150 g av turkaðum tranaberum
2 dl av frískari appilsinsevju
2 spsk. av olivinolju
2 tsk. av dijonsinnopi Salt og
pipar
3 spsk. av grovthakkaðari persillu
100 g av snerktum pinjukjarnum
Ger nakrar skurðir í feittkantin
á kjøtinum. Píska olju, ingifer
og hvítleyk saman. Koyr salt og
pipar í, gníggja lakan á kjøtið og
lat tað liggja í køliskápinum í 4-6
tímar. Legg dunnu- bringurnar
á eina rist við skuffu undir og
steik tær í ovni í 20 minuttir á 225
stigum. Lat tær kølna heilt, gjarna
í køliskápinum. Sker tær í tunnar
flísar.
Legg tranaberini á blot í
appilsinsevjuni í nakrar tímar.
Sker salatið og blanda tað við
appilsinsevju og tranaberum.Vend
persillu og dunnuni í. Píska oljuna
saman við sinnopi, salti og pipari
og vend øllum saman.
Pynta við pinjukjarnunum.
Broyski dunnusalat
Rabarbudreymur – 4 gløs
Tilfar:
500 g av rabarbum
70 g av sukri
70 g av farini
4 dl av hvíta
3 tesk. av florsukri
½ tesk. av kaneli
8 súpisk. av músli
Omaná:
músli
Arbeiðsháttur:
Sker rabarburnar í flísar
uml. 2 cm til støddar og
legg í eitt ovndygt fat
Rør sukrið og farini
saman og stroy oman yvir
rabarburnar
Hita ovnin til 180˚ og set
fatið mitt í ovnin í 15-20
min.
Lat rabarburnar kølna
Rør hvítan saman við
florsukrinum og kanelinum
Koyr eina súpiskeið av
músli í hvørt glas ella í eina
skál
Koyr hvørt eftir annað
rabarbur við sevju, hvíta,
músli, rabarbur og enda við
hvíta í hvørt glas
Stroy eitt sindur av
kaneli omanyvir og prýð
við músli
Jólasild – 4 verðar