fríggjadagur 10. desember 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
26
Sosialurin
Sama dag, sum føroyska
útbúgvingarskipanin
hjá
Mentamálaráðnum
enn
einaferð dumpaði í PISA, kom
fram, at landsstýriskvinnan
Helena Dam á Neystabø
hevur avgjørt umfatandi
bygnaðarbroytningar innan
allar hægri útbúgvingar í
Føroyum.
Tað er gott, at útbúgvingar
hjá Vinnuháskúlanum verða
uppstigaðar til akademiskar
útbúgvingar. Tað er eisini
gott, at hesar verða savnaðar
undir Fróðskaparsetrinum.
Hetta er alt neyðugt, skulu vit
menna spinkla akademiska
umhvørvið í Føroyum.
Men avgerðin hjá lands
stýriskvinnuni um at flyta
útbúgvingar hjá Vinnuhá
skúlanum til Klaksvíkar er
beinleiðis vanlukkulig.
Hetta er sanniliga dýrur
prísur at gjalda, har Vinnu
háskúlin verður offraður
fyri nøkur grundskeið hjá
almennu Trygdarmiðstøðini,
sum eins væl kundi verið
privat.
Hetta er skelkandi, stutt
skygt og púra visjónsleyst.
Landsstýriskvinnan
talar við tveimum
tungum – sum vant
Helena Dam á Neystabø
hevur sett sín politiska sess
í veð fyri ætlan hennara at
savna smáu fólkaskúlarnar
kring landið í størri skúlar.
Eisini
miðnámsskúlarnir
skulu savnast í størri deplar.
Grundgevingin fyri hesum
skilagóðu ætlanum er bæði
faklig og fíggjarlig.
Eftir sama leisti hevur
leingi verið arbeitt við at
savna hægri útbúgvingar
nar í Føroyum. Sjúkrarøktar
frøðiskúlin og Læraraskúlin
eru nú knýtt at Fróðskapar
setrinum sum liður at savna
og uppstiga hægri útbúgv
ingarnar.
Við
vaksandi
altjóða
krøvunum til maritimu út
búgvingarnar hevur leingi
verið greitt, at tær skulu
uppstigast og fakliga orkan
savnast. Samsvarandi hesum
fekk landsstýriskvinnan 5.
mars 2010 eitt greitt tilmæli,
har maritimu útbúgvingarnar
skuldu leggjast saman og
skipast bygnaðarliga saman
við Fróðskaparsetrinum í
Tórshavn.
Grundgevingin fyri hesum
er, at tað gevur bestu fakligu,
fíggjarligu og námsfrøðiligu
fyrimunirnar.
Men nei. Tá um maritimu
útbúgvingarnar
ræður,
venda grundgevingarnar hjá
landsstýriskvinnuni knapp
liga øvugt. Nú skulu hesar
útbúgvingar og partar av út
búgvingum partú spjaðast og
tægast sundur í allar ættir.
Ikki Havnin, men
framtíðin hjá Føroyum
Hetta
landsstýrið
hevur
systematiskt lagt seg eftir at
niðurlaga og flyta so nógvar
almennar stovnar sum til
ber út á bygd. Havnin er
stóra trøllið, sum skal berjast
niður, tí útjaðarin skal lívgast
fyri politiskan løtuvinning.
Vit í Havn góðtaka hetta
ikki, tí tann megin, sum skal
til fyri at skapa grundar
lag fyri fólkavøkstri og bú
skaparvøkstri í øllum landi
num, verður burtur. Og allir
møguleikar fyri einum altjóða
universiteti í Føroyum, sum
kann tryggja eitt viðkomandi
og
altjóða
útbúgvingar
og
granskingarumhvørvi,
hvørva.
Henda avgerðin fer tí
at hava eina røð av nega
tivum
og
sjálvstyrkandi
avleiðingum ikki bert fyri
maritimu
útbúgvingarnar,
men eisini fyri alla menning
av hægri útbúgvingum og
gransking í Føroyum.
At partar av maritimu
útbúgvingunum
skulu
takast í Klaksvík, aðrir í
Havn, fremur als ongan
samanhang innan maritima
útbúgvingarumhvørvið ella
við Fróðskaparsetrið sum
setur fyri hægri útbúgvingar
yvirhøvur.
Tey lesandi fara hagar,
tey fáa bestu útbúgvingina
við einum gevandi lestrar
umhvørvi, har tey eisini
kunnu vinna sær inntøku
aftrat til lestrartíðina. Lær
ararnir
og
granskararnir
fara hagar, teir fáa fakligar
avbjóðingar innan fyri sítt
fakøkið.
Hetta
fær
man
bara
við at savna tey lesandi og
lærararnar í stórar eindir
og í miðstaðnum. Teir fáu
næmingarnir, sum nú eru
í Klaksvík, rúmast væl í
Vinnuháskúlanum í Havn,
og at flutt hesar til Havnar
er eisini skynsamasta og
bíligasti loysnin.
Avgerðin hjá landsstýris
kvinnuni fer tí bert at lækka
útbúgvingarstigið, tí úrslitið
verður, at vit fáa færri lesandi,
sum taka maskinmeistara
og skipsføraraprógv. Hetta
merkir, at fakliga grundar
lagið
undir
útbúgving,
sum skal lúka altjóða krøv,
máast burtur, og tey lesandi,
lærararnir og granskararnir
flyta av landinum.
Eg skilji tey væl, eg hevði
eisini fari av landinum.
Styrk heldur
Vinnuháskúlan og
Fróðskaparsetrið
Alt hetta kundi landsstýris
kvinnan spart Føroyar fyri.
Eingin við skili fyri hesum
er
heldur
hoyrdur
um
avgerðina.
Einasta rætta og fram
skygda loysnin er, at allar tær
maritimu
útbúgvingarnar
verða savnaðar á Vinnu
háskúlanum og við tí Fróð
skaparsetrinum í Havn.
Hetta er einasta loysnin,
skulu vit yvirhøvur geva
okkum nakra vón um at skapa
eitt sterkari útbúgvingar og
granskingarstað, sum lýkur
altjóða krøv, og sum føroyska
samfelagið hevur so alstóran
tørv á.
Við
vakstrarætlanini
hevur Tórshavnar kommunu
greitt meldað út fyri landsins
myndugleikum, at komm
unan satsar stórt uppá júst
útbúgving og gransking.
Tað ger landsstýrið eftir
øllum at døma ikki.
Maritimu útbúgvingarnar
í Havn skræðast sundur
Kjak
Heðin Mortensen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Í hesum døgum uppliva
fleiri
100
tals
fólk
ta
vanlukku, at missa arbeiði,
nú Fiskavirking er farið av
knóranum. Spurningurin er,
hvat landið eigur at gera fyri
at hesi fólk ikki detta niður
ímillum.
Als ikki nøktandi
Vit hava fingið upplýst, at
stóri parturin av hesum
fólkum hava havt so lítla
inntøku, at útgjaldið, ið tey
fáa úr arbeiðsloysisskipani,
er so lágt, at tey ikki klára
seg við tí.
Spurningar til
vinnumálaráðharran
Fyri at varpa ljós á hetta mál,
hevur undirritaða í dag sett
vinnumálaráðharranum
hesar spurningar.
Fer landstýrismaðurin at
taka spurningin um lága út
gjaldið til tey arbeiðsleysu
í fiskavirkingsvinnuni, upp
við ALS?
Fer landstýrismaðurin at
taka upp samband við lands
stýriskvinnuna í almanna
málum, fyri at fáa trygd
fyri, at tey arbeiðsleysu, ið
hava tað fyri neyðini, fáa for
sorgarhjálp, sum ískoyti til
ALS útgjaldið?
Fer
landstýrismaðurin,
í
samstarvi
við
lands
stýriskvinnuna
í
menta
málum, at taka spurningin um
at útvega førleikamennandi
tilboð upp við ALS?
Vinnumálaráðharrin
upplýsti á tingfundinum í
dag, at hann hevur sett seg
í samband við ALS stýrið og
at hann, ein av komandi døg
unum, fer at viðgera støðuna
saman við stýrinum í ALS.
Eiga at hava eina
neyðætlan
Tað er tíbetur ikki hvønn
dag, at so nógv arbeiðspláss
fara fyri bakka í einum.
Tá ið hetta hendir, er tað
ein neyðstøða, ikki bert
fyri tey ið tað rakar, men
fyri alt samfelagið. Tí eiga
avvarðandi
myndugleikar
at hava eina neyðætlan,
sum í minsta lagi tryggjar,
at tey arbeiðsleysu fáa eitt
nøktandi útgjald, og at tiltøk
verða sett í verk beinanvegin,
so tilboð um skeið og aðra
viðkomandi førleikamenning
stendur teimum í boði, sum
verða rakt av arbeiðsloysi.
Eru útlit fyri, at longri tíð
kann ganga innan virksemi
kemur í gongd aftur, so
eigur spurningurin um at
framskunda arbeiðsskapandi
íløgur
eisini
at
verða
viðgjørdur.
Í einum framkomnum
samfelag eigur ongin at
detta niðurímillum orsaka
av at arbeiðspláss fara av
knóranum.
Ongin eigur at detta niðurímillum
Eyðgunn Samuelsen
Løgtingskvinna