týsdagur 19. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 34 - 19. februar 2002
Nr. 34 - 19. februar 2002
13
Jónfinn Olsen
form. í UfM
(Av tí at onkur villa var í
hesi grein herfyri, prenta
vit hana umaftur, vit biða
greinskrivaran
umbera
mistakið)
Gleðiligt at hoyra, at
landsstýrismaðurin í al-
manna- & heilsumálum nú
tekur barnagarðin á Lands-
sjúkrahúsinum í álvara.
Hetta hendir dagin eftir, at
pallborðsfundurin
hevði
verið í Norðurlandahúsin-
um, har Miðflokkurin tók
hetta mál fram og vísti tað
seg, at blíva eitt av høvuðs-
evnunum á fundinum í
seinna hálvleiki. Hetta var
júst tað, vit vildu hava, at
fólk sóu álvaran í, at barna-
garðurin á Landssjúkra-
húsinum fer at loysa stóran
part
av
barnaansingar-
trupulleikunum í høvuðs-
staðarøkinum, hann fer
eisini at gera tað attraktivari
hjá læknum og sjúkra-
systrum
at
koma
hendavegin og søkja starv á
Landssjúkrahúsinum.
Verður barnagarðurin á
Landssjúkrahúsinum veru-
leiki (sum Miðflokkurin vil
arbeiða fyri) fer hetta at
lætta trýstið á hinar ansing-
arstovnarnar, av tí at tey, ið
arbeiða á Landssjúkrahús-
inum vilja væntandi flyta
børn síni á henda barna-
garðin, onnur sum so
standa á bíðilista sleppa so-
statt inn á hinar stovnarnar.
Leypa pláss av á barna-
garðinum á Landssjúkra-
húsinum,
hevur
verið
frammi at børn, ið standa á
bíðilista, kunnu fáa møgu-
leika at koma inn á hesi
plássini. Hetta saman við
ætlandi 20.000.000,00 íløg-
uni fram til 2003 hjá
býráðnum skuldu barna-
ansingartrupulleikin í Havn
verið loystur.
Miðflokkurin vil vísa á,
at Eirargarður skal fáa frið
hesum viðvíkjandi og brúk-
ast til tað, Eirargarðurin
verður brúktur til í dag.
Barnagarðurin skal hava
nýggj høli og ikki nakra
fyribils loysn.
Til viðmerkingarnar hjá
ávísum politikara í bløð-
unum herfyri, er bert at
siga: »halt teg til at arbeiða
landspolitiskt so leingi tú
ert løgtingsmaður, tí sann-
líkt er, at ein trupulleiki er
viðvíkjandi
Landssjúkra
húsinum, og tað er at ongir
barnaansingarmøguleikar
eru til børnini hjá teimum,
ið arbeiða har og trupul-
leikin er eisini stórur at fáa
fólk at koma henda vegin at
arbeiða av somu orsøk. Eitt
sum eisini kann nevnast er,
at nýggj útbúgving fyri
kommunulæknar
skuldi
setast í verk, har møguleiki
skuldi verða hjá tveimum at
taka hesa útbúgving í Før-
oyum, men bert ein skal
byrja, tí fleiri spurdu seg
fyri, men millum annað var
tað væntandi barnaansing,
ið gjørdi, at fólk settust
aftur at koma henda vegin«.
Jú, hetta má sigast at vera
ein landstrupulleiki, men er
eisini ein trupulleiki fyri
Havnar kommunu, av tí at
Landssjúkrahúsið
er
í
Havn. Hava borgarar ikki
eisini ein rætt, sum búgva í
Havn, eins og aðrar borg-
arar hava ein rætt kring alt
landið. Latið okkum standa
saman og loysa henda sam-
felagstrupulleika í felag, so
barnafamiljurnar ikki líða
av tvørrandi vilja frá po-
litikarunum.
Latið okkum ikki verða
so ábyrgdarleys at verri-
stilla heilsu og sjúkrarøkt
her á landi, tí man ikki vil
raðfesta/prioritera børnini
og familjur teirra. Vælsign-
aðir veiti hesa íløgu til
barnagarðin á Landssjúkra-
húsinum sum skjótast.
Miðflokkurin vil arbeiða
fyri at tryggja familjuni
saman við børnum teirra
tær bestu umstøður og
góðar uppalingarmøguleik-
ar kring alt landið.
VIÐMERKINGAR
Landssjúkrahúsið og barnagarður
Birgir Nónsgjógv
Teir gomlu kenningarnir í
føroyska vinnulívinum eru
nú, aftaná kyrrindini frá
fríu burturlutingini av fiski-
rættindum, aftur farnir at
gera um seg. Herrópið
hesaferð er "einskiljing".
Síðani lagnuárini fyrst í
90’-unum,
hevur
bert
gingið framá í landinum og
nú, tað gongur so væl sum
ongantíð fyrr, eru fleiri
farnir at rópa varskó um, at
vit mugu gera okkurt og
soleiðis tryggja tann ein-
staka ímóti at alt einaferð
afturat fer so loðandi á
heysin. Trygging ímóti van-
lukkum er góð, men tað er
fáum í blóðið borið at spáa
um framtíðina og tí er
neyðugt at nýta hógv,
áðrenn lopið verður á blám-
an eftir tryggingum ímóti
bæði hesum og hasum, og
ikki minst ímóti tí sum
ongantíð hendir ella tí sum
hendir kortini.
Ætlanin er nú at einskilja
eina rúgvu av almennum
ognum og soleiðis taka
váðan frá tí einstaka. Hetta
vil við øðrum oðrum siga,
at fyri at minka um vandan
fyri at fara á heysin, er
loysnin at sleppa sær av við
alt sum tú eigur.
Jú, gamaní, men hetta er
ikki nakað nýtt. Munnu
ikki fleiri kenna orðatakið:
"Hann ið einki váðar hann
einki vinnur".
Føroya Fiskavirking sum
hevur staðið sum ein skansi
í føroyskum vinnulívi og
sum er hornasteinurin í ein-
um støðugum feskfiska-
marknaði sum aftur gevur
eina støðuga rávørutil-
gongd, er nú aftur fyri skot-
um. Fyritøkan skal ein-
skiljast og í sama andadrátti
verður ásannað at tað
verður ikki gjørt í verðandi
líki. Føroya Fiskavirking
skal burtur og býtast sundur
í fleiri feløg. Hetta gevur
møguleika fyri at einstakir
persónar kunnu keypa sær
hvør sítt virkið í staðin fyri
at allir mugu verða saman í
sama
felagi.
Keyparar
liggja eftir øllum at døma
longu framvið og prísin fyri
virkini kunnu allir skjótt
semjast um. Tað er tíðiligt
at slík tala er vegnað keyp-
ararnar og ikki vegnað selj-
aran sum er tann "tryggi"
einstaklingurin.
Styrkin í Føroya Fiska-
virking er júst tann at hon
er so stór sum hon er. Ein
slík fyritøka krevur at um-
støðurnar eru hampuliga
støðugar og fer altíð at hava
sum mál at hava støðug
marknaðarviðurskifti, sum
smærri virki fáa ágóðan av.
Verður Fiskavirking seld
sum einstøk virki missir
hvørt teirra ein ávísan part
av hesari styrkini og tað er
spell.
Peningurin sum eitt nú
skal fáast fyri Fiskavirking
skal koyrast í tann ætlaða
búskapargrunnin, sum hev-
ur til endamáls at gera
okkara skiftandi búskap eitt
sindur støðugari. At petta
Fiskavirking sundur ger
viðurskiftini óstøðugari og
tá er spurningurin um vit
ikki missa meira fyri minni.
Rákið uttan í heimi
verður sagt at verða tann
vegin, at alt verður meira
og meira einskilt. Hetta
sæst einamest í eystur-
evropa.
Í teimum eysturevro-
peisku londunum er av-
markað hvat londini eru før
fyri at eiga og tað er eisini
stórt trot á nóg væl út-
búnum fólki.
Støðan hjá okkum er
heilt ein onnur, og nú vit
tosa um rák uttan úr heimi,
kundi verið vert at nevnt at
fyritøkurnar gerast alsamt
størri og størri. Tað er ikki í
tráð við ætlaðu søluna av
Føroya Fiskavirking.
Í sambandi við tann
nevnda váðan hjá tí ein-
staka, er vert at minna á
hvussu mannagongdin var
fyrst í 90’-unum. Sam-
felagið fór á húsagang og
treytirnar sum blivu settar
við fyri at sleppa burturúr
hesum, var at Føroya
Landsstýrið skrivaði undir
eitt risalán sum bar uppfyri,
ikki bara tí almennu skuld-
ini, men so sanniliga eisini
fyri tí risaskuld sum tað
privata hevði átikið sær.
Tann váðaleysi fekk lorta-
spannina omanyvir seg og
tað var nóg væl at hann
hóraði undan.
Síðani fyrst í 1998 hevur
Føroya Fiskavirking havt
góðan byr og úrslitið er
vaksið ár undan ári. Felagið
bleiv stovnað í 1993 og tey
fyrstu árini hevði tað so
nógvar og stórar trupul-
leikar at dragast við, at tað
meira enn tað einu ferðina
varð hótt við húsagangi.
Skeivar
leiðsluskipanir,
ovurstórar kapitalútreiðslur
umframt lágir marknaðar-
prísir gjørdu tað ómøguligt
at fáa verðuliga gongd á
raksturin. Aftaná ta stóru
politisku
mótstøðuna
í
1997, tá ið felagið var um
at fara av knóranum var
ídni og trivnaðurin ímillum
arbeiðsfólkið tað einasta
sum felagið átti eftir. Fram-
taksgrunnurin avgjørdi tí-
betur at seta 60 milliónir í
felagið og hetta var stirilin
sum skuldi til, fyri at
fyritøkan kundi lyfta seg
uppá tað støði sum hon er á
ídag.
Virðið í felagnum hevur
síðani tá fleirfalda seg og
tað er eingin í Føroyum í
dag, sum setur seg føran
fyri at keypa fyritøkuna
sum hon er (sí, framman-
fyri).
Skuldsetingar verða í-
staðin settar ímóti felag-
num, um at orsøkin til at
tað hevur gingið so væl, eru
tær stóru avskrivingarnar
sum felagið hevur havt. Jú,
tað er rætt at nógvur pen-
ingur er settur í Føroya
Fiskavirking, men tað er
eingin sum vil siga hvaðani
hetta felagið er sprottið og
hví eitt so stórt felag hevði
so stóra skuld, so stutt
aftaná at tað var stovnað.
Aftaná tað stóra skrædlið
í 1992 stóðu ein rúgva av
flakavirkjum kring landið
og gapaðu av tí risaskuld
sum hevði hópa seg upp
ígjøgnum 80’-ini. Hetta
vóru privat (les einskild)
virki sum einstaklingurin
onga ávirkan hevði á.
Fyri at fáa gongd á aftur
mátti onkur taka um endan
og tað var sjálvandi tann
einstaki, tí teir einskildu
vóru farnir av rókini meira
og minni fjaðursárir.
Føroya Fiskavirking bleiv
stovnað og hon umfataði 19
virki við høvd og gørnum.
Fyri tað fyrsta vóru virk-
ini niðurslitin og tann
studningsborni
raksturin
sum virkini høvdu havt,
hevði við sær at tær íløgur
sum blivu gjørdar, ikki
miðaðu fram ímóti tí størsta
samfelagsbúskaparliga
yvirskotinum,
men
tí
størsta studningsyvirskot-
inum. Útbúnaðurin líktist
stórt sæð á øllum virkjum
og øll kundu arbeiða allan
fisk. Sostatt var einki virki
serútgjørt til ávísar fram-
leiðslur.
Hetta var ikki smávegis
at fara í holt við. Fiska-
virking byrjaði sostatt ikki
á berum, men mitt í einum
ruskdunga sum mátti rudd-
ast burtur fyri at koma
niður á bert.
Hetta kostaði nógv og tey
fyrstu árini tóktist tað sum
peningurin hvarv, so hvørt
hann bleiv settur í felagið.
Fyri ein stóran part vóru
hetta syndir frá 80’-unum
sum skuldu gjaldast aftur.
At siga, at tað góða
úrslitið bert kemst av tí
nógva peninginum sum er
settur
í
felagið,
er
samstundis ein háðan ímóti
teimum 600-700 fólkunum
sum arbeiða har. Tað er
teimum fyri at takka, at
felagið er so væl fyri sum
tað er.
Aðrar
vælvirkandi
fyritøkur í landinum hava
eisini ment seg nógv tey
síðstu árini og tað er at
gleðast um. Men hesar
fyritøkur
verða
ikki
nevndar tá ið Fiskavirking
er fyri atfinningum. Vit
mugu
ikki
gloyma
at
Framtaksgrunnurin hevur
sett pening í fleiri av hesum
fyritøkum, og tær hava so
sanniliga eisini avskrivað
sína
skuld
niður
í
landskassan fyrst í 90’-
unum. Munurin á teimum
og Fiskavirking er tann, at
hon er almenn, tvs. tann
einstaki eigur hana, men
hinum fyritøkunum eigur
hann einki í.
Myndin
sum
verður
gjørd
av
Føroya
Fiskavirking, er við hesum
í geyma, alt ov einføld sum
verður sett fram í hesum
døgum. Felagið er ein
vælvirkandi fyritøka í dag,
og ein skal verða sera varin
at pilka ov nógv við
verðandi viðurskifti.
Um Fiskavirking skal
seljast eigur hon at verða
seld sum hon er og ikki
sum
einstøk
virki.
Undirritaði er sostatt ikki
ímóti øllum einskiljingum,
men sum áður nevnt, vert er
at fara fram við størsta
varsemi.a
Einskiljing við skili
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Fekk góða
pensjón
Tað hevur vakt miklan
ans í Svøríki, at fyrrver-
andi stjórin í stórfyri-
tøkuni
ABB,
Percy
Barnevik,
fekk
ein
sáttmála við fyritøkuna
um meiri enn 800 mió.
krónur í pensjón, tá hann
fór frá.
Fleiri nevndarlimir í
ABB hava seinastu dag-
arnar sagt, at teir vistu
einki um ta risastóru
pensjónina,
og
teir
leggja óbeinleiðis fyrr-
verandi stjóran undir at
hava arbeitt í tí dulda.
Men tað avsannar Percy
Barnevik. Í samrøðu við
svenskt sjónvarp leygar-
dagin segði hann, at pen-
sjónin varð avgreidd á
tann hátt, sum eitt mál av
tí slagnum eigur at verða
avgreitt, og at allar tær
neyðugu undirskrivtirnar
vóru á skjølunum. Í sam-
røðuni við gekk Percy
Barnevik, at upphæddin
er stór, men sjálvur helt
hann ikki, at pensjónin
var heilt burturvið.
Tíðindini um ta góðu
pensjónina hjá fyrrver-
andi stjóranum bórust
seinasta mikudag, og tað
hevur ikki gjørt støðuna
betur, at tey komu bara
fáar dagar eftir, at ABB
hevði boðað frá, at
felagið hevði fleiri mia.
krónur í halli í fjør.
Spurdur, um hann ætlar
sær at lata fyritøkuni ein
part av pensjónini aftur,
svaraði Barnevik, at tað
hevur hann ongar ætlanir
um.
Samstundis er komið
fram, at ein annar stjóri í
ABB fekk næstan 500
mió. krónur í pensjón, tá
hann gavst.
Rakar
tey veiku
Fyrrverandi
danski
forsætisráðharrin, Poul
Nyrup Rasmussen, vil
vera við, at nýggja
danska fíggjarlógin fer
at raka tey veikastu í
samfelagnum harðari
enn øll onnur.
Í einum tíðindabrævi
sunnudagin
skrivaði
Nyrup, at tey, sum fara
at kenna sviðan av
sparingunum
á
al-
mannaøkinum, verða
fyrst og fremst tey
heimleysu,
rúsevnis-
misnýtararnir, tey sinn-
issjúku og tey gomlu,
og hetta er beint ímóti
tí, sum stjórnarflokk-
arnir lovaðu í valstríð-
num, skrivaði fyrr-
verandi
forsætisráð-
harrin. Hann vil vera
við, at tørvurin er tvær
mia. krónur størri enn
tað, sum er játtað á
fíggjarlógini.
Úr Norðurlondum:
Keypa
borgarar
Norska
kommunan
Aremark í Østfold er
komin í trupulleikar, tí
so nógv fólk flyta úr
kommununi. Tað hevur
havt við sær, at meðal-
aldurin
á
fólkinum
hækkar støðugt, men
nú hevur kommunan
gjørt av at gera nakað
við málið.
Fyri at fáa fólk at
flyta til Aremark hevur
kommunustýrið gjørt
av at bjóða tilflytarum
75.000
krónur
úr
kommunukassanum.
Einasta treyt er, at fólk
eru millum 18 og 35 ár,
og at tey keypa sær hús
ella íbúð í kommununi.
Um tey hava arbeiði
ella eru arbeiðsleys
hevur ongan týdning.
Borgarstjórin í Are-
mark, Gunnar Helge-
sen, sigur, at tey hava
sett hálva aðru millión
krónur á fíggjarlógina í
ár til endamálið, og
sjálvur ivast hann ikki í,
at okkurt fer at koma
burturúr. Í dag búgva
1450 fólk í Aremark,
og borgarstjórin vænt-
ar, at tey verða 50 fleiri,
tá árið í ár er at enda.
Tey ungu
roykja ov
illa
Meðan fleiri kanningar
prógva, at alt fleiri of
gleiri vaksnir danir
gevast at roykja, vísir
ein nýggj kanning, at
talið á ungum roykjar-
um í Danmark veksur.
Tað er heilsustovnurin
hjá ST, WHO, sum
hevur gjørt kanningina.
Í árunum frá 1993 til
1996 royktu 23 prosent
av teimum ungu í Dan-
mark, men árini frá
1997 til í fjør var part-
urin 32 prosent, sigur
WHO. Hóast tað ikki er
tann stóri uggin í tí,
vísir kanningin, at tað
er ikki bara í Danmark,
at
gongdin
er
so.
Myndin er tann sama í
Noregi,
Eysturríki,
Kekkia og Bulgaria.
Svøríki og Ísland
vísa seg hinvegin at
vera undangongulond,
tá tað snýr seg um at
halda teimum ungu
burturi frá sigarett-
unum. Kanningin hjá
WHO vísir, at 25
prosent av ungdómun-
um í Íslandi og Svøríki
roykja, og soleiðis er
eisini í Írlandi.
Amerikansku
myndugleikarnir
umhugsa at krevja at
fáa fatur á mannin-
um, sum verður
lagdur undir at hava
skipað fyri, tá
tíðindamaðurin
Daniel Pearl varð
burturfluttur í
Pakistan
BURTURFLYTINGAR
Árni Joensen
Myndugleikarnir í Pakistan
vita framvegis ikki, hvat er
vorðið av Daniel Pearl, sum
varð burturfluttur í paki-
stanska býnum Karashi
herfyri.
Pakistanska
løgreglan
tók í síðstu viku Sheik
Omar Sead, tí løgreglan
hevur illgruna um, at tað
var hann, sum legði burtur-
flytingina til rættis. Hann
hevur verið til avhoyringar
fleiri ferðir, men sambært
løgregluni vil hann einki
siga.
Amerikanska
blaðið
Newsweek
skrivar,
at
myndugleikarnir í Pakistan
og USA hava illgruna um,
at Sheik Omar Saed hevur
verið uppi í trimum øðrum
burturflytingum. Eisini tær
ferðirnar vóru tað ameri-
kanskir ríkisborgarar, sum
vórðu burturfluttir.
Sambært
Newsweek
kanna amerikansku myndg-
leikarnir nú, um tað ber til
at fáa Sheik Omar Sead
útflýggjaðan til USA, so
hann kann koma fyri rættin
har.
Hann hevur greitt paki-
stansku myndugleikunum
frá, at Daniel Pearl er
deyður, men pakistanska
løgreglan ivast í, um hetta
er so, og leitingin eftir
tíðindamanninum heldur
fram.
"Scandinavian Star" kanska
kannast umaftur
Burturflytari fyri rættin
í USA
Tann 38 ára gamli amerikanski tíðindamaðurin Daniel Pearl. Eingin veit, hvar hann er, ella
um hann er á lívi
Mynd: Reuters
Norska løgreglan
hevur seinastu
mánaðarnar kannað
øll skjøl í sambandi
við vanlukkuna við
ferjuni "Scandinavian
Star" fyri tólv árum
síðani. Vanlukkan
kravdi 159 mannalív.
SKIPSVANLUKKUR
Árni Joensen
Avvarandi hjá teimum, sum
doyðu, tá eldur kom í
"Scandinavian Star", mót-
mæltu í fjør, at eingin fekk
ta revsirættarligu ábyrgdina
av vanlukkuni, og tey heittu
tí á norsku myndugleik-
arnar um at taka málið
uppaftur.
Síðani
hevur
eingin hoyrt um málið, men
í gjár váttaði løgreglan í
Oslo, at hon hevur arbeitt
við málinum seinastu mán-
aðarnar eftir áheitan frá
ríkisadvokatinum í Oslo.
Arbeiðið verður væntandi
liðugt um einar fjúrtan
dagar.
Leiðslan hjá løgregluni í
Oslo sigur, at tey hava
kannað alt skjalatilfarið av
nýggjum, eftir at avvarandi
hjá teimum, sum doyðu við
"Scandinavian Star", eru
komin við nýggjum upp-
lýsingum, sum hava sam-
band við málið. Síðani skal
ríkisadvokaturin gera av,
um meiri skal gerast við
málið.
Tor-Geir Myhrer, ríkis-
advokatur váttaði í gjár, at
málið um vanlukkuna verð-
ur kanska tikið uppaftur, so
tað kann endaliga stað-
festast, um nakar persónur
skal ábyrgjast fyri tað, sum
hendi.
Hasse Magusson, sum
misti tvey synir í eldinum
umborð á "Scandinavian
Star", segði við eitt norskt
blað í gjár, at tey avvarandi
hava latið myndugleikun-
um ymsar upplýsingar, sum
eftir teirra tykki eiga at
bera í sær, at málið verður
tikið uppaftur. Hvørki tey
avvarandi ella løgreglan
vilja siga, hvørjar upplýs-
ingar talan er um.
C
M
Y
K
13
12