týsdagur 19. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nevndin hjá FSF
hevur til aðalfundin
lagt uppskot fram um
liðugtgerð av húsin-
um við Tórsvøll.
Samlaði kostnaðurin
verður mettur til
knappar 17 milliónir
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast føroyingar nú í
tveimum undankappingum
hava leikt nakrar av lands-
dystum sínum á Tórsvølli,
so restar enn nógv í, áðrenn
vøllurin kann fáa eina
endaliga altjóða góðkenn-
ing.
Í løtuni er talan um eina
fyribils góðkenning frá
UEFA, og er hendan latin,
treytað av at arbeiðið við
liðugtgerðini av vøllinum
heldur fram. Nakað sum
fráfarandi formaðurin í
FSF, Torleif Sigurðsson,
hevur lagt stóran dent á í
orðaskiftinum, sum hevur
verið seinastu tíðina.
Á
seinasta
aðalfundi
samtykti aðalfundurin hjá
FSF, at sambandið skuldi
fáa heimild at inniloka
bygningin, og er hetta ar-
beiðið gjørt í 2001. Tann
parturin av arbeiðinum
kostaði áleið hálva trijðu
millión, soleiðis at samlaða
íløgan hjá FSF í løtuni er
6,5 mió.kr. Framman undan
hevði FSF nevnliga nýtt 4
mió.kr. til fundamentir,
gólv, loft og útveggir.
Í ætlaðu samtyktini ligg-
ur eisini, at FSF skal keypa
bygningin við Tórsvøll. Tað
er nevnliga so í løtuni, at
hóast 6,5 mió.kr eru nýttar,
so er tað framvegis Tórs-
vallargrunnurin, sum er
eigari av bygninginum.
Fyri at FSF kann fáa neyð-
uga stuðulin frá FIFA og
UEFA til ætlanina, er
neyðugt, at formligu ognar-
viðurskiftini koma í rætt-
lag, soleiðis at tað er Fót-
bóltssambandið sjálvt, sum
er eigari av bygninginum.
Hetta merkir eisini, at tað
illa ber til hjá nevndini í
FSF at gera annað enn at
samtykkja uppskotið. Í øll-
um førum í longdini. Sum
er, hevur FSF goldið 5,15
mió kr., men framvegis er
tað grunnurin Tórsvøllur,
sum stendur sum eigari av
bygninginum. Tað er illa
hugsandi, at seinastu góðu
10
milliónirnar
kunnu
fíggjast uttan stuðul frá
bæði FIFA og UEFA, og
treytin fyri at veita hendan
stuðul er altso, at tað er
FSF, sum stendur sum
eigari av bygninginum.
Tyngsti parturin eftir
Tað, sum nú restar í at gera,
er øll liðugtgerðin av bygn-
inginum
innanveggja.
Skiftirúm til leikarar og
dómarar skulu gerast í
niðastu hæddini, eins og
neyðturvuligar umstøður til
læknar, fysioterapeutar o.l.
skulu
gerast.
Fótbólts-
sambandi sjálvt skal eisini
hava egin skrivstovuhøli í
bygninginum, um UEFA og
FIFA skulu lata stuðul, og
enn er einki gjørt viðvíkj-
andi innrættan av hesum,
og so skulu fjølmiðararnir
og sonevndur VIP’ararnir
eisini hava sítt.
Til samans er talan um
eina íløgu, sum eftir kostn-
aðarmetingini, ið verður
løgd fyri aðalfundin, upp á
10,4 mió.kr., har av gott og
væl ein millión skal nýtast
til innbúgv og skrivstovu-
útbúna.
Fíggingin
Alt hetta ljóðar sum ein
íløga av teimum heilt stóru,
og tað er tað sum so kanska
eisini.
Tað skal tó leggjast aftur-
at, at tað so langt ífrá er so-
leiðis, at Fótbóltssamband-
ið sjálvt skal bera kostnaðin
av allari verkætlanini. FIFA
og UEFA lata íalt nærum 7
mió.kr. í stuðuli til bygg-
ingina. Føroya Landsstýrið
skal sambært kostnaðar-
metingini rinda 1,35 mió.
kr. meðan restin, 7,3 mió.
kr. so verður fíggjað av Fót-
bóltssambandinum. Sum er
hevur FSF fíggjað 3,1 mió.
kr. yvir raksturin hjá fe-
lagsskapinum, meðan 2
mió.kr. eru læntar frá
UEFA. Roknað verður við,
at neyðugt verður við lán-
tøku til at fíggja seinastu
2,2 milliónirnar, og sum
skilst hevur FSF sent fyri-
spurning hesum viðvíkj-
andi til fíggingarstovnar.
Nr. 34 • týsdagur • 19. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Fakta um Tórsvøll
Hvat er nýtt, hvat er ætlanin at nýta og
hvussu verður liðugtgerðin av
bygninginum við Tórsvøll fíggjað:
FSF hevur higartil nýtt:
Veitt lán til fundamentirútvigg, v.m
4.000.000
Liðugtgerð av bygningi, uttan
2.182.112
Nýtt higartil
6.182.112
Ætlað uppskot til samtyktar:
Liðugtgerð av bygningi
8.987.112
Innbúgv v.m.
770.000
teldu- & skrivstovuútbúnaður
650.000
At nýta til liðugtgerð
10.407.112
Fígging:
Stuðul frá FIFA
6.225.000
Stuðul frá UEFA
650.000
Stuðul frá Føroya Landsstýri
2.700.000
Lán frá UEFA
2.009.720
Eginfígging
3.100.026
Neyðug lántøka
2.182.112
16.866.858
Gera Tórsvøll lidnan
14
Nr. 34 - 19. februar 2002
Tað spælir væl av, tá
trý norðurlendsk mál
finna saman á palli á
gamla Meiarínum, í
sterka leikinum,
Macbeth
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Tað er altíð hugaligt at fara
til sjónleik á gamla Meiar-
ínum. Serligu umstøðurnar
har fjálgað um sjóneikin í
Føroyum. Hóast hølini ikki
eru millum tey størstu í
sjónleikaheiminum, so er
eitt ávíst heilt serligt huglag
at finna har.
Soleiðis er tað eisini hesi
kvøldini, tá Macbeth verð-
ur spælt – kanska meira enn
nakrantíð. Ein samanrenn-
ing millum eina døkka pall-
mynd, einklir, men ikki lítið
stórbærir búnar, góð sjón-
leikaraevni og ikki minst
ein ógvulig forkunnug og
spennandi nýtsla av ljóði.
Tað verður sagt um
Shakespeare: »Not for any
age, but for all time«, og
hetta kanst tú væl knýta at
heldur sermerktu sýningini,
sum hesar dagarnar vitjar í
Føroyum,
áðrenn
farið
verður til onnur Norðan-
lond. Klassiski leikurin um
Macbeth er latin í nýggjan
ham, men talan er ikki um
keisarans nýggju klæði.
Leikurin megnar rættiliga
væl at finna sína egnu
»linju«, so at siga. Pallurin
er ótrúliga einkul, soleiðis
at alt verður latið til sjón-
leikarar. Búnarnir eiga eina
heilt serliga rós. Symbol-
ikkurin í búnunum og pall-
mynd sum heild er kanska
ikki altíð til at skilja bein-
anvegin, men myndin verð-
ur livandi.
Leikurin
av
uppruna
messum ein reinur sorgar-
leikur, og tað verður eisini
dúgliga spælt upp á hetta
hesaferð. Leikurin leggur
mestu orkuna í at lýsa per-
sónarnar og sambondini
millum persónarnar, og tað
stingur
eisini
rættiliga
djúpt. Uppgerðin við ónd-
skapin og atliti til ein
svinnandi moral reika runt
á pallinum teir 130 minutt-
irnar, ið leikurin varðar.
Tað er fyri so vítt ikki
nøkur serlig traditión fyri at
spæla Shakespeare í Føroy-
um, og áskoðarnir fáa eisini
eina serstaka sýning at
síggja. Tað skaðar so av-
gjørt ikki, um tú hevur lisið
eitt sindur upp á, áðrenn tú
kemur oman í Meiaríið, tí
søgugongdin er ógvuliga
fløkjaslig fyri ein, ið einki
kennir til leikin um Mac-
beth. Tey ymsu málini gera
í fyrstuni ikki annað enn
trupult at skilja. Broyting-
arnar í søgugongdini passa
sum heild væl inn, og eina
løtu inn í leikin er betri við
teimum nógvu tungumál-
unum, uttan tó at hetta fær
topkarakter.
Leikararnir sleppa sum
heild væl frá leikinum. Tað
krevur nógv av samanspæl-
inum, at spæla ein tílíkan
leik, men bólkurin tykist at
rigga ógvuliga væl saman.
Spælið hjá finnanum, Jonte
Ramsten, er framúrskar-
andi ígjøgnum allan leikin.
Samanspælið millum Hans
Tórgarð
og
Katarinu
Nolsøe er eisini gott.
Tað er eitt stundum stutt-
ligt og gott spæl við tí
gamla leikinum, har nýggj-
ar rútmur og tónar sleppa til
sín rætt.
Vit siga sera gott og
klappa einaferð enn.
Teirra egna
Hans Tórgarð og Katarina
Nolsøe vísa, at føroyskt riggar
væl til Shakespeare
Granskingarverk-
ætlanin fyri
økismenning hevur
givið út bók, har hugt
verður eftir, hvussu
føroyski búskapurin
aftur kom á føtur.
Føroyska samfelagið
er eingin fýrakantað
mynd, ljóðar tað frá
høvundunum
ÚTGÁVA
Heri á Rógvi
myndir: Finnur Justinussen.
Meðan kjakið um økis-
menning enn livir í besta
livimáta, er ein nýggj bók
um júst sama evnið komin
á gøtuna. Granskingarverk-
ætlanin fyri økismenning
hevur givið út bókina The
Restructuaration of the
Faroese Economy. Gransk-
ingarverkætlanin hevur í
góð tvey ár húsast í Klaks-
vík, og hetta er eitt úrslitið
av arbeiðinum. Framman-
undan hesari útgávuni, hev-
ur verkætlanin givið út tíð-
arrit, eins og annað eisini er
gjørt.
Í hesari nýggju bókini
verður, eins og heitið eisini
sigur, hugt nærri at, hvussu
føroyski búskapurin kom
aftur á føtur eftir sváru bú-
skaparligu kreppuna, fyrst í
hálvfemsunum.
Bókin er skrivað á ensk-
um og hon vendir sær ser-
liga til fakfólk innan sam-
felagsvísindina, ljóðar tað
frá Gesti Hovgaard, ið er
ein av oddamonnunum
aftanfyri verkætlanina og
bókina.
Við góðum hegni til
enskt, so ber tað til at fáa
nógv burturúr bókini. Tann
einstaku kapitlarnir eru
skrivaðir soleiðis, at teir
kunnu lesast hvør sær.
Bókin nýtir fyri tað
nógva sokallað casestudies,
har hugt verður eftir yms-
um pørtum av Føroyum.
Serliga Suðuroyggin fekk
umrøðu á tíðindafundi, ið
varð hildin mánamorgunin
í sambandi við útgávuna.
– Vit vilja eisini við hes-
ari bókini avvísa nógvar av
teimum mytum, sum eru
um tað føroyska samfelag-
ið. Vit hava lært við okkara
kanningum, at tað føroyska
samfelagið er ógvuliga egin
og fjøllbroyt. Tað ber ikki
til at gera eina einfalda
svart/hvíta
mynd,
siga
Gestur Hovgaard og Ólavur
Waag Høgnesen, sum telj-
ast millum høvundarnar av
bókini.
Bókin er ógvuliga sam-
felagsvísindalig við serlig-
um atliti at sosiologiini. Á
tíðindafundinum greiddu
teir frá, at teir hugdu serliga
at tí sosiala og mentunar-
liga, ið ger seg galdandi í
einum samfelag. Víst verð-
ur m.a. í bókini á tann týdn-
ing, ið tann menniskjaligi
kapitalurin hevur at siga.
Hesin hevur verið ein virk-
andi og stórur faktorur í tí,
at føroyska samfelagið hev-
ur reist seg.
Menniskjaligi kapitalurin út í bók
Gestur Hovgaard greiðir frá
C
M
Y
K
14
- fyri viðskiftafólk okkara