týsdagur 19. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 19. februar 2002
17
Fullkomuliga óvænt-
að megnaði illa sper-
du kyndilskvinnur-
nar at fáa javnleik
burturúr, tá tær
sunnudagin vitjaðu
Stjørnuna í Klaksvík
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tað varð ikki roknað við, at
Kyndil fór at geva Stjørn-
uni stórvegis av mótstøðu,
tá liðini bæði hittust í
Klaksvík
sunnudagin.
Stjørnan hevur mest sum
alt árið verið á beinari
silvurkós, og hóast kum-
passið hevur svikið nakað
seinastu tíðina, so mundi
tað tó vera somikið brúk-
bart, at tað ikki skuldi bil-
að, tá Kyndil stóð hinumeg-
in miðlinjuna.
Kyndil hevur nevnliga
fram um hini liðini í
kvinnudeildini verið stóra
vónbrotið í vetur. Gaman í
hevði fáur roknað við, at
liðið skuldi blanda seg upp
í oddastríðið, men leikara-
hópurin tóktist í øllum før-
um somikið sterkur á pap-
pírinum, at talan neyvan
skuldi gerast um nakran
vanda fyri at missa sætið í
deildini.
Viljin var við
Tað er tó júst tað, sum
vandi er fyri í løtuni. Fyrst
og fremst av teirri orsøk, at
liðið í alt ov lítlan mun hev-
ur sýnt nakran vilja at vinna
tøttu dystirnar. Fleiri ferðir
hevur annars verið heilt
nær við, og ein stórsigur á
VB fyri jól boðaði eisini
frá, hvørji evni liðið veru-
liga hevur, men so er eisini
alt sagt. Aðrar dystir hava
leikararnir til tíðir verið
líkasælir, og tá tær so eisini
hava tapt fyri StÍF og Sól-
juni, var liðið á botnsessi-
num undan dystinum í
Klaksvík.
Tað eru tær tó ikki í dag,
tí tað eydnaðist nevnliga
Kyndli at fáa stig við sær úr
Klaksvík, og tað kann ikki
metast sum annað enn ein
sensatión av teimum heilt
stóru. Móti einum Stjørnu-
liði, sum var nakað skert,
við tað at Joan M. Joensen
var burturstødd, eins og
Adrijana Milodanovic enn
ikki er tøk, fann Kyndil
stríðsviljan, sum tær hava
leitað eftir so leingi, og
fekk Stjørnan veruliga ein
harðan dyst.
Mundi gloppið
Fyrra hálvleik var Kyndil
eisini við yvirlutan fyri tað
mesta. Í verjuni stríddust
tær væl, og hóast Fríða
Petersen
var
hálvgum
skadd, so megnaði hon væl
at standa ímóti, tá skot
vórðu latin av móti máli-
num.
Í álopspartinum gekst
eisini so hampuliga væl.
Stríðsviljin, sum eyðkendi
verjupartin, viðførdi í øll-
um førum, at leikararnir
ikki bara steðgaðu uttan
víðari, og eitt nú mundi
Marjun Tróndarson spæla
sín besta dyst fyri Kyndil
higartil.
Í seinna hálvleiki helt
javna dystargongdin fram.
Hvørgin parturin megnaði
at skræða seg leysan, men
so tóktist orkan hjá Kyndli
at vera uppi. Innan tríggjar
minuttir miðskeiðis í hálv-
leikinum fekk Stjørnan fýra
mál á rað, og so tóktist alt
at enda sum vant.
Hetta skuldi tó ikki verða
dagurin, har Kyndil bara
gav upp. Hesi fýra málini
hjá Stjørnuni komu mest
sum øll eftir bólttap hjá
Kyndli og eftirfylgjandi
kontra, men brádliga fingu
tær aftur skil á. Seinastu 12
minuttirnar megnaðu tær at
halda málinum fullkomu-
liga reint, og í seinasta
minuttinum eydnaðist teim-
um at toga seg upp á javnt.
Tað var tó um reppið, at
Stjørnan kortini streyk av-
stað við sigrinum. Tíggju
sekund fyri leiklok skeyt
Simona tríggja-metra kast á
stongina. Stjørnan fekk fat-
ur á returinum og vann sær
enn eina seinastu roynd,
men hesa ferðina smekkaði
litavin til á tvørtræið.
Risa týdningur
Fyri støðuna á talvuni
merkti eina stigið hjá
Kyndli, at tær ikki longur
eru niðasta liðið á talvuni.
Tað er tó framvegis neyð-
ugt hjá teimum við sigri á
Sóljuni, um bjargingin skal
verða veruleiki, so í so
máta var talan ikki um nak-
að avgerandi stig.
Hinvegin kann sálarligi
týdningurin av sigrinum
neyvan undirmetast. Alt ov
ofta hevur Kyndil í ár mist
stig, tí leikararnir ikki hava
havt nóg storan vilja at
vunnið. Hesa ferð stríddust
tær allar sum ein, og at tað
hesu ferð gav úrslit, er iva-
leyst nakað, sum tær kunnu
nýta í fyrireikingunum til
komandi dystirnar.
Fyri Stjørnuna var dyst-
urin kanska enn eitt dømi
um, at liðið meira ella
minni er uppsteðgað í løtu-
ni. Simona spælir við hálv-
ari ferð og skal helst skurð-
viðgerast eftir kappingina.
Adrijana er framvegis ikki
tøk, og nú Joan var burturi,
gjørdist tað kanska ov nógv.
Eftir at liðið í allan vetur
hevur verið á silvurkós, er
nú veruligur vandi fyri, at
tær standa við ongum, tá
árið er liðugt, men enn
kunnu tær tó sjálvar gera
hetta av. Kravið, um nakað
skal spyrjast burturúr, er tó
sera einfalt. Fyri bronsuna
skulu tær basa VB í Vági,
og skal silvurið kortini ger-
ast veruleiki, verður eisini
neyðugt við sigri í Havn
móti Neistanum. Tað kann
røkkast,
men
so
skal
Stjørnan finna munandni
betri spæl fram, enn tær
hava gjørt seinastu dystir-
nar, og ikki minst skal
orkan eisini fáast longur
upp. Onnur frágreiðing
finst valla til, at tær nú tvær
ferðir í slag hava verið full-
komuliga mál-leysar sein-
astu 10 minuttirnar av ein-
um heimadysti.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Kyndil 20-20(9-8)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziu-
gyte 8(2), Una Olsen 4,
Anna Kristina Samson 4,
Bára Skaale 2, BEinta
Klakstein 1, Jastrid Gullak-
sen 1
Kyndil:
Lotte Sørensen
7(3), Marjun Tróndarson 4,
Palma Petersen 4, Annika
Ljósstein 3, Ann Mari
Wang 1, Anja Johansen 1
Brotskøst:
Stjørnan 2,
Kyndil 3
Útvísingar:
Stjørnan 1,
Kyndil 1
Dómarar úr KÍF: Jákup
Dam & Vagnur Johansen.
Ikki tveir
men tríggir
Í
leygardagsblaðnum
skrivaðu vit, at tli kom-
andi nevndarvalið hjá
Fótbóltssambandinum
stóðu tveir nevndarlimir
fyri vali, og at hesir vóru
Jákup Simonsen og Karl
Vidtfeldt.
Hetta var tó ikki heilt
rætt. Tríggir nevndarlim-
ir skulu nevnliga veljast í
nevndina. Umframt sess-
irnar hjá teimum báðum,
Jákupi og Karl, er talan
um nevndarsessin hjá
Dánjali Andreasen. Hesir
verður sum kunnugt for-
maður eftir komandi
aðalfundin, og tískil er
her talan um ein leysan
sess hjá valevnunum at
stríðast um.
Vit biðja lesararnar
halda okkum til góðar
hesum viðvíkjandi.
-jm
Stjørnan-Kyndil 20-20 (9-8):
Kyndil skelkaði Klaksvíkina
Hóast Fríða Petersen í løtuni
stríðist við ein knæskaða, so
átti hon sín avgjørda lut í
óvæntaða stiginum, sum
Kyndil fekk í Klaksvík
Mynd: SjH
17
16
Nr. 34 - 19. februar 2002
Kyndil staðfesti
aftur framgongdina
hjá liðnum leygar-
dagin, tá teir vunnu
tryggan sigur á
útivølli móti KÍF
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Eftir eina mest sum kata-
strofala
fyrru
hálvu,
hevur nýggja liðið hjá
Kyndli veruliga sýnt seg
frá sínari bestu síðu í
endaspælinum. Avrikini
eru støðugt vorðin betri,
og á stigatalvuni hevur
hetta viðført, at liðið
hevur førkað seg frá
aftasta upp á fjórða pláss.
Eingin ivi
Leygardagin í Vestmanna
var ongan tíð nakar ivi
um, hvat betra liðið var.
Frá dystarbyrjan var tað
Kyndil, sum setti kósina,
og alla tíðina hildu teir
seg nøkur mál framman-
fyri.
Sum skilst, so vóru tað
serstakliga Høgni Klein
og Janus Einar Sørensen,
sum vodlaðu mótstøðu-
monnunum
høvuð-
brýggj, og serstakliga hjá
Høgna mundi hetta kenn-
ast sum eitt slag av upp-
reisn eftir laka avrikið
móti VÍF hóskvøldið í
seinastu viku
Í seinna hálvleiki helt
gongdin fram. Kollfirð-
ingar royndu snildur av
ymsum slag, men tað
vóru mest sum bert teir
báðir útlendsku leikarar-
nir, sum veruliga vóru
nøkur hóttan, og hetta var
sjálvsagt langt ífrá nóg
mikið. Kyndil hevði nú
fullkomuliga tamarhald
á, og tó at liðið telur hóp-
in av ungum leikarum, so
fullu hesir ongan tíð í
grøvina at taka ov lætt
upp á uppgávuna, soleið-
is sum talan ofta verður
um, tá dystargongdin er,
sum hon var.
Merkisvert
Sigurin tók Kyndil enn
eitt fet uppeftir á stiga-
talvuni, og uttan at taka
nakað frá nøkrum, so
kann ikki sigast annað
enn, at gongdin í seinnu
hálvu hevur veirð merk-
isverd
hjá
liðnum.
Kanska er tað tann sann-
roynd, at eftir grund-
spælið vóru allar vónir til
liðið burtur, og tískil
hava leikararnir kunna
spælt uttan trýst av nøkr-
um slag seinastu dystir-
nar. Tað er tó undir øllum
umstøðum merkisvert, at
leikararnir alla tíðina
hava hildið fast um mo-
tivatiónina at spæla, tí
møguleikin fyri heiðurs-
merkjum er mest sum
eingin, og heldur ikki er
nakar vandi fyri niður-
flyting.
Hetta seinasta má bara
sigast at vera gott fyri
kollfirðingar, sum nú eru
fullkomuliga isoleraðir í
botninum. Saman við
hoyvíkingum hava teir
verið vónbrotið í enda-
spælinum, og mest av
øllum munnu teir nú
síggja fram til summar-
steðgin,
sum
loksins
kann geva teimum ein
steðg frá hondbóltinum,
tí í løtuni tykist spæli-
gleðin á liðnum at vera
púrasta eingin.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 22-29
(10-16)
Málskjúttar:
KÍF:
Iljan Topic
6,
Durica Tomic 5(1), Jákup
Dam 4, Petur Martin
Poulsen 3, Regin Peter-
sen 2, Kristian Madsem
1, Vagnur Johannesen 1
Kyndil:
Høgni Klein
10(1), Bárður Johanne-
sen 9(2), Janus Einar
Sørensen 7, Ken Zacha-
riasen 1, Regin Johanne-
sen 1, Hans Andreasen
Dahl 1
Brotskøst: KÍF 1, Kyndil
5
Útvísingar: KÍF 3,
Kyndil 4
Dómarar úr Stjørnuni:
Carsten Andreasen &
Geir Wardum.
Heini Joensen setti
skoringsmet í 1. deild,
tá Neistin sunnu-
dagin vann ein lættan
stórsigur á H71, sum
fullkomuliga er givið
at spæla í endaspælin-
um
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Undan kappingini varð
roknað við, at skuldi nakar
fara at blanda seg í odda-
dystin millum VÍF og
Neistan, so skuldu tað
verða hoyvíkingar. Teir
megnaðu kanska ikki at
blanda seg í oddin, men um
ikki annað, so vóru teir á
triðja plássinum tá farið
varð undir endaspælið, men
so er eisini alt sagt.
Í endaspælinum hevur
liði snøgt sagt ikki víst
nakað sum helst av tí, sum
gjørdi teir til medaljukandi-
datar. At hetta skuldi verða
øðrvísi móti Neistanum,
mundi fáur trúgva, og tað
var so avgjørt heldur ikki.
Lættur sigur
Neistin vann nevnliga ein
sera lættan sigur á hoy-
víkingunum sunnudagin.
Tað kann væl vera, at
máltalvan størsta partin av
fyrra hálvleiki segði, at
munurin millum liðini ikki
var so stórur, men tað er
ikki alt, sum kann gerast
upp í málum. Heldur ikki
hóast tað eru hesi, sum
telja.
Tað var nevnliga alla
tíðina soleiðis, at áskoðarin
hevði ta fatan, at Neistin
kundi mest sum skora eftir
vild í dystinum, og at líka
mikið, hvussu hoyvíkingar
gjørdu móti ikki serliga
sannførandi Neista-verjuni,
so fóru málini í hinum
endanum kortini at gerast
fleiri. Harafturat hevði
Petur Magnusson hug at
taka nakað fleiri skot, enn
hoyvíkingarnir bríggjaðu
seg um, og so líðandi tók
munurin eisini at vaksa á
máltalvuni.
Fýra mál vóru soleiðis á
muni, tá liðini komu út til
seinna hálvleik, og skjótt
stóð greitt, at her vendist
ikki
hjá
hoyvíkingum.
Neistin togaði seg beinan
vegin eini átta-tíggju mál
framum, og so var spurn-
ingurin bert, hvussu langt
upp teir skuldu.
Talan gjørdist ikki um
meira enn níggju mál, men
fyrst og fremst komst hetta
av væntandi nærlagni hjá
Neistanum. Óteljandi ferðir
tveittu teir bóltin burtur ella
vóru ikki nóg hugsavnaðir,
tá skot skuldi latast av, og
tó at sigurin ongan tíð kom
í vanda, so eiga hoyvík-
ingar at vera takksamir um,
at at eyðmýkingin ikki
gjørdist størri enn tað
sama.
Viljin restar
Samanumtikið kann ikki
sigast annað enn, at dyst-
urin staðfesti munin, sum
er á liðunum báðum í
løtuni.
Sum nevnt, so varð H71
undan kappingini mett sum
besta boðið, um nakað lið
skuldi fara at blanda seg í
kappingina við Neistan og
VÍF, men enn er í øllum
førum langt eftir á mál, um
hetta skal gerast veruleiki.
Tað kann væl vera, at liðið
hevur nakrar av frægastu
leikarunum í landinum, og
við at hyggja at máltindun-
um sæst í øllum førum, at
nakrir av málsóknastu leik-
arunum í landinum spæla
við H71. Men so er eisini
tað mesta sagt.
Meira enn nakað annað,
so tørvar liðnum ein vilja at
spæla og vinna. Tað er
nakað, sum ikki ber til at
fáa uttan víðari. Her er al-
neyðugt, at hvør einstakur
leikari tekur í egnan barm
og endurskoðar, hvat hvør
kann gera fyri liðið, og
áður enn hetta er gjørt, fer
H71 neyvan at ota seg
longur upp eftir stigatalv-
uni.
Hjá Neistanum var sigur-
in bert ein í røðini, sum
mest av øllum man tykjast
nyttuleys, nú tað mest sum
er greitt, at VÍF verður
meistari. Sjálvandi eiga
leikararnir at hava vónina
og trúnna um, at tað ber til,
men, men.
Um ikki annað, so fingu
teir sett eitt merki í dystin-
um, og tað var, at Heini
Joensen skeyt heili 16 mál í
dystinum. Um talan er um
met, skal ikki staðfestast
her, men í øllum førum
hevur
eingin
einstakur
skotið so nógv mál í einum
og sama dysti, síðani tá-
verandi neistaleikarin, Áki
Olsen, gjørdi tað móti
Tjaldrinum fyri tveimum
árum síðani.
Dysturin í tølum
Neistin-H71 36-27
(14-10):
Málskjúttar:
Neistin:
Heini Joensen
16(3), Hans Áki Dal-
Christiansen 6, John Peter-
sen 4, Áki Mørk 4, Ári
Rouch 2, Ræni Slættanes 2,
Kári Mortensen 1, Jacob
Jónsson 1
H71: Bjarni Wardum 9(3),
Halgir Dahl Olesen 7,
Finnur Hansson 6, Jákup á
Borg 2, Kristjan Petursson
1, Hans J. Jacobsen 1, Olaf
Vestergaard 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 3
Útvísingar: Neistin 4, H71
7
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum & Hannis Ward-
um. Hildu eina greiða linju
størsta partin av tíðini.
KÍF-Kyndil 22-29 (10-16):
Kyndil
koyrir á
Í mun til fleiri av hinum
liðunum, so hevur Kyndil
ongar trupulleikar við
motivatiónini, og
leygardagin vunnu teir
fjórða sigurin í
endaspælinum
Neistin-H71 36-27 (14-10):
Sveittin kom neyvan fram
Hóast hoyvíkingar hava nakrar av málsóknastu leikarunum í landinum, so restar enn nógv í, áðrenn liðið kann gera seg
galdandi í oddinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16