týsdagur 19. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 19. februar 2002
19
SÍ vann sum væntað
steypafinaluna móti
einum skerdum og
illa sperdum ÍF-liði,
sum kempaði, men
sum í veruleikanum
ikki hevði stórar
møguleikar fyri at
vinna
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Sjáldan hevur nakað lið
havt so ringar umstøður
upp undir eina steypa-
finalu, sum ÍF hevur havt.
Og sjálvt um einki skal
takast frá SÍ, so eru tað
umstøðurnar hjá ÍF, sum
hava yvirskuggað alt annað
í sambandi við finaluna.
Tað fær ikki verið øðrvísi.
Í grundspælinum í lands-
kappingini tapti ÍF allar
dystirnar, men síðani tá
hevur tað gingið nógv
betur. Serliga gjørdi tað
mun, at Odd Eliasen kom
aftur á hevaraplássið, tí tað
gav samstundis fleiri øðr-
um leikarum møguleika
fyri at fara aftur á tey pláss-
ini, teimum líkar best. Síð-
ani tá hevur alt verið nógv
betri, og tað hevur eisini
rættvísgjørt, at ÍF var annað
liðið í steypafinaluni.
Vikuskiftið áðrenn final-
una hendi so tað, at Odd
Eliasen sleit sær hælsinuna
í dysti móti Fleyr. Ein
dyggur smeitur fyri liðið,
og tað gjørdist heldur ikki
frægari av, at Jan Áki Olsen
eisini varð skaddur í sama
dysti. Ein annar av lykla-
leikarunum, Bartal Eliasen,
hevði verið á venjingarlegu
við fótbóltslandsliðnum á
Kypros alla vikuna upp
undir finaluna, so umstøð-
urnar vóru alt annað enn
optimalar hjá fuglfirðing-
um.
Onkur
glotti
var
kanska kortini at hóma.
Veteranurin Bjarne Hansen
var komin við aftur og
skuldi styrkja liðið til
finaluna. Men náttina fyri
finaluna
misti
hann
mammu sína, og so fekk
hann sjálvandi heldur ikki
verið við.
So SÍ var risastórur favo-
rittur. Sørvingar stillaðu við
sterkastu
manning
og
høvdu enntá fingið veteran-
in Annfinn Joensen við
eisini, so her skuldi ikki
verið tað stóra at tosa um.
Og tað bleiv tað heldur
ikki.
Løgdu hart út
Tá sørvingar ein og ein í
nummarrøð runnu inn á
vøllin
áðrenn
dysturin
skuldi byrja, var tað rætti-
liga stuttligt at síggja, at tað
vóru teir lægstu sum komu
inn fyrst. Men eingin skuldi
lata seg lumpa: Sum teir
komu inn, gjørdust teir bara
størri og størri, og tá so
Rajko Petrovic við sínum
tveimum metrum og eina
sentimetri kom inn á vøllin,
hevði tú longu varhugan av,
at hetta fór at vera fyribils
hæddarpunktið hjá flog-
bóltinum í Sørvági.
Heilt frá byrjan sá tað út
til, at SÍ fór at vinna stórt.
Teir løgdu seg beinanvegin
á odda 5-0 og seinni eisini
10-3 og 19-10. ÍF hevði
einki mótsvar til óhugna-
liga sterka blokkin hjá SÍ.
Annfinn Joensen (195 cm)
og Rajko Petrovic (201 cm)
blokkaðu so væl, at teir ikki
bara steðgaðu álopsroynd-
unum hjá fuglfirðingum,
men ofta endaði blokkurin
eisini beint niðri í gólvinum
hjá ÍF, so hann var effek-
tivur bæði so og so.
Settið endaði 25-15, og tá
hevði ÍF bara vunnið heilt
fáar bóltar. Nógv av stig-
unum hjá teimum komu av
feilum, sum SÍ gjørdi.
Í øðrum setti var øðrvísi.
ÍF-liðið var sum hamskift.
Teir løgdu seg framum frá
byrjan, og síðani hildu teir
seg 3-4 stig frammanfyri
rættiliga leingi. Sørvingar
fóru eisini at gera feilir,
bæði frammi við netið og
longri afturi á vøllinum, og
tá støðan var 14-9, bleiv
neyðugt hjá SÍ at taka time-
out. Tað hjálpti, tí rútman
hjá ÍF bleiv brotin, og so
tók SÍ teir aftur. Endin á
hesum settinum bleiv sera
javnur. ÍF var eitt skifti á
odda 21-20, men tá av-
tornaði, fóru sørvingar eis-
ini
avstað
við
hesum
settinum, 26-24.
Eingin slingur í
valsinum
Tú sat við einum varhuga
av, at fuglfirðingar høvdu
givið tað teir kundu í
øðrum setti, og at krútið nú
so smátt var við at vera
uppi. Og so var.
Eftir at teir høvdu verið
trilvandi í øðrum setti vóru
SÍ-ararnir nú aftur komnir
upp í umsnaringar, og í
triðja setti høvdu teir tam-
arhald á støðuni frá byrjan
til enda. ÍF tók time-out við
13-7 og 17-11, men tað
munti einki. SÍ hevði yvir-
vág, og við 24-14 høvdu
teir dystarbólt. Nú hava
sørvingar sum so ikki
serliga góðar royndir við
dystarbóltum, men hesa-
ferð var eingin slingur í
valsinum.
Allan dystin ígjøgnum
hevði vælvaksni blokkurin
verið eitt av sterkastu vápn-
um hjá SÍ, og tað var eisini
blokkurin, sum tryggjaði
teimum seinasta og avger-
andi stigið í dystinum. Men
tað stuttliga var, at tað
hesaferð var lægsti maður á
liðnum, Kaj á Stongum,
sum saman við Annfinni
Joensen blokkaði dystar-
bóltin niður í gólvið hjá ÍF.
Nei, flogbóltur snýr seg
ikki bara um hædd — als
ikki.
SÍ vann altso steypa-
finaluna, og tað var vænt-
að. Tað er væl møguligt, at
teir eisini høvdu vunnið,
um ÍF hevði verið við full-
ari styrki, men tað ber ikki
til at gita um slíkt. Dysturin
er spældur og avgjørdur, og
so ikki meir um tað.
Samanumtikið
bleiv
finalan ongantíð serliga
spennandi, og tað var spell.
Bara í øðrum setti beit ÍF
frá sær, men annars var
munurin á liðunum ov
stórur til, at tað nakrantíð
kom veruligur spenningur
í. Av tí sama kann eingin ivi
vera um, at rætta liðið vann.
Hjartaliga tillukku, SÍ.
Til stuttleika kann at
enda skoytast uppí, at tví-
burðabrøðurnir Borko og
Boban Ilic nú hava vunnið
og tapt eina steypafinalu í
part. Boban vann hana í
fjør við ÍF móti Mjølni,
sum Borko tá var leikandi
venjari hjá. Í ár vann Borko
so finaluna saman við SÍ
móti ÍF og tvíburðinum
Boban. Í leikarayvirlitinum
í leikskránni til finalurnar
stendur annars, at Borko
hjá SÍ er 192 sentimetrar
høgur, meðan Boban bert er
191 sentimetrar. Men tað er
kanska tí, at Borko hevur
eitt sindur longri hár enn
Boban.
SÍ-ÍF 3-0 (25-15, 26-24, 25-14)
Eingin slingur í sørvágsvalsinum
Tað var fyrst og fremst í spælinum framman fyri netinum, at sørvingar tryggjaðu sær finalusigurin
Mynd: Álvur Haraldsen
Ikki sørt leskiligt tykajst sørvingar at hugsa, og hóast tað neyvan verður etið, so er ikki sørt, at smakkurin av steypinum mundi
kennast góður, nú FM-møguleikin er fokin
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 34 - 19. februar 2002
At byrja við spældi
TB við nervunum
uttaná, men so skjótt
sum tær komu av við
teir ringastu
nervarnar, høvdu tær
tamarhald á støðuni.
Mjølnir lá væl fyri í
trimum teimum
fyrstu settunum, men
tær vunnu bara eitt av
teimum
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
TB-leikararnir lótu ongan
iva vera um, hvat lið er tað
besta í føroyskum kvinnu-
flogbólti í løtuni, tá tær
leygardagin
vunnu
ein
tryggan sigur í steypa-
finaluni móti Mjølni.
At TB vann dystin, var
ikki heilt so óvæntað, tí tær
hava eisini verið fremst í
landskappingini heilt frá
byrjan. Men Mjølnir er
einasta lið, sum hevur
vunnið móti teimum í
meistaradeildini, og harum-
framt vann Mjølnir steypa-
finaluna bæði í 2001 og í
2000. Tí vóru tað eisini
summi, sum roknaðu við, at
klaksvíkskvinnurnar kundu
lumpa TB, eins og tær
lumpaðu Drátt í finaluni
fyri einum ári síðani. Tá var
Dráttur fremst í lands-
kappingini og vann tvey tey
fyrstu settini í finaluni,
men Mjølnir vann dystin 3-
2. Eina løtu sá næstan út til,
at søgan fór at endurtaka
seg, men tað var bara eina
løtu.
Gloymdu nervarnar
Bæði liðini vóru so at siga
fullmannað til dystin leyg-
ardagin. Burtursæð frá
Beintu Klakstein, sum her-
fyri meiddi sær fótin, vóru
allar við, eisini Gudrid
Nolsøe, sum hevur verið
uttanlands, men sum hevur
spælt nakrar av dystunum
hjá TB í ár. Hjá Mjølni var
Tove Riksfjord komin heim
úr útlondum til dystin,
meðan Sólvá Eystberg,
sum hevur verið við í onkr-
um av dystunum í hesum
kappingarárinum, hesaferð
var liðleiðari saman við
Margit G. Joensen. Høllin á
Hálsi var fullsett, og alt var
klárt til eina rimmar finalu.
At byrja við var eingin
munur á liðunum. Tey
fylgdust heilt upp til 4-4,
men so leyp Mjølnir avstað.
Frá 4-4 løgdu tær seg á
odda 9-4, og so noyddist
TB at taka time-out. Nerv-
arnir sótu uttaná hjá TB-
kvinnunum hesa løtuna, og
sjálvt um tær royndu at
leggja trýst á Mjølnir,
eydnaðist tað ikki, og tær
bláu vunnu allar bóltarnar.
Men so líðandi tveittu
TB-kvinnurnar teir ringastu
nervarnar fyri borð, og tær
fingu minkað munin niður í
10-11, og so átti Mjølnir
tørn til at taka time-out.
Nú gekk aftur javnt á.
Mjølnir kom framum 15-
12, men TB fekk javnað til
15-15, og so skiftust liðini
um at vinna bóltarnar fram
til 18-18. Men so skuldi
bert 17 ára gamla Ingun
Midjord serva fyri TB. Og
tað gjørdi hon so væl, at frá
18-18 endaði TB við at
vinna settið 25-18.
Royndirnar hjálptu
ikki
Í øðrum setti var tað aftur
Mjølnir, sum setti dags-
skránna. Tær hildu seg
frammanfyri allatíðina, og
við 11-7 tók TB sítt fyrra
time-out. Tað munaði einki,
og Mjølnir førdi 18-11, tá
TB aftur tók time-out. Suð-
uroyarliðið hevði tá gjørt
nógvar feilir, serliga í byrj-
anini av settinum, meðan
Mjølnir sá út til at hava
fingið gott skil á sítt spæl.
Settið sá út til at vera
avgjørt, men tað var tað
ikki. Spakuliga át TB burt-
urav mjølnirleiðsluni, og nú
riggaði tað væl hjá TB at
leggja upp til smasjirnar hjá
Gudrid Nolsøe, og tað gav
Mjølnir trupulleikar. Tað
hevur so ofta verið tosað
um, at Mjølnir hevur so
nógvar royndir at draga av,
men tær sóu vit ikki nógv
til, tí sjálvt um TB fór at
spæla betur, so hevði eitt
roynt lið ikki spælt sær av
við eina so góða leiðslu,
sum Mjølnir gjørdi í øðrum
setti. Hvussu var og ikki, so
fekk TB javnað til 20-20,
og tá Mjølnir tók time-out,
var støðan 24-23 til TB,
sum sostatt hevði settbólt.
Hann vunnu tær, settið
endaði 25-23, og nú var 2-0
til TB.
Hildu høvdið kalt
Hetta var júst sama støðan,
sum Mjølnir hevði verið í
móti Drátti í finaluni árið
fyri, og tí vildi eingin —
heldur ikki teir mongu
suðuroyingarnir á áskoð-
araplássunum — taka nak-
að fyri givið enn.
Og í triðja setti tók dyst-
urin eisini eina heilt aðra
leið. Mjølnir legði hart út
og kom á odda 8-3, áðrenn
TB tók time-out. Men
leiðslan bara øktist, og tá
avtornaði hevði Mjølnir
vunnið settið so mikið sum
25-13.
Tað var ikki frítt, at onkur
var farin at hugsa um eina
endurtøku av finaluni í fjør.
Mjølnir hevði verið langt
frammanfyri í øllum trim-
um
settunum.
Kortini
høvdu tær tapt tvey tey
fyrstu, men nú sá út til, at
tær vóru um at fáa fótin fyri
seg.
Men TB helt høvdið kalt
— nakað sum tær ikki
høvdu gjørt í triðja setti.
Triðja sett hevði verið ein
ávaring um, at einki kemur
av sær sjálvum, og at tær
veruliga skuldu stríðast fyri
tí, um tær ætlaðu sær at
vinna henda dystin. Hjá
Mjølni var hinvegin einki
annað at gera enn at stríðast
víðari. Tí bleiv fjórða sett
eisini tað mest spennandi
av øllum.
Nú góvu bæði liðini sítt
ítarsta, og munurin var ong-
antíð serliga stórur. Tá
fyrsta time-outið kom, var
støðan 11-10 til TB, og tað
var eisini gongdin. TB hótti
við at fara frá Mjølni við
støðuni 20-17, men Mjølnir
kom afturíaftur og legði seg
framum 22-21. Nú tók TB
time-out, og tað hjálpti, tí
TB vann allar bóltarnar,
sum vóru eftir, og tá
Mjølnir ikki kláraði at taka
ímóti enn einum smasji frá
Gudrid Nolsøe, var alt
yvirstaðið. TB hevði vunn-
ið 25-22 og vunnið steypa-
finaluna 2002.
Liðavrik aftanfyri
sigurin
Reint leikliga bleiv finalan
einki serligt upplivilsi. Ser-
liga í byrjanini vóru alt ov
nógvir nervar við í spælin-
um, og tað var sum um
hvørki av liðunum nakran-
tíð veruliga kom upp í
hægsta gear. Samanumtikið
hevði TB sigurin uppi-
bornan, tí tær høvdu fleiri
streingir at spæla uppá. Hjá
Mjølni var Tina Jacobsen
einasta veruliga álopshótt-
anin, og tað var ov lítið.
Maja Popovic hjá TB var
einasti útlendski leikarin á
vøllinum, men hennara
leiklutur var ikki so stórur,
sum hann onkuntíð hevur
verið fyrr. Tað var fyrst og
fremst eitt gott liðavrik,
sum tryggjaði sigurin, og tá
samanumkemur, er tað jú
eisini júst tað, sum tað
gongur út uppá.
Hjartaliga tillukku, TB.
TB-Mjølnir 3-1 (25-18, 25-23, 13-25, 25-22)
TB vann móti Mjølni
og nervunum
Tað fór at líkjast einari endurtøku av finaluni frá í fjør, men TB megnaði at halda høvdið kalt í fjórða settinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Tá dysturin var liðugur, var einki at siga til, at fagnaðurin á
TB kvinnunum var stórur. Tær hava nú tryggjað sær
steypafinaluna, og fyri framman bíðar sjálvt FM-heitið
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18