týsdagur 19. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 19. februar 2002
21
Vestmenningar
ridlaðu – men hildu
kortini fast – tá
Tjaldur vitjaði
sunnudagin. Bert eitt
mál skilti partarnar,
hallartalvan hevði ýlt
fyri seinastu ferð
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Hóast vestmenningar í ár
fyri tað mesta hava verið
hampuliga einráðandi á
føroysku hondbóltindun-
um, so skerst ikki burtur, at
serstakliga á manssíðuni
hevur liðið havt okkurt slag
av motivatiónstrupulleik-
um. Fleiri ferðir hava teir
havt alstórar trupulleikar, tá
á pappírinum væl veikari
lið hava verið mótstøðan,
og í meðan tað í einum
einstøkum
føri
hevur
kostað stig, so hevur tað
aðrar tíðir verið heilt nær
við.
Góvust ongantíð
Eitt av hesum førunum var
sunnudagin, tá Tjaldur kom
á vitjan. Munurin millum
liðini átti alt annað líka at
verið hampuliga stórur, tí
hóast Tjaldur tykist hava
sett kós móti ovaru hálvu
av stigatalvuni, so er enn
langt á mál, áðrenn liðið
kann sammetast við VÍF.
Tað løgdu runavíkingar
tó vertin á, tá teir fóru á
vøllin sunnudagin. Gaman í
vóru teir alla tíðina aftan
fyri móti oddaliðinum, men
teir sleptu ongan tíð takin-
um. Fyri tað allar mesta
vóru tað bert eini tvey trý
mál á muni, og tó at heima-
liðið tóktist hava tryggjað
sær
sigurin
seinasta
korterið, so kom spenning-
ur kortini. VÍF var tá annars
á odda við fimm málum eitt
skifti, men kortini gjørdist
tað heilt spennandi seinastu
løtuna, tí meðan VÍF gavst
at skjóta mál tríggjar teir
seinastu minuttirnar, so
skoraði Tjaldur tríggjar
ferðir í sama tíðarbilli, men
sum máltalvan vísur, so
gjørdist tað kortini akkurát
ov lítið.
Løgin trupulleiki
Sum sagt, so tykjast vest-
menningar framvegis at
hava
ein
motivatións-
trupulleika, men tða má
sigast at vera óskiljandi, at
so skal vera. Teir eru á odda
í kappingini, og hava bert
tørv á fýra sigrum í seks
dystum fyri at gullið skal
verða veruleiki. Kann hetta
ikki vera við til at seta
menninar upp, er ilt at
síggja, hvat skal til.
Hetta skal tó ikki taka
nakað frá Tjaldrinum. Liðið
hevur í ár tikið seg heilt
nógv fram, og hevur í fleiri
dystum víst, at teir væl
kunnu takast við tey stóru,
men enn restar bara sein-
asta pettið í, áðrenn teir
veruliga kunnu fara at
blanda seg í oddastríðið.
Dysturin í tølum:
VÍF-Tjaldur 33-32 (14-12)
Málskjúttar:
VÍF: Sámal Joensen 6(1),
Rógvi Nielsen 5, Áki Olsen
4, Agnar Joensen 4(1),
Ragnar
Zachariasen
4,
Harald Bjørgvin 2, Ingi
Olsen 2, Daniel Rápa 2, Piti
Negru 2, Johnny Joensen 2
Tjaldur: Sverri Justinussen
11(1), Svein í Heiðunum 6,
Dragisa Stojovic 6, Mortan
Hansen
6(1),
Tummas
Magnussen 2, Dan Thor-
leifsson 1
Brotskøst: VÍF 6, Tjaldur 2
Útvísingar: VÍF 1, Tjaldur
2
Dómarar úr StÍF/Kyndli:
Artur Johansen & Ragnar
Simonsen.
Sjálvt um føroya-
meistaraheitið neyv-
an endar í Sørvági í
ár, so helt Suni
Hansen, at tað at
vinna steypafinaluna
ikki stendur nógv
aftanfyri. - Lið, sum
vinna føroyameist-
araheitið, hava upp-
livað, at tað bara hava
verið eini 10-15
áskoðarar til tann
avgerandi dystin. Tað
stendur so ikki mát
við umstøðurnar her,
segði hann
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Av onkrari grund, sum er
hesum skrivaranum ókend,
tveittu overfegnu áskoðar-
arnir rís eftir vinnarunum,
tá steyp og heiðursmerki
vórðu latin SÍ. Tað gresjaði
eisini eitt sindur undir
skónum, tá vit fingu orðið á
størsta veteranin á SÍ-lið-
num. Suni Hansen er fugl-
firðingur, men spælir í ár
við SÍ. Hann var sjálvandi
sera fegin um at hava
vunnið
steypafinaluna,
men tað var ikki frítt, at
hann eisini hevði sam-
kenslu við ÍF, sum hevði so
ringar umstøður upp undir
finaludystin.
- Sjálvandi er tað gott at
vinna, og eg eri glaður, men
tað hevði verið enn stutt-
ligari, hevði ÍF-liðið verið
fullmannað, helt Suni Han-
sen, sum eftirhondini hevur
upplivað tað mesta, sum er
vert at uppliva í føroyskum
flogbólti.
Men samanumtikið var
lagið gott.
- Føroyameistaraheitið er
fokið, og tað kunnu vit
takka okkum sjálvum fyri,
men tað at vinna steypa-
finaluna stendur ikki nógv
aftanfyri. Lið, sum vinna
føroyameistaraheitið, hava
upplivað, at tað bara hava
verið eini 10-15 áskoðarar
til tann avgerandi dystin.
Tað stendur so ikki mát við
umstøðurnar her. Hetta er
sera stuttligt at vera við til,
segði Suni.
Um spælið helt hann, at
tað kanska hevur verið betri
fyrr, men hann rósti serliga
blokkinum fyri gott arbeiði.
- Í øðrum setti dovna vit
eitt sindur, men vit vakna
aftur. Og í hinum báðum
settunum var eingin ivi, so
samanumtikið kunnu vit
vera væl nøgdir við dystin,
helt hann.
Suni Hansen takkaði
eisini áskoðarunum, sum
stuðlaðu teimum óføra væl
allan dystin á tamb, og teir
gjørdu eisini dagin enn
stuttligari hjá liðnum.
Høvdu roknað við tí
Júst afturkomin av venjing-
arlegu við fótbóltslands-
liðnum í hinum endanum
av Evropa kom Bartal Elia-
sen heim til steypafinaluna,
og við umstøðunum upp til
dystin var greitt, at nógv
fór at liggja á hansara herð-
um, nú ÍF skuldi royna at
fáa sum frægast burturúr
finaluni.
Tað gekk einki serligt, og
tá alt kom til alt, var ósig-
urin rættiliga greiður.
-
Sjálvandi
eri
eg
vónbrotin, tí vit taptu. Men
í roynd og veru høvdu vit
roknað við, at tað fór at
enda soleiðis, tí sum øll
vita, hava umstøðurnar og
fyrireikingarnar hjá okkum
verið alt annað enn góðar.
Men tað merkir sjálvandi
ikki, at vit ikki fóru inn fyri
at vinna, og vit trúðu eisini
uppá, at tað kundi bera til,
segði Bartal Eliasen, sum
eisini sá troyttur út eftir
eina strævna viku.
- Men vit koma sterkt
aftur. Síggja vit burtur frá
Ólavi Ellingsgaard var elsti
maður hjá okkum í dag 27
ár, so liðið hevur tíðina fyri
sær, segði Bartal Eliasen.
VÍF-Tjaldur 33-32 (14-12):
Tað reið um snarið
Finalan stendur ikki
nógv aftanfyri FM
- Føroyameistaraheitið er
fokið, og tað kunnu vit takka
okkum sjálvum fyri, men tað
at vinna steypafinaluna
stendur ikki nógv aftanfyri,
helt Suni Hansen eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
- Vit koma sterkt aftur.
Síggja vit burtur frá Ólavi
Ellingsgaard var elsti maður
hjá okkum í dag 27 ár, so
liðið hevur tíðina fyri sær,
segði Bartal Eliasen
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyri fyrstu ferð kann SÍ rópa seg steypavinnari, og sum vera man, var lagið gott, tá alt var leyst
og liðugt
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 34 - 19. februar 2002
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
- Hetta var fantastiskt.
Tað var fyrsta viðmerk-
ingin hjá liðskiparanum hjá
TB, Svannu Nielsen, aftaná
finalusigurin móti Mjølni
leygardagin.
Tær vunnu tvey tey fyrs-
tu settini eftir at hava verið
aftanfyri í báðum, taptu tað
triðja stórt og vunnu so tað
fjórða, sum var sera javnt.
- Vit vóru fullar av nerv-
um í byrjanini, og tað sást
eisini. Og í triðja setti vóru
vit sløvar — tað er heldur
ikki fyrstu ferð, segði
Svanna.
Svanna Nielsen helt, at
tær allar — ikki minst hon
sjálv — gjørdu nógvar per-
sónligar feilir, sum høvdu
við sær, at Mjølnir kom
framum bæði í fyrsta og
øðrum setti og eisini vann
triðja sett stórt.
- Men hatta er tað sama
sum altíð. Við TB veitst tú
ongantíð, legði hon afturat.
- Áskoðararnir hjá okk-
um vóru fantastiskir. Teir
hjálptu okkum, tá tað stóð
mest á, segði TB-liðskipar-
in, sum eisini takkaði
áskoðarunum fyri stuðulin.
Ov bangnar
Liðskiparin hjá Mjølni,
Marjun Kalsø, hevur roynt
tað mesta í føroyskum flog-
bólti. Og eftir at hava vunn-
ið steypafinaluna tvey ár á
rað hevur hon nú eisini
roynt at tapa hana. Hon
helt, at dysturin kundi farið
báðar vegir.
- Vit eru væl við í øllum
settunum og koma væl frá
byrjan, men so gongur gal-
ið. Tað er sum um vit blíva
bangnar fyri at sláa ígjøg-
num og avgera bóltarnar,
og so taka tær okkum aftur,
segði Marjun, eftir at hon
hevði tikið ímóti silvur-
merkinum.
- Vit gera eisini alt ov
nógvar servifeilir, og tað er
kanska størsta orsøkin til,
at vit tapa, helt »the grand
old woman« í føroyskum
flogbólti.
Bara FM eftir
Venjarin hjá TB var sum
vera man ein fegin maður
aftaná dystin.
- Nú vóna vit, at vit eisini
gerast føroyameistarar um
eina viku, segði Virgar
Djurhuus. TB er so væl fyri
í landskappingini, at ein
sigur í trimum teimum
seinastu dystunum er nóg
mikið til at tryggja teimum
føroyameistaraheitið — og
tann sigurin kann koma
longu næsta vikuskifti.
Um sjálvan dystin helt
Virgar, at tað kundi verið
betri, men sjálvandi ber illa
til at kæra seg um tað.
- Vit byrja ofta veikt, og
Mjølnir kom eisini langt
framum bæði í fyrsta og
øðrum setti. Okkara gjørdu
nógvar persónligar feilir, og
tað var fyrst og fremst or-
sakað av nervum, helt
venjarin.
- So taptu vit stórt í triðja
setti. Tá høvdu leikararnir
kroppin inni á vøllinum,
men høvdið uttanfyri. Tær
hugsaðu ov langt fram.
At TB nú hevur vunnið
steypafinaluna og ivaleyst
eisini verður føroyameist-
ari, er ikki minst eitt herða-
klapp til venjaran. Hann var
ikki venjari frá byrjan, men
eftir at italski venjarin
Emanuele Leoni fór avstað
aftur, stutt eftir at kapping-
in var byrjað, samstundis
sum hann tók unnustuna,
sum eisini spældi við á lið-
num, við sær, hevur Virgar
Djurhuus staðið á odda fyri
liðnum. Og tað hevur víst
seg, at tað als ikki hevur
ávirkað úrslitini hjá TB.
Eitt gott dømi um, at tann
skilabesta loysnin ikki altíð
er útlendsk.
Hatta er tað sama sum altíð.
Við TB veitst tú ongantíð,
segði fegni liðskiparin hjá
TB, Svanna Nielsen, tá tað
loksins var greitt, at TB er
steypavinnari
Mynd: Álvur Haraldsen
Kvinnurnar hjá TB kunnu nú rópa seg steypavinnarar 2002, og gongst eftir vild kunnu tær longu um eina viku rópa seg fyri
føroyameistarar
Mynd: Álvur Haraldsen
- Vit eru væl við í øllum sett-
unum og koma væl frá byr-
jan, men so gongur galið. Tað
er sum um vit blíva bangnar
fyri at sláa ígjøgnum og av-
gera bóltarnar, og so taka tær
okkum aftur, segði Marjun
Kalsø millum annað, tá tapið
var veruleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
Liðskiparin hjá TB helt, at nervar og persónligir feilir
merktu steypafinaluna. — Men hatta er tað sama sum altíð.
Við TB veitst tú ongantíð, segði hon
Við TB veitst
tú ongantíð
Gongur framá hjá Holte
Holte IF vann sunnu-
dagin 3-0 móti Mid-
delfart VK, og nú
gongur framá hjá
Bárði og teimum. Tað
sær út til, at teir nú
eru um at fáa skil
uppá spælið hjá sær,
serliga verjupartin
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Eftir nøkur keðilig úrslit
sær nú út til, at Holte IF,
har Bárður B. Mikkelsen
er ein av leikarunum, nú
hevur fingið eitt sindur
blíðari byr aftur.
Sunnudagin spældu teir
á
heimavølli
móti
Middelfart VK, og Holte
vann dystin 3-0. Hóast
dysturin var tættur, so
høvdu Bárður og teir
yvirvág allan dystin, og
settúrslitini vóru 25-20,
25-23 og 25-19.
Bárður heldur, at teir nú
eru um at fáa skil uppá sítt
spæl, serliga verjupartin,
sum riggaði stak væl
sunnudagin. Tað er verjan,
sum hevur givið teimum
trupulleikar fyrr í kapping-
ini, og tí hava teir arbeitt
serliga nógv við verjupart-
inum
henda
síðsta
mánaðin. Og hetta man
hava hjálpt, tí sunnudagin
spældi verjan sera væl.
Sigurin sunnudagin hev-
ði eisini stóran týdning við
tað, at Middelfart eisini er
eitt av liðunum, sum stríð-
ist um síðstu plássini til
hálvfinalurnar. Nú leygar-
dagin skal Holte til Odense
at spæla móti DHG. Eisini
tann dysturin hevur stóran
týdning, tí bæði liðini eru í
somu støðu, og fyrr í enda-
spælinum tapti Holte á
heimavølli móti DHG.
Kappingin er soleiðis
skipað, at í aðrari hálv-
finaluni møtast nummar
eitt og nummar fýra, og í
hinari eru tað so nummar
tvey og trý. Málið hjá
Holte er tí at enda nummar
tvey ella trý fyri at sleppa
undan
at
møta
HIK
Aalborg í hálvfinaluni.
HIK eru stórfavorittar til at
endurvinna danska meist-
araheitið.
C
M
Y
K
20