Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 19. februar 2002 23 Julian Johnsson varð tikin av vøllinum seinasta korterið, tá Hull spældi javnt á útivølli móti Torquay ONGLAND Jákup Mørk Hóast hetta vikuskiftið var eitt sonevnt FA-cup viku- skifti, so merkti tað ikki, at allur liga fótbóltur lá lamin av teirri orsøk. Summi av liðunum, sum ikki eru við i steypakappingini longur, høvdu dystir á skránni, og millum hesi var Hull. Hesa ferð spældu teir á útivølli móti Torquay. Torquay er annars á næst niðasta sess- inum í deildini, og tað er helst ikki fyri fótbóltsliðið, men heldur fyri Fawlty- Towers sendirøðina hjá John Cleese, at býurin er vorðin kendur út um bretsku landoddarnar. Hóast tað sostatt á pappírinum skuldi verið ein yvirkomulig uppgáva hjá Julian og teimum, so megn- aði Hull bert at fáa eitt stig við sær heimaftur leygar- dagin. Eftir at teir júst sum ætlað høvdu lagt seg á odda, var tað heimaliðið, sum tók yvir. Sambært bretsku miðlunum var talan kanska ikki um so vakurt fótbóltsspæl, men heima- liðið stríddist nógv betri, og tað var fult uppiborið, at teir javnaðu á tímanum. Seinasta hálva tíman hevði heimaliðið eisini fleiri møguleikar at leggja seg á odda, men Paul Musselwhite í málinum hjá Hull hevði fleiri góðar bjargingar, og tó at venjarin royndi at broyta liðið við trimum útskiftingum, m.a. við at taka Julian Johnsson út 15 minuttir fyri leiklok, so broytti hetta lítið. Tað eydnaðist tó Hull at halda fast um eina stigið, og tað man so vera betri enn einki, men í longdini skulu fleiri sigrar inn á kontina, um dreymurin um beinleiðis uppflytan hjá liðnum skal gerast veru- leiki. FC Zwolle í næst bestu hollendsku deildini spældi um vikuskiftið á útivølli móti fyrrverandi felagnum hjá Jan Allani Müller. Go Ahead Eagles, sum er partur av botnstríðunum í deildini. Eftir at Súni í seinastu viku hevur ligið sjúkur, er hann nú aftur farin undir venjingarnar, men hann taldist so ikki millum teir, sum sluppu at royna seg á vøllinum hesaferð. Saman við hinum í fe- lagnum kundi gøtumaðurin tó fegnast um, at tað aftur hesa ferð eydnaðist Zwolle at fáa fulla úrtøku. Tað stóð tó leingi nógv á móti botnliðinum, og ikki fyrr enn lítið korter fyri leiklok eydnaðist tað Van Steeg at skjóta einasta málið í dyst- inum eftir eitt flott ein- mansavrik. Síðani farið varð undir aftur hollendsku kapping- ina eftir vetrarsteðgin, hev- ur Zwolle bert tað einu ferðina mist stig – ein javn- leikur – og úrslitið av hes- um er, at liðið nú bert er fýra stig frá oddaliðnum, Excelsoir. Hesir tykjast tó at vera sera væl fyri í løt- uni, og vunnu teir ikki minni enn 6-1 á útivølli móti VVV. Zwolle eigur tó heimadyst móti Excelsoir til góðar, so kappingin má undir øllum umstøðum sigast at vera víðopin, nú teir spakuliga gera klárt til sjálvan endaspurtin. - jm Hollendska toto-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Excelsoir + 23 15 - 6 - 2 57 20 37 51 2 FC Zwolle 23 14 - 5 - 4 38 25 13 47 3 Emmen 23 13 - 6 - 4 38 22 16 45 4 RBC Roo'daal 23 13 - 5 - 5 49 27 22 44 5 ADO Den Haag 23 11 - 6 - 6 35 24 11 39 6 BV Veendam 22 10 - 6 - 6 37 32 5 36 7 Cambuur/L. + 23 10 - 5 - 8 33 26 7 35 8 FC Volendam 23 9 - 5 - 9 44 36 8 32 9 Dordrecht '90 22 8 - 7 - 7 43 35 8 31 10 Haarlem 23 8 - 6 - 9 27 31 -4 30 11 VVV 23 8 - 2 -13 40 48 -8 26 12 Helmond Sp. 22 6 - 8 - 8 23 31 -8 26 13 Storm/Telstar 22 6 - 7 - 9 34 32 2 25 14 Heracles A. 23 7 - 4 -12 32 38 -6 25 15 G.A. Eagles 23 6 - 7 -10 31 41 -10 25 16 MVV 22 5 - 6 -11 30 40 -10 21 17 Top/Oss 23 3 - 4 -16 19 69 -50 13 18 Eindhoven 23 2 - 6 -15 28 61 -33 12 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 33 21 - 7 - 5 48 23 25 70 2 Mansfield 32 18 - 6 - 8 54 33 21 60 3 Luton 32 17 - 6 - 9 61 42 19 57 4 Rochdale 33 15 -11- 7 47 37 10 56 5 Hull C. 34 15 -10- 9 48 34 14 55 6 Scunthorpe 34 14 -11- 9 61 43 18 53 7 Shrewsbury 34 14 - 9 -11 48 42 6 51 8 Cheltenham 30 13 -11- 6 44 34 10 50 9 R&D 34 13 -10-11 44 42 2 49 10 Hartlepool 32 13 - 7 -12 47 34 13 46 11 Kidderm. 31 13 - 7 -11 39 32 7 46 12 Darlington 33 11 - 8 -14 43 50 -7 41 13 Exeter 32 11 - 8 -13 33 49 -16 41 14 Southend 32 11 - 7 -14 38 38 0 40 15 Swansea 34 10 - 9 -15 42 52 -10 39 16 Oxford Utd. 34 9 -11-14 42 45 -3 38 17 Bristol R. 32 10 - 8 -14 32 37 -5 38 18 Macclesfield 33 9 -10-14 30 41 -11 37 19 Carlisle 31 8 -11-12 35 38 -3 35 20 Lincoln C. 32 8 -11-13 33 45 -12 35 21 York 31 9 - 8 -14 37 52 -15 35 22 Leyton O. 31 8 - 8 -15 42 55 -13 32 23 Torquay 33 7 -11-15 30 51 -21 32 24 Halifax 33 5 -11-17 23 52 -29 26 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) Talvið hesa vikuna Hans K. Simonsen (2070) - Elia Litiiäinen (Fin) (2190) NM 2002 A (4), 15.02.2002 1.g3 Rif6 2.Bg2 d5 3.Rif3 Bg4 4.0-0 Ribd7 5.c4 c6 6.d3 e6 7.Ribd2 Be7 8.b3 0-0 9.Bb2 Fb6 10.Fc2 (Hans Kristian dámar væl hesar støðutypir) 10...Rad8 11.Rac1 Rfe8 12.Rfe1 a5 13.a3 Bh5 14.Rb1 Bc5 [14...e5 er helst ein betri leikur] 15.d4 Bf8 16.c5 Fc7 17.Rbc1 (Svartur hótti Bg6) 17...Bg6 18.Fc3 Rie4 19.Rixe4 dxe4? 20.Rid2 e5 21.e3 exd4 22.exd4 Rif6 23.Ric4 a4 [23...Ra8 sær keðiligt út, men er helst neyðugt] 24.bxa4 Rid5 25.Fb3 f5 26.Bc3 Rb8 27.Ba5 (Bispurin vaknaði) 27...Fd7 28.Rie5 Fe6 29.Bb6 Rixb6 30.Fxb6 Be7 31.Bf1! Kh8 32.Bc4 Fc8 33.Bf7! Bg5 [33...Bxf7 34.Rixf7+ Kg8 35.Fb3 og hvítur vinnur] 34.Bxe8 Bxe8 35.Rb1 f4 (panikk- leikur í taptari støðu) 36.Rxe4 Bh5 37.Rbe1 f3 38.Fb3 Ff5 39.g4 1-0 Javnleikur hjá Hull Ferð á Zwolle FSF vil sjálvt sleppa at gera av, hvørjir leikarar skulu roknast sum ávíka- vist føroyingar ella útlendingar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eitt av uppskotunum til komandi aðalfundin hjá FSF verður uppskot um broyting í kappingarregl- unum fyri fótbólt. Talan er um at broyta grein 18, har tað verður definerað, nær ein út- lendskur leikari verður at rokna sum føroyingur í fótbóltshøpi. Verandi reglurgerð sig- ur, at hetta er, at tá leik- arin í trý ár hevur verið fastbúgvandi í Føroyum, og tað er hetta, sum FSF ætlar at broyta. Fyri at lætta um umsit- ingina av hesum, er ætl- anin, at orðaljóðið fram- yvir skal vera: »sum út- lendskur leikari verður roknaður persónur, ið ikki hevur fast tilknýti til Føroyar, og hvørs spæli- loyvið ikki hevur ligið í Føroyum seinastu trý árini«. Við at nýta spæliloyvið heldur enn bústaðarvið- urskifti sum kriterii fyri hesum, er ætlanin hjá FSF, at umsitingin av regluni skal gerast ein- faldari. Hetta tí FSF, um broytingin fær undirtøku, sjálvt hevur alla skjala- prógvan undir hond, um ivamál stinga seg upp. Sum er er neyðugt at nýta landsfólkayvirlitið í slík- um málum, og skal træt- an avgreiðast ein fyrra- part sunnudag, er tað munandi lættari, um alt skjalatilfarið er tókt á skrivstovuni hjá FSF. Umframt hendan fyri- mun, er eisini bygt inn í ætlaðu logarbroytingina, at leikarin skal hava verið trý samanhangandi ár í føroyskum fótbólti, og soleiðis ikki kann »samla tíð upp« yvir eitt longri áramál. Skulu definera føroyingin 23 22 Nr. 34 - 19. februar 2002 Norðurlandameistara heitið fyri unglingar bleiv telvað í Dan- mark í vikuskiftinum. Martin Poulsen varð einans hálvt stig frá gullinum í elsta bólkinum TALV orð & Myndir: Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fimm ungir føroyskir telv- arar hava í vikuskiftinum umboðað Føroyar í Norð- urlandameistaraheitinum fyri unglingar. Telvað varð á Tjele Efterskole í Jút- landi, sum er ein serligur eftirskúli har møguleiki er at velja talv sum lærugrein. Ferðaleiðari varð John Rødgaard. Í næstyngsta bólkinum (árgangirnir 1989-1990) høvdu Føroyar eitt umboð, Rógvi Mortensen úr Havn- ar Telvingarfelag. Hetta varð fyrsta luttøka hjá Rógva í uttanlanda høpi, og sigast má, at hann als ikki eigur at vera skuffaður. Rógvi byrjaði væl við javn- leiki móti íslendingi, og eftir trý umfør hevði hann hálvtannað stig. Hann tapti tó trý tey síðstu talvini, men talan var eisini um sterka mótstøðu. Rógvi hevur ment seg óvanliga skjótt og hevur avgjørt talentið í sær. Ov nóg trýst á Olaf Í næstelsta bólkinum (árg. 1985-1986) leiktu Olaf Berg úr Havn og Rani Tómasson úr Klaksvík. Olaf hevur - síðani hann í 1997 luttók fyrstu ferð - havt sera góð úrslit at vísa á. Eitt nú tvey triðja pláss. Men í ár gekk honum einki til vildar. Hann var ein av favorittunum, og kanska hevði júst tað sína ávirkan. Eftir fimm umførum hevði Olaf einans eitt stig, og hevði eitt dramatiskt talv í sætta og seinasta umfari, sum hann eftir tógvið stríð vann. Tvey stig, og sjálvur var hann sera skuffaður av hesum, men sannaði at hann bert hevði nakrir ringir dagar og ætlar at koma sterka aftur komandi ár, og hesum trúgva vit til fulnar. Rani, við bert sínum 1185 í rating, var nógv tann lægst rataði í hesum bólki. Serliga í sínum fyrstu fýra talvum telvaði hann væl, og átti helst at fingið okkurt stigið. Telvað verður tvey talv um dagin, og er ein ikki vanur við slíkt, verður hetta ein sjálvsøgd torfør upp- gáva. Rani hevur ongar tílíkar altjóða royndir og hevur eisini bert telvað í fýra ár. Við hesum í huga kann nógv spyrjast burturúr Rana í nærmastu framtíð. So nær so nær Sæð við føroyskum eygum var A-bólkurin (árg. 1982- 1984) serliga spennandi. Okkaru tvey umboð, Mart- in Poulsen úr Havn og Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, vóru báðir eitt slag av outside´arum, og høvdu báðir eisini fitt av sjálvsálitið undan kapping- arbyrjan. Martin og Hans Kristian hittust longu í fyrsta um- farinum, og tóku teir ein ikki óvæntaðan skjótan javnleik. Síðani reyk Mart- in avstað við heili trimum sigrum á rað, og lá einsa- mallur á odda tá bert tvey talv restaði í. Hans Kristian var eisini við í toppstríð- num við einum stigi færri enn Martin. Martin tapti tíverri fimta talvið ímóti ratingfavo- rittinum Stefán Kristjáns- son (2405), meðan Hans Kristian leikti javnt móti øðrum oddafiski. Fýra telv- arar lógu nú javnir við hálvumfjórða stigi undan seinasta umfarinum, harav Martin, meðan Hans Krist- ian hevði trý stig. Spenn- ingurin varð tí í hásæti. Martin hevði svarta fólkið móti sterkum íslendara, sum skuldi vísa seg at vinna hendan bólk, og hevði eitt skifti hampuliga góða støðu, men tapti eftir at hava mist kvalitet. Hans Kristian helt javnt ímóti Stefán Kristjánsson og fekk eins nógv stig sum Martin á triðja plássi, men við verri mótstøðustigum. Heili fýra vórðu javnir á triðja plássi. NM í snartalvi í A-bólk- inum vann okkara Hans Kristian, meðan hinir før- oyingarnir somuleiðis høvdu ein góðan snar-dag, tó uttan medaljupláss. Javnleikur hevði verið nóg mikið Eftirútrokningar av mót- støðustigunum vístu, at um Martin hevði leikt síðsta talvið javnt ímóti Davíd Kjartansson, hevði hann blivin Norðurlandameist- ari. Sjálvandi keðiligt at sanna hjá Martini eftir lokna kapping, men eisini eigur hetta at geva honum og okkum øðrum ábend- ingar um, at tað saktans ber til at blanda seg í altjóða høpi, og at føroyingar í mangar mátar eru javn- sterkir við telvarar í grann- alondunum. Endaligu støðurnar: Tólv telvarar vóru í hvørj- um aldursbólki. Bólkur A (1982-84) 1 Davíd Kjartansson 4,5/6 2 Stefán Kristjánsson 4,0 3 Martin Poulsen 3,5 6 Hans K. Simonsen 3,5 Bólkur B (1985-86) 1 Hans Tikkanen 4,5 . 11 Olaf Berg 2,0 12 Rani Tómasson 0,0 Bólkur D (1989-90) 1 Magnus Carlsen 5,0 . 11 Rógvi Mortensen 1,5 Metstór luttøku á Oyrarbakka Tann fyrsta í røðini av ungdómskappingum varð á Oyrarbakka leygardagin. Fyrireikarnir høvdu vónað góða uppmøting, men eingin hevði væntað at heili 135 børn úr 1. - 10. flokk- um kring landið høvdu leitað sær til felagshúsið í bygdini, Eydnuni. Ikki bert børn úr talv- feløgum vóru hjástødd, men eisini høvdu skúlar sum eitt nú Venjingarskúlin í Havn og felagskúlin á Oyrarbakka teknað nógv lið til. Kappingin bleiv skipað sum liðkapping, við fýra telvarum á hvørjum liði og einum eykaleikara. 10 minuttir hevði hvør telvari til talvið. Ikki færri enn 33 lið høvdu teknað seg, sum gav tilsamans talið 135. Talvfelagið Rókur, Havnar Telvingarfelag og Venj- ingarskúlin høvdu hvør síni seks lið. Gleðiligt var, at fleiri gentur eisini høvdu hættað sær at taka lut, í hesum so annars kallkynsdominer- andi ítrótti. Talv er sanni- liga eisini fyri gentur. Nógv lið vórðu blandingslið, við dreingjum og gentum. Kappingin bleiv býtt upp í tveir bólkar, 1. — 4. flokkar og 5 — 10. flokkar. Fyrst bleiv millumumfar leikt, har lið leiktu seg í finaluumfar. Finalubólkarnir: 5. flokkur og eldri. 1 MT a 15,0 stig 2 HT a 14,0 3 GT b 13,0 4 KTF a 7,0 5 KTF b 6,0 6 HT b 5,0 4. flokkur og yngri. 1 KTF c 9,0 stig 2 HT d 7,5 3 MT b 5,5 4 KTF d 2,0 Miðvingar eru byjaðir aftur uppá talvvirksemið, og longu í fyrstu kappingini gjørdu teir vart við seg við at vinna tann eldra bólkin. Edmund Joensen, fyrr- verandi Løgmaður, handaði steypini til vinnandi liðini, og framanundan hesum hesum fingu øll børnini ókeypis mat og drekka. Talvsambandið saman við Føroya Banka høvdu stuðlað júst hesari ung- dómskapping. Framyvir fer Talvsambandið at stuðla tílikum tiltøkum. At áhugin fyri telving millum børn er voksin so- mikið nógv seinasta árið, hevur helst fleiri orsøkir. Feløg kring landið gera meira við barnatelving og undirvísing samstundis sum fleiri skúlarbørn hava fingið møguleikan at royna seg í talvi í fríkorterum, og enntá verða summir skúla- tímar brúkt til talv, eitt nú í Venjingarskúlanum. Hesi framstig og at talv sum heild hevur verið nógv frammi í miðlunum sein- asta árið (Kasparov vitjanin og Hans Kristian Simonsen sum vann Kasparov í simultantelving), hevur uttan iva havt positiva ávirkan. Nevnast kann, at líknandi áhugi fyri talvi í Føroyum, millum børn og ung, var 1970´unum, tá Bobby Fischer og Boris Spassky í 1972 dystaðust um heims- meistaraheitið í Reykjavík. Nær við NM-gull Martin Poulsen úr Havn fekk besta føroyska úrslitið, tá tað eydnaðist honum at gerast triðbestur í sínum bólki Hans Kristian helt javnt ímóti Stefán Kristjánsson og fekk eins nógv stig sum Martin á triðja plássi, men við verri mótstøðustigum Ein eftirmeting er altíð upp á sítt pláss. Her eru Rani Tómason og Rógvi Mortensen í ferð við at gjøgnumganga seinasta talvið C M Y K 22