Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 19. februar 2002 25 Neistin fer hósdagin at skipa fyri fram- sýningardysti, har allur innkomni peningurin fer óskerdur til væl- gerandi endamál HONDBÓLTS- FRAMSÝNING Jákup Mørk Tað er vanligt í nógvum av londunum kring okkum, men her í Føroyum hevur tað eina mest verið gjørt á stevnum, at sonevndir framsýningar- ella upp- vísingardystir verða leiktir. Hósdagin verður tó skipað fyri einum slíkum dysti, og er tað hondbólts- felagið, Neistin, sum hevur tikið stig til tiltakið. Talan verður um dystir, har tvey samansett lið skulu royna seg móti besta mans- og kvinnuliðnum í landin- um, og hevur hetta í báðum førum verið VÍF tey bæði seinastu árini. VÍF hevur játtað at tikið lut í hesum, og síðani hevur Neistin heitt á umboð fyri Dimmalættin og Sosialin at seta tvey hóskandi mót- støðulið saman til tiltakið. Sum nevnt, so fer allur tann innkomni peningurin frá tiltakinum óskerdur til vælgerandi endamál, og umframt innkomna pening- in av sjálvum dystinum, er eisini møguleiki at stuðla tiltakinum við at seta pening á konto í peninga- stovni. Konto-nummarið til hetta er 9181-134.457.7. Liðini til dystirnar eru: Kvinnur: Agne Masenaite, Stjørnan Helena Dam Poulsen, Neistin Gunnleyg Berg, Neistin Guðrun Ólavsdóttir, StÍF Anna Kristina Samson, Stjørnan Anna Maria Bertelsen, StÍF Annika Thomsen, Neistin Katrin á Neystabø, Neistin Annika Ljósstein, Kyndil Lotte Sørensen, Kyndil Asta Petrauskien, Sóljan Joan M. Joensen, Stjørnan Menn: Marian Cirloganescu, StÍF Óla Christian Djurhuus, KÍF Mortan Hansen, Tjaldur Janus Einar Sørensen, Kyndil André F. Danielsen, StÍF Hans Áki Dal-Christiansen, Neistin Kristjan Petursson, H71 Jacob Jónsson, Neistin Heini Joensen, Neistin Costin Dumitrescu, StÍF Høgni Klein, Kyndil Bjarni Wardum, H71 Venjarar hjá báðum lið- unum verða Geir Wardum úr Stjørnuni og Dia Midjord úr Neistanum. Ásannandi at føroyskir fótbóltsleikarar í nógvar mátar eru at meta sum yrkisleikarar, hava ikki færri enn 10 feløg lagt uppskot til aðalfundin, har heitt verður á FSF um skipa soleiðis fyri, at allir føroyskir fótbólts- leikarar eru tryggjaðir. Sum er, hevur FSF bert ábyrgdina av, at landsliðsleikarar eru tryggjaðir, men hetta meta tey 10 feløgini ikki vera nøktandi. Umframt at tryggja leikararnar sjálvar ímóti inntøkumissi, so vilja feløgini við uppskot- inum eisini tryggja sær, at feløgini ikki verða við skerdan lut, um ein av berandi leikarunum á liðnum verður langtíðar- skaddur. Víst verður í hesum sambandi á, at grunda á fíggjarligu bindingarnar, sum feløgini eisini hava mótvegis skaddum leik- arum, kann verða sera tungt at útvega sær neyðugan styrk, um leikarar verða langtíðar- skaddir, og við teimum upphæddum, sum euro- peiskur fótbóltur hevur við sær, kann hetta inni- bera ein fíggjarligan smeit fyri feløgini. Tey tíggju feløgini, sum hava skrivað undir uppskotið, eru HB, B36, EB/Streymur, B68, GÍ, NSÍ, KÍ, VB, Skála og TB -jm Tvey av føroysku feløgunum hava latið inn uppskot um broyting í kappingar- reglunum fyri yngru deildir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Áðrenn eitt nýtt ár byrjar, er altíð tíð at endurskoða tað farna, og í so máta er fótbóltsárið einki undantak. Hetta hava ymsu feløgini sjálvandi eisini gjørt, og í bæði GÍ og B36 hevur hetta givið úrslit í nøkrum ætlað- um broytingum. Bæði feløgini hava lagt fram uppskot um broyting í unglingadeildini, og hóast tey ikki eru eins, so kann aðalfundurin væl sam- tykkja bæði. Í B36 tykjast tey vera bangin um, at dystartalið hjá unglingaleikarum gerst ov høgt, um øll liðini verða koyrd í ein bólk. Hetta tí nógvir av unglingaleik- arunum eisini taka lut í vaksnamannakappingini, og saman við dystunum í unglingakappingini kann talan tá lættliga gerast um einar 40 dystir um árið. Tí leggur B36 fram uppskot um, at kappingin í unglindeildini verður skipað í tveir bólkar. Broyta aldursreglurnar Í GÍ er tað ikki heilt tann sami trupulleikin, sum hugsað verður um. Ásann- andi av, at í fleiri av smærru feløgunum er neyðugt at taka leikarar upp av dreingjaliðnum til ung- lingadeildina, vilja gøtu- menn broyta reglugerðina soleiðis, at eisini eldri leikarar kunnu vera við. Sambært uppskotinum skal hvørt felag hava møguleika at nýta upp til tríggjar eykaleikarar frá besta liðnum, sum eru om- an fyri unglingaaldur, men sum ikki komu inn á vøllin fyri besta liðið. Hetta skal tryggja eykaleikarum á bestu liðunum meira spælitíð, samstundis sum hesir kunnu menna leik- ararnar í unglingadeildini, og feløgini sleppa har- afturat undan at taka leik- arar upp av dreingjalið- unum. Hendan skipanin er ann- ars eisini nýtt í Onglandi, tó at talan har er um tveir vaksnar leikarar, sum kunnu spæla við unglinga- liðnum, og verður hetta ofta nýtt til eykaleikarar ella til leikarar, sum eru í ferð við at koma seg eftir ein skaða. Eisini hevur GÍ lagt fram uppskot um, at í yngru deildunum skal tað vera skúlaflokkurin og ikki føð- ingarárið, sum ger av, í hvørjari deild leikarar skulu leika. Hetta fyri at betra um sosiala partin av yngru kappingunum, har tað annars kann koma fyri, at leikari noyðist at spæla í aldursbólki, sum antin er oman- ella niðanfyri bólk- in, har allir floksfelagarnir spæla. Tryggingar á skránna Broytingar í yngru deildunum Hondbóltsframsýning á Hálsi Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so eru fleiri mál, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til leyg- rdagin. Fótbóltssambandið hev- ur nú sent feløgunum skránna til aðalfundin, og er hon hendan. 1 Formaðurin greidðir frá virki F.S.F.’s í farna ári 2 Kassameistarin/for- maðurin leggur fram grannskoðaðan rokn- skap 3 Innkomin mál a) frá FSF: Uppskot um broyting í kapp- ingarreglunum fyri fótbólt b) frá FSF: Uppskot til samtyktar viðv. hús- inum við Tórsvøll c) frá GÍ: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi unglingadeildini d): frá B36: Uppskot til samtyktar viðvíkj- andi unglingadeildini e): frá HB, B36, EB/Str, B68, GÍ, NSÍ, KÍ, VB, Skála, TB: Uppskot til samtyktar viðv. trygging av leikarum, sum spæla í fyrstu deild menn. 4 Velja nevndir og vara- limir 5 Velja grannskoðara, ið skal vera ríkisgóð- kendur 6 Ymiskt Hvørt felag kann í mesta lagi senda trý umboð á fundin. Hvørt felag hevur atkvøðurætt við einari atkvøðu, eins og nevndin hjá FSF hevur eina atkvøðu. Fyri at hava atkvøðurætt skal felag hava luttikið í fót- bóltskappingini við minst einum liði í undan farna ári, og fíggjarligu viðurskiftini hjá felag- num mótvegis FSF skulu vera í lagi -jm Skráin til aðalfundin Kvinnuliðið hjá VÍF verður ein av pørtunum, sum hósdagin fer at taka lut í vælgerandi tiltakinum, sum Neistin skipar fyri 25 24 Nr. 34 - 19. februar 2002 Alt árið hevur Neistin jagstrað Stjørnuna á øðrum plássi, og við sigrinum á VB tykjast silvurmerkini nú nærri enn nakran tíð hjá Neistanum HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Dysturin um silvurið varð dysturin millum kvinnu- liðini hjá Neistanum og VB róptur undan sunnudeg- num. Ikki tí at tað varð hes- in dysturin, sum avgjørdi silvurið, men tí vinnarin av uppgerðini fór at standa við bestu kortunum á hondini tá tað ræður um at fanga Stjørnuna aftur í endaspurt- inum. Tað gjørdist Neistin, sum vann dystin, og kanska var tað eisini rætti vinnarin av dystinum. Fyrst og fremst tí tær høvdu teir so væl kendu marginalarnar við sær í dystinum. Vunnu í verjuni Fyrstu løtuna var tó ikki líkt til, at Neistanum skuldi tørva hjálp frá nøkrum marginalum. Alt fyri eitt fingu tær skil upp á verjuna. VB hevði ilt við at spæla seg til nakrar veruligar opnar møguleik- ar, og tá tær mistu bóltin, vóru tær hjá Neistanum skjótar at revsa. Spakuliga fekk VB tó frið yvir spælið. Bólttrygg- leikin gjørdist størri, so- leiðis at færri óneyðugir bóltir vórðu tveittir burtur, og so við og við tók mun- urin at minka. Serstakliga tóktist Regina Radó at vera væl uppløgd. Kanska tí hon fyri tað mesta sat yvir í verjuni, men í øllum var úrslitið mest sum hvørja ferð, at uppspælið gav rúmd fyri einum hoppskoti, sum bar við sær, at bólturin varð kleindur upp í okkurt av málhornunum. Hesa seinnu løtuna av seinna hálvleiki tóktist yvirvágin hjá VB at vera somikið sannførandi, at ein sigur so smátt fór at hóm- ast, og sum so stóð hetta eisini við í seinna hálvleiki. Var tað ikki fyri sannfør- andi avrikið hjá Helenu í málinum, so kundi munurin ímillum liðini eisini verið væl størri. Neistakvinnurnar hava ongan tíð sjálvar skotið tey heilt nógvu málini í ár, og tað gjørdu tær sum so held- ur ikki hesaferð. Grundað á framúr málverjaspæl og eina sterka verju, hava tær tó alla tíðina hildi mótstøð- uni væl frá teimum nógvu málunum, og soleiðis var eisini hesaferð. Tí hóast VB tóktist hava greiða yvirvág, so megnaðu tær ikki at skræða seg leysar. At VB bert skeyt fýra mál fyrstu 25 minuttirnar av seinna hálvleiki sigur helst eisini nakað um, at so var. Vendin Avgerandi løtan í dystinum kom, tá knappir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. VB hevði alla tíðina sæð út sum ein vinnari, men Neist- in fekk so ein møguleika, tá VB leikari varð rikin av vøllinum, samstundis sum Neistin fekk brotskast. Brotskastið varð sett í netið, og tá VB í næsta Neistaálopinum fekk enn eina útvísing, lá brádliga væl fyri. Neistin vann seg trý mál framum, men tær mundu klárað at mist alt tað vunna aftur. Tvær ferðir innan seinasta minuttin skoraði VB, og serliga í seinna førinum komst hetta av óneyðuga nógvum nervum frá neistaleikarunum, men seinasta møguleikan megn- aði heimaliðið kortini at halda fast um, og so var vunnið. Silvurið Saman við stigamissinum hjá Stjørnuni ímóti Kyndli hevði sigurin við sær, at Neistin fyri fyrstu ferð í ár er á silvurplássinum, og tað tykist í løtuni sannlíkt, at tær eisini standa við hesum, tá árið er av. Kanska hevur spælið ikki alla tíðina verið so polerað, men í øllum førum hevur tað verið effektivt, og ferð eftir ferð hevur sterka verjan tryggj- að liðnum stig. Skal silvurið gerast veru- leiki, krevjast sigrar á teim- um trimum botnliðunum og so Stjørnuni, og hetta tykist ikki vera ógjørligt. Ser- stakliga ikki, tá Neistin tvey ár á rað hevur vunnið seinasta av fýra dystum móti Stjørnuni. Dysturin í tølum Neisitn-VB 21-20 (10-12) Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabæ 6, Gunnleyg Berg 6(2), Annika Thomsen 4, Mild- rid Jacobsen 3, Susan Brockie 1, Birita Wardum 1 VB: Regina Radó 8(3), Gabriella Fekete 4, Eyðbritt Krosslá 2, Margreth Au- gustinussen 2, Laila Jesp- ersen 2, Sólrun Krosslá 2 Brotskøst: Neistin 3, VB 3 Útvísingar: Neistin 4, VB 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu alla tíðina gott tak á. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 5 5 - 0 - 0 499 297 202 22 2 Neistin 7 4 - 1 - 2 421 371 50 17 3 Stjørnan 6 3 - 1 - 2 454 375 79 16 4 VB 6 4 - 1 - 1 417 416 1 15 5 StÍF 5 2 - 0 - 3 321 402 -81 5 6 Kyndil 7 0 - 1 - 6 426 508 -82 4 7 Sóljan 6 1 - 0 - 5 330 499 -169 4 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 6 - 0 - 0 532 442 90 23 2 Neistin 6 4 - 0 - 2 559 473 86 18 3 StÍF 5 4 - 0 - 1 470 454 16 14 4 Kyndil 7 3 - 1 - 3 448 492 -44 9 5 H71 6 0 - 2 - 4 497 534 -37 8 6 Tjaldur 6 2 - 0 - 4 455 511 -56 8 7 KÍF 6 0 - 1 - 5 469 524 -55 5 Máltindarnir Kvinnur: Asta Petrauskiene Sóljan 153 (24) Simona Dziugyte Stjørnan 150 (44) Lotte Sørensen Kyndil 136 (58) Ioana Rápa VÍF 123 (28) Gabriella Fekete VB 109 (27) Regina Radó VB 98 (24) Annika Ljósstein Kyndil 97 (14) Ileana Manulescu StÍF 93 (15) Katrin á Neystabø Neistin 92 (37) Joan M. Joensen Stjørnan 86 (7) Sóley Mikkelsen VÍF 81 (15) Anna K. Samson Stjørnan 80 (1) Birita Wardum Neistin 71 (11) Jacklin Durhuus VÍF 70 (4) Gunnleyg Berg Neistin 68 (9) Menn: Heini Joensen Neistin 127 (38) Bjarni Wardum H71 126 (30) Høgni Klein Kyndil 117 (10) Jacob Jónsson Neistin 115 (15) Costin Dumitrescu StÍF 104 (29) Finnur Hansson H71 103 (22) Dragisa Stojovic Tjaldur 102 Halgir Dahl Olesen H71 101 (11) Sverri Justinussen Tjaldur 97 (14) Sámal Joensen VÍF 96 (14) Ingi Olsen VÍF 94 (11) Iljan Topic KÍF 93 Durica Tomic KÍF 93 (24) Artur Johansen StÍF 88 (11) Áki Olsen VÍF 83 (11) Neistin-VB 21-20 (10-12): Silvurið nærri enn nakrantíð Tað er serliga í verjuni, at Neistin hevur vunnið sær stig í ár, og dysturin sunnudagin var einki undantak frá hesi regluni Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24