fríggjadagur 10. desember 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JólaRákið
Sosialurin • 10. desember 2010 23
So upprann løt an, har eg skuldi royna tað for vitn is ligu nýggju
viðgerðina, sum garanterar 15 centi met rar av kropp in um eft ir
fyrstu við gerð. Ikki tykk um at siga, so var eg held ur skeptisk
um hesa við gerð.
Eg varð innballað í eitt slag av ban dagu um allan kroppin,
sum var vátt við leiri. Síðani setti eg meg niður í ein hita stól,
og væl inn ballað í teppir og annað, soleiðis at eg varð heit.
Endamálið við hes um er, at leirið skal sleppa inn í kroppin.
Síðani, skuldi eg sita har í ein tíma.
Aftaná hendan tíman, skuldi eg so upp at mátast aftur. Við
ein um BMI tali undir miðal, er tað sjálv andi ivasamt, hvussu
nógvir centi metrar í roynd og veru kunnu fara av, men úrslitið
gjørdi meg ikki sørt bilsna. 20.8 centimetrar !
So stórt var talið, sum eg seinni kundi reypa mær av, var
farið av kroppinum hjá mær.
Nakað var farið av mjødnini og reyvini, okkurt av lørunum
og okk urt av miðjuni. Eisini fór okk urt av armunum.
So staðfestast kann, at hendan viðgerðin riggar. Enntá betur
enn lovað !
Viðgerð við úrsliti
Alt í alt má staðfestast, at viðgerðin var góð og gav úrslit. Tó hevði
hon helst givið størri úrslit hjá onkrum, sum hevur størri tørv á
slíkum viðgerðum, men eg eri væl nøgd, og kann avgjørt viðmæla
hetta til kvinnur, sum vilja “lide for skønheden”.
Hendan andlitsviðgerðin minnir
um Lipomassaguna, har tað eisini
er ein “súgvukoppur”, sum verður
settur á andlitið.
Stóru munurin er tó tann, at hesi
viðgerð fært tú ikki ilt av. Hendan
viðgerðin er ógvuliga avslappandi,
og andlitið kennist sum nýtt eftir
viðgerðina.
Sum vanligt er, varð helvtina av
andlitinum gjørt fyrst, soleiðis, at
munur kundi síggjast á úrslitinum
beinan vegin. Her er at siga, at
við gerðin í størsta mun hevur til
uppgávu at minka um rukkur og
linjur, og annars at lyfta andlitið á
natúrligan hátt, soleiðis, at ein sær
yngri út.
Og verandi bert 23 ár, so kann tað
sjálvandi verða rættiliga trupult
at minka um linjur og rukkur hjá
mær. Men hóast tað, so er ein
sjón ligur munur á úrslitinum.
Við kjálkan og munnin er ein
munur at síggja. Á øðrum myndum
á síðuni er eisini týðuligur munur
á andlitinum hjá kvinnunum, sum
hava roynt hesa viðgerð.
Hvussu riggar tað?
UCW Slankiwrap kemur frá London og er ein slankandi, uppstrammandi og útreinsandi viðgerð.
Tú verður ballað inn í heitar leirbandagur ( leirið kemur frá deyðhavinum og er tilsett eina rúgvu
av salti og minerali), hitin frá leirinum fær porurnar at lata seg upp, so leirið kann treingja inn.
Hvussu leingi heldur tað?
Tað heldur í okkurt um ein mánað.
Er tað ikki bara vatn, sum fer av?
Í mun til aðrar líknandi viðgerðir, so er tað ikki vatn, sum fer av í hesi viðgerðini. Viðmælt
verður, at ein drekkur nógv vatn áðrenn og eftir viðgerðina. Tað, sum fer av, at í høvuðsheitum
affaldsstoffir.
Hvat kostar tað?
Ein viðgerð av slankiwrap kostar 950 krónur, og avsláttur verður latin, um fleiri viðgerðir verða
bílagdar samstundis.
Annars kann lesast meira á ergo.fo
Lift6 andlitsviðgerð
Slankiwraps