fríggjadagur 10. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
Sosialurin
Jólablaðið
Hetta er mín
jólasangur
Dorethe Bloch:
Børn og voksne
i kærlig krans
– Eg havi eina bakgrund niðri
frá. Eg var 31 ár, tá eg flutti higar
til Føroyar, greiðir Dorethe
Bloch av Velbastað.
Tá omma mín kom at halda
jól hjá mammu og systur míni,
las hon altíð søguna hjá Johan
Krohn "Peters jul". Tá kundu
jólini byrja.
Søgan um jólini hjá Peter
hoyrdi saman við bílætinum
av tí gamla Keypmannahavn,
ið omma mín hoyrdi til. Hon
hevði alt lívið búð innanfyri
vøllgarðarnar, uttan um Keyp
mannahavn.
Ein av jólasangunum, ið
mær dámdi, og enn dámi sera
væl, sjálvt um ikki nógv kenna
hann, er Elith Reumerts (pápi
Poul Reumert) "Børn og voksne
i kærlig krans" frá "Nøddebo
Præstegård".
– Lagið er so vakurt, sigur
Doreth Bloch.
Børn og voksne i kærlig krans,
rundt omkring træet vandre,
alt under lysenes festlige glans,
hånd i hånd med hverandre.
Ak! om vi kunne føre enhver,
som er forladt og ene,
ind under lysenes rigdom her,
under de grønklædte grene.
Ak! om vi kunne med barnetro
fylde de hjerter, som græde!
så at de følte barnefro,
julens velsignede glæde.
(Elith Reumert 1899/J.P.E. Hartmann)
Tónleikahandilin
Soundcheck,
sum hevur hildið til í Miðlon, er
nú fluttur til Dr. Jakobsensgøtu í
miðbýnum, har sum Mótaskálin
var. Talan er um ein serhandil við
tónleikaútgerð, upptøkutólum og
ljóðførum.
Johannes Ólavsson, sum eig ur
og rekur handilin, sigur, at hann
hevur lagt serligan dent á heima
studioútgerð. Eisini kunna fólk
koma inn á gólvið at gera smærri
tónleikaupptøkur ella at gera sínar
egnu lýsingar. Øll eru vælkomin at
koma við fyrispurningum, so finna
vit í felag út av eini loysn, um talan
er um tónleik, lýsingar ella okkurt
heilt annað.
Umframt ljóðfør sum gittarar,
keybord og trummur selur handilin
eisini tilhoyr til ljóðførini. Alt sum
vit selja eru kvalitetsprodukt av
kendum merkjum sum t.d. Xotic og
Wampler, Annars selja vit ljóðfør
av merkjunum Yamaha, Roland,
Vox, Marshall og Korg eins og Adam
hátalarar, sigur Johannes.
Arbeitt verður í løtuni við eini
heimasíðu við nethandli, har fólk
kring landið sjálvi kunnu keypa sær
vørurnar umvegis internetið. Tann
heimasíðan verður klár at taka í
nýtslu síðst í januar.
Soundcheck er, sum tann einasti
handilin í Føroyum, autoriserað
umboð upp á stórar talgildar mixi
pultar frá Yamaha.
Vit leggja dent á at selja kvalitet
til ein góðan prís, sigur Johannes
Ólavsson.
Soundcheck
nú í miðbýnum
JÓL
– Hjá okkum byrjaðu jólini,
tá omma hevði lisið “Peters
Jul” hjá Johan Krohn, sigur
Dorethe Bloch av Velbastað