Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JólaRákið Sosialurin • 10. desember 2010 7 kvinnunum dag. Tær fylgja rák­ inum og eru ikki so smædnar. – Ungu genturnar síggja tað sum eina sjálvfylgju at eiga onkra leiku, sigur hon. Royna leikurnar Heimasíðan elin.fo <http://elin. fo/> samstarvar við donsku heima­ síðuna Lust.dk, sum selur sexleikur og aðrar vørur, sum kunnu hjúkla um kynslívið. Eisini samstarvar hon við nakrar navn givnar føroyskar kvinnur, sum ummæla leikurnar til síðuna. – Eg gevi teimum eina vøru, sum tær so royna. So skriva tær eitt um­ mæli, sum verður lagt út á síðuna, sigur Elin. Hon heldur tað vera um ráðandi, at kvinnurnar leggja sítt kristiliga navn til ummælini. – Um endamálið er at gera sex­ leik ur minni duldarfullar, so er eis ini neyðugt, at vit ikki eru dul­ nevnd á síðuni. Sex á føroyskum Sum sexologur kundi Elin í Stóru­ stovu tikið fólk í sexologiska við­ gerð, bæði støk og pør. Men fyribils hevur hon valt at fáa boðskapin út gjøgnum internetið. Hetta kemst eisini av, at tey flestu aftra seg við at fara til sexolog, um sexlívið ikki riggar. Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, men er eisini galdandi aðrastaðni. Harumframt hevur Elin í Stóru­ stovu eitt annað sikti við at kunna um sex á internetinum: Nevniliga á málsliga økinum. Tí, sum hon sigur, so kunnu vit lesa um sex á øðrum málum, men tað hevur eina fremmandagering við sær, sum so aftur ávirkar opinleikan fyri sex. – Eins og við øllum øðrum, sum vit vilja hava eitt natúrligt forhold til, mugu vit eisini duga og tora at seta orð á og at tosa opið um sex, sigur hon, og nevnir sum dømi hetta við, at vit hava ikki natúrlig heiti fyri kvinnuligu kynsgøgnini. – Og tá hugtakið ikki er til í huga heiminum, so verður tað eisini hareftir, heldur hon. Í sambandi við síðuna hevur hon ráðført seg hjá einum málkønum manni, sum hevur viðgjørt heitini á kyns gøgnum, sum í mongum før­ um eru fullkomiliga avbronglað á føroyskum. Tey eru nú samd um, at í gerandis skrift og talu eita tey fisa og murtur hjá vaksnum, og pissi­ lingur og pissikona hjá børn um. Her vísir Elin í Stórustovu á, at tað er alneyðugt at fáa fleiri orð og vendingar knýttar at sexuella huga heiminum hjá føroyingum. Tí verða erotiskar søgur eisini skriv­ aðar til heimasíðuna. – Og øll eru vælkomin at royna seg sum høvundar, sigur hon og undir strikar, at høvundarnir eru dul nevndir. Men er onki mark fyri, hvat hon leggur út á síðuna? – Jú, tað vil vera ein meting í hvørj um einstøkum føri. Eg havi ongantíð roynt hetta áður, so síðan má líkasum mennast saman við mær og mínum mørkum, og við atliti til afturmeldingarnar, sum koma upp á síðuna, sigur hon. Bjóðar ikki sex Ein av orsøkunum til, at Elin í Stóru stovu hevur valt at savna seg mest um kvinnuliga sexualitetin er, at kvinnurnar seinastu árini eru vorðnar meira opnar um sex.=20 Eisini hava tær víst stóran vilja til at menna seg sjálvar á hesum økinum. – Føroyskar kvinnur eru nógvar ferðir fríari enn mannfólkini, og eg fái nógvar fyrispurningar frá kvinnum, sum vilja hava ráð og vegleiðing, sigur Elin. Hin vegin hevur hon ongantíð fingið eina seriøsa áheitan frá einum mann­ fólki. Tó hendir tað seg javnan, at eldri menn ringja hana upp. – So siga teir sovorðið sum: ”Eg havi onki problem, men eg havi bara altíð droymt um at tosa við ein sexolog. Ein sum tolir at hoyra um mínir fantasiir. Og so havi eg eisini sæð teg í sjónvarpinum, so eg havi leingið hugsað um at ringja til tín…!!!” Teir ungu koma heldur yvur í bý num, tá teir hava fingið upp í høvdið. – Tá vilja teir fegnir hava ráð ella fortelja sínar røvarasøgur, sig­ ur hon. Samanuntikið fílist Elin í Stóru­ stovu á, at mannfólkini halda, at ein sexologur eisini bjóðar seg fram sum sexpartnara ella sum ein, ið leggur oyra til teirra fantasiir. Bæði í telefonini og í vertskapi. – Hetta er ein trupulleiki, sum allir sexologar dragast við, og eg tími ikki hatta tvætlið. So eg savni meg mest um kvinnurnar og sexlívið í parlagnum, fortelur hon. ____________________________ Rigmor Dam Myndir: Finnur Justinussen sex á netinum »Nútímans leikur eru nógv ele gant ari enn tær gomlu, sum mann fólkini komu dragsandi heim við av Istedgade – sovorðnir risastórir kjøtfarvaðir týskir plastikkmurtar við æðrum og hárum á bollunum«