Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 13. desember · Nr. 171 Sosialurin BÚNAÐARSTOVAN Frammi í Dali 166 · 410 Kollafjørður · tlf. 47 90 00 · fax 47 90 20 · bst@bst.fo · www.bst.fo Leiðslutoymi Í 2009 blivu táverandi Búnaðarstova og Royndar­ støð løgd saman í ein stovn við einum stjóra, beinleiðis undir Fiskimálaráðnum. Nýggja Búnað­ arstovan er tó framvegis ein lítil stovnur við nógv­ um uppgávum og stórum ætlanum. Vit arbeiða hart fyri at náa okkara málum, mangan út yvir tað vanliga. Samansetti stovnurin kravdi bygnaðar­ broyting, og tað er har tú kemur inn í myndina. Okkum manglar deildarleiðara til bláu fyrisit­ ingardeildina. Vit halda okkum hava góðar um­ støður og kunnu bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi. Búnaðarstovan virkar í høvuðsheitum eftir lóg um landsjørð frá 2007 og tilhoyrandi kunngerð og mannagongdum. Starvsøki og ábyrgd Vit leita eftir einum sjálvstøðugum, positivum og arbeiðssomum persóni, ið ikki er bangin fyri at átaka sær leiðsluábyrgd fyri fyrisitingardeild stovn­ sins við øllum tí, sum tað inniber av arbeiðsupp­ gávum. Tekur tú av, verður tú serfrøðingur á ein­ um spennandi øki við nógvum persónligum avbjóðingum. Tað er umráðandi fyri teg, at tú dugir at delegera uppgávur og fylgja arbeiðinum upp. Starvið er sera fjølbroytt og uppgávurnar mangar. Tú mást sjálvstøðugt kunna samskifta við onnur, duga at samráðast, skriva frágreiðingar, fyrireika mál til fundir og samráðingar eins og at luttaka í sam­ ráðingum saman við stjóranum. Tað er ein fyri­ munur, um tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv og royndir innan almenna fyrisiting, málsviðgerð og leiðslu. Stjórnarskrivari Sum fyrisitingarleiðari kemur tú at arbeiða tætt saman við stjóranum. Aftrat leiðsluni av fyri­ sitingardeildini skalt tú ráðgeva stjóranum í løg­ frøðiligum spurningum og tulkingum eins og at virka sum stjóraskrivari og sparringspartnari. Setanartreytir Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Búskapar­ og Løg­frøðingarfelag Føroya, deildarleiðari I. Setanarøkið er Búnaðar­ stovan, umframt Fiskimálaráðið við stovnum. Umsóknir Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu­ ligum viðmælum skal sendast við vanligum brævi til Búnaðarstovuna, stílað til Bjørn Patursson, stjóra, Frammi í Dali 166, 410 Kollafjørður ella við teldubrævi til bp@bst.fo Umsóknarfreistin er 31. desember 2010. Situr tú eftir við spurningum, ella vilt vita meir um starvið, kanst tú venda tær til Bjørn Patursson, stjóra. DEILDARLEIÐARI TIL BÚNAÐARSTOVUNA Jólahugni tá hann er bestur at njóta tað glógvandi fjálga í tí vakrasta umhvørvinum. tað er at hugna sær á jólum.