Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 13. desember 2010 · Nr. 171 Sosialurin Jólablaðið Hetta er mín jólasangur John Myllhamar: Í hesi sælu jólatíð Jólasálmur nummar 100 í Sálmabókini “Í hesi sælu jólatíð” eftir Hans Adolf Brorson, hevur altíð verið tann, ið mær hevur líkað best og sum sigur mær mest av øllum jólasálmunum. Hann inniber eina upplyftandi, uggandi prædiku úr enda í annan, sigur John Myllhamar í Sandavági. Í einari djúpari kreppu, vóru tað júst nakrar reglur í hesum sálmi, ið veittu mær stóran ugga: Tá hjartans neyð sum mest gerst trong, eg spenni gleði-hørpustrong, at hann skal betur ljóða; og syrgin hjørtu skilja best, hvat henda stóra fagnarfest av gleði letur bjóða. Brorson er eisini tað sálmaskaldið, ið mær dámar best, og er hann eisini mettur sum eitt av okkara mætastu. Tað skínur ígjøgnum sálmin, at jólini og lívið annars snúgva seg ikki bert um glitur og fjant, men um Jesusbarnið, frelsara heimsins. Tá ið vit taka prædikuna í sálminum til okkum, verður tað friður. Ikki í øllum heiminum. Kanska bara eina stund. Kanska ikki soleiðis, sum vit høvdu hugsað okkum, at friðurin skal síggja út. Grátinum og trupulleikunum sleppa vit ikki frá hesumegin himmiríkið. Men tað er øll orsøk at gleðast, ljóðar gjøgnum jólasálmin hjá Hans Adolf, tí, tá ið avfjarðar, er eingin orsøk longur at vera keddur. Og gleðin skal rópast út, so helviti skal ógvast við at hoyra okkara jólasang, syngur hann, vísir John Myllhamar á. Í Fljóðinum í Havn eru tey í jólahýri. Jólini merkjast og har er ferð á. Tað byrjaði í smáum og eitt sindur øðrvísi. Tað var í 1969. Talan var um arbeiðsklæðir. Handilin æt Sunniva Gram. Í 1995 varð umgjørt og handilin gjørdist til Fljóðið, ið selur konu­ fólka klæði. Handilin, so sum vit kenna hann nú. Fitt Í Fljóðinum fáast nógv góð merki. Talan er eisini um ein trúgvan og væl nøgdan kundaskara. Kundunum dámar at koma innar. – Tey eru so fitt har úti, sigur ein kundi, ið vit hava prátað við. – Eg haldi, tey halda okkum vera fittar. Vit hava í hvussu er ein trúgvan skara, ið dámar at vitja innar, frættist úr Fljóðinum, Jól Jól eru í hondum, og tað merkist eisini í Fljóðinum. Har er futtur í. Í Fljóðinum eru tey í jólahýri og handilin er á tremur við nýggjum vørum. Har finst alt til kvinnur í øllum aldri. So tað er bara at leggja leiðina framvið, tí í Fljóðinum eru tey til reiðar, eisini nú jólini stunda til. Fitt fólk í Fljóðinum Í hesi sælu jólatíð vit glað øll skulu vera, og fús og hugað vera í Guðs náði lov at bera; um hann, í krubbu lagdur er, alt takkarljóð og lovsong ber, so tað kann hjartað fanga. O, frelsarmaður, lovið títt um allan heim skal ljóða vítt, so foldin kyk skal ganga. 2. Tann sonurin av Dávids rót, sum er Guðs faðirs líki, hann syndarum til sálarbót steig oman úr himmiríki; tað hann so sárt í hjarta skar, at verøld øll í vanda var, og menniskjan fór illa; í góðsku síni sterk og rein hann kom á fold várt sálarmein og hjartasorg at stilla. 3. Ein lovsong vit fram bera tá, um fátt vit kunnu bjóða, hosianna og halleluja skal allar staðir ljóða; Guðs ørk er send í váran her, tí syngja vit um sigursferð, har áður vón var eingin; vit syngja um hin sæla frið, so helviti skal ógvast við at hoyra einglasongin. 4. Guð nú ei longur vreiður er, men hevur miskunn blíða, tí komin sonur hans er her for heimsins synd at líða; tí kærleika skal boðast frá, at sonur Guðs er okkum hjá í armóð, eymd og váða; hvør skal tá ikki lætta av tí tunga móði, sorgin gav, og lata Jesus náða! 5. Og um so nátt er myrk og long, hon fer, tá sólin rísur, so endast skal mín sút so trong, tá miskunn Guðs mær lýsir, at Guð frá fyrstu upphavs stund meg elskaði av hjartans grund, varð bróðir mín og líki; hitt orð mær ei úr huga fer, sum einglakórið higar ber: «Guðs frið um jarðarríki!» 6. Um mangan er mítt gleðiljóð ein gráturødd at hoyra, so skal øll krossins tyngd ei tó tað mær av vørrum koyra. Tá hjartans neyð sum mest gerst trong, eg spenni gleði-hørpustrong, at hann skal betur ljóða; og syrgin hjørtu skilja best, hvat henda stóra fagnarfest av gleði letur bjóða. 7. Halleluja, nú endað stríð, hvør er tann, sum nú klagar! Hvør gongur stúrin sorgum í nú hesar sælu dagar! Guðs kirkjufólk, syng hátt í ský: Halleluja, vár gleði ný er sæl, so ei finst líki! Halleluja, halleluja! Guðs son eg á, eg fari herfrá við honum til Guðs ríki! Brorson 1732. J. Dahl 1927. Jólini og lívið ann­ ars snúgva seg ikki bert um glitur og fjant, sigur John Myllhamar